leygardagur 10. juni 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Bygdarmaðurin hjá Ják-
upi Dahl, Rikard Jensen,
sigur so vakurt og rám-
andi í innganginum til
grein um Jákup Dahl:
»] hverjum samfelagi
kring um heimin eru
menn, sum føra tjóðirnar
fram bædi å ein og annan
hått t.d. målsliga, vinnu-
liga og politiskt.
Hesir oddamenn tjóð-
anna eru av lagnuni kosnir
til verk sítt, evnir og
gávur teirra gera, at teir
raka upp um flest almenn
menniskjur, kanna vit t.d.
veraldarseguna, síggja
vit slíkar varðar, sum
fólkið fylkti seg um og
vónaði bæta burtur úr
starvi teirra, soleiðis at
feðiland og fólk kundu
ganga fram og blóma.
Hyggja vit at okkum
sjálvum, so lítil vit enn
eru, kunna vit við stoltari
redd siga: Feroyatjóðin
hevur nógv minnir um
góðar synir sínar líka frá
tíðarinnar morgni, tá ið
oyggjarnar dagaðust fyri
fyrstu forfedrum okkara.
Hvat týdning Sigmundur
og Tróndur hava havt í
føroyskum fólkaminni
gjøgnum tidirnar, er ó-
neyðugt at umreða í hes-
um viðfangi, tað er ellum
greitt, aðrir, sum Magnus
Heinason, Nólsoyar Páll
og fleiri, standa og koma
at standa sum stórstjern-
ur, og leiða skulu tær okk-
um á rætta leið, skuldi
okkum borist okkurt á.
Ein av omanfyri nevndu
monnum verður Feroya
próstur, Jákup Dahl.«
Ættin
Jákup Dahl varð borin í
heim suðuri í Vági 5. juni
1878. Faðir hansara var
Petur Hans Dahl, keyp-
maður, vanliga nevndur
Petur við Krosslið (f. 14.
jan. 1843 — d. 10. nov.
1931). Móðirin var Elsu-
beth Súsanna Dahl fødd
Vilhelm frá Gjógvará i
Vági (f. 23. okt. 1848 — d.
21. jan. 1913). Tey giftust
19. nov. 1866.
Her er sett upp ein lítil
ættartalva:
Petur H. Dahl
Jákup Dahl
Elsubeth S. Vilhelm
Av hesum sæst, at ætt-
arnavnið Dahl ikki er
gamalt. Abbin Jóan Ják-
up Jacobsen, vanliga
nevndur Jógvan í Lopra,
og kona hansara Julianna
góvu ellum bernunum
ættarnavnið Dahl. Tey
áttu 10 bern, og tað elsta
er fett um 1835.
Faðirættin hevur sínar
røtur i Toftagarði í Vági,
sum er 3 merkur og 4 gyll-
in. Sama ætt hevur sitið á
hesum garði síðan 1688
ella meguliga fyrr.
Ég fari nú at nevna
nakrar av kendastu for-
fedrunum hjá Jákup Dahl:
1. Langabbin Jákup
bóndi í Toftum (1766 —
1832) var við til at byggja
Royndina Fríðu í 1804.
Hann var ein av ánaru-
num í sama skipi. Hann
var tiltikin jarnsmiður, og
Nólsoyar Páll og hann
hevdu alt jarnsmíðið í
byggingini. Hartil var
hann ófera ríkur, og lá tá
um fjórðingurin av Vágs
bygd undir Toftagarði.
2. Langomman Marjun,
ið var gift við Jákup
bónda í Toftum, las ofta
føstulestur i kirkjuni
mikumorgnar, tå ið ikki
bar til hjá pápa hennara,
og man hon vera tann
fyrsta kvinna, ið hevur
havt kirkjutænastu í Fer-
oyum.
3. Abbin Jógvan í Lop-
ra (1808—1891) var tann
fyrsti, ið fór at handla
suðuri í Vági. Hetta var í
1857. Í fyrstuni handlaði
hann fyri Restorff í Havn.
Hann var tiltikin útróðr-
armaður.
4. Pápin Petur við
Krosslið legði steðið undir
og bygdi upp handilin á
Tjern í 1876.
5. Farbróðirin Jákup
Dahl (1837—1917) stovn-
aði virkið á Gerðunum í
1860. Í fyrstuni handlaði
hann fyri Thomsen á
Tveroyri.
6. Farbróðirin Poul
Dahl gróv eftir gulli í
Kalifornia. Tað segðist, at
hann var sera ríkur, tá
hann doyði.
Av skyldmonnunum, ið
fóru til skips, fóru summir
á Boge Styrimansskúla og
tóku prógv har: Jógvan á
Skála, Jógvan á Gerð-
unum, Tummas Johan við
sosialurin
JÁKUP DAHL, PRÓSTUR
1. PARTUR
Grundlógardagin, 5. juni, vóru liðin
100 ár, síðani Jákup Dahl, próstur,
varð borin í heim við Krosslið í Vági.
Í hesum sambandi var hátíðarhald
í Vági mánadagin, grundlógardagin,
við minningargudstænastu og av-
dúking av standmynd av Jákupi
Dahl. Jákup Dahl varð gjørdur heið-
ursborgari í Vági í 1943.
Vit fara í hesum og komandi blød-
um at prenta ritgerð um lívið og
livsstarvid hjá hesum mæta manni.
Í fyrsta partinum verður sagt frá
ætt Jákup Dahls, um Handilsvirkið
á Tjørn, skúlatíðina í Vági og Havn
og árini í Danmark. Eisini verður
sagt frá teirri tíðini, 1908 — 1913, tå
Jákup Dahl var lærari í Havn. Hann
tosaði føroyskt við børnini, varð
klagaður fleiri ferðir og noyddist at
enda at fara frá.
Ritgerðin er skrivað av Jóannesi
Eidesgaard, lærara, í 1976.
Gjógvará og Símun á
Tjern.
Eisini valdu fleiri lær-
arastarvið. Farbróðirin
Joen Jacob Dahl, systirin
Elsubeth Súsanna Dahl
gift Joen Waagstein,
systkinabarnið Petur á
Gerðunum giftur Marion-
nu Dahl (systir til Jákup
Dahl), og systkinabarnið
Marianna Dahl gift við
Busch, presti.
Annars er bert at nevna
at navnframi Magnus á
Gerðunum og Jákup Dahl
vóru systkinabern.
Alt hetta visir, at ætt-
armenn hansara hava
havt hug og áræði og hava
verið undangongumenn í
orðsins sanna týdningi.
Sanniliga kann sigast, at
Jákup Dahl úr góðum
bergi var brotin.
Handilsvirkið
á Tjørn
Jógvan í Lopra ella Jógv-
an við Krosslið, sum hann
seinni = varð nevndur,
handlaði fyri M. C. Res-
torff. Tá ið sonurin Petur
Juliann P. Poulsdatter
Thomas Johan Danielsen
SE Jóan Jákup Jacobsen
Elsubeth Joensdatter
við Krosslið var so fræg-
ur, gekk hann pápanum til
handa í handlinum saman
við breðrunum Ola og
Jákupi. Eina tíð var hann
norðuri í Havn og lærdi at
lesa og skriva og gjørdi
seg kunnugan við handils-
skap.
Tá ið Jákup Dahl í 1860
fór at handla á Gorðunum,
kom Petur við Krosslið at
vera einsamallur um
handilin saman við pápa-
num.
Tá ið teir høvdu handl-
að fyri Restorff í 19 ár,
segdu teir handilin frá
sær. Samstundis stovnaði
Petur við Krosslið saman
við eðrum »Suderø Han-
delsforening< á Hvítanesi
Nr. 44 — 10. juni 1978
Tosaði foroyskt við bornini
— úrslitið tann illgitna $7
á Tveroyri. Í samband við
hetta virkið bygdi hann í
1876 stórt pakkhús við
krambúð á Tjern og fór
sama ár at handla fyri seg
sjálvan. Krambúðin við
Krosslið varð so gjørd um
til sethús, og hesi hús
komu at vera barndóms-
heimið hjá Jákupi Dahl.
Handilin á Tjern tók
seg so javnt fram ár um
ár, men tann stóri vekst-
urin spurdist ikki fyrr enn
sluppirnar komu. Við hes-
um byrjar ein nýggj tíð í
Feroyum, har vit fara frá
bóndasamfelagnum til
fiska- og handilssamfelag-
ið.
Tá ið synir Petur við
Krosslið (breður Jákup
Dahls), Tummas og Jóan
Jákup vuksu til, fóru teir
at starvast í handlinum
saman við pápanum, og í
1925 varð handilsvirkið
gjørt til Fa. P. H. Dahl
við Tummas og Jóan Ják-
up sum ánarum.
Handilsvirkið á Tjern
varð hart rakt av heims-
kreppuni í 1930-árunum
og mátti gevast í 1937.
Tummas Dahl flutti til
Danmarkar, har hann
doyði 11. okt. 1946, 71 ára
gamal. Jóan Jákup Dahl
doyði 5. des. 1946, 73 ára
gamal.
Skúlatíðin í Vági
Jákup Dahl kom sostatt
at vaksa upp í einum
heimi og einari tíð, sum
var merkt av virkisfýsni
og áræði. Hetta hevur
sjálvsagt havt týdning
fyri hann seinni í lívinum,
men tó vísti hann seg ikki
at hava hug til handils-
arbeiðið, og er hann tí far-
in læruvegin.
Jákup Dahl fór í skúla í
1885, 7 ára gamal. Frá
1885 til 1887 gongur hann
hjá Chr. P. Ziska, lærara
og síðan hjá Daniel Lar-
sen, lærara. Chr. P. Ziska
(1858—1895) var ættaður
úr Klaksvík. Daniel Lar-
sen var bóndasonur úr
Gjørdum í Porkeri og
hevði læraraprógv frá
Jonstrup. 1/1 í 1890 kem-
ur Poul Næs, lærari.
Hann var ættaður úr Nesi
í Hvalba. Poul Næs (1863
—1953) var lærari í Vági
til 1926.
1/1 í 1890 gingu 66 børn
í skúlanum. í 1870 vóru 38
hús í Vági og fólkatalið
246.
Fyrsti skúlin, sum vág-
bingar fingu var givin av
breðrunum Jákup Dahl á
Gerðunum og Petur við
Krosslið í 1875.
Hesin skúlin lá á Oyra-
laði og hevði bert eina
skúlastovu, men í 1884
varð bygt uppí, so at tað
vóru tvær stovur.
Longu sum skúladrong-
ur vísti Jákup Dahl stóran
áhuga fyri føroyska måli-
num, sum tá so smátt var
farið at fáa feturnar fyri
seg. Hann las alt tað for-
oyska, hann kundi fáa
hendur á, sjálvt um tað
einamest var Feroyinga-
sega, Feroyingatiðindi og
Færøsk Anthologi.
Hann var alti3 nær
knyttur at kirkjuni i heim-
bygdini. Kirkjan i Vågi,
tå i hansara uppvøkstri,
var tann kirkjan, sum i
1940 varð tikin niður og
flutt til Hovs, har hon so
prýðilig stendur í dag.
Hon stóð á Kirkjukletti og
sigst at vera fjórða kirkja
eftir teirri, sum kom rek-
andi úr Noregi.
Skúlatíðin í Havn
Í 1893 fer Jákup Dahl til
Havnar á Læraraskúlan.
Hann er tá bert 15 ára
gamal. Hann tók prógv í