týsdagur 6. juni 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
yd Í FOTBOLTI
St
Argentina'78
jamon...
sosialurin
Nr. 43 — 6. juni 1978
Eingin vil
vera bestur
Hverki Rensenbrink,
Zico, Dalglish ella Pla-
tini vona, at teir verda
bestu målskjuttar vid
hetta HM. Tad hevur
nevniliga vist seg, at
besti málskjúttin
aldrin er við á tí liði, ið
vinnur HM.
Annars er Rensen-
brink væl á veg, hann
skoraði jú sum kunn-
ugt ell trý mál hálend-
inga í dystinum móti
Iran. Seinni vil tað so
vísa seg, um hann
kann bróta henda keði-
liga statistik.
Kissinger til HM
Aftur hesaferð vil fyrr-
verandi uttanríkisráð-
harri USA's, verða at
finna á áskoðarapláss-
inum til eitt HM í fót-
bólti.
Stjórin fyri HM-
dystunum í Argentina,
Antonio Mercio, her-
stjóri, vil av trygdaror-
sekum ikki siga, hverj-
ar dystir Kissinger
ætlar at hyggja eftir.
Kissinger, ið er fødd-
ur i Tysklandi, hevur
| 19)
HH
{|
altid sýnt stóran áhuga
fyri »European foot
balle og leikti sum
ungur sjálvur á einum
týskum liði. Hann var
eisini ein av teimum
mongu áskoðarunum
til seinasta HM í Vest-
urtýsklandi fyri fýra
árum síðani.
Vát byrjan
Skotska HM-liðið fekk
eina váta byrjan í Ar-
gentina. Skotarnir
byrjaðu nevniliga við
at halda veitslu á ho-
telli teirra í Cordova.
Hetta var ein veitsla
við sekkjapiputónleiki
og fríum whisky til
allar leikararnar og
endaði henda veitsla
ikki fyrrenn kl. 3 á
nátt. Liðstjóri skota
segði, at leikararnir
vóru troyttir og máttu
„slappa av,« men ikki
hevur hetta verið gott
nokk, tí sum kunnugt
tapti skotar fyrsta
dystin móti Peru við
trimum málum móti
einum.
Nógvir
áskoðarar
Vesturtýsku heims-
HM í Argentina:
eg verði heilt frá mær sjálvum, tá nakar rópar »skjot«!
meistararnir koma ikki
at mangla stuðul í Ar-
gentina. Áhugin fyri at
síggja vesturtýska
landsliðið forsvara
meistaraskap teirra er
stórur og rokna verður
við, at um 5000 vestut-
týskarar fara til Ar-
gentina fyri at síggja
dystirnar hjá lands-
monnum teirra.
HM-barn
Ein av pólsku HM-
leikarunum er sloppin
av við ein part av
nervøsiteti sinum.
Dagin áðrenn Poland
leikti javnleik móti
vesturtysku heims-
meistarunum fekk
Henryk Machliwcz te-
legram heiman úr
Warszawa at kona
hansara hevði føtt hon-
um eina vælskapta
dóttur. Hetta fekk tað
at lætna fyri hjarta
Henryks.
At vinna HM
Brasilianski málverjin
Emerson Leao, ið hev-
ur leikað 80 dystir fyri
Brasilia er nærum viss-
ur í, at Brasilia gerst
heimsmeistari hesa-
ferð, og roknar bert
við, at Argentina ella
Vesturtýskland kunna
taka sigurin frá teim-
um.
Helvtin verið
við fyrr
Umleið helvtin av
teimum 352 leikarum,
ið luttaka í HM'78
vóru eisini við í Vest-
urtýsklandi fyri 4 árum
síðani.
Av teimum liðum, ið
luttaka er tað verts-
tjóðin Argentina, ið
hevur fægst leikarar, ið
hava verið vil til HM
fyrr, við aftur. Bert
triggir, Filial, Kempes
og Houseman, eru enn
við á liðnum.
Pele er við
Eisini hesaferð er verð-
inskendi brasilianarin
Pele at síggja til HM,
men ikki sum leikari.
Hann skal vera við
sum sjónvarpsfrásegu-
maður fyri eitt sjón-
varpsfelag frá Venezu-
ela.
Sengurnar ov
stuttar
Italsku HM-leikarnir
klaga um, at sengur
teirra å hotellinum eru
ov stuttar. Tå teir ikki
rena hevdið móti song-
arendanum, stinga
bein teirra út av fóta-
lagnum.
Um so er, tá hava
fransar allar grundir til
at klaga enn meir, tað
eru nevniliga fleiri dag-
ar síðani teir klagaðu
um, at íitaliumenn
fingu bestu rúmini á
hotelinum.
Tikið kokkin við
Brasiliansku leikarirnir
eru vísir í at fáa brasili-
anskan mat í Argen-
tina. Teir hava nevni-
liga tikið ein av kend-
astu hotellkokkunum í
Brasilia við sær til Ar-
gentina. Hesin kokkur
hevur hópin av bønum,
rísi, svínakjeti og
høsnarungum við sær
frá Brasilia, so hann
kann gera yndisrætt
landsliðsins, ið er
nevndur Feijoada og er
ein samanvevjing av
áðurnevndu mat-
verum.
Fáa loyvi at
síggja fótbólt
Fangarnir í 160 sterri
italskum fangatippum
hava fingið sjónvarps-
tól í rúm teirra, soleiðis
at teir kunnu síggja
dystirnar í Argentina.
Hetta er bæði fyri
fangar og verðar, tá
fangarnir fyrr hava
gjørt uppreistur tá teir
ikki hava sæð ítróttar-
sendingar í sjónvarpi-
num.
Henda dýra loysnin
hevur mett harðari
mótsteðu í íitalsku
blødunum, ið halda at
betur hevði verið, um
peningurin varð nýttur
at seta tey yvirfyltu,
gomlu tippini í ein
meira hóskandi stand.
24 lið til HM
Á aðalfundinum í Bu-
enos Aires avgjørdi al-
tjóða fótbóltssamgog-
an FIFA við stórum
meiriluta at eitt upp-
skot um, at 24 lond
kunna luttaka í finalu-
umfarinum um HM,
skuldi viðtakast.
Við 96 stemmum fyri
og bert fýra ímóti, við-
tóku umboðini upp-
skotið hjá eksekutivs-
komiteini um, at 16, 20
ella 24 lond kunnu lut-
taka í finaluumferu-
num. Higartil hava
antin 16 ella 20 lond
kunna luttikið, men
tað hava aldri verið
meira enn 16 við.
Tað vóru fyrst og
fremst tær afrikansku
og asiatisku tjóðirnar,
ið strongdu á fyri at fáa
hetta uppskot igjøgn-
um. Tey halda, at tey
við ti reglu, sum nú er
galdandi fáa tey ov fá-
ar luttakarar. Sum nú
er kunnu tey bert lut-
taka við einum landi
hver í finaluumferun-
um.
Stubbar uttanlands
Tað var met í åskod-
aratali í New York, tá
N. Y. Cosmos spældi
móti Seattle Sounders.
Ikki færri enn 71219 á-
skoðarar sóu dystin,
sum N.Y.C. vann við 5
málum móti einum.
Tann italienski spæl-
arin, ið spælir við NYC
Chinagli, gjørdi 3 av
málunum.
Seattle er einasta lið-
ið, ið hevur vunnið á
NYC í kappingini í ár,
og var hetta ein av or-
sekunum til, at so
nógvir áskoðarar vóru
til dystin.
*
Tá vit tosa um met,
kunnu vit taka hetta
við. Gordon Banks, ið
ofta er nevndur >verð-
ins besti« hevur eitt
málverju met. Við HM
-kappingina í Onglandi
í 66, spældi enska
landsliðið í 7 tímar,
áðrenn fyrsti bólturin
fór framvið Banks, og
er hetta met í enda-
umførunum til eina
HM-kapping.