leygardagur 10. juni 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 44 — 10. juni 1978
1896 bert 18 åra gamal.
Sama år toku eisini syst-
kinabarnið Petur Dahl,
Símun av Skarði og Sím-
un Pauli Konoy prógv.
Tað vóru íalt 11 lærarar,
sum komu út hetta árið.
Fyristoðumaður á skúl-
anum var Louis Bergh.
Feroyskt var ikki læru-
grein, sjálvt um menn við
idni høvdu roynt at fingið
tað. Føroyskt gjerdist
ikki lærugrein fyrr enn í
1907.
Meðan Jákup Dahl
gekk á Læraraskúlanum,
góvu næmingarnir út eitt
skúlablað (hondskrivað),
og var hann eisini sjálvur
blaðstjóri á hesum blaði.
Feroyingafelag varð
sett á stovn í Feroyum í
1889. Fremsta stevnuskrá
hjá hesum felagi var at fáa
móðurmálið til æru. Málið
sum ongar semdir hevði
hverki í skúla ella kirkju.
Fleiri av monnunum, sum
myndaðu hetta felag, vóru
ávirkaðir av donsku há-
skularørsluni og hennara
tonkum. Háskúlin í Fer-
oyum kom eisini í 1899.
Meðan Jákup Dahl
gekk í Havn, var Feroy-
ingafelag í sínum besta
blóma, og hevur tað iva-
leyst havt ómetaligan
týdning fyri henda ung-
lingin. Hetta árinið hevur
verið grundsteðið undir
okkara fremsta málstriðs-
manni.
Frá 1896 til 1897 var
Jákup Dahl hjálparlærari
vid Færøernes Mellem- og
Realskole í Havn. Eisini
hevði hann tímar á Lær-
araskúlanum, sum tá var
saman við áðurnevnda
skúla. Hann gjordist aftur
lærari seinni, og verður
hesin partur av lívi hans-
ara tikin undir einum.
Árini í Danmark
Í 1897 fór Jákup Dahl til
Danmarkar at lesa til stu-
dent. Studentaskúli var tá
ongin í Feroyum. Hann
gekk á Døcher Studenter-
kursus í Keypmannahavn
og tók málsligt students-
prógv í 1899. Hetta sama
árið tók eisini systkina-
barnið Petur Dahl stu-
dentsprógv, og vóru teir
fyrstu studentar úr Vági.
Í 1899 byrjaði Jákup
Dahl at lesa gudfrødi við
lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn. Hann tók
embætisprógv í 1905.
1907 —08 var hann lær-
ari á háskúlanum í Karise
á Sælandi.
Hevur ávirkanin frá
Føroyingafelag i Feroyum
verid stor, so hugsi eg, at
åvirkanin Føroyingafelag
i Keypmannahavn hevur
havt, man hava verið upp-
aftur størri. Øl, sum ann-
adhvørt hava arbeitt ella
lisið uttanlands, vita av
sonnum, at tær kenslur
fyri móðurmálinum, sum
tá rørast í barminum, eru
nógv sterkari enn tær, ein
kennir til heimanifrá.
Rasmus Rasmussen
sigur frá sínum fyrsta
meti við Jákup Dahl í
Keypmannahavn í 1899:
>Veturin 1898—99 vóru
mangir tjóðskaparliga
eldhugaðir feroyingar í
hovuðsstaðnum, og lívið í
Feroyingafelag mundi
tann veturin vera av ti
besta, sum verið hevði, og
Jákup Dahl legði sín
drúgva lut til hetta felags-
lív, bæði til gamans og
álvara. Hóast hann tá bert
var í tjúguára aldrinum,
var tað bæði honum og
ollum, ið kendu hann
kunnugt, hverja livsleid
hann ætlaði sær at ganga.
Hann legði frá fyrstu
stund aftan á students-
prógvið allar sínar ríku
gávur til at gerast ein
kirkjunnar maður í Fer-
oyum.«
Christian Matras sigur
frå Keypmannahavnarår-
unum hjå Jåkup Dahl:
»Keypmannahavnarår
Jákup Dahls vóru væl
nytt. Ikki bert soleidis, at
hann var idin limur i Før-
oyingafelag, flutti rødur
og var frålikur dansari og
kvødari, sat eisini i nevnd-
ini og var eina tid for-
maður, men eisini og fyrst
og fremst, ti at neyvan
hevur nakar mentamaður í
Føroyum búgvið seg betur
út enn tað sama til starv
sítt fyri foroyskum máli.
Eitt nú sat hann á Kongi-
liga Bókasavninum og
skrivaði sær av alt Lexi-
con Færoensa (eftir Svend
Grundtvig og Jørgen
Bloch), granskadi mål-
læru, so at hann i 1908
sosialurin
kundi lata av hondum
fyrstu stóru mållæruna á
foroyskum. Eisini skúla,
lærdóms og siðmenning-
arsegu Feroya granskaði
hann, og hevur hann
skrivað greinir um hesi
evni.“
Jákup Dahl var eisini
longu tá farin undir at
yrkja, og var tað mest
fólkasangir.
Tá hann í 1905 hevði
lokið prógv, skundaði
hann sær ikki heim. Hann
hevur ivaleyst havt var-
hugan av, at undirbúgv-
ingin ikki var fullgjord
enn. At hann sekti sær
arbeiði á einum háskúla
vísir, at hansara hugsanir
samsvaraðu háskúlatonk-
unum. Serliga í móður-
málsspurninginum.
Aftur lærari í Havn
Tá Jákup Dahl kom aftur
til Føroya í 1908, gjørdist
hann aftur lærari vid Real-
og Læraraskulan. Her var
hann so fastur lærari til
1912.
Í 1908 kom út bókin
»Føroysk Mállæra,< og er
hon eitt úrslit av teim
undirbúgvingararbeiðum,
sum fram vóru farin í
Danmark. Hon var mest
ætlað til Læraraskúlan.
Louis Zachariasen skrivar
soleiðis um hesa bók:
>Tað er ikki ov nógv sagt,
at henda mállæran er tann
høvudsgrundarsteinur,
sum føroyskt skrivtmål
byggir å nu å døgum. So
at siga hvør mentadur før-
Síða 9
oyingur, sum í dag setur
fjøður á blað, hevur nomið
sin kunnleika um føroyskt
skrivtmål eftir J. Dahls
mállæru.
Mállæran byggir á
skrivingarháttin hjá
Hammershaimb, men
henda mállæra gevur eina
gjøllari frågreiding, um
føroyska målbygging og
føroyskar bendingarhætt-
ir av teimum ymisku orða-
bólkunum, enn Hammers-
haimb nakrantið hevði
givið. Alt var reglurætt
framsett og málsliga und-
irbygt. Henda mállæran
var tí so vælkomin, sum
hon kundi vera í eini tíð,
hvar føroyskt mål var
farið at skinkla í liðu-
num.«
Jåkup Dahl starvadist
burturav sum lærari i 6 år.
Eitt i Danmark og fimm i
Havn. Men gjøgnum alt
liv sitt var hann knyttur
at skúlanum, og skúlin
átti eisini eitt stórt pláss í
hansara hjarta. Bæði sum
prestur og seinni próstur
var hann framvegis lærari
við Realskúlan, tó tað
mest var í latínskum máli
og griskum máli við næm-
ingum, sum ætlaðu sær
lærdómsvegin. Sagt varð
tá, at tey, sum fóru niður
at lesa víðari, stóðu altid á
hædd við tey bestu, hvat
kunnleika í latini viðvíkti.
Hann hevði privatundir-
vising í latini úti í Sanda-
gerði. Faðir min, sum var
ein av næmingum hans-
ara, sigur, at hetta var
hugnaligasta undirvising,
hann hevði verið við til.
Hann var nærlagdur og
kravdi nakað av næming-
unum, kravdi, at teir
veruliga sjålvir gjørdu eitt
arbeiði. Hann var eisini
sera skemtingarsamur.
Ofta fór hann ikki undir at
yvirhoyra í glosum, fyrr
enn skýmligt var í stov-
uni, so at næmingarnir
ikki skuldu freistast at
hyggja í bókina.
Hann var eisini ein
nógv nýttur próvdómari.
Hann var limur í Tórs-
havnar Skulanevnd frå
1912 og limur i Føroya
Skúlastjórn frá 1918.
Zacharias Serensen
segði um Jákup Dahl sum
lærara: >Hann var ein
merkiliga góður lærari,
hann gavst ikki fyrr enn
næmingarnir høvdu fatað
tað, teir skuldu. Hann var
hin feddi skúlamaðurin.
Hann gekk altíð til botns í
spurninginum.«
Í sínum lærarastarvi
legði Jákup Dahl so týði-
liga fyri dagin, hvussu
mikið honum var um tað
foroyska málið í skúla-
num, at stórt strid stóðst
av hesum.
—e
Undir tiltiknu »Noregs-
gøluni« i 1923 sat Jåkup
Dahl å tingi sum prostur
Undir hesari gølu helt
hann eina rødu, har hann
greiddi frå. hvat honum
hevði fyriborist í starvi
sinum sum lærari og i
stríði sínum fyri føroyskt
mál í skúlanum.
Hann segði m.a.: >Tað
hevur hent meg. at eg
havi verið hóttaður við, at
eg skuldi ikki fáa embæti í
Feroyum, ja, allar kirkjur
i Feroyum skuldu
stongdar fyri mær.
Tað var tann 21. sept.
1908, at eg steig inn um
gáttina í Realskúlanum í
Havn, sum føroyskur lær-
ari. Eg hevði nekur fer
oysk inngangsorð til bern-
ini og varð eg tá klagaður
fyrstu ferð, ti eg talaði
foroyskt mál við bernini.
Tá vóru ongar lógreglur til
um undirvísingarmálið,
og eg helt meg ti hava
rætt til at tala til bernini í
kenslutimunum á barn-
anna egna máli, á føroysk-
um máli, men tá varð eg
klagaður aðru ferð.
Tá sýtti skúlastjórnin
mær at nýta føroyskt mál
sum kenslumál, uttan eitt
lítið sindur, til at hjálpa
bernunum at skilja
danskt. Eg gjørdi so, men
stjórnin helt, at eg gjørdi
ov nógv av, og so varð eg
klagaður triðju ferð. Tá
legði eg málið inn til Løg-
tingsins avgerð. Úrslitið
varð til ta illgitnu grein 7 í
skúlaskipanini frá 1912,
sum sigur, »Undervis-
ningssproget er dansk,“
tó so at føroyskt kann
nýtast til hjálpar at skilja
betur danskt mál. Í fimm
ár upp í slag var roynt at
fáa hetta broytt, men tað
stendur við tað sama. Eg
varð so prestur her í Havn
í 1912, men varð við at
vera lærari í feroyskum
máli á Læraraskúlanum. Í
1913 fór eg frá, varð so at
siga koyrdur frá, tó at
næmingarnir sektu um. at
eg mátti vera verandi.«
Henda tiltikna grein 7
var galdandi til í 1938.
vera
>Tað var tann 21. sept. 1908, at eg steig inn um gáttina í Realskúlanum í H:
føroyskur lærari«