Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 130 - 11. juli 2002 Nr. 130 - 11. juli 2002 3 Tá ið tyrlan lendi aftur í Klaksvík, var ógvuliga lítið av brennievni eftir, men tá hevði hon eisini verið so langt úr landi fyri at bjarga einum sjómanni, sum ongin onnur tyrla hevur flogið úr Føroyum fyrr BJARGING Áki Bertholdsen Manningin á føroysku bjargingartyrluni fekk seg rættiliga roynda, tá ið eitt fiskiskip langt norður ur Føroyum týskvøldið boðaði frá, at ein maður hevði meiðslað seg umborð og mátti koma undir lækna- hond. Bjargingin gekk væl, men hon var so drúgv, at tá ið tyrlan lendi aftur í Klaksvík, var brennievnið at kalla uppi. Men tá hevði tyrlan eisini flogið langt. – Skipið var 201 fjórðing úr landi, tá ið vit møttust og so langt hevur ongin tyrla flogið úr Føroyum fyrr og aftur til lands, sigur skip- arin, so á ein hátt var talan um eina søguliga ferð, sigurAndrias Mouritsen, sum vasr skipari á tyrluni hendan túrin. Tað var seinnapartin týs- dagin, at spanski trolarin “Nuevo Virgin De La Barca” boðaði frá, at ein 41 ár agamal maður hevði meiðslað seg illa í eyga, hann bløddi illa og mátti á sjúkrahús sum skjótast. Tað var MRCC í Madrid, sum boðaði MRCC í Tórs- havn frá hendingini. Skipið var tá statt 331 fjórðingar í ein landnyrð- ingnorðan úr Føroyum og skiparin hevði sett kós ímóti Føroyum, sum var næsta havn. – Um níggju tiðina flugu vit til Havnar eftir lækna og fóru so til Klaksvíkar at bunkra fult aftur og at bíða. Andrias Mouritsen sigur, at enn var skipið ov langt burtur, so hann vildi hava tað at sigla ímóti landi, so at tað ikki var meiri enn 200 fjórðingar burtur, tá ið tyrlan kom til tað. – Klokkan 10 fóru vit úr Klaksvík við kós ímóti skipinum. hetta var ein long fer, tí vit vóru ikki hjá skip- inum fyrrenn beint fyri midnátt. Tá var skipið 201 fjórð- ing úr landi, og tað gekk ikki meiri enn fimm minuttir at fáa mannin upp í tyrluna. – Men á heimferðini var eitt sindur meiri av mót- vindi, enn vit høvdu vænt- að. Tað gjørdi, at tá ið vit lendu aftur í Klaksvík, var ógvuliga lítið eftir av brennievni, sigur Andrias Mouritsen. Hann vil ikki siga, hvussu lítið brennievni var eftir, men teir høvdu ikki klárað tað til Havnar aftur og so slett ikki vestur aftur í Vágar. Eftir at hava bunkrað í Klaksvík, varð farið á Landssjúkrahúsið við manninum. Neyv tilrættislegging Men hóast brennievnið var at kalla uppi, vil tyrluskip- arin ikki siga, at vandi var á ferð. – Hetta var eitt úrslit av góðari og neyvari tilrættis- legging. Áðrenn vit fóru, høvdu vit fingið fult yvirlit yvir støðuna. Eitt nú hevði samband verið við skipið og við eina radiostøð í Madrid. Tí vistu vit, at tað tað var ikki neyðugt at leggja mannin á børu, so at tað gekk skjótt at fáa hann upp í tyrluna. – Og at tað so var meiri mótvindur enn væntað, er tað, sum eykatangin av brennievnið verður brúktur til at leggja upp fyri við, sigur Andrias Mouritsen. Annars hevði maðurin meiðslað seg í høvdið, men tað skilst, at hann hevur tað hampuligt. Manningin á tyrluni hesa ferðina var, Andrias Mou- ritsen, skipari, Fróði Poul- sen var stýrimaður, Eystein Jacobsen var “hoist” mað- ur, ella kranamaður og bjargingarmaður var Jákup Haraldsen. Ein long bjargingarferð hjá føroysku tyrluni Føroyska bjargningartyrlan og tyrlumanningin vóru var roynd til tað allar ítarsta, tá ið hon mátti heilar 201 fjórðingar úr landi eftir einum sponskum sjómanni, sum hevði meiðslað seg nú lata vit upp kl. 7.00 nú lata vit upp kl. 7.00 C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til fráferðina hjá Norrönu fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85