týsdagur 6. juni 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Ferðsluruðuleiki á Oyggjarvegnum:
Koyrdu 70 km/
i 10 metra sýni
Fleiri bilar koyrdu víðari, tá politiið royndi at steðga
teimum
Tað var av vánaligasta
sýni á Oyggjarvegnum
seinnapartin friggjadagin,
men hetta tóku ikki allir
bilferarar sær tykni av.
Eftir at sjey ferðsluó-
happ eftir stuttari tíð vóru
hend á Oyggjarvegnum,
stongdi politiið vegin mill-
um Mjerkadal og rullu-
portrið oman fyri Havn-
ina.
Tá politiið royndi at
steðga teimum fyrstu bil-
unum, sum vóru á veg
suðureftir, hendi tað, at
fleiri av teimum koyrdu
víðari.
” Politiið sigur, at bilfør-
arnir helst ikki hava sæð,
at roynt varð at steðga
teimum, tí teir koyrdu
skjótt, hóast sýnið var óg-
vuliga vánaligt. Politiið
metir, at summir bilar
koyrdu við heilt upp til 70
kilometra ferð, hóast sýn-
ið bert var einar 10 metr-
ar. Sýnið var so vånaligt,
at tað valla sást tvertur
um vegin.
12 akfør skaða
og fýra fólk
innløgd
Feråsluruduleikin å
Oyggjarvegnum byrjaði
við at ein lastbilur, sum
var á veg norðureftir,
steðgaði á strekkinum
millum ovara grótbrotið
hjá Tórshavnar Komm-
unu og Kleynsvarða. Ein
persónbilur, sum koyrdi
aftanfyri hann steðgaði
eisini, men var síðan á-
rendur av eini motor-
súklu. Eldur kom í motor-
súkluna, og hon kolaðist
upp eftir stuttari tíð.
Tann næsti saman-
stoyturin hendi, tá ein po-
litibilur, sum var á veg
norðureftir, rendi upp í ein
lastbil, sum var steðgaður
á vegnum. Eftir hetta var
Íslendingur
rikin burtur
Tað er ikki bert í Havn,
at útlendsk ferðafólk,
sum koma higar við
telti, hava trupulleikar
við at finna sær eki til
at seta teltini á.
Hósdagin rak poli-
tiið í Klaksvík ein is-
lendskan ferðamann
Ein politibilur gjørdist vrak
so ein harmonikusaman-
stoytur millum fleiri bilar.
Tað síðsta ferðsluó-
happið hendi sunnanfyri
svingið í Mjerkadali. Ein
motorsúkla, sum kom
suðureftir rendi á ein as-
faltbil. Menn hjá lands-
verkfreðinginum vóru í
ferð við at asfaltera norð-
ureftir í vinstru síðu.
Tilsamans 5 fólk vórðu
flutt á landssjúkrahúsið
frá teimum sjey ferðsluó-
happunum. Fýra av teim-
um vórðu innlegd.
Motorsúklan kolaðist upp eftir sfuttari tíð
USS SURE
burtur, sum hevði sett
telt sítt á eina privata
trød. Eigarin hevði
heitt á politiið um at
gera hetta, tí hann
vildi ikki hava at teltið
stóð á bei hansara.
Politiið fann eitt eki
omanfyri Svimjihøll-
ina, sum hoyrir til hag-
an, har íslendingurin
kundi seta telt sítt.
Mótmæltu aftur-
latingartíðum
Stjórnin i > Føroya
keypssamtøku hevur
mótmælt hjá fútanum
og landsstýrinum, at
so »ålvarslig undantøk
verða gjørd viðvíkjandi
afturlatingartidum,
sum undir sonevndu
Tilsamans 12 akfør
fingu skada. Bådar motor-
súklurnar gjørdust vrak.
Tveir av teimum tiggju
bilunum, sum fingu
skaða, gjørdust somuleið-
is vrak. Annar av teimum
var politibilurin.
Føroysku vikuni í
SMS.< Hetta verður
upplýst í limablaðnum
hjá FK, Samtekan,
sum júst er útkomið.
Tað verður víðari sagt,
at stjórnin metur,
hetta er at geva SMS
sersemdir í mun til aðr-
ar handlar í Havn.
Nr. 43 — 6. juni 1978
kring oyggjarnar
Hallið av bókaútgávuni
37.400 kr.
Bókaútgávan hjá Fer-
oya lærarafelag og út-
gávan av Barnablað-
num hevdu i figgjarår-
inum 1976/77 eitt hall
uppá 37.405 kr. Men
av ti Bókadeildin fekk
løgtingsstudning uppá
114.200 kr. gjørdist úr-
slitið kortini positivt,
76.795 kr. i vinningi.
Hetta sæst å rakstr-
arroknskapi Bóka-
deildarinnar, sum er
prentaður í Skúlablað-
num 3.—4. heftinum í
ár.
Tá studningurin er í-
roknaður vóru inntek-
25% hækking
á tryggingar-
gjøldum
fyri privatakfør
Rakstrarúrslitið = hjá
Tryggingarsambandi-
num i 1977 er gjørt upp
og hevur verið kunn-
gjørt i bloðunum.
Tryggingarsam-
bandið upplýsir, at fyri
tær flestu tryggingar-
nar varð úrslitið í 1977
hampuligt. Tó er, eins
og árini frammanund-
an, hall á tryggingini
fyri privatakfer. Hallið
tey seinastu trý árini
av hesi tryggingini er
tilsamans 5,9 mill. kr.
Tað slepst tí ikki
undan at hækka gjøld-
ini, upplýsir Trygging-
arsambandið. Tað
verða kortini ikki øll
gjøldini, sum verða
rakt av hækkingini.
Tey privatu akførini,
sum nú eru á hægsta
avsláttarstigi, t.e. fáa
hægsta avslátt, sleppa
undan hækkingini.
Tann nýskipan verður
eisini gjørd, at um eitt
av hesum akførunum
fær skaða og hetta er
fyrsti skaði tvey tey
seinastu árini, missa
tey ikki hægsta av-
sláttin og koyra fram-
vegis við tí bíligasta
gjaldinum. Men er
skaðin ikki tann fyrsti í
tvey ár, so missir við-
komandi akfar hægsta
avsláttin.
Tryggingargjaldið
fyri tey privatu akfør-
ini, sum eru á teimum
lægri avsláttarstigu-
Útreiðslur 88.230 kr. — inntøkur 85.848 kr.
urnar hjá deildini
næstseinast á figgjar-
árið 500.917 kr., harav
85.848 kr. fyri Barna-
blaðið, 59.352 kr. fyri
Mina jólabók og
241.517 kr. fyri aðrar
bekur.
Mín jólabók gav ein
vinning uppá 12.401
kr., men Barnablaðið
hevði hall uppá 2.883
kr. og bókaútgávan
annars uppá 47.423 kr.
Annars hevði deildin
tann 31. mars 1977
bøkur á goymslu fyri
480.000 kr.
num, verður hækkað
við 25%.
75% av øllum ak-
farstryggingum er fyri
privat akfør og bert
hesar vísa hall, upp-
lýsir Tryggingarsam-
bandið. ;
Neystini
uppúr holinum
Á Viðareiði verða nøk-
ur kommunal arbeiði
gjørd i summar. Fyrsta
dagin verður farið und-
ir at taka niður neyst-
ini í Eiðsvík. Har
standa sjey neyst niðri
í einum holi, soleiðis,
at tá bátarnir skulu á
flot, mugu teir dragast
upp eftir fyrst. Tá
neystini eru beind
burtur, verður holið
fylt av gróti og síðani
verða nýggj neyst
bygd. Kommunan eig-
ur eitt bátaspæl, men
tað hevur ikki verið
meguligt at sett tað
upp, soleiðis sum
neystini nú standa. Nú
er ætlanin at seta spæl-
ið upp, samstundis
sum nýggju neystini
verða bygd. Kommun-
an hevur í fleiri ár sekt
tingið um studning til
hetta arbeiðið. Nú hev-
ur hon fingið 3/4 av
150.000 kr. játtaðar
yvir tvey ár. Fyri
henda pening er eisini
ætlanin at sprongja
burtur úr helluni niðri
við lendingina, so har
gerst rúmsáttari. Het-
ta arbeiðið verður tó
ikki gjørt fyrr enn næs-
ta summar.