leygardagur 17. juni 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 46 — 17. juni 1978
Livsuppgåvan — at skapa eitt
foroyskt kirkju- og bíbilmál
Kirkjumálsstríðið
1890 — 1912
Var staðan hjá føroyska
málinum vánalig í skúl-
anum, ja so var tað enn
verri fyri í kirkjuni. Tann
fyrsta viðurkenningin í
nýggjari tíð feroyska
kirkjumálið fekk, var tá
A.C. Evensen fekk loyvi
at prædika á føroyskum i
Skopunar kirkju.
Hetta stríðið fyri før-
oyskum kirkjumáli var í
veruleikanum fert av ein-
um stórum minniluta av
fólkinum og Føroyingafel-
ag Feroyingar, sum
gjøgnum øldir bert høvdu
hoyrt danskt i kirkjuni,
vóru sjálvsagt firtnir yvir
fyri ynskjunum um fer-
oyskt kirkjumál. Vit hava
jú altíð borið orð fyri at
vera heldur afturhaldandi.
Tað hevur uttan iva verið
mangur feroyingur, sum
tá hevur spurt seg sjálv-
an, um Gud dugdi at skil-
ja føroyskt.
Sum áður sagt, gekk
Feroyingafelag fremst í
stríðnum fyri føroyskum
kirkjumáli, men sam-
stundis hevdu teir eisini í
síni stevnuskrá, at fer-
oyskir siðir skuldu varð-
veitast. Sjálvt um kirkju-
málið var danskt, var
kirkjulivid á mangar mát-
ar eðrvísi enn tað danska.
Danir nýttu nýggja sál-
mabók, meðan vit nýttu
Kingo. Somuleiðis høvdu
vit fleiri kirkjusidir, sum
voru serføroyskir. Leggj-
ast skal eisini aftrat, at
danska kirkjumålid i Før-
oyum var sera ólíkt
danska málinum yvirhev-
ur, ja, so ólíkt, at danir
neyvan skiltu tað.
Teir fremstu í kjakinum
um kirkjumálið vóru í
byrjanini Emil Bruun,
prestur og Jóannes Pat-
ursson. Í fyrstuni var tað
eitt kjak um hvat mál, ið
var tað mest gagnliga fyri
kirkjuna, men eftir 1906
gjørdist kjakið meira pol-
itiskt merkt.
Emil Bruun, sum var
fyri at varðveita danskt
sum kirkjumál, setti sum
grund fyri sínum sjónar-
miðum: 1) um feroyskt
var nóg ríkt til at virka
sum kirkjumál, 2) um før-
oyskt vildi fera til anda-
ligt einsemi, 3) um tað var
figgjarligt møguligt at
geva ut tær neydugu bøk-
urnar å føroyskum.
Dimmalætting kom
seinni vid, at føroyskt
sum kirkjumål vildi gera,
at vit ongan figgjarligan
studul fingu ur Danmark.
Eisini kom Dimma við ti
grundgevingini, at ríkis-
felagsskapurin kundi ko-
JÁKUP DAHL, PRÓSTUR
2. PARTUR
Vit prenta nú annan partin av rit-
gerðini eftir Jóannesi Eidesgaard.
Hesaferð verður greitt frá kirkju-
málsstríðnum, sum endaði í 1939, tá
eitt uppskot frá Løgtinginum um, at
føroyskt og danskt skuldu hava
sama rætt sum kirkjumál í Føroy-
um, varð viðtikið í
havn.
z
Keypmanna-
Eisini tað minniliga próstavalið i
1918 verður vidgjørt í hesum parti-
num, og arbeiið hjá Jákupi Dahl við
at skapa eitt foroyskt kirkju- og bíb-
Triði og seinasti partur av ritgerð-
ini kemur í blanum komandi leygar-
dag, 24. juni.
ma í vanda, um føroyskt
gjørdist kirkjumál.
Eisini varð sagt, at før-
oyskt var málið hjá leik-
manninum, meðan tað
danska var tað m«»tada
málið.
Emil Bruun hi to, at
føroyskt kundi verða nytt
i missiónini. Hann helt
eisini, at Fader Vor kundi
umsetast til privat brik.
Tå id tydingin hjå Fridrik
Petersen, pråsti kom i
Kristeligt Ungdomsblad,
var tað av mongum hildið
fyri at vera guðsspottan,
og blaðið misti nógvar
haldarar av somu orsek.
Í 1900 gav Feroyinga-
felag út Bibliusøguna hjá
Joen Poulsen. Hetta var í
veruleikanum tað einasta
praktiska, Feroyingafelag
gjørdi í kirkjumålsstrid-
num.
Triggir av bestu sålm-
unum í okkara sálmabók
vóru yrktir um hetta
mundið. Tað var Friðrik
Petersen, sum yrkt hevði.
Seinni gjørdist hesin sami
Friðrik Petersen, sum
yrkt hevði »O, móðurmál,
stórt er títt fall«, saman
við Emil Bruun svorin
motstødumadur av fer-
oyskum kirkjumáli. Hetta
er fyri nógv enn ein gáta.
Men meguliga hevur hann
sum þpróstur følt seg
noyddan til at fylgja
hugsanini hjá meiriluta-
num í fólkinum.
Á tingi var í 1903 at-
kvødugreidsla um før-
oyska kirkjumálið. Jó-
annes Patursson setti
fram broytingaruppskot
um, at meinigheitsráðini
skuldu avgera, um prest-
urin skuldi kunna halda
foroyska guðstænastu, tá
viðkomandi prestur var
samdur um sama. Fer-
oyski amtmaðurin Chr.
Bærentsen helt, at tað
bert skuldi galda fyri
prædikuna. Men uppskot-
ið fall. 9 atkvøddu ímóti,
teirra millum vóru Jóan
Poulsen og Friðrik Peter-
sen. Hetta var sera logið,
tí sama árið hevði hann
sum Feroya próstur givið
sítt viðmæli til umsóknina
| 1. partinum av greinini um Jákup Dahl varð Handilsvirkið á Tjørn umrøtt. Handilshúsini eru vinstru megin á myndini
frá kirkjufólkinum í Skop-
un, og hetta uppskotið var
jú bert at geva eðrum
kirkjum sama loyvið.
Men sambandsmenninir
hava óivað felt seg illa, tá
kirkjumálaráðharrin I. C.
Christensen ålikavæl setti
lógina í gildi tó við onkr-
um broytingum. Hann
hevur óivað verið ávirkað-
ur av føroysku riksdags-
monnunum Jóannes Pat-
urssoni og Chr. Bærent-
sen.
Nú í 1903 var so enda-
liga givið loyvi til fer-
oyskar prædikur, tá tað
avvarðandi meinigheits-
ráðið gav loyvi til tess.
Men tað varð ikki gjert
stórt brúk av hesi lóg,
bert í Skopun og til deils í
Kirkjubø varð onkuntid
prædikad å føroyskum.
I 1907—08 var atkvøtt
um uppskot frå meinig-
heitsráðunum í Vágum
um setan av fleiri prest-
um. Uppskotið fall, tí
partapolitikkur kom uppi.
Sjálvstýrisflokkurin vildi
hava prestar, sum kundu
prædika á føroyskum,
meðan Sambandið setti
fram uppskot um setan av
fleiri donskum prestum.
Hetta varð viðtikið í
1908.
Í 1912 var kirkjumálið
aftur á tingborði. Eitt
uppskot um at øll guðs-
tænastan skuldi vera for-
oysk, tá sálmar og ritualir
vóru tek á feroyskum
máli. varð viðtikið, tó alt
hetta skuldi vera avmark-
að. Henda lóg fekk heldur
ongan praktiskan týdning
ta fyrstu tíðina.
At málið ongan bata
fekk hesa tíð kann skyld-
ast, at tað bert vóru tveir
foroyskir prestar, sum
gingu inn fyri hesi sak,
nevniliga A. C. Evensen
og Jákup Dahl.
Spurningurin um kirk-
jumálið kom so ikki á
tingborð aftur fyrr enn í
1918. Eitt, ein eigur at
merkja sær, er, at Løg-
tingið bert var rådgev-
andi. Men eftir minari
hugsan hevur stersta
grundin til, at kirkjumálið
so seint vann frama her á
landi, verið, at mótsteðan
í fólkinum var so stór.
Við hesum er roynt at
lýsa ta støduna føroyska
málið hevði í kirkjuni, tá
Jákup Dahl veruliga fór
undir sítt målstrid.
Háskúla-
guðstænasturnar
Saman við eðrum sendi
Jákup Dahl í 1908 eina
umsókn til Fríðrik Peter-