Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 6. juni 1978 sosialurin Síða 9 Arbeiðskeyparnir halda hánt um ynskir løntakaranna Danska arbeiðskeyparafelagið vísti á aðalfundi sínum í farnu viku sítt sanna andlit: ímóti eini ØD-skipan, dýrtíðarviðbótum, lønarhækkingum og ynskja arbeiðs- loysisstuðulin skerdan. Sum vant fingu tey arbeiðs- leysu ein frammaná! Tað er ikki samhugi við Jøntakarnar ella tey ar- beiðsleysu, teir donsku ar- beidskeyparnir leggja dent å. Formaðurin i felagnum, Jens Thorsen, legði eftir donsku arbeiðararersluni fyri at vilja treingja eina ØD-skipan — iognarrætt og medavgerðarrætt len- takaranna — inn gjøgnum bakdyrnar undir skjóli av búskaparligu kreppuni. Lønarutreidslurnar orsøkin til kreppuna Í sama viðfangi segði for- maðurin, at tann hega lonarútreiðslan var høv- uðsorsekin til kreppuna. Við hesum vildi hann helst boða frá, at arbeiðs- keyparnir fara ikki at góð- taka munandi lenarhækk- ingar við tær komandi sáttmálasamráðingarnar. Somuleiðis vendi Jens Thorsen sær móti dyrtid- arviðbótunum. Er meira enn ein komin til útgjaldingar, hevur ríkiskassin goldið tær inn í APT-grunnin tey sein- astu árini. Thorsen roknaði nú við, at LO fór at skjóta upp, at arbeiðskeyparnir í fram- tíðini skuldu lata viðbet- urnar. Hesum vendi hann sær ímóti og segði, at tað var einki dulsmál, at ar- beiðskeyparnir ynskja tær avtiknar. Munurin millum stuðul og åurtøku ov litil Eins og so ofta ådur fingu tey arbeidsleysu ein fram- manå. Arbeidskeyparnir ynsk- ja, at munurin millum vanliga arbeiðsúrteku og arbeidsloysisstudul verður øktur. V.ø.o. ynskja teir, at studulin verður skerdur. Í løtuni er hann i mesta lagi 225 kr. um dagin, áðrenn skatturin er trektur frá. Ella í mesta lagi 90 pst. av inntøkuni, tann arbeiðs- leysi hevði, áðrenn hann misti arbeiðið. Arbeiðskeyparnir grunda hesi ynski við, at stuðulsveitingin kappast við vinnulivid um arbeiðs- megina. Hetta siga teir, hóast teir vita, hvussu trupult tað kann vera at fáa stuð- ul og at reglugerðin er strong. 25 pst. tørva arbeidsmegi Å fundinum upplysti for- maðurin, at felagið hevur gjørt eina kanning millum limirnar. Kanningin er ikki liðug, men fyribilsút- rokningar vísa, at 25 pst. av teimum eftirspurdu ar- beiðskeyparunum terva arbeiðsmegi, hóast teir gera alt fyri at fáa hana. Men einki varð upplýst um arbeiðsmegi við rætt- ari útbúgving var til taks í viðkomandi eki ella ikki. Skipanin er annars tann, at ein arbeiðsleysur hevur ikki rætt til at nokta meira enn einaferð at taka eitt arbeiði, sum arbeiðsloysisskrivstovan vísir á, uttan at stuðulin verður skerdur. Endurtek- ur tað seg, fellur stuðulin burtur í eitt åvist tidar- skeið. Ikki má pilkast við liberalu serrættindini — Arbeiðskeyparafelagið er ímóti eini ØD-skipan, sum fer at skerja tey libe- ralu prinsippini í samfel- mig, rør ri - agnum, segði Jens Thor- sen og helt fram: — Arbeiðararerslan gongur bert við til »inn- tøkupolitikk,« treytað av, at stig verða tikin til ØD- skipanina, sum LO og javnaðarflokkurin = hava gjørt. — Bart ut nytir arbeid- ararørslan ta truplu bu- skaparligu støduna vid vaksandi uttanlandsskuld og arbeidsloysi til at seta ófrávíkilig krøv um avger- andi broytingar i búskap- arligu skipanini. Og tað ringasta er, at hesi krøv verða stuðlað av leiðandi fólkum í javnaðarflokki- num. Ynskja fram- haldandi lónarsteðg Jens Thorsen man helst halda, at grundarlagið undir serrættindum teirra er við at rilla, og segði, at tað var ein tápuligur hugsunarháttur, at len- takarnir, hvers alt ov haga inntøkuhækking er høvudsorsøkin til krepp- una, skuldu krevja eina slíka loysn (ØD-skipan- ina) fyri at góðtaka aftur- hald í lenarhækking. Jens Thorsen, arbeiðskeyparaformaðurin danski, sigur at tann alt ov hega inntekuhækkingin hjá løntakarum er høvudsorsøkin til kreppuna í Danmark!!! Sviar roykja minni Sviar roykja minni enn teir hava gjert, og fremsta orsekin sigst vera tann hegi tollurin á tubbaksverum og tann propaganda, ið myndugleikarnir reka fyri at fáa fólk at leggja av at roykja av heilsu- orsøkum. Ein frågreiding frå svenska Tobakksbola- get visir, at nytslan av sigarettum og tubbaki yvirhøvur er minkandi — men afturfyri veks- ur nytslan av snusi og skrå. Tað er í fyrstu syftu tey heilt ungu, ið royk- ja minni. Í dag roykja 28% av teimum ungu í aldrinum 15—19 ár, men fyri fáum árum síðani var prosentið 45. Tað visir seg, at tað mest eru mannfólkini, ið leggja av, men talið av kvinnuligum roykj- arum hevur vaksið nakað, visir svenska frágreiðingin. Tilsamans minkaði sigarettnýtslan við 14,2% frá 1976 til 1977, selan av pipu- tubbakki og balli mink- aði 6,3% og snúsnýtsl- an vaks vid 6%. Tobakksbolaget vil vera við, at tað upplýs- ingararbeiði, ið hevur verið gjert móti nýtslu av tubakki, fyri ein stóran part er orsekin til ta minkandi nýtslu, men eisini teollurin. Hann er sera hegur í Sveríki nú, og ell sela er undir ríkisins eftirliti gjøgnum Tobakksbo- laget. Loyvt er heldur ikki at gera reklamu fyri sigarettum alment, so sum fyrr var. Portugal og Noreg í Trygdarráðið Tað kann nú verða hildið fyri rættuliga vist, at Noreg og Por- tugal fara at gerast limir í Trygdarráð- num eftir Eina tíð tyktist Hol- land vilja eiga einaum- boðið, men tað skilst, at Holland nú hevur slept ætlanini. Trygdarráðið er høv- uðsstovnur Sameindu Tjóða aftaná aðalfund- in, sum í øllum førum eigur hægsta avgeråar- rætt. Eftir ordingini i ST-såttmålanum hevur Trygdarráðið åbyrgd- ina av friðinum og tryggleikanum í heimi- num, og ráðið er til- nýggjár. stubbar uttaneftir reiðar at koma saman, tá tað gerst neyðugt Trygdarráðið hevur 15 limir, og fimm av hesum, stórveldini, eru fastir limir. Hinir 10 verða valdir av aðal- fundinum fyri tvey ár í senn. Stórveldini eiga sýtingarrætt, veto, og atkvøda tey nei til eitt uppskot, kann eingin avgerð verða tikin. Tað er eisini Trygdarráðið, sum skipar fyri, tá ið avgerð verður tikin um at senda ST-vaktarlið til ófriðagkið, hvar so hesin ófriður annars tekur seg upp í heimi- num. Nú seinast hevur ráðið stílað fyri uppi- legging Sameindu Tjóða í Libanon við tí í kvittanum at fáa part- arnar í ósemjuni í Mið- eystri at binda frið 1,12 miljardir tons av korni i år Eftir fyribilsætlan gjørd av FAO, búnað- ar- og matvørustovni Sameindu Tjóða, kem- ur kornframleiðslan í øllum heiminum í år at røkka upp i 1,12 milj- ardir tons tilsamans — ein vøkstur vid 2,5% frá 1977. Veksturin kemst av 5% øking í hveitiframleiðsluni, til- samans 405 miljónir tons, og 1% vekstur í framleiðsluni av eðrum kornslegum. Heimsgoymslurnar av korni — undantikið Sovjet og Kina — koma at verða 176 miljónir tons, tá ið heystárið 1978 — 79 byrjar, móti 160 milj- ónum tonsum árið fyri Tað eru goymslurnar av korni og risi, ið fara at vaksa munandi, men ætlandi fara goymslur- nar av korni í teimum mest týðandi utfiutn- ingslondunum at minka. Einans í USA ekjast goymslurnar. Í Japan og India fara risgoymslurnar at vaksa munandi. Almenn kunngjørd tøl ur Kina og Sovjet liggja ikki fyri, men hildið verður, at korn- goymslurnar í hesum báðum londum eru minkaðar nakað, av tí at heystið i fjer ikki hilnaðist væl í Sovjet, og hveitiframleiðslan í Kina hevur verið mink- andi.