týsdagur 6. juni 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 6. juni 1978
sosialurin
Síða 3
H im telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
Sosialurin box 76; 3800 Tórshavn
Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Uppseting:
Prent:
Á = FÅ = =
Ráfiskaprísirnir
SUM kunnugt hendi tað 1. juni at
ráfiskaprísirnir fullu. T.v.s. at nakrir
prísir fullu, aðrir stóðu við, og ein
fór upp, men í miðal er talan um
eina lækking. Sum vera man eru
fiski- og útróðrarmenn misnøgdir
við eitt slíkt prísfall, og við tí sum er
komið fram, tykist sum teir vilja
geva landsstýrinum skuldina or-
sakað av ov lítlari játtan til ráfiska-
grunnin.
NAKAÐ er sjálvsagt um hetta, men
hetta er tó ikki allur sannleikin um
ráfiskaprísirnar. Núverandi skipan
við ráfiskagrunni avloysti eina aðra
skipan, har prísirnir kundu falla
nærum dagliga, og tá prísurin undir
teirra skipan fall var tað fult út við tí
virði, sum marknaðarprísurin var
fallin.
GALDANDI skipan hevur í hvussu
er tríggjar fyrimunir fram um ta
gomlu, um hon hevði verið galdandi
í dag: 1. Við gomlu skipanini høvdu
prísirnir fallið beinanvegin, sum
dollarin byrjaði at falla, og t.v.s.
seint seinasta ár. Við ráfiskagrunn-
inum hevur verið møguligt at hildið
prísunum uppi umleið hálvt ár eftir
at teir annars vóru byrjaðir at falla.
2. Við núgaldandi skipan eru prísir-
nir falnir minni enn teir annars
høvdu gjørt, tá råfiskagrunnurin nú
veitir studning til tosk og hýsu. 3.
Vit vita nú, at ásettu prísirnir í hvus-
su er ikki fara longur niður komandi
4 mánaðarnar, og hetta er ein trygd,
sum ikki var áður.
TÁ SAGT verður, at landsstýrið hev-
ur stuðlað grunnin ov lítið, so kunnu
vit taka undir við hesum. Men vit
mugu minnast til, at stuðulin til
feskfiskaveiðuna hóast alt ikki er so
lítil. Veittar verða 20 mill. kr. til rá-
fiskagrunnin, og um 10 mill. í prís-
viðbót, so hetta er nú ikki heilt lítið.
TAÐ ER heilt nátúrligt at útróðrar-
menn sammeta teirra prísir og
gongd í prísum við lønirnar á landi,
og tað er sjálvsagt órímiligt, at prísir
fara niður nærum samstundis sum
t.d. tímalgnin fer upp. Tað er tó ikki
til at sammeta gongdina út frá
einari prís- og lønaråsetan. Tað er jú
so, at arbeiðsmannalgnirnar verða
ásettar eina ferð árliga, umframt
dýrtíðarviðgerð, men prísir verða
settir 3 ferðir árliga. Vit kunnu sam-
| Føroyar neyvan í AOF
fyrr enn næsta år
— umbod fyri AOF i Danmark havt tingingar vid m.a.
Føroya arbeidarafelag
Í síðstu viku vóru tveir
mans frá AOF (Arbejder-
nes Oplysningsforbund) 1
Danmark á vitjan í Fer-
oyum. Teir báðir, Ole Ver-
nerlund og Erik Stubbe-
toft, eru báðir í leiðsluni
fyri AOF og erindi teirra
dagbókin
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti hóskveldið kl. 20.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Ungdómsmeti í kveld kl.
20.30.
Sion, Vági
Evangeliskt meti í kveld
kl. 20.
Skopun
Ungdómsstevnan byrjar
í missiónshúsinum frigg-
jakveldið kl. 20. Ungfólk
ymsastaðni frá luttaka við
sangi og vitnisburði.
Uppistova
Ungmannadeildin hittist í
kveld kl. 21. Seinasti
fundur fyri summarfrítið-
ina.
Pensiónistafelagið
Fundur verður á Hotel
higar vóru at tingast við
fyrst og fremst Foroya ar-
beiðarafelag um foroyskan
limaskap í felagsskapi-
num. Teir hevdu eisini
fund við umboð fyri
Havnar arbeiðsmannafel-
ag og javnaðarflokkin.
Hafnia í kveld kl. 19.30.
Norderø, yvirlækni, vitjar
og greiðir frá.
Umframt festu sendingarnar
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Vedurtidindi og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi og tíðindi
12.32: Degurðatónleikur
12.50: Vedurtidindi
12.51: Tónleikur
18.30: Vedurtidindi og tidindi
Fyri einum hålvum ári
síðani fekk nevndin í Fer-
oya arbeiðarafelag eitt
bræv frá AOF í Danmark,
har greitt varð frá, at á
einum fundi, har ell norð-
urlendsku AOF feløgini
vóru umboðað, varð sam-
tykt at bjóða føroyingum
luttøku i samarbeiðinum,
Mikudagin 7.
13.00: Kveðuljómar til
sjófólkið
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: Miðvikan
19.30: Kórstevnan 1978
Brot úr kórstevnu-
konsertunum sum
vóru í Havn á
Hvítusunnu.
Triðja sending
20.00: Veðurtíðindi og
tíðindi
Hósdagin 8.
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: Lagnan. 5. partur
av framhaldssog-
uni eftir Richard
B. Thomsen
Hans Thomsen
umsetur, Olivur
Næs lesur
19.30: Poppsending
20.00: Veðurtíðindi og
tíðindi
Friggjadagin 9.
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: Telefon til lands-
stýrismannin í
búnaðarmálum
19.30: Tónleikur
Sonne Smith legg-
ur til rættis
20.00: Veðurtíðindi og
tíðindi
sum tað stóð í brævinum:
et mere konkret kultur-
politiskt samarbejde pá
arbejderbevægelsens
grundlag.
Feroya arbeiðarafelag
svaraði AOF og bað um at
fáa gjellari upplýsingar.
Og tað var m.a. endamálið
við ferðini hjá teimum
báðum AOF monnunum
higar.
Jóhannes Olsen, for-
maður í Feroya arbeiðara-
felag, sigur, at nevndin
ikki kundi taka nakra
bindandi avgerð fyri fel-
agið nú, hóast danirnir
bóðu um hetta. Málið
verður lagt fyri næsta að-
alfund, sum verður í apríl
1979, og fyrr enn tá verður
endaliga avgerðin neyvan
tikin. Jóhannes Olsen
leggur afturat, at nevndin
í Feroya arbeiðarafelag er
fyri limaskapi í AOF.
Ole Vernerlund og Erik
Stubbetoft upplýstu ann-
ars, at AOF hevur ætlanir
um at halda eitt seminar i
Føroyum vid nøkrum lut-
takarum hidani og 2—3 úr
hverjum av hinum Norð-
urlondunum. Nær hetta
seminarið verður, er enn
ikki avgjert. Tað er óvist,
um tað verður í ár, sum
AOF annars hevði ætlað.
AOF menninir fóru aft-
ur til Danmarkar leygar-
dagin og á skrivstovuni
hjá felagsskapinum í
Keypmannahavn verður
nú arbeitt víðari við
spurninginum, hvussu li-
maskapur feroyinga skal
vera háttaður.
meta gongdina frá tí ráfiskagrunn-
urin fór at virka mitt í 1975. Tá var
timalønin kr. 20,77. Í dag er hon kr.
29,67 ella ein hækking uppá 43%.
TAKA VIT høvudsfiskasløgini, so
síggja vit hesa mynd:
1975 1978
Toskur 1A kr.2,55
kr.3,25 + 27%
Toskur2A kr.2,05 kr.3,10 51%
Hýsa 1A kr.2,00 kr.3,15 58%
Brosma1 kr.1,35 kr.2,55 89%
Longa kr. 1,80 kr.3,25 81%
Upsi kr. 1,15 kr.2,50 117%
Tunga kr. 2,00 kr.4,30 115%
VIT siggja, at av hesum fiskasløgum
er tað bert toskur 1, sum ikki hevur
fingið somu hækking sum timaløn-
in, meðan summi av hinum fiska-
slggunum liggja munandi omanfyri,
hóast tær lækkingar, sum nú eru
gjørdar. Afturat hesum kann nevn-
ast, at meðan ikki var veitt viðbót til
troling á landleiðini í 1975, so verður
hetta gjørt nú. Hetta merkir i sær
sjálvum ein inntøkuvøkstur til av-
varandi fiskimenn uppá meira enn
10%.
MEN HÓAST tað sum er ført fram
omanfyri eigur sjálvsagt at verða
strembað ímóti at sleppa undan
slíkum tilfellum sum her, tá prísir
verða lækkaðir. Tað gerst við at
styrkja ráfiskagrunnin enn meira,
og vid at økja um játtan bæði til
sjálvan grunnin og til tiltaksgrunn-
in. Verður hetta gjørt á ein nóg
dyggan hátt slepst undan prísfalli
sum nú, og fara vit á hendan hátt at
kunna tryggja fiski- og útróðrar-
monnum ein javnt hækkandi prís.