hósdagur 11. juli 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 130 - 11. juli 2002
Nr. 130 - 11. juli 2002
9
Í einum gomlum
húsum í Klaksvík
búleikast í løtuni
fimm ung fólk. Hetta
eru fólk frá Danmark,
Svøríki og Íslandi, og
eru tey komin til
Føroyar at arbeiða í
nakrar vikur. Sosial-
urin vitjaði eitt
kvøldið, meðan tey
sótu við einum kaffi-
munni í stovuni
UNGDÓMAR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
- Teir fyrstu dagarnar vendu
øll sær við og hugdu, tá vit
gingu eftir gøtunum. Tað
virkaði, eins og var tað ein
sensatión,
at
Klaksvík
hevði fingið ung fólk á
vitjan, sigur Pernillla úr
Svøríki.
Hon situr í sofuni saman
við hinum fýra ungfólk-
unum, sum eru í Klaksvík í
sambandi við Nord Jobb -
samstarvið.
- Men eftir 2-3 dagar
kendu fólk okkum aftur, og
nú vinka tey til okkara og
heilsa, leggur hon smílandi
afturat.
Hini fýra eru Rikke og
Mette frá Danmark, og Ul-
rikke og Haraldur frá Ís-
landi.
Vit eru stødd í hugnaligu
húsinum, har tey halda til,
meðan tey eru í Føroyum.
Húsini eru av tí eldra
slagnum, og veggirnir eru
prýddir við myrkagrønum
tapeti. Blómurnar í vind-
eygunum eru allar av
plastikk.
- Plastikk er so deiliga
nemt at halda við líka,
flennir Mette frá Danmark.
Sera øðrvísi
Tey eru øll komin til Føroya
gjøgnum Nord Jobb, norð-
urlenska felagið, sum bjóð-
ar ungdómi summararbeið-
ið í øðrum norðurlondum
enn teirra egna.
Tær næstu 8 vikurnar
skulu tey so búleikast í
Klaksvík, har tey hava
fingið arbeiði. Ein pakkar
fisk, meðan onkur arbeiðir
uttandura fyri kommununa.
Onkur annar fæst við sølu
av billutum, meðan ein
hjálpir til á sjúkrahúsinum.
Men hví nýta summarfrí-
tíðina at arbeiða í ?
- Eg hevði hug til at
royna okkurt nýtt, og tí setti
eg meg í samband við Nord
Jobb, sigur Haraldur.
Hann leggur afturat, at
hann áðrenn fráferðina úr
Íslandi hevði hoyrt, at
Føroyar vóru meinlíkar Ís-
landi. At tær kundu saman-
berast við onkran minni
landslut í hansara egna
landi.
- Men tað passar slett
ikki. Hetta er heilt øðrvísi,
og kann als ikki saman-
berast við nakað, sum eg
kendi til áðrenn, flennir
hann.
Tær báðar donsku gent-
urnar eru púra samdar.
- Ein skuldi trúð, at danir
vistu okkurt um Føroyar, tí
vit liggja jú so tætt. Men
satt at siga kendu vit nær-
um einki til tykkum og
tykkara land, siga tær.
Einki ungdómsstað
Hóast tey ungu fólkini eru
komin til Føroyar í sam-
bandi við arbeiðið, so hava
tey eisini tíð til at hugna
sær saman.
Eftir arbeiðstíð hittast tey
í húsinum, har tey práta og
læra hvønn annan at kenna.
Okkurt kvøldi hava tey
eisini verið ein túr úti í
býnum í Klaksvík.
- Men tað var ikki nakað
at reypa av, halda tey.
Tey byrjaðu kvøldið á
einastu ølstovuni, sum er í
býnum.
- Men har vóru bara
gamlir menn, so vit ætlaðu
okkum víðari á diskotek,
greiðir tann eina gentan frá.
Men løtan var tó ikki long á
diskotekinum, tí har var
nærum einki fólk inni.
- Øll tey ungu sótu uttan-
fyri, og tey flestu vóru so
rúsaði, at ikki bar til at
tosað við tey. So býtúrurin
hjá okkum avmarkaði seg
til einans at vitja eina grill-
barr, flenna tey, meðan
prátið gongur um munin á
ungdómi í Føroyum og
aðrastaðni í heiminum.
- Tað virkar ikki, sum
Klaksvík hevur nakað ser-
ligt at bjóða ungum fólki.
Tey hava einki stað, har tey
kunnu hittast, vil tann eina
gentan vera við.
- Ístaðin koyra tey bara
runt í bilum teirra alla nátt-
ina, og tað kann ikki vera
nakað serliga spennandi,
heldur Haraldur.
Viltust á Viðareiði
Tað er ikki einans í Klaks-
vík, at Nord Jobbarir eru í
løtuni. Fleiri onnur støð í
Føroyum hava eisini vitjan
av ungdómi frá øðrum
norðurlondum,
og
hesi
plaga at hittast í vikuskift-
inum til ymsar ferðatúrar
kring landið
Men tey ungu í Klaksvík
hava eisini verið á einum
túri á Viðareiði uttan ferða-
leiðara. Minnini um hendan
túrin framkalla látur um alt
borðið, og eg spyrji, hvat
var so stuttligt henda dagin.
- Jú, vit høvdu lisið um
ein túr á Viðareiði, har ein-
um ikki nýttist ferðaleiðara,
greiðir Rikke frá.
Hetta var ein fjallatúrur,
og tey fóru glað avstað.
Men eftir eina løtu í før-
oysku fjøllunum funnu tey
útav, at tey vóru vilst.
- Vit høvdu misskilt
onkra leiðbeining, sum vit
fingu áðrenn túrin, og vóru
komin á heilt skeiva leið.
Men her var so einki annað
at gera enn bara at royna at
finna oman aftur í bygdina,
sigur Ulrikke.
Hóast túrurin tók nakrar
eyka tímar, so endaði hann
gott og tey ungu fólkini
komu heim aftur í øllum
góðum. Tó við einum
nýggjum lærusetningi í
lummanum.
- Ein skal hava respekt
fyri føroysku náttúruni,
slær Haraldur fæst.
Hetta var tó ikki einasti
túrurin, ið ungu fólkini
hava verið á.
- Ein annan dagin ætlaðu
vit okkum niðan á Enni-
berg.
Men
líkamikið
hvussu vit so leitaðu, so
funnu vit ikki hetta væl-
signaða fjall, flennir Pern-
illa.
Í somu løtu kemur sam-
skiparin av Nord Jobb inn
um dyrnar, og prátið fer at
snúgva seg um teir túrarnar,
sum tey skulu á komandi
vikuskifti.
Eg leggi blokkin aftur í
taskuna, og takki fyri meg.
Ungir norðurlendingar í Klaksvík:
- Føroyar eru heilt serligar
Tað virkaði, sum var tað ein sensatión, at Klaksvík hevði fingið vitjan av ungum fólki, heldur
Pernilla úr Svøríki
Føroyar kunnu
als ikki
samanberast við
nakað, sum eg
kendi til
áðrenn, sigur
Haraldur úr
Íslandi
Í Kina eru meiri enn
50.000 fólk deyð í
arbeiðsvanlukkum
higartil í ár
KINA
Árni Joensen
Almenna
kinesiska
ar-
beiðseftirlitið kunngjørdi í
gjár, at arbeiðsvanlukkur
hava kravt meiri enn 50.000
mannalív higartil í ár. Lagt
varð afturat, at tá eru teir,
sum eru deyðir í náms-
vanlukkum, íroknaðir.
Sambært
eftirlitinum
hava arbeiðsvanlukkurnar
verið meiri enn 500.000 í
tali seinastu seks mánaðar-
nar, og vánaligt samskifti
og vánalig umsiting fáa
høvuðsskyldina.
Leiðarin í arbeiðseftirlit-
inum, Wang Xianzhieng,
segði í gjár, at higartil hava
fleiri almenn upplýsingar-
átøk ikki havt ta stóru
ávirkanina á trygdina á
arbeiðsplássunum.
Sam-
bært Wang stendur serliga
illa til í námsvinnuni.
Seinastu fýra vikurnar hava
vanlukkur í námum kravt
meiri enn 300 mannalív, og
fleiri nám eru stongd, tí tað
er ikki nóg trygt at arbeiða
í teimum.
Tann seinasta námsvan-
lukkan var mánadagin, tá
44 arbeiðsmenn doyðu í
einum
námi.
Sambært
Wang høvdu myndugleik-
arnir stongt námið tveir
dagar frammanundan, men
kortini vóru menn til
arbeiðis.
Londini í Afrika hava
nú skipað ein nýggjan
samstarvsfelagssakap
eftir ST- og ES-leisti
AFRIKA
Árni Joensen
Endamálið við tí nýggja
afrikanska
samstarvsfe-
lagsskapinum AU er at
útvega
heimspartinum
størri búskaparligt sjálv-
ræði
og
at
fyribyrgja
ósemjum og stríði landanna
millum.
Hugskotið um at skipa
eina afrikanska samgongu
kom
upprunaliga
frá
libyska
leiðaranum
Muammar Gadaffi, sum
mælti til at skipa Afrika
sum eit sambandsríki. So
langt vóru hini londini ikki
sinnað at fara, og úrslitið
gjørdist tí eitt slag av einum
afrikanskum ES, sum tó
eisini skal hava eitt friðar-
og trygdarráð eins og
trygdarráðið hjá ST.
- Hetta er ein dreymur,
sum loksins gongur út,
segði ein fegin Moammar
Gadaffi á fundinum í
Durban týsdagin.
Londini samdust um, at
tað serliga friðar- og trygd-
arráðið skal fáa eina her-
deild at ráða yvir. Her-
deildin skal nýtast á sama
hátt
sum
tær
friðar-
varðveitandi deildirnar hjá
ST og skal fyribyrgja stríði
millum londini og tryggja
frið, har ósemjur stinga seg
upp.
Bert eitt afrikanskt land
er ikki limur í AU. Tað er
Marokko, sum í 1985 tók
seg burtur úr afrikanska
eindarfelagsskapinum
OAU eftir stríð um Vestur
Sahara.
Heldur ikki Madagaskar
var umboðað á fundinum í
Durban, men tað kemst av
politiskum stríði á oynni í
Indiska Havinum, har tveir
partar stríðast um, hvør
teirra vann forsetavalið fyrr
í ár.
Eygleiðarar bitu merki í,
at sera fáar kvinnur vóru á
fundinum í Durban. Frene
Ginwala, sum var millum
tey suðurafrikansku tjóðar-
tingsumboðini á fundinum,
segði, at tann vánaliga
kvinnuliga umboðanin var
eitt vánaligt tekin um
demokratiið í Afrika.
Íslendska skipið
"Guðrún Gisladóttir",
sum sakk í Lofoten
herfyri, er vorðið ein
umhvørvistrupulleiki
UMHVØRVI
Árni Joensen
300 tons av olju vóru í
tangunum, tá íslendska
nótaskipið "Guðrún Gisla-
dóttir" fór á land og sakk í
Lofoten í Noregi tann 19.
juni, og týsdagin kunn-
gjørdi íslendska reiðaríið,
at tað er sinnað at taka
oljuna upp úr skipinum fyri
at fyribyrgja møguligari
dálking.
Men norsku umhvørvis-
myndugleikarnir eru ikki
nøgdir við avgerðina hjá
reiðarínum, og teir hava nú
biðið íslendska reiðaríið
um eina umhvørvismeting
av støðuni.
Norsku umhvørvismynd-
ugleikarnir
vísa
á,
at
"Guðrún Gisladóttir" hevði
900 tons av frystum silda-
fløkum í lastini, tá skipið
sakk Myndugleikarnir
hava ikki kravt, at lastin
skal tømast, men fyribils
hava teir biðið íslendska
reiðaríið meta um dálk-
ingarvandan av lastini.
Reiðaríið skal svara innan
14 dagar.
Norski sakførarin hjá
reiðarínum, Trond Eilert-
sen, segði mánadagin, at
tað verður alt ov dýrt at
tøma lastina á tí sokna
skipinum. "Guðrún Gisla-
dóttir" liggur á 25 favna
dýpi í Nappstraumen uttan
fyri Ballstad í Lofoten.
50.000 deyð í arbeiðsvanlukkum
Afrika ætlar at loysa sínar trupulleikar
34 ríkis- og stjórnarleiðarar vóru á afrikanska toppfundinum í Durban. Á myndini eru forsetarnir úr Zambia, Suðurafrika og
Nigeria, Levy Mwanawana, Thabo Mbeki og Olusegun Obasanjo, og aðalskrivarin í gamla eindarfelagsskapinum, Amara Essy
Mynd: Reuters
Sokkið skip elvir til høvuðbrýggj
C
M
Y
K
9
8