Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 45 — 14. juni 1978 = arnevndini verður mælt til, at loyvi skal gevast til framhaldandi brenning og koyring til 1979. Tá skal plássið ruddast og fáast í sama stand, sum tað var, áðrenn burturkoyringin byrjaði fyri mongum árum síðani og helt fram, meðan fólkaflokkurin hevði meirilutan í býráðnum. Ju, sanniliga upplivdu vit eisini tað Annars skal bara sig- ast, at samráðingar, ja, positivar eru farnar fram við Froðbingar. Burtur- koyringarviðurskiftini verða loyst í samarbeiði við Feroya kommunufel- ag. Orðaljóðið „ein slanga i kommunukassan« er eitt gamalt citat. Men tað ljóðar ikki so lítið óhugna- ligt, men tað er bara ikki so. Her drítur tú í egið reiður. Kommunustýrið veð- heldur fyri raksturin av Tveroyrar flakavirki og tað haldi eg vera í lagi, tað er ikki burturvið — tvert- urimóti. Eitt arbeiðspláss hjá 150 fólkum, fyriuttan fiskiferini. Hvar tú ert placeraður, veit eg ikki. Men uttan mun til tað, prógvar grein tín, at tú hevur titt á tí turra, so kunna arbeiðs- og fiskimenn liggja á sekt- ini. Og hetta er uttan iva tað, sum skilur, men tað harmar ikki meg, tvertur- ímóti. Annars er at siga, at stuðul til vinnulig tiltøk frá kommununi er veittur fyrr enn í dag, og at kommunan uppá nógvar mátar veðheldur, er held- ur eingin loyna. Hvat við teimum, sum vegna skipakeyp ikki hava gold- ið skatt í fleiri ár? Hver ber tær byrðarnar? Og vinnuligu tiltøkini, sum vórðu framd undir Sjålv- styrislandsstyrinum og fólkafloksmeirilutanum i kommunustyrinum i 1965 — 66. Tveroyrar skipasmidja fekk tå eitt beinleidis til- skot frå kommunu- og landskassanum uppå 330.000 kr. Hverjar vóru treytir- nar? Partabrev uttan at- kvødurætt, ti her skuldi tað almenna ikki blanda seg, her skuldi tað privata veruliga prógva sín dug- naskap. Tiltakið miseydnaðist. Seinri vóru samráðingar við skipasmiðjuna um eina aðra skipan, men kommunan og landsstýrið kundu ikki góðtaka treyt- irnar. Núverandi lands- stýrismaðurin, Demmus Hentze, og legmaður mettu fyri landsstýrið. Stjórin N. J. Mortensen keypti virkið og tað hevði hann jú loyvi til. Men tú, sum kallar teg skattgjald- ara, les í dag skattalistan. Tiltakið, sum var væl ætlað og væl stuðlað, er í dag ein orsek til skatta- trýstið á Tveroyri. Sambært lógini rætt, men góði skattgjaldari, hvar er tann borgarliga moralska skyldan, ell gera vit brúk av samfelagnum, og so muga vit hugsa eitt sindur samfelagsliga. Vit hava fingið kirkju- KK AK skatt, og sjålvt um eg var ímóti beinleiðis kirkju- skatti, ti hann vildi verið órættur, var eg so fyri, at kommunan skuldi gjalda sum beinleiðis stuðul til kirkjuna tað, sum annars vildi komið inn í skatti. Men kirkjuskatturin er komin og sjálvandi skulla vit gjalda til kirkju okk- ara, men hver sleppur undan? Jú, framvegis tey, sum avskrivingarrættin hava. Tann vanligi skatt- gjaldarin, hann sleppur ikki undan. Og hetta er ikki skemt, men tað rama álvara. Viðvíkjandi hinum at- finningunum um læknar og lærarar og um skúla- nevndarformannin, so er bert til tað at siga, at teir eru fólkavaldir eins væl og starvsfelagar teirra á ødr- um plássum í Feroyum. Men hjá tær er tað floks- liturin, sum stingur í eyg- uni. Tað er ikki neyðugt at vera akademikari fyri at vera skúlanevndarformað- ur. Okkara, sum hevur verið formaður í fleiri ár, er valdur av einari ein- mæltari skúlanevnd, eis- ini av umboðsmanni tykk- ara. Og tað er væl skilj- andi, ti arbeiði hansara er væl og virðiliga gjørt. At enda vil eg loyva mær at endurtaka meg sjálvan og siga, at tær byrðar, sum lagdar verða yvir skattin, og tey tiltøk, sum verða framd við kom- munalum stuðli, íkki verða so tung, um fern- ingurin verður borin í felag. Sverre Midjord KVINNUDISKRIMINERING Tann opni býráðsfundurin hóskveldið tann 8. juni var eitt reindyrkað dømi uppá, hvussu okkara bý- ráðslimir vanvirða sinar veljarar. Hóast áheitan frá nóg nógvum borgarum til ein læknapraksis kom til bý- ráðið um at fáa ein kvinnuligan lækna, var hetta ikki tikið til eftir- tektar. Tverturímóti, tað varð undirstrikað, at tær innkomnu áheitanirnar ikki vóru fylgdar. Hetta er aðru ferð í stutta tid, at býráðið dis- kriminerar kvinnur til al- menn sterv. Herfyri, tá leiðarin á sosialu deild skuldi setast, sektu 2 væl- kvalifiseraðar kvinnur, meðan eingin av teim mannligu umsekjarunum tá høvdu prógv sum soci- alráðgevarari. Ein maður, sum ikki hevði lokið prógv, tá setanin fór fram, fekk starvið, meðan kvinnurnar ikki eingong komu uppá tal. Og nú kommunulækn- in! Tvær væl kvalifiser- aðar kvinnur sektu starv- ið — onnur kom uppá list- an, men varð týðuliga og vanvirðisliga skúgvað til viks. Helvtin av íbúgvar- unum í Suðurstreymi ynsktu eina kvinnu til lækna — men sjálvandi hildu býráðslimirnir, at tá henda helvt var kvinnur, so var óneyðugt at lurta eftir teimum — sum vant. Hvat verður tað triðja? Og nær vakna kvinnurnar til at seta hesar mann- schauvinistar út úr býráð- num. Teir hava sitið leingi nokk og mjølvad sínar egnu køkur, ført korridor- politikk og rossahandlað. Koyr teir út í myrkrið!!! A.M.J. Eingin bilur av landinum uttan fyrstuhjálparskjáttu i A Ur NÅ z s 4 bo hr = - Fr im 2 Kes, Ge se ut & , ve SÆ jar (> uunnnu minen ta + + A OD UUST VED. » 0 Serum Esbjerg — Torshavn Ferdaætlan fyri m/s ENGLAND summarið 1978 5/6—20/9 Ur Esbjerg Mánadag kl. 13.00 I Torshavn Týsdag —kl.21.00 Ur Tórshavn Mikudag kl. 01.00 Í Esbjerg Hósdag kl. 12.00 FERDASEDLAKOSTNADUR: Einkultferð i donskum krónum 16/8—20/9 19/6—14/8 Liggirtm.........-...... kr. 385 kr. 500 Økonomikamar ............ kr. 440 kr. 555 4-manskamar ......rare kr. 560 kr. 675 S-manskamer .............. kr. 635 kr. 750 2-manskamar ........TU kr. 720 kr. 835 1Lmanskamer .............. kr. 795 kr. 900 LUKSUSKAMAr .............. kr. 1085 kr. 1200 Eykakostnaður fyri brúsu/toilet fyri hvgnn í 3- og 4-manskamari........ kr. 50 kr. 50 í 1- og 2-manskamari........ kr. 100 kr. 100 Kostnaður fyri ferðagóðs: Til Yvir einkultferð í d.kr. 1.85 m hædd 1.85 m hædd Bilur óansæð longd......... kr. 420 kr. 630 Campingvagnar, trailers o.a. til3.00mlongd............. kr. 180 kr. 330 eykakostnaður fyri hvønn byrj. m. heryvir............. kr. 60 kr. 110 Ferðaseðlar fyri bil og ferðafólk skulu verða heintaðir saman. Sjálvkoyrandi campingvagnar upp til5.00m .. Biltakstur eykakostnaður fyri hvgnn m yvir hetta........... kr. 11f Moforsåklur.................................. kr. 80 Knallertiragsúklur. .................e.......... kr. 30 Ferðagóðskostnaðurin er ikki galdandi fyri flutning av handilsgóðsi. Toksambondini verða fastløgd seinni DFDS-avgreiðslan tlf. 11511 og 11716 Eee edge