leygardagur 10. juni 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 44 — 10. juni 1978
Óli Zakariasen,
frammanfyri turrdokkina. Til vinstru sæst annað
fundamentið til protrið
Gera fyri-
reikingarnar
til dokkportrið
Arbeiðið við turrdokk-
ini hjá Skála Skipa-
smiðju er nú komið so
væl áleiðis, at farið er
undir at gera fyrireik-
ingarnar til dokkportr-
ið. Í letuni eru teir í
ferð við at stoypa fun-
damentið til portrið.
Hongslini á dokk-
portrinum verða í botn-
inum, og portrið verður
lagt út eftir, tá tað skal
latast upp. Tað fer at
taka um hálvan annan
tíma at pumpa sjógvin
úr dokkini, sum kann
taka skip upp til 5.000
tons.
Eftir ætlan skal
stjóri á Skála Skipasmiðju
turrdokkin verða klár
at taka í nýtslu um eitt
ár.
7.600 krónur til
Deyvafelagið
Síðsta sunnudag savn-
aðu servingar 7.600
krónur til Deyvafelag
Feroya.
Skipað varð fyri ein-
um fótbóltsdysti mill-
um SÍ og MB, old-
boys, og um kveldið
var dansur í Servágs
Bio.
Allur peningurin,
sum kom inn við hesi
bæði tiltekini, 7.600
kr., fór til deyvafel-
agið.
SI vann
dystin 2—0.
fótbólts-
Kósavirkið fingið
skiljingarmaskinu
Í síðstu viku varð ein
skiljingarmaskina sett
upp uttanfyri Kósa-
virkið í Klaksvík. har
sum bátarnir landa.
Henda maskinan er
keypt úr Danmark.
Hon ger arbeiðið hjá
teimum, ið taka ímóti
fiskinum á landi, mun-
andi lættari. Tey ymsu
fiskaslegini fara úr ma-
skinuni í hvert sín
kassa
Síðan hósdagin í
síðstu viku hevur virk-
ið á Kósini fingið lítið
av fiski. Útróðrarbát-
arnir í Klaksvík hava
ikki verið úti síðan tá,
ti útróðrarmenninir ha-
va avgjørt, at teir ikki
vilja avreiða til gald-
andi råfiskaprisir.
Týsdagin landaði
Núpur á Klaksvík.
Hann hevði um 70.000
pund. Núpur hevur
roynt við Rock All og
undir Feroyum, men
litið hevur verið at, fáa,
siga teir.
Skiljingarmaskinan ger arbeiðið munandi lættari
hjá teimum, ið taka ímóti fiskinum á landi
kring Im jordingurin
av lastini
vrakadur
— isfiskabåtar eru ov leingi úti
Tá ein ísfiskabátur herfyri
skuldi avreiða av einum 18
daga longum túri, varð
veiðan frá 4—5 degum
kolldømd av vrakaranum.
Hetta er eitt av fleiri dom-
um um, at rættiliga stórir
partar av ísfiskalastum
hesar seinastu vikurnar
ikki kunna brúkast til
annað enn guano. Eitt
annað dømi er 300 kassar
av 2200.
Talan er um bátar og
skip, sum royna undir
Feroyum (uttanfyri 12
fjórðingar) og undir Ís-
landi. Hinvegin hava ong-
ir trupulleikar staðist av
trolbátunum, sum royna á
landleiðini, síðani nýggju
reglurnar um teir 5 dagar-
nar komu í gildi í vár.
Ov leingi úti
Haldur Hansen, yvirvrak-
ari, sigur, at orsøkin til, at
so nógvur fiskur í ísfiska-
lastum verður vrakaður,
er, at túrarnir verða ov
langir. Hóast 10 dagar er
ivaleyst fyri ein slíkan túr,
so eru bátarnir ofta úti í 20
dagar.
Haldur Hansen sigur,
at í vissum forum er talan
Kassarnir eru ætlaðir til 55 kg, men ofta verður koyrt ov
nógv í teir
Góðar 3 kr. fáast fyri tosk og hýsu, tá fiskurin verður góðkendur av vrakaranum. Fer
hann til guano, fáast 20 oyru fyri kg.
um somu bátar, sum fleiri
ferðir fáa óvanliga nógv
vrakað. Ein onnur orsek
er, at ov nógv verður
koyrt í kassarnar. Kassin
er ætlaður til í mesta lagi
55 kg., men ofta eru yvir
60 kg. í køssunum. Tað
verður sostatt ov lítið av
ísi í og tí spillist fiskurin.
Uppskot
um avmarkingar
Haldur Hansen upplýsir
víðari, at hann saman við
Jákupi Mørkøre á Heilsu-
froðiligu starvsstovuni og
Finnboga Isaksen, lands-
stýrismanni, arbeiðir við
at gera uppskot um, hvus-
su langir túrar hjá &fiska-
skipum skulu vera. Hetta
arbeiðið er komið væl á-
leiðis og tá uppskotini eru
klár, verða tey løgd fyri
fiskivinnunevnd løgtings-
ins og landsstýrið.
Hinvegin hevur tingið
samtykt eina lóg, sum
veitir heimild til at geva
bátum og skipum, sum
koma inn við fiski, sum
verður vrakaður, dagbet-
ur. Sambært hesi lógini er
eisini heimilt at leggja
skip orsakað av hesum.
Men lógin er ikki lýst
enn, so tí kann hon ikki
brúkast í m.a. teimum
forum, nevnd eru oman-
fyri. "
fy [ff TT IS
Undir avgreiðsluni av
málinum viðvíkjandi set-
anini av kommunulækna í
Suðurstreymoyar lækna-
dømi legði Ebbe Morten-
Lýsingar
Lýsingar til mikudags-
blaðið mugu vera blað-
num í hendi í seinasta
lagi kl. 10 tysdag, og
til leygardagsblaðið í
seinasta lagi hósdag kl.
18.
sen, fólkavaldur limur i
býráðnum og limur í So-
sialu nevndini dent á, at
tær innkomnu undirskrift-
irnar við áheitanini um at
seta ein kvinnuligan
lækna í starvið onga á-
virkan høvdu havt á inn-
stillingina hjá nevndini.
Teir hevdu innstillað
Kristionnu Nordendal
Jensen sum nr. 1, Kaj
Kallsberg sum nr. 2 og
Selva Winther Olsen sum
nr. 3 fyri langari tíð síð-
ani.
Ongantid betur, hugs-
aðu vit, sum lurtaðu, so
Brot á demokratiið á býráðsfundi 8. juni
fáa vit eina kvinnu. Gott!
Býráðsformaðurin
nevndi eisini, at nakrar
undirskriftir vóru inn-
komnar, men visti ikki
rættuliga hvussu nógvar.
Og legði annars dent á, at
hendan innstillingin hjá
býráðnum bara var veg-
leiðandi fyri avgerandi
myndugleikan hjá Ríkis-
umboðsmanninum.
Vit fingu sostatt váttað
frá bæði býráðsformann-
inum og Ebbe Mortensen,
at fólk bert hevur nakað at
siga til sjálvi býráðsvalini
fjórða hvert ár, og at bý-
ráðslimirnir síðani reypa
av, at teir ikki lata seg
ávirka av, hvat fólk seta
fram av ynskjum ella
krøvum — og ei heldur
gera sær ómak at telja
innkomnar undirskriftir.
Orðalagið á listanum,
sum fólk skrivaðu undir,
var hetta: Vit hava frætt,
at ein nýggjur kommunu-
lækni skal setast í Tórs-
havn, og vilja vit undir-
ritaðu mæla til, at ein væl
kvalifiseraður kvinnuligur
lækni verður settur í hetta
Famhald á baksíðuni
mr