mikudagur 14. juni 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
telf. 14720 . 11820 - giro 628272
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Avleidingarnar
SEINASTA leygardag fingu vit ta
vanligu útgávuna av Dimmalætting
við ti vanligu forsíðupropaganduni
hjá formanninum í Sambandsflokk-
inum.
HESAFERÐ skrivar hann um felags-
marknaðarspurningin á sinni. Hann
minnir tjóðveldismenn á, hvussu
teir østu fólk upp og sigur, at tað
eina mest var Sambandsflokkurin
sum stóð fyri skotum í hesum máli.
ALLIR LESARAR vita, at hetta er
skeivt. Tað var Atli Dam, løgmadur
úr Javnaðarflokkinum og táverandi
formaður í marknaðarnevndini Hil-
mar Kass úr Sjálvstýrisflokkinum,
sum stóðu fyri skotum. Men lat
hetta fara.
FORMAÐURIN í Sambandsflokki-
num hevur rætt, tá hann greiðir frá,
at allir flokkar á tingi, og eisini Sam-
bandsflokkurin, til endans tóku ta
stóðu, at vit ikki skuldu hava lima-
skap, men ta skipan, sum vit nú
hava.
Í ENDANUM av greinini kemur for-
maðurin í Sambandsflokkinum inn
á veiðirættindini i Grønlandi, sum
vit hava mist, eftir at Danmark og
Grønland eru limir av Felagsmarkn-
aðinum, meðan vit eru uttanfyri.
Her sigur hann, at allir hinir flokkar-
nir hava skuldina uttan Sambands-
flokkurin.
MEN HETTA er júst ein avleiðing av
tí stóðu, sum allir flokkar á tingi og
eisini Sambandsflokkurin tóku í fel-
agsmarknaðarmálinum á sinni. Í øll-
um flokkum vóru menn fullkomiliga
greiðir yvir, at eins og limaskapur
bæði gav fyrimunir og vansar, so
vildi ikki limaskapur gera tað sama.
TAÐ HEVÐI verið forvitnisligt at
frætt, um sambandsflokkurin hevði
væntað, um stødan sum vit til end-
ans tóku, bert fór at gera okkum til
fyrimuns. Ella hverjum vansum
hevði Sambandsflokkurin roknað
við?
ELLA HEVUR flokkurin tikið stødu í
blindum? Hevði flokkurin ongar
metingar um, hvgrjar avleiðingar
stødutakan hansara fór at fáa? Á-
hugavert hevði verið at fingið eitt
greitt svar.
Nr. 45 — 14. juni 1978
dagbókin
Soli deo Gloria
Andakt í kveld kl. 22.15
v/ Hans Andreasi Olsen.
Kongshavnar
kvinnufelag
Fundur í Glyvra skúla í
kveld kl. 20. Allir limir
verða bidnir um at meta.
Pensionista-
felagið
Bingospæl verður á par-
nassinum í kveld kl.
19.30: Seinasti fundur fyri
summarfrítíðina. Næsti
fundur verður á Hotel
Hafnia tann 6. september.
Brúdleyp
Hósdagin giftast í Keyp-
mannahavn sjúkrasystir
Bergfríð Nielsen og tek-
nikkari Jergin Ellings-
gaard, bæði úr Klaksvík.
Sama dag giftast Bina
Klakkstein, lesandi, og
Heri Ellingsgaard, eisini
lesandi, bæði úr Klaksvík.
Felags brúdleyps-adr.:
Dalslandsgade 8, blok F,
lejl. 804, 2300 Keypman-
nahavn F.
rr
mm
Stórt úrval av tunikum í
terylene, polyester. Str:
36-50.
Sunneva Gram
Sigmundargeta 4
TIf. 11718 - Tórshavn
OS. OD
Vaskimaskina niðursett við 20% ZANKER 445
vid dupultari hurd og tridupultari såpuauto-
mat.
11 vaskiskråir, harav tvær til Bio-vask.
Góðkenda skrå til ullvask.
Nu bert kr. 2716
TORSHAMAR pf
Hoydalsvegur 8 Tórshavn Telefon 1 1200
(5) STRANDFARASKIP LANDSINS (5)
3800 TÓRSHAVN
FARMAFLUTNINGUR
(í juni, juli, august, til 19. september)
BERGEN - TÓRSHAVN
HVØNN HÓSDAG
SEYDISFJØRD - TÓRSHAVN
HVØNN LEYGARDAG
VP
SCRABSTER - TORSHAVN
HVØNN MÅNADAG
| WEEKLY SERVICE Í NEWCASTLER
Í
UMBOÐ:
NOREG
Bergen Line
Bradbenken 1
Bergen
Tel. 210020.
Telex: 42750
UMBOÐ:
ÍSLAND
Eimskipafelag
Íslands
Austurvegi 30
Seydisfjørdur
Tel. 2216
UMBOD:
SKOTLAND
Scottish Road Serv. (Forth.) Ltd.
Kellie Bank-Alloa
Phone 0259-723221. Telex 77331
Clackmannanshire. FK 10 1 NU.
Scotland