leygardagur 3. juni 1978síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
á teimum, sum hildu seg
vera finari? Livdu tey eðr-
visi?
— Tey, sum hildu seg
vera fínari, hildu seg altid
saman. Fiskagentan varð
tá lítið vird. Hon luktaði
av fiski, og var hetta ikki
gott fyri tær fínu næsar-
nar. Tær kendu seg mang-
an settar uttan fyri sam-
felagið. Men tað vóru tær,
sum hildu plássinum uppi.
Hetta merktu hini tó ikki,
fyrr enn tær gjerdu verk-
fall, og var tað ikki smá-
vegis, sum tá kom oman
yvir tær. Tá lenirnar
gjørdust frægari og fiska-
genturnar kundu menna
seg eitt sindur, var tað
dagligt prát millum tey
finu, hvussu hendan og
handan fiskagentan kundi
hava ráð til at lata seg
ordiliga í. Men hetta
legdu vit einki lag í.
— Hevdu tit samband
við onnur fakfeløg uttan
Fylking?
- Nei, tað kann eg ikki
siga. Vit vóru eitt tað
fyrsta kvinnuliga fakfel-
agið. Men allastaðni frá
skrivaðu tey til okkara um
at fáa okkara lógir og við-
tekur, sum kundu vera
vegleiðandi fyri teirra
egnu.
Einaferð, eftir seinra
heimsbardaga, vóru vit í
verkfalli. Tað fordi við
sær, at Thomsen sendi
síni skip til Havnar at
landa. Tá ringdu vit til
Havnar og bóðu tey um,
ikki at taka skipini, men
hetta hjálpti ikki nógv.
Skipini vórðu landað í
Havn. Her tervaði soli-
daritetur.
— Fiskepigernes Fag-
forening er ikki limur í
Føroya > Arbeidarafelag.
Hvi, var tad ikki betur,
um allir arbeidarar i Før-
sosialurin
oyum stóðu saman?
Ju, so avgjørt, um
oll stóðu saman. Men
hetta hevur ikki altid verið
tað, sum hevur vist seg í
veruleikanum. Tað eru
ikki tær kreftir at standa
saman um len í dag, sum
tað var fyri 40 árum síð-
ani. Tað var meira saman-
hald, tå tað kom til lønar-
spurningin. Hvussu hetta
ber til, veit eg ikki. Eg
minnist bara, at um nakad
var áfatt, stóðu fiskagent-
urnar og Fylking altíð
saman.
Kanska er neyðin ikki
so stór nú sum fyrr.
— Var tað rættilig
neyð, tá tygum vóru ung?
— Kanska ikki neyð,
men tað var smátt. Tað,
sum bjargaði fólki var, at
tey hevdu altíð tillogu-
mat, epli, grind, fisk o.a.
til dogverða. Tá í tidini
varð nógv nýtt av tílíkum
SOLI DEO GLORIA
Upplatingartíðir:
Gerandisdag frá kl. 9.00—23.00
Sunnudag frá kl. 9.00—23.00
Døgurdi frá kl. 12.00— 14.00
Ynskiligt um størri ferdaløg siga frá í góðari tíð.
SOLI DEO GLORIA
TIf. 56514
mati. Ringasta tíðin var
frá februar til mai mánað,
tá skipini komu heim. Tað
varð altid sagt, at »hvør
tannleys kelling livdi til
jola.« Hesa tidina um vår-
ið var lítið av arbeiði, men
tá fekst altíð nakað til
keyps frá arbeiðsgevara-
num, sum tú kundi gjalda
aftur, tá arbeiði var. Men
fyri ikki at koma í ov stóra
skuld, mátti ansast væl
eftir ikki at keypa ov
nógv. Menninir róðu út
um veturin og fiskaðu eitt
sindur og konurnar vask-
aðu fisk og saltaðu, so tað
hjálpti eisini um.
— Eisini var tað so, at
oll turkaðu torv um
summarið, so hetta var so
at siga einasta brenni,
sum nýtt varð um veturin.
Eisini kundi man keypa
eitt sindur av koli. Vit
skóru torv í Líðini. Alt,
líka har úti av Gálganum
og heilt inn móti kirkju-
garðinum, var svart av
torvi. Og somuleiðis uppi í
haganum úti í Froðba.
góða Norðoyastevnu
Tey fínu høvdu
sín egna skúla
Ella greiðir okkum frá, at
hon er uppvaksin í húsum
beint niðan fyri, har
klubbin er nú. Hetta vóru
hús, sum upprunaliga
vórðu bygd til privatskúla
hjá yvirstættini.
— Hví skuldu hesi
bernini ganga í privat-
skúla?
— Tey fóru finari, so
tey kundu ikki ganga í
sama skúla sum hini. Het-
ta var fyri mína tíð. Men
eg minnist so ein lærara,
sum æt Johan i Øravik.
Hann hevdi privatskula i
hesum somu húsum, hús-
ini, sum pápi keypti í
1900. Helvtin av húsunum
var skúlastova og leigaði
hann hesa frá okkum. Eis-
ini hevði hann kveldskúla,
tá eg var barn. Har gingu
nógv ungfólk í kvøldskul-
an hjá honum.
Tað var ofta um vetur-
in, at vit vóru tjúgu fólk í
húsi. Øll hevdu ikki heim
Nr. 42 — 3. juni 1978
—800€ihii—————BOWØTT—iire—e,, BI SÍJÚ IR
og mangastaðni var
trongligt. Fleiri av hesum
fólkum búðu hjá okkum.
Tað vóru so fá hús á
Tveroyri. Eg haldi, at tað
kostaði millum tvey og
trýtúsund at fáa eini hús
upp. Men øll hjálptu
hverjum eðrum at grava
út og byggja.
Sambandsmenn
afturhaldsmenn
— Hvat halda tygum um
komandi val og hvat skulu
javnaðarmenn gera fyri at
vinna valið?
— Eg haldi, at javnað-
armenn hava arbeitt væl.
Vit vita, hvat hesin flokk-
ur stendur fyri, so tað er
eingin grund til at ganga
og renna úr einum flokki í
annan, hóast okkara mót-
steðumenn royna at vill-
leiða fólk. Sambandsmenn
hava altið verið aftur-
haldsmenn og eg haldi, at
javnaðarmenn als íkki
skuldu arbeitt saman við
teimum.