Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 1978síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 42 — 3. juni 1978 sosialurin Konsertin hjá manskórinum »Fostbrødur« úr Íslandi Mikukveldið tann 31.6. var konsert í læraraskúla- hellini. Longu hálvan tíma fyri klokkutidina var hellin fullsett. Hetta er ikki merkiligt, tí fólk hevdu varhugan av, at hetta mundi fara at vera nakað serligt. Sangur, og kanska serliga manskór, er altið væl umtóktur av føroyingum. Regluliga hava vit ti- verri ikki longur høvi at hoyra manskór her. Hetta var tó vanligt fyri sløkum mansaldri síðani. Lat tað verða sagt bein- an vegin, hetta var frálík konsert. Fyrstu ferð er hetta ikki, at íslendsk kór vitja henda veg og hevur tað altid verið ein frøi at lýða á. Hendan konsertin varð ikki minni uppliving, heldur hin vegin. At taka nakað fram um annað, ið var á skránni, man vera torfert, og skal tað heldur ikki verða gjørt her. Nevnast skulu báðir solistarnir: Árni Jóhanns- son og Hákon Oddgeirs- son. Hin fyrri við síni ljósu lyrisku tenorredd og hin seinni við tí menska og kraftfulla framburðinum. Hver hevur sínar fyri- munir. Eisini klaverspæl- arin Carl Billich eigur at verða nevndur. Hann hevði í summum førum sera torføran lut. Eitt nú i pílagrimakórinum úr Tannháuser, ein ótakk- samur leiklutur við tí nærmast ómeguliga fylgi- spælinum í seinnu helvt. Her haltaði eitt sindur, sum tað næstan altíð ger, sjálvt við góðum orkest- urfylgispæli. Skuldina fyri hetta eigur ikki kla- verspælarin, men heldur Wagner sjálvur. Stutt sagt, eitt megnar manskór við frálíkum reddum og skúlaðum sangteknikki, og íkki minst einum framúr góð- um kórleiðara. Eitt tykist vera eyðkent fyri manskór. Tað er tann stóra spennividdin, frá teimum hegu tenorunum til tær djúpu bassreddir- nar. Eitt minnisrikt kveld. verland Nátt í Chile — ein filmur Fólkið og fasisman — tað er hevuðsevnið i ti sov- jettiska filminum, NÁTT I CHILE, sum nú verður sýndur i Le“xhús Bio. Filmurin er um fyrstu tidina eftir kvettid i Chile i september 1973. Vit eru i arbeidarabylinginum i Santiago, har mótsteðan moti fasistastyrinum verður løgd til rættis og vit eru eisini á ti stóra ítróttarvellinum, sum stýrið hevur broytt til eina fangalegu. Men eisini her heldur mótsteðan fram, fólk, sum ongantið áður hevur sýnt politikki á- huga, gerst nú virkið í um fólkið og fasismuna í Chile mótsteðuni. M.a. hin ungi arkitekturin Manuel, sum einans er áhugaður fyri ar- beiði sínum, fyri byggi- listini, og onki vil hava við politikk at gera. Men hann sleppur ikki, poli- tikkurin sjálvur tekur hann upp í stríðið. Manuel verður handtik- in, tí ein vinur hansara, hin kommunistiski Ro- berto, hevur krógvað seg heima hjå honum. Manuel verður saman við hinum fangunum læstur inni á ítróttarvellinum. Ikki fyrr enn her verður hann greið- ur yvir, hvussu stórur og umfatandi sorgarleikurin, kvettið, er. Tá hann sær dirvið hjá fangunum, hó- ast teir verða illa viðfarnir av hermonnunum. Tað eydnast Manuel at sleppa leysur aftur og hann gerst virkin mót- stødumadur. Ungur chilenskur leikstjóri Annar av leikstjórunum, tann 30 ára gamli Sebasti- an Alarcon, er sjálvur úr Chile. Tá kvettið varð framt, gekk hann á films- háskúlanum í Moskva. — Sum listamaður og borgari í landi mínum Chile, kann eg ikki bert sita hendur í favn. Og júst filmslistin kann gerast eitt hvast og sterkt vápn í tí politiska striðnum, sum er neyðugt. Tað er tí, eg geri henda filmin. Hann er mín stuðul til mótsteðuna móti fasistisku juntaini í Chile. Leikstjórin hevur tos2” við fólk, sum vóru inni- stongd á ítróttarvellinum í Santiago og soleiðis upp- livdu kvettið. Filmurin er tí blivin realistiskur og líkist nógv einum doku- mentarfilmi. NÁTT Í CHILE er gjørdur av Mosfilm í Moskva, hann er í litum og varar í uml. 90 minutt- Sebastian Alarcon avgjørdi at gera filmin i Baku (Aserbajdsjan), har heilir býarpartar minna nógv um Santiago. Fólkið í býnum líkist eisini nógv chilenarum Síða 19 Zorro ridur aftur Fólkahetjan Zorro er helst ein tann best um- tókti filmsfigururin, og ti eru tað nógv, sum gleða seg til at síggja hendan. Her fer Zorro í herna móti fólkakúgarum í Kaliforniu. Sum vápn hevur hann bert pisk og sverð. Hetta er í tí tíðini, tá staturin var undir sponskum og seinni meksikanskum valdi. Tað er Charles Quiney, sum hevur hevuðsleiklutin sum Zorro, meðan Aldo Bufi Landi leikar Cor- doba oberst. Sum tann vakra dóttirin hjá oberstinum er Maria Pia Conte. Hon hatar í fyrstuni Zorro, ti hann helst hjålpir Cordoba vid at krevja skattir inn. Men so einaferð kemur Zorro aftur at berjast móti kúgara- num, og so koma mangar spennandi let- ur. Filmurin verður sýndur í Leikhús Bio. Automatsvararin í Leikhús Bio hevur tlf. 11131. Verið í góðum lag, dreingir Enn eina ferð skula vit síggja skemtaran Wal- ter Matthau. Hesa ferð er hann ein fyrrverandi basket-ballspælari, Morris Buttermaker, við nógvum sigrum á baki. Hann er gamal drongur og klárar dagsins uppihald við at vaska svimjihylar. Eis- ini dámar honum væl at drekka sterkar løgir, helst øl og whisky sam- anblandað. Onkur heldur hetta vera eitt keðiligt liv, men soleið- is hevur hann nú eina- ferð valt at liva. Imedan fær ein bý- ráðslimur Bob White- wood, Buttermaker, til at blíva venjara hjá einum bólki av 10—13 ára gomlum dreingj- um. Dreingirnir, sum fáa eyknevnið The Bears eru ikki so væl dåmdir av einum ødr- um liði, The Yankees, hvers venjari er Roy Turner. The Bears fara undir at venja, men Butter- maker væntar aldri at fáa eitt gott lið burtur úr hesum dreingjum Fyrsta dystin tapa teir eisini so syngjandi. Allir leikararnir hava nú besta hugin at fara av liðnum, men nú fær Buttermaker knapp- liga áhuga fyri basket- ball aftur, og hann gevur liði sínum mót aftur. Hann fær sam- band við ta 12 ára gomlu gentuna, Aman- da Wurlizer. Hann hevur fyrr verið sum ein pápi fyri hana, meðan hann gekk sam- an við mammu henn- ara, og tá lærdi hann hana at vera »kast- ara,< og nú fær hann hana við á The Bears- liðið. Og nú kemur gongd í spælið. Teir venja og venja, meðan Butter- maker gevur teimum meira mót alla tíðina Teir skula nú spæla móti The Yankees Ikki vinna teir hesa ferð, men sum ein av »bjørnunum« sigur Bida bara til næsta år Filmurin verður sýndur í Havnar Bio