Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 1978síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hvor brúkar minst bensin? FIAT-umboðið í Føroyum BR er farið undir eina kapping um, hver kann koyra við minstu bensinnýtslu. Talan er um, hver kann koyra ein FIAT 127 CL Frits Jensen og Henry Koba Jensen gera klárt til fyrsta túrin i føroysku kappingini. Bæði fyri og eftir hvenn túrin verður tann serligi bensintangin vigaður. Hava fleiri luttakarar somu bensinnýtslu, vinnur tann, sum hevur stytstu tíðina 900 9,3 km og brúka sum minst bensin og ikki yvir 21,6 minuttir. Kappingin er ein partur av eini landsumfatandi kapping í Danmark, sum byrjaði 15. mai og endar 15. juni. Í Føroyum verð- ur kappast frå 31. mai til 30. juni. Kappingin endar við eini finalu í Keypman- nahavn í august. Nordisk Fiat A/S rindar flogferð- ina fram og aftur og uppi- hald í Keypmannahavn í 4—5 dagar. Upplýst verður, at tann kendi bilblaðmaðurin, Mogens H. Damkier, longu hevur koyrt finalu- rutuna, sum er 28 km. long. Hann koyrdi 19,68 km/l. Serligur bensintangi Øl, sum hava koyrikort, kunna taka lut i kapp- ingini. Tey, sum vilja royna seg, skulla seta seg i samband vid Frits Jen- sen, Gundadali, og avtala eina tíð. Viðkomandi fær so handað eitt skjal, sum prógvar, at hann er til- meldaður, umframt ein bókling >Spar pá benzin- en,< sum orkusparinevnd- in hjá danska handilsmá- laráðnum hevur givið út í samarbeiði við FDM. Allir luttakararnir koyra í sama bilinum, einum spildur- nýggjum FIAT 127 CL 900. Til kappingina verður ein serligur bensintangi brúktur. Hann tekur tveir litrar. Kappingarrutan er hendan: Frá Frits Jensen í Gundadali verður koyrt omaneftir R. C. Effersøes- gøtu og Jonas Broncks- gøtu. Sidani eftir Konga- brúnni, Áarvegi, Sverris- gøtu, Dr. Jacobsensgøtu, J. C. Svabosgøtu, Vel- bastaðvegnum, Landa- vegnum, Marknagilsveg- num og haðani eftir Dala- vegnum niðan á Oyggjar- vegin og so oman aftur til Frits Jensen. Hesin túrur 9,3 km, skal taka 18 minuttir + — 20%, altso millum 14,4 og 21,6 minuttir. Motorurin skal vera í gongd alla tíð- ina. Kappingin byrjaði týskveldið við, at Jákup Lindenskov og Pauli Ellefsen royndu seg. Jákup koyrdi 15,00 km/1 og Pauli 16,34 km/l. Hver luttakari, sum stendst royndina, fær eitt »Diplom« við navni sínum og úrslitinum á umframt eina troyggju, sum er gjørd serliga til hesa kappingina. Einaferð um vikuna verður steðan, t.e. tey 12 bestu úrslitini, lyst í bleðunum Síðani munkarnir ko- mu til Feroya at læra føroyingar at fiska við línu hava teir higartil bert trolað á Áarveg- num. Eg hevði ein málara mikudagin. So nú eri eisini eg klárur at taka móti Margrethu. * Fólk, sum búgva úti á Tórgarði í Havn, hava verið hjá býráðnum og kravt, at Tórgarðsgeta verður asfalterað. — Tey fingu til svar, at tað er ov seint at broyta rutuna fyri drotningarvitjanini. OPIB COPENNAGEN Í Sosialinum næstsein- ast stóð, at camping- plássið skuldi í fúta- rættin. Nú ganga ís- lendingar svakir og granska Havnarkortið, men alt til onga nyttu, teir finna einki eki, sum eitur Fútarættur- in. Eitt er at javnaðar- menn frossa við al- mennum peningi, men at Jákup liggur og frossar við bensini frá Frits Jensen, tað gong- ur ikki. Fyrireikingarnar til fy- rireikingarnar eru nú um at vera lidnar. Tá + sjálvar fyrireikingar- nar eru lidnar fara vit å flog, um vit ikki longu tå eru farnir at fyri- reika at sleppa okkum av við flogfarið. Óli Breckman hevði tá blaðið fór til prentingar einki býtt gjørt. — Paula kunnu tit lesa um á forsíðuni á Dimmalætting sein- asta hósdag. G.D.F. Gordons Dry Fly