Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 130 - 11. juli 2002 Nr. 130 - 11. juli 2002 7 Felagið Faroe Marine er nú farið at leita eftir samstarvsfeløg- um, sum kunnu styrkja felagið fíggj- arliga og fakliga BIOTØKNI Áki Bertholdsen Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum eru saman um nýggja felagið, Faroe Marine Biotech, sum nú er farið undir royndirnar at vita, um tað ikki ber til at gagnnýta fiskaryggir og livur, sum greitt er frá áhin- ari greinini her á síðuni. Egil Olsen, sum er stjóri í felagnum, sigur, at fíggjar- liga er virksemi av bio- tøkniskum slagi ógvuliga krevjandi. Tí verður arbeitt við at við at finna sam- starvsfelagar, sum kunnu vera áhugaverdir fyri felag- ið og sum kunnu vera við til at styrkja tað, bæði fíggj- arliga og fakliga. – Vit leita eftir íleggjar- um, sum hava eina vitan, sum kann koma felagnum til góðar. Ymisk nøvn eru frammi, bæði á føroyskum og útlendskum fyritøkum, sum hava stóran áhuga fyri at vera við, men enn er ov tíðliga at siga nakað um tað, sigur Egil Olsen. Umframt Egil Olsen sjálv- an, eru hinir føroysku eigar- arnir í Faroe Marine Bio- tech, Adrian Dalsá fiski- vinnufrøðingur í Saltangará, sum er stjóri á Kósini í Klaksvík og Dánjal á Argja- boða, apotekari, sum býr í Danmark og sum hevur fingist nógv við biotøknisk- ar spurningar í fleiri ár og hevur drúgvar arbeiðsroynd- ir bæði í Danmark, Føroyum og úti í heimi. Umframt hesar, eigur partafelagið Sesam á Tvøroyri 20% av partapeninginum í Faroe Marine Biotech. Sesam, er eitt felag ið Egil Olsen, umframt Marn- er Lisberg, Magnus Jesper- sen og Ólavur Bjarkhamar, allir á Tvøroyri, eiga, og er eitt felag í Delta samtak- inum. Felagið eigur m.a. 75% av partapengunum í línuskipinum Hoyvíkingi. Útlendsku partaeigarar- nir í biotøkniska felagnum Faroe Marine Biotech, er Lýsi HF í Íslandi og Mari- tex A/S í Noregi. Partapeningurin í Faroe Marine Biotech er 500.000 krónur. Tað hevur heimstað á Tvøroyri, men hevur fyri- bils leigað sær skrivstovu- høli í húsunum hjá Arbeið- ara-felagnum Hæddini í Runavík. Helvtin av partapening- inum er føroyskur og helvt- in er útlendskur. Stórur fyrimunur Egil Olsen hevur fyrr sagt við Sosialinu, at hann sær ein stóran fyrimun í at hava útlendskar samstarvsfel- agar við í felagnum. Hann sigur, at báðar út- lendsku fyritøkurnar, sum eru við, eru ímillum tær fremstu í Evropa á sínum øki og tí heldur hann, at tað er ein stórur vinningur at hava fingið tær upp í ætlanina. – Orsøkin til, at vit hava fingið hesar báðar fyritøk- urnar uppí ætlanina, er, at vit mugu viðurkenna, at skulu vit byggja eina bio- tøkniska vinnu upp í Før- oyum, er tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum servitan á økinum, hevur Egil Olsen sagt við Sosialin Nevndin í Faroe Marine Bio- tech er mannað við Geir Wil- helm Wold úr Noregi, ið er formaður og umboðar Mari- tex, Katryn Petursdóttir, úr Íslandi, ið umboðar Lýsi, Ól- avur Bjarkhamar, ið umboðar Sesam, umframt Adrian Dalsá og Dánjal á Argjaboða. Nevndin í Faroe Marine Bio- tech er mannað við Geir Wilhelm Wold úr Noregi, ið er formaður og umboðar Maritex, Katrín Petursdóttir, úr Íslandi, ið umboðar Lýsi, Ólavur Bjarkhamar, ið um- boðar Sesam, umframt Adri- an Dalsá og Dánjal á Argja- boga. Tey, ið vilja vita meiri um útlendsku íleggjararnar í felagnum, kunnu fara á alnetið undir www.lysi.is og undir www.maritex.com Leita eftir samstarvsfeløgum bæði í Føroyum og uttanlands Fleiri nøvn eru frammi, sum hava stóran áhuga í at vera við, bæði føroysk og útlendsk, sigur Egil Olsen, stjóri í Faroe Marina Biotech – Felagið Faroe Mar- ine Biotech er farið undir kanningar við tí endamáli at fáa meiri burturúr ryggj- um og livur av fiski, sum annars verða tveittar fyri borð. Ábendingar, sum vit higartil hava fingið, eru lovandi, sigur Egil Olsen BIOTØKNI Áki Bertholdsen –Enn ber ikki til at siga nakað um úrslitið, men tær ábendingar, vit hava fingið, eru lovandi, sigur Egil Olsen. Felagið, Faroe Marine Biotech, sum hann er stjóri í, lá ikki longi í dvala. Fel- agið, sum hevur til enda- máls at fara undir biotøkn- iska vinnu í Føroyum, varð stovnað í vár og og felagið er longu farið undir sína fyrstu granskingarætlan -og heilt skjótt verður eisini farið undir tað næstu. Egil Olsen kann ikki siga í smálutum, hvat endamálið við verkætlanini er. Men í stórum kann hann siga, at ætlanin er at vita, hvussu ryggir á fiski kunnu gagn- nýtast betri. Hann sigur, at enn eru royndirnar komnar so stutt, at tað er ómøguligt at siga nakað um urslitið. – Men tær fyrstu ábend- ingarnar, vit hava fingið eru lovandi, leggur hann afturat. Hann sigur tann praktiski parturin av hesi verkætlan- ini fer at fara fram á Sandoy Seafood í Sandoynni og á Kósini í Klaksvík.. Men av tí at ongin rann- sóknarstova er í landinum, sum kann gera tann partin av royndunum, sum krevur laboratoriukanningar. verða nógv tað mesta av hesum parturin av verkætlanini, gjørdur uttanlands. Enn ber sostatt heldur ikki til at siga nakað um, nær hendan verkætlanin er liðug. – Fyribils hugsað vit ein- ans um tann biokemiska partin av hesi verkætlanini. Verður úrslitið av teimum, at tað letur seg gera at fáa úrdráttir burturúr ryggjun- um, sum kunnu gagnýtast til ymisk endamál, fara vit eisini at gera kanningar fyri at vita um tað loysir seg fíggjarliga. Functional foods Hann sigur, at endamálið er at brúka úrdráttir úr ryggin- um til mannaføði av onkr- um slagi, eitt nú til “functi- onal foods”, sum tað nevn- ist á fakmáli. Men akkurát hvat tað kann vera, ber ikki til at siga nakað um enn. Av tí sama ber heldur ikki til at siga nakað um, hvørjir teir møguligu marknaðirnir kunnu vera. “Functional Foods” er at vinna ymisk evni burturúr ryggjunum, sum síðani verða settar til aðrar mat- vørur. Eitt dømi kann vera, at kalcium verður vunnið burt- urúr ryggjunum og sett til mjólkarúdráttir, fyri at kunna lýsa við, kalciumríkari mjólk, tí tað er gott fyuri heilsuna. Hann sigur, at vísir tað seg at bera til, kann talan skjótt verða um ein hampi- ligan vinnuveg, sum kann kasta nógv av sær til sam- felagið, umframt at tað kann skapa arbeiði og verða eitt ískoyti hjá tei- mum virkjum, sum sostatt eisini fáa vinning av at selja ryggirnar, heldur enn at betala fyri at sleppa av við slógvið. – Vit vita, at eini 12%- 15% av einum fiski er ryggur. Í hesum føri eru tað ryggurin í toski, hýsu og upsa, sum er áhugaverdur. Siga vit, at vit fiska 70.000 tons av hesum fiskasløgunum um árið, verður talan umleið 10.000 tons av ryggjum. harafturat koma so ryggirnir av øllum laksinum, vit ala og virka í Føroyum, so talan er um stórar nøgdir. Hann sigur, at tað er rættiliga dýrt at gera roynd- ir av hesum slagi, men teir hava m.a fingið stuðul til ætlanina frá oljufeløgunum báðum, BP og Amerada Hess. Livur fyri 70-100 milliónir Eitt mál, sum liggur ógvu- liga frammaliga hjá Faroe Marine Biotech, er at vita, um tað ikki ber til at fáa nakað burturúr livrini. – Hvørt ár tveita vit eini 10.000 tons av livur fyri borð aftur- tvs, at livurin kemur innanborða av sær sjálvum við fiskinum, men vit leggja arbeiði í at tveita hana fyri borð aftur. – Hetta er spell, tí vit vita, at tað ber til at gagn- nýta livrina, bæði til lýsi og til niðursjóðingar. Egil Olsen sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum fel- agið ætlar at taka upp, tí hann ivast ikki í, at bera vit okkum rætt at, er grundar- lag fyri at fara undir eina framleiðslu av onkrum slagi við tí endamáli at gagnnýta livrina. Hann veit, at vit hava roynt áður at gagnnýta liv- ur, men talan hevur bara verið um at bræða hana til lýsi, sum ikki hevur verið serliga hávirkað lýsi og tað gevur ov lítið. Tað, sum hann sær fyri sær sum ein møguleika, at gagnnýta ein part av livrini til lýsi, men at niðursjóða tað bestu livrina. Hann ásannar tó, at skal hetta verða veruleiki, er neyðugt at tað vit fáa skip og bátar at taka livrina. Og tað merkir so eisini, at tey skulu fáa prís fyri livrina so at tað loysir seg hjá teimum at avreiða hana. Samstundis má talan verða um fram- leiðslu á sum kastar so frægt av sær seg hjá skipum og bátum at avreiða livrina og at eisini virkini á landi kunnu fáa lønandi vinnu burturúr. Hann heldur, at góð útlit eru fyri at fáa nakað burtur- úr livrini, tí tað fáa tey bæði í Noregi og í Íslandi, so hví ikki eisini í Føroyum? – Samstundis vita vit, at marknaður er fyri livur, bæði fyri lýsi og fyri niður- sjóðaðari livur. Og tað skilst, at eydnast tað, kann tað gerast eitt rættiligt ískast til føroyska samfelagið. – Vit vita, at við teirri mest einfaldu framleiðsl- uni, kunnu vit fáa eitt sølu- virði burturúr upp á 70-100 milliónir um árið burturúr livrini, sum vit annars tveita fyri borð. Stórur møguleikar at fáa nakað burturúr fiskaryggjum og livur –Fiskaryggir og livurin eru tveir partar av fiskinum, sum ikki vera brúktir sum er. Vit halda, at stórir møguleikar eru fyri, at tað ber til at gagnnýta tað, so at tað verður eitt fíggjarligt íkast, sigur Egil Olsen, stjóri á Faroe Marine Biotech Ein 29 ára gamal maður varð mikudag- in fríkendur fyri at hava keypt 10 kilo av hassji í stóra narko- málinum. Hann varð hinvegin funnin sek- ur í sjey øðrum ákærum um harð- skap, stuldur og keyp av 90 grammum av hassji, og hann fekk 4 mánaða fongsuls- revsing RÆTTARMÁL Stefan í Skorini Føroya Rættur fann ikki haldgóð prógv fyri, at ein 29 ára gamal maður skal hava keypt 10 kilo av hassji frá høvuðsákærda í stóra narkomálinum. Maðurin hevði annars játtað hesa nøgdina fyri løgregluni, men hann nú tá hann sjálv- ur var ákærdur, noktaði hann seg sekan. 36 ára gamli danin, sum var høvuðsákærdur í narko- málinum, var eisini frí- kendur í síðstu viku fyri at hava selt manninum hesa nøgdina. Ákæruvaldið hevði ikki tey neyðugu prógvini at fáa mannin dømdan. Tað vildi annars vera við, at sølan er farin fram síðan 1988. Tað einasta ákærin kundi vísa á, var avhoyringin hjá politin- um, men hetta var ikki nóg mikið. Vanligt er, at ein játtan eisini skal verða undirbygd við prógvum. Dómarin nevndi í dóm- inum, at løgreglan ikki hev- ur funnið nøkur prógv fyri hesum, hóast hon hevur framt umfatandi kanningar í hesum málinum. Eisini er tað umráðandi, at hesir báðir menninir hava verið avskornir frá hvørjum øðr- um í fleiri ár. Dømdur fyrr 29 ára gamli maðurin varð tó funnin sekur í sjey øðr- um ákærum um innbrot, stuldur, harðskap og keyp av 90 grammum av hassji. Hann varð funnin sekur í fimm málum um innbrot og stuldur, sum hann játtaði seg sekan í. Harafturat játt- aði hann seg sekan í at hava keypt 90 gramm av hassji frá høvuðsákærda í narko- málinum. Hann noktaði seg hinveg- in sekan í at hava gjørt seg inn á fyrrverandi unnustu sína. Hon vitnaði tó í rætt- inum, at hann hevði framt harðskap móti henni, hóast hon ikki fekk skaða av hes- um, og maðurin varð eisini funnin sekur í hesum. Dómarin gjørdi av, av maðurin skal inn at sita í fýra mánaðir, og hann skal rinda eina bót á 2.200 krónur. Harafturat skal hann rinda sakarmálskostn- aðin. Maðurin tók við dóm- inum beinanvegin. Tað hevði herðandi ávirkan á longdina á fongs- ulsrevsingini, at maðurin fleiri ferðir áður er dømdur fyri líknandi lógarbrot. Fríkendur fyri hassjsølu Nýggja privata framtaksfelagið Notio hevur keypt 18,5 pro- sent av partabrøvun- um í telefelagnum Kalli. Prísurin er 5,9 milliónir krónur. Stjórin metir, at Kall hevur stórar vakstr- armøguleikar, og at teir fara at vinna peningin innaftur ÍLØGUR Stefan í Skorini – Vit meta, at Kall er ein spennandi fyritøka við munandi vakstrarmøgu- leikum, og tí hava vit valt at gera okkara fyrstu íløgu í Kall, sigur Kristian Peter- sen, stjóri í Notio, og hann metir, at møguleikarnir fyri at vinna peningin innaftur eru góðir. Kall hevði eitt undirskot á slakar tíggju milliónir krónur í seinasta roknskapi, men hetta metir framtaks- felagið ikki sum nakra forðing. – Tað er als ikki óvanligt, at slík feløg hava undirskot ta fyrstu tíðina. Vit hava gjørt hesa íløguna við vinn- ingi fyri eyga, og tí eru vit sannførdir um, at gongdin fer at venda í nærmastu framtíð, sigur stjórin. Vakstrarmøguleikar Kristian Petersen nevnir í sambandi við vakstrar- møguleikarnar hjá Kalli, at telefelagið í heyst eisini fer bjóða kundum sínum GSM-fartelefoni, og á hes- um økinum eru góðir møguleikar fyri stórum vøkstri í framtíðini. Notio leggur dent á, at Kall longu hevur fingið ein fittan part av fastnettele- samskiftinum í hjá virkjum og húsarhaldum. Næsta stigið verður so GSM-tele- foni. Stjórin metir, at prísurin á 5,9 milliónir krónur fyri 18,5 prosent av partabrøv- unum er rímiligur, og at hann svarar til kapital- hækkingina, sum stendur fyri framman. Kall fer nevniliga undir nýtekning av av partapen- ingi um stutta tíð. Orsøkin til tað er, at tá felagið í næstum fer at bjóða GSM- hald, skal Kall gera nýggjar íløgur og hevur harvið tørv á størri kapitali. Tann almenni Framtaks- grunnurin eigur eisini ein part av telefelagnum Kalli, men stjórin er ikki bangin fyri at gera íløgur í somu fyritøkur sum hitt fram- taksfelagið á marknaðin- um. Í summum førum kunnu báðir grunnarnir supplera hvønn annan, sigur hann. Keypið av partabrøvum í Kalli er fyrsta íløgan, sum Notio hevur avgreitt, síðan felagið varð stovnað. Eigar- arnir av partafelagnum Notio eru Kaupthing, Sparikassagrunnurin, Tórs- havnar Skipasmiðja, Fram- herji, Varðin og Poul Mich- elsen. Partapeningurin er 26 milliónir krónur. Kristian Petersen leggur afturat, at felagið arbeiðir við fleiri spennandi íløgum, sum eru í umbúna, men hann vil tó ikki upplýsa, hvørjar hesar ætlanirnar eru, tí vandi er fyri, at stararnir flúgva av takinum, sum hann tekur til. FERÐSLA Stefan í Skorini Landsverkfrøðingurin boðar í dag frá, at fram- yvir verður ikki loyvi at fara framum annað akfar á Sundabrúnni. Hetta verður gjørt fyri at bøta um trygdina á brúnni. Í hesum mánað- inum verða skelti sett upp, ið seta forboð fyri at fara framum annað akfar á brúnni. Eisini verður ein hindrunarstrika mál- að av vegin, ið greitt boð- ar frá hesum forboði. Hetta boðar Lands- verkfrøðingurin frá í tíðindaskrivi. Sundabrúgvin verður tryggari Notio ger íløgu í Kall ILA Stefan í Skorini Av tí at ILA er staðfest í ali- brúkinum hjá Faroe Sal- mon í Haraldssundi hevur landsstýrið sett forboð fyri óviðkomandi sigling nær við alibrúkið. Ikki er loyvt at fiska ella sigla nærri enn 500 metrar frá aliringunum norðanfyri byrgingina í Haraldssundi. Eisini er forboð sett ímóti óviðkomandi ferðslu á støðini hjá Faroe Salmon á landi. Forboðið er sett í gildi við heimild í djórasjúku- lógini um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftir- lit við djórum og djóraúr- dráttum. Haraldssund stongt Kristian Petersen, stjóri í framtaksfelagnum Notio, metir, at Kall hevur stórar vakstrarmøguleikar, og tí hevur felagið keypt 18,5 prosent av partabrøvunum í telefelagnum MYND: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6 v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Almera 1,6 gráur, 4 hurðar, árg. 1996, 66.000 km. 75.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Nissan Micra 1,0 GX gráur, 5 hurðar, árg. 1999, 27.000 km. 85.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Opel Corsa 1,2 grønur, 3 hurðar, árg. 1996, 40.000 km. 65.000 Nissan Sunny 1,6 LX bláur, 4 hurðar, árg. 1987. 15.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Nissan Primera 1,6 Player reyður, 4 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 65.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Subaru 1600 hvítur, 4 hurðar, árg. 1989, 140.000 km. 10.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, árg. 1990, 255.000 km. 26.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Saab 900 2,0i bláur, 5 hurðar, árg. 1996, 129.000 km. 110.000 Fiat Tipo grønur, 5 hurðar, árg. 1990, 196.000 km. 10.000 Honda Civic 1,4is grønur, 3 hurðar, árg. 1998, 101.000 km. 99.000 Subaru Legacy 1,8 GL beige, 4 hurðar, árg. 1991, 120.000 km. 30.000 Volvo S40 1,8 reyður, 4 hurðar, árg. 2002, 12.000 km. 250.000