Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 130 - 11. juli 2002 Nr. 130 - 11. juli 2002 5 TÍÐINDASKRIV Tvær nýggjar bøkur frá Føroya Fróðskaparfelag, hin fyrra við fyrilestrum frá hátíðarhaldinum í sam- bandi við 100 ára dag Chr. Matras í des. 2000, hin seinna við greinum um føroyskt mál eftir Michael Barnes professara, Uni- versity College London. Christian Matras, skald og málfrøðingur, var føddur 7. desember 1900 og andaðist 16. oktober 1988. Hann legði eftir seg ein dýrmætan vísindaligan, mentanarligan og skald- skaparligan arv, sum eisini onnur enn føroyingar fegn- ast um. Í sambandi við 100 ára føðingardag hansara skipaðu Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróð- skaparfelag fyri almennum hátíðar- og fyrilestrahaldi dagarnar 7.-9. desember 2000 til at sýna minnunum um Føroya fyrsta pro- fessara virðing og takk- semi. Medfyriskiparar vóru Føroya Landsbókasavn, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið í Før- oyum. Fyrilestrarnir, sum vóru hildnir við hetta høvi, eru nú útkomnir í bók, sum Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetrinum, hev- ur ritstjórnað. Chr. Matras knýtti í starvi sínum Føroyar at umheiminum og umheimin at Føroyum, og hesin sjón- arringurin er endurspegl- aður í minningarhaldinum við fyrilesarum, ikki bara úr Føroyum, men eisini uttaneftir, umboðandi eitt fjølbroytt úrval av teimum økjum, evnisliga og landa- frøðiliga, sum stóðu Chr. Matras nær. Gestafyrilest- urin í sambandi við hand- ing av sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekku- mørk - grunni, sum Chr. Matras saman við Føroya Fróðskaparfelag stovnaði við Ossian-heiðurslønini í 1982 - helt Jonna Louis- Jensen, professari við uni- versitetið í Keypmannhavn (hetta var 8. sømdargáva úr grunninum, latin Jeffrei Henriksen fyri virki hans- ara føroyskum máli at frama). Aðrir fyrilesarar vóru Martin Næs, Andrias Justesen, Jóhan Hendrik Winther Poulsen og Guðrun Gaard, Guðrún Kvaran úr Íslandi, Bo Alm- qvist úr Írlandi og Trygve Skomedal úr Noregi. Fyri- lestrarnir mynda Chr. Matras ikki einans sum málvísindamann og skald, men eisini sum týðara - og sum menniskja. Bókin, prentað á Hest- prenti við sera vakrari kápumynd av bókamerkja- tekning, Janus Kamban fyri mongum árum síðani gjørdi til Chr. Matras, er nummar 33 í røð frá Føroya Fróðskaparfelag, sum nevnist Supplementa til Fróðskaparrit. Hon er 118 bls. og fæst í bókasølunum fyri 148 kr. eintakið. -------- Í meira enn eitt manna- minni hevur Michael Barn- es, professari á Department of Scandinavian Studies við University College London, granskað og skrivað hópin av greinum um føroyskt mál. Hann kom blaðungur higar í 1965 á fimta Víkingafund (ráð- stevnu fyri málfrøðingar, fornfrøðingar og søgufrøð- ingar við serligum áhuga fyri víkingaøld og miðøld) og setti sær tá alt fyri eitt fyri at læra seg føroyskt. Frammanundan var hann fullkønur í norskum og dugdi eisini íslendskt. Tað vardi ikki leingi, til hann kom á lagið við føroyskum, sum hann dagin í dag bæði dugir at tosa og ikki minst skriva. Mangir eru studentarnir, sum Michael Barnes hevur undirvíst í føroyskum á deild síni, og flestir teirra hava verið eitt legg í Før- oyum. Sjálvur hevur hann í meira enn einum umfari verið gestalærari á Føroya- málsdeildini. Michael Barnes hevur skrivað almikið um norður- lendsku málini, bæði úr søguligum og nútíðarligum sjónarhorni. Høvuðsáhuga- øki hansara eru rúnafrøði og norn, norrøna málið, ið var talað í Hetlandi og Orknoyggjum. Harumframt hevur hann skrivað nógv um málsøguna hjá norrønu málunum í tíðarskeiðinum 200-1300. Tær níggju greinirnar í "Faroese Lang- uage Studies" snúgva seg eitt nú um málsøgu, merk- ingarfrøði, orðalagslæru, formlæru og málrøkt. Har- umframt er ein listi við greinum hansara um før- oyskt mál. Bókin er útkomin á forlagnum Novus í Oslo, sum í samstarvi við Føroya Fróðskaparfelag hevur latið prentað serupplag sum Supplementum 30 til Fróðskaparrit. Hon er 239 bls. og fæst í bókasølunum fyri 252 kr. eintakið. --------- Tað er ikki meira enn ein mánaður, síðani tvær aðrar nýggjar bøkur komu frá Føroya Fróðskaparfelag. Onnur var ph.d.-ritgerðin hjá Kirsten Brix um prosa- skaldskapin eftir Regin í Líð, hin ph.d.-ritgerðin hjá Anne-Kari Skarðhamar um skaldskapin hjá Chr. Matras. Eisini tær eru at fáa í bóksølunum fyri ávikavist 220 og 350 kr. eintakið. Chr. Matras - aldarminning og Faroese Language Studies Orðini, sum Tórbjørn Jacobsen hevur latið fella um, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur eina fortíð, sum ger at hann ikki kundi sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi, eru so grovar skuld- setingar, at tær eru ærumeiðandi, um Tórbjørn ikki kann prógva tær, sigur Halgir Winther Poul- sen, advokatur. POLITKKUR Rúnar Reistrup Tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, er ikki kendur fyri at spara upp á hørðu orðini. Men onkuntíð kunnu orð gerast so ógvus- lig, at tað kann vera revsi- vert at føra tey fram ógrundað. Tórbjørn Jacob- sen er í løtuni í teirri støðu, at hevur løgmaður hug til tess, kann hann við góðum tannabiti stevna Tórbjørn Jacobsen fyri ærumeiðing, og tá verður tað luturin hjá Tórbirni Jacobsen at prógva, at skuldsetingar hansara ímóti løgmanni hava støði í veruleikanum. Sosialurin hevur biðið ad- vokatin Halgir Winther Poulsen um at meta, um orðini hjá Tórbirni Jacob- sen geva løgmanni grund- arlag fyri at stevna sam- gongufelaganum fyri æru- meiðing, og niðurstøðan hjá advokatinum er greið. Løgmaður hevur allar møguleikar at stevna, um so er at hann tekur Tórbjørn Jacobsen í álvara. Týðulig ærumeiðing Tórbjørn Jacobsen hevði í bløðunum týsdagin eina hvassorðaða viðmerking, har hann millum annað óbeinleiðis legði Anfinn Kallsberg, løgmann og Jørgen Niclasen, vinnu- málaráðharra, undir at hava framt lógarbrot. Tórbjørn skrivar í viðmerkingini, at "Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiski- málaráðharra, sum, orsakað av einari gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðr- um landi í heiminum". - At siga, at Anfinn Kallsberg ikki kann vera ráðharri í nøkrum øðum landi – enn ikki Zimbabwe - er týðuliga ærumeiðandi og gevur løgmanni grund- arlag fyri at stevna Tor- bjørn. Men tað er upp til Anfinn Kallsberg at velja um hann tekur hin partin í álvara ella ikki, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur. Skrivliga orðið vigar tungt Tað er ikki óvanligt at hørð orð og skuldsetingar fúka ígjøgnum luftina, tá politik- arar gerast heitir í onkrum kjaki, men sambært Halgir Winther Poulsen kunnu orðini hjá Tórbjørn Jacob- sen ikki samanberast við ein orðadrátt millum tveir politkarar. - Hatta eru ikki orð ígjøgnum luftina. Hatta er skrivað sum viðmerking til eitt aktuelt mál. Skuldset- ingarnar eru soleiðis heldur ikki partur av nøkrum orða- drátti, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur. Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði løgmaður, at hann fór ikki at lata grovu skuldsetingarnar frá einum "fýri" sum Torbjørn ímóti Fólkaflokkinum standa eftir í leysari luft. Spurn- ingurin er um Anfinn Kallsberg, løgmaður, velur at lata skuldsetingarnar hjá Tórbjørn Jacobsen ímóti sínum egna persóni standa ósvaraðar, ella hann velur at fara í rættin við tí fyri eyga at reinsa skuldseting- arnar av sær. Tað veldst um løgmaður tekur Tórbjørn Jacobsen og skuldsetingar hansara fyri fult. Fyrr hendi tað meir enn so, at politikarar stevndu hvørjum øðrum, men tey seinnu árini er hetta ikki komi fyri. Torbjørn hevur ærumeitt løgmann C M Y K 5 4 Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Tveir politistar skulu setast 1/4-2002. Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/10-2001