leygardagur 17. juni 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4!
7
Nr. 46 — 17. juni 1978
Gamla Marité skal MN"
sosialurin
ferð runt jørðina
— men vil treyðugt ur Føroyum
Tad tykist sum gamla
fransaskonnartin Marité
av Tvøroyri treydugt vil
ur Føroyum.
Teir fimm sviarnir, sum
hava keypt hana fóru av
Tveroyri við skipinum
mánadagin, men teir vóru
ikki komnir rættuliga
langt, tá teir vórðu var-
ugir við, at olja lak úr mo-
torinum. Teir vendu tí
aftur, og komu til Tver-
oyrar seinnapartin týs-
dagin. Motorurin skal nú
umvælast, áðrenn teir
fara avstað aftur.
Tað eru fimm sviar,
sum hava keypt Marité
frá Uttara Handli á Tver-
oyri fyri 100.000 krónur.
Hesir fimm eru vinmenn,
og ætla at rigga Marité til
í Stockholm, sum hon
upprunaliga sá út.
Triggir av sviunum á dekkinum á Marité
Frættu um Marité
frá amerikanarum
Sviarnir siga, at teir
frættu um Marité frá
nøkrum amerikanarum,
sum einaferð ætlaðu at
keypa skipið.
Ein tilik fransaskonnart
finst ikki i Svøriki longur,
og teir vóru ti skjotir at
geva eitt boð uppá Marite.
Á leiðini heim ætla svi-
arnir fyrst til Hetlands og
Noregs, áðrenn leiðin
gongur til Stockholm.
Ætla eina ferð
kring jørðina
Teir rokna við, at tað fer
at taka eini trý ár at rigga
Marité til, og meta at
kostnadurin fer at liggja
um 300.000 kr.
Tá skipið er klárt, ætla
teir at fara eina ferð kring
knettin.
Jerðina runt við Marité
fer helst at taka meir enn
80 dagar, heldur ein av
sviunum fyri.
Seinasta
fransaskonnartin
í Føroyum
Marité er tann seinasta
fransaskonnartin í Føroy-
um. Hon er bygd i Fé-
camp i 1921, ur eik. Hon
var onnur av fransaskonn-
artunum, sum A. P. Møll-
er keypti til Føroya.
Uttari Handil å Tvør-
oyri hevur ått skipid sidan
1954, tá teir yvirtóku tað
frá A. Þ.
Marité var seinasta túr-
in í 1972, tá hon varð
leigað til Skotlands at
keypa sild. Síðan tá hevur
hon ligið fyri teym á Tvør-
oyrarfirði.
Marité aftur við maskinbreki
122 kr. í bót — koyrdi við
sløktum lyktum í sólskini
Herfyri var ein feroying-
ur, sum var farin til Sve-
ríkis við bili sínum, steðg-
aður av politiinum har.
Landsmaður okkara
gjørdist ikki sort bilsin, tí
hann visti seg ikki at hava
gjort nakað ólógligt.
Tvørturimoti hevði hann
fylgt øllum reglum, áset-
anum og forboðum — helt
hann.
Hann fekk kortini eina
bót uppá 100 svenskar
krónur (122 fer. kr.) fyri
at hava koyrt við sløktum
lyktum. Hevdi hetta verið
um nåttina, so hevði onki
verið at sagt til tað, men
hetta var á áljósum degi!!
Sum so nógvir aðrir út-
lendingar var landsmaður
okkara ikki vitandi um, at
í Sveríki er komin ein
nýggj lóg, sum sigur, at
bilar og onnur akfer skulla
koyra við tendraðum lykt-
um alt samdegrið.
Tey, sum ikki fylgja
hesari reglu kunna sleppa
væl — við eini ávaring.
Men onnur sleppa eftir
ellum at dema ikki so
lætt, tey noyðast av við
100 kr. til svenska statin.
Fyri at sleppa undan
trupulleikum av hesum
slag er ráðiligast at tendra
nærljósini, tá koyrt verð-
ur inn í Sveriki, hóast
sólin skinur bæði oman og
niðan.
Pætur Joensen
kommunu-
verkfrødingur
i Fuglafirdi
Fuglafjardar Bygdaråd
hevur sett Pætur Jo-
ensen sum kommunu-
verkfrøding i Fugla-
firdi. Pætur Joensen er
sjálvur fuglfirdingur,
og hann hevur verk-
frødingautbugving.
Hann starvast hjá
Landsbyggifelagnum í
løtuni, og tað er ikki
avgjørt enn, nær hann
tekur við starvinum í
Fuglafirði.
11 byggiloyvi
Bygdaráðið i Nes kom-
munu hevur higartil í
ár givið 11 byggiloyvi
til sethús.
Í 1977 vórðu givin 15
byggiloyvi til sethús í
kommununi
Síða 5
Skúlin á Toftum
útbyggjast
Um mánaðarskiftið
komandi verður farið
undir at sprongja fyri
útbyggingini av skúla-
num á Toftum
Byggjast skal suður-
eftir og tað krevur
nógv sprongiarbeiði.
Mett verður, at 11.000
kubikkmetrar av gróti
mugu koyrast burtur
haðani. Hetta grótið
verður brúkt til ein
verjugarð sunnanfyri
ferjuleguna á Toftum
Utbyggingin, sum
verður í trimum hædd-
um, umfatar fyrst og
fremst heli til tær ym-
isku sergreinarnar og
svimjihyl
Utbyggingin verður
mett at kosta 8,3 mill.
kr. Byggifelagið Gunn-
ar Waagstein skal gera
jørd- og betongarbeið-
10.
Bryggjan latin
bygdarådnum
Tann nyggja atløgu-
bryggjan, sum byggi-
felagi3 Kanjon hevur
gjørt á Toftum, varð
friggjadagin i síðstu
viku latin bygdaráð-
num. Bryggjan er 60
metrar long, 40 metrar
suðureftir og 20 vest-
ureftir. Arbeiðið byrj-
aði á heysti 1976. Tað
er figgjad vid 50%
studningi ur lands-
kassanum og 25% úr
statskassanum. Part-
urin hjå kommununi er
eisini 25%, uml. 3 mill.
kr.
Ætlanin er at ut-
byggja flakavirkið á
Toftum, Nyk, og hevur
kommunan gjert
byggiøkid frammanfyri
virkið. Hetta arbeiðið
Tríggir hylar eru í bátahavnini og nú er komið upp
verður liðugt fyrsta
dagin og eru tá 7.000
kubikkmetrar av gróti
farnir í uppfyllingina,
sum er uml. 2500 m? til
steddar.
Kommunan hevur
eisini gjørt ein verju-
garð 70 metrar norð-
ureftir úr bátahavnini í
Oyrunum. 15—17.000
kubikkmetrar av gróti
fóru í garðin. Triggir
hylar eru í havnini og
nú er talan um at gera
tann fjórða til sterri
bátar, 30 — 60 tonsarar
Grótið til hesi ar-
beiðini hevur
ráðið keypt frá grot-
brotinum hjá lands-
verkfrødinginum å
Lambareidi.
bygda
á tal at gera tann fjórða. Myndin er tikin stutt
eftir, at byrjað var at koyra grót í verjugarðin (til
hegru)