leygardagur 17. juni 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 sosialurin Nr. 46 — 17. juni 1978
på ikki so lítið rumbul av ikke. Hvis nævnte Om- eftir at Jákup Dahl fyrst Jákup Dahl í einari grein at fáa tær í tað lag, at
hesum próstavali. Kirkju- stændigheder er en væ hevði havt orðið: >Tað um sama evni. størst meguligi parturin
fredsstillende Maade har málaráðharrin Poulsen sentlig Anledning til. at gleddi meg nógv at hoyra 7. april 1924 varð sål- av tinginum vildi sam-
kunnet varetage Stillin- varð harðliga álopin fyri Hr. Dahl er udnævnt til ta rødu, sum prósturin mabókin hjá Jákup Dahl tykkja tær. Tær komu
gen, vil bede sig fritaget, at hava sett Jákup Dahl Provst, forekommer det helt um Føroya mål sum og Símun av Skarði góð- ikki igjøgnum so full
og Ministeriet kan da paa
ny tage Spørgsmaalet op
til Overvejelser, ligesom
det er sandsynligt, at der
da er flere kvalificerede
Præster at vælge imellem.
Jeg skal til Slut tilføje,
at afdøde Provst Evensen
ansaa Pastor Dahl for u-
egnet til at være Provst,
at han var meget betæn-
kelig ved at lade ham kon-
stituere, men at han dog
indstillede ham, da han
troede, at det kun drejede
sig om en Maanedstid, og
da det var umuligt for
ham at komme til at tale
med Pastor Jacobsen, idet
hans nedrejse til Danmark
pludselig blev bestemt.«
Tað sum Rytter veru-
liga hevur sagt vid hesum,
er, at Gulak Jacobsen
verður innstilladur, hóast
hann er óegnaður. Jákup
Dahl er tann vælegnaði
prósturin, men hann kann
ikki innstillast orsakað av
hansara málsliga stríði og
orsakað hansara politiska
liti. Við eðrum orðum er
politikkur komin í sakina.
Biskuppurin av Sæ-
landi H. Ostenfeldt gevur
Gulakki og Jákup Dahl
sama viðmæli og somu
innstilling. Harafturat
sigur Ostenfeldt, at Even-
sen sjálvur hevði valt Gu-
lak Jacobsen sum sín evt.
eftirmann.
Kenslumálaráðharrin S.
Keiser-Nielsen sendi kirk-
jumálaráðharranum
bræv, har hann nemur við
tær skuldsetingar, sum
Rytter skrivar um Jákup
Dahl sum skúlamann.
Hann vísir teim aftur og
sigur, at kenslumálaráðið
onki hevur ímóti, at Ják-
up Dahl verður próstur.
Kirkjuministarin Thv.
Poulsen dugdi hóast alt at
lesa hesi viðmæli við nog
kritiskum eygum. Hann
útnevnir Jákup Dahl til
próst í Feroyum, hóast
mannagongdin er at fylgja
innstillingina frá biskupp-
inum.
16. mai 1918 verður
Jákup Dahl settur sum
próstur, og er hann tá bert
40 ára gamal.
Hetta próstaval ferdi
mikið politiskt rumbul við
sær. Eitt blað í Keypman-
nahavn skrivaði, at J.
Dahl vildi føra politikk og
hartil kontradanskan poli-
tikk inn i føroysku ad-
ministratiónina. Og blaðið
legði aftrat, at tað var
mótmælt »i Flertallets og
det dansksindede Kirke-
folks Navn.«
Til hetta segði Jákup
Dahl: >Hvat havi eg gjørt
til saka? Hvat havi eg
gjørt Danmark til skaða?
Hví eru álop gjerd á meg?
Tað sær ikki betur út. enn
at hann sum arbeiðir fyri
feroyskum máli verður út-
ingdur til. at hann ger tað
í heti til Danmark.«
'clkatingi var heldur
til próst, tí hann ikki
hevði fylgt innstillingina
frá Ostenfeldt, biskuppi,
sum jú vanlig manna-
gongd var. Millum harð-
astu álopsmenninar vóru
danin J. Oskar Andersen
og feroyingurin Andrass
Samuelsen.
Kirkjumálaráðharrin
verjir seg við tí, at ein ikki
kundi ganga uttan um
Jákup Dahl, tí hesin hevði
verið fyribils settur próst-
ur í eitt hálvt ár og hevði
rekt arbeiðið til fulnar.
Andras Samuelsen var
ógvuliga harður í sínum
álopum. Hesin harðskap-
ur stavar tó mest frá tí, at
ein sjálvstýrishugaður
maður er komin fram og
fingið makt. Andrass sit-
erar í einari reðu eitt
bræv, sum hann sigur
Jákup Dahl hevur skrivað
til Gulak Jacobsen 8. nov.
1917: >Om saa bliver, at
Østerø bliver ledig, synes
jeg, at Du bør søge den,
saa bliver Du Provst, Du
er jo ogsaa bedst skikket
dertil. Jeg søger ikke
Østerø og vil heller ikke
være Provst, jeg anser
mig ikke for duelig dertil,
og jeg har ingen Lyst til
det Arbejde.« Víðari sigur
Andrass i røduni: »Saa
siger den højtærede Mi-
nister, at Pastor Dahl
havde været konstitueret
1/2 Aar som Provst, og
derfor vilde det have
været en Forbigaaelse af
ham at udnævne Pastor
Jacobsen. Som det frem-
gaar af Brevet, vilde Pas-
tor Dahl ikke betragte det
som er Forbigaaelse, deri-
mod maa man gaa ud fra,
at Hr. Dahl betragter sin
egen Udnævnelse som en
Forbigaaelse af Pastor
Jacobsen. Men hvorfor
var Dahl konstitueret 1/2
Aar eller mere efter Provst
Evensens Død i Oktober
Maaned 1917? Hvorfor
blev Dahl først udnævnt
til Provst i Maj Maaned
1918? Ønskede man, at
Konstitutionstiden skulde
vare saa længe som mu-
ligt? Om Pastor Dahls
Dygtighed, som den højt-
ærede Minister var saa
meget inde paa, skal jeg
ikke sige saa mange Ord,
den staar i hvert Fald
efter min Mening ikke
over Pastor Jacobsens.
Den højtærede Minister
fremhævede, at Dahl hav-
de været Lærer, før han
blev Præst, det har Pastor
Jacobsen ogsaa været.
Den højtærede Minister
udtalte videre, at Hr.
Dahl har forsøgt sig som
Digter? Paa dette Om-
raade staar Pastor Jacob-
sen ikke tilbage for ham.
Pastor Dahls Sproglære er
ikke anerkendt fra alle
Sider, og jeg maa sige,
den er ikke imponerende,
og hans Oversættelsesar-
bejde er det sandelig heller
mig, at man burde have
udnævnt Pastor Jacob-
sen.
Den her omhandlede
Provsteudnævnelse har
bevirket, at Selvstyrepar-
tiet paa Færøerne har
faget sin politiske Ind-
flydelse og sin Indflydelse
aa Administrationen me-
get forøget. Provsten er jo
Medlem af Færø Amts
Skoledirektion og Medlem
af Lagtinget, den Indfly-
delse, Provst Dahl deri-
gennem kan øve baade i
Skolesager og Kirkesager,
er blevet ikke lidt, men
meget forøget ved Amt-
mand Rytters Fjernelse
fra Færøerne.«
Tad er ivaleyst hetta
seinasta, sum var bein-
leiðis orsøkin til motstød-
una frå sambandshugað-
um.
Men viðhaldsmenninir
vóru heldur ikki bangnir
fyri at siga sína hugsan
um hetta próstaval.
Tingakrossur skrivar aft-
aná at Andrass Samuelsen
hevði hildið áðurnevndu
reðu á Danatingi: >Í sín-
um aftursvari til statsmi-
nistarin og kirkjuminist-
arin gevur Andrass seg
mest inná próstin og hev-
ur her bæði Andrias
Evensen og Gulak Jacob-
sen til hjálparar, eins og
vant er hjá sambandsridd-
arum er aftur her eitt pri-
vatbræv brúkt til snigálop
aftanifrå — tað er hin vin-
sæli guðsmaðurin í Hval-
bæ, sum hesa ferð eigur
æruna fyri hetta ljóta
bragd! Andrassar álop
letur okkum hóma mangt
fúlt, ið gingið hevur fyri
seg í hesum felagsskapi:
Amtmann Rytter — Gul-
ak Jacobsen — Andrass
Såmalsson. Annars er
oråskvaldur hans mest
fjåkutos.«
Við hesum er roynt at
vísa tað stríð, sum stóðst
av hesum próstavali í
1918. Við hesum er sam-
stundis lýstur ein partur
av tí mótsteðu Jákup
Dahl hevði, tí hann var
sjálvstýrissinnaður, og tí
hann hevði sett sær sum
mál at arbeiða fyri før-
oyskum máli.
Sum Føroya próstur
kom Jákup Dahl eisini at
sita á Feroya Legtingi,
har prósturin var feddur
limur og hevði atkvødu-
rætt. Henda lóg varð av-
tikin 23/3 1923, og endar
hansara legtingstíð tá.
Sum politikkari var hann,
sum áður ofta sagt, sjálv-
stýrissinnaður og atkvød-
di hann eisini sum hesin
flokkur. Sjálvt um tað
ikki er sum politikkari og
tingmaður, at Jákup Dahl
er mest kendur, var hann
ein íðin og sera arbeiðs-
samur tingmaður. Jóan-
nes Patursson segði í ein-
ari rødu um »Føroyskt
mål og kirkju og skúla<
kirkjumál. Frá tí sætinum
hava i ell tey ár, eg havi
sitið sum tingmaður, ikki
slík orð ljóðað. Har ljóðaði
áður annað mál, men eg
vóni tað med alla er tig-
andi vordid.«
Endin av hesi sak var
m.a., at 1) Legtingið bað
próstin antin sjálvan ella
saman við eðrum um at
fáa alt tað tilfar, sum var
neyðugt fyri at halda
guðstænastu, umsett til
foroyskt og 2) Legtingið
skuldi veita figgjarligan
stuðul til umsetingarnar.
Við hesum fór Jákup
Dahl undir sína livsupp-
gávu: at skapa eitt før-
oyskt kirkju- og bíbilmál.
Sum limur í Føroya
Skúlastjórn kom hann
m.a. at vera við til, at
grein 7 varð avtikin, at
Feroya Studentaskúli
varð settur á stovn og at
foroyskt mál sum heild
vann sær munandi betur
kor í skúlanum.
Ritualini og
endaliga viður-
kenningin av
føroyskum
kirkjumåli
Árið eftir at tingið hevði
biðið próstin um at um-
seta ritualini, sendi Jákup
Dahl tey umsett niður til
løggildingar. Ostenfeldt,
biskuppur sendi tey við
sínari góðkenning víðari
til = kirkjumálaráðharran
Poulsen. Hesin sendi tey
síðan til próstin í Skander-
borg, Serensen, sum rósti
teimum undir mold og
øsku. Eftir tað vórðu tey
»syltadi« i kirkjumálaráð-
num. Ti í 1920 fór stjórnin
frå, og I. C. Christensen
gjørdist kirkjumålaråd-
harri aftur. Fyrrverandi
amtmaðurin í Feroyum
Rytter gjørdist løgreglu-
málaráðharri og rådharri
fyri Føroyar. Rikisdags-
menninir år Feroyum vó-
ru Oliver Effersøe og
Andrass Samuelsen.
21. jan. 1925 varð lógin
um brúk av kirkjum og
lógin um meinigheitsráð-
ini endaliga sett í gildi.
Eftir hesari lóg kundi
meinigheitsráðið endaliga
avgera, um føroyskt skul-
di vera kirkjumál. Sam-
stundis fingu deknarnir
loyvi til at lesa foroyskar
lestrar.
Men fyrsta lestrabókin
kom ikki fyrr enn í 1934.
Tá kom »I lysing« eftir
Jákup Dahl. Henda bók
gjørdi tað sostatt møgu-
ligt hjá deknunum at lesa
foroyskar lestrar, sum tó
allir vóru eftir Jákup
Dahl, meðan fyrr vórðu
lisnir lestrar eftir nógvum
eðrum prestum. Hvussu
stóran tydning dekna-
gudstænastan hevði og
framvegis hevur, lýsir
kend. T.v.s. 12 ár eftir at
hon var liðug.
Í 1927 varð sett niður
nýggj nevnd at umseta
ritualini, har Jákup Dahl
var formaður, og endiliga
30. sept. 1930 vórðu tey
góðkend. T.v.s. 11 ár eftir
at tey vóru liðugt umsett.
Ritualbókin kom tó út í
1929, og vórðu tey fleiri
ferðir nýtt við loyvi frá
Ostenfeldt, biskuppi.
Bókin var nevnd: >Ritu-
al til dóp, skriftarmál og
avloysing, altargang,
brúðarmessu, konfirmati-
on og lík at kasta jørd å.«
Um ritualini skrivaði Rik-
ard Long: >Tá ein lesur
hesi vekru, hátíðarligu og
lætt fatuligu orð, má ein
undrast á, at menn hava
verið i Føroyum — og liva
enn — ið av øllum alvi
hava barst ímóti hesum
rituali og elvt tí harða
mótsteðu bæði í ljósum og
í loyndum.
Fyrsta jóladag 1926 fór
fram hin seguliga hend-
ing, at Jákup Dahl kundi í
Havnar kirkju halda fyrs-
tu fullfiggjaðu føroysku
guðstænastuna.
Meðan alt hetta fer
fram, arbeiddi Jákup Dahl
sum úlvur á skóg við at
umseta bibliuna og annað.
Hetta skal alt verða um-
talað seinni.
Frá 1927 kom gongd í
við ynskinum um føroyskt
kirkjumál. 4. sunnudag
eftir trettanda í 1927 varð
hildin fyrsta hámessu-
guðstænastan í Havnar
kirkju, og samstundis
gjørdist hetta vanligt í
kirkjunum í Suðurstreym-
oy. Við loyvi frá Osten-
feldt vórðu ritualini, sum
sagt, nýtt, áðrenn tey
vóru góðkend. Biskupp-
urin læt tað upp í hendur-
nar á próstinum at geva
loyvi til kirkjuhandlingar
á føroyskum máli. Barna-
dópur varð fyrstu ferð
hildin á foroyskum í Kirk-
jubø 4. sunnudag eftir
páskir 1927.
Prósturin hevði gjert
eitt stórt arbeiði viðvíkj-
andi hesum lógum á Løg-
tingi, og lagt sær eina við
figgjadar, sum hann ynsk-
ti, men hann fagnaði teim-
um tó sum einum vinningi
fram á rætta leið.
Stigvíst vann málið sær
ræsur í fleiri og fleiri
kirkjum. Í Vestmanna,
Gøtu og Vági kom før-
oyskt i kirkjuna i 1928.
Gjáar kirkja varð vigd á
foroyskum í 1929. Kirkjan
á Kirkju varð endurvígd á
feroyskum í 1933. Men
kirkjurnar í Årnafirdi og
Tjørnuvik vórðu vígdar á
donskum máli í 1937.
Men enn vóru nógvar
danskir prestar í Feroy-
um, og bar tað ikki til at
krevja teir at halda før-
oyskar guðstænastur.
Vanligt var tó í nógvum
kirkjum at halda foroyska
gudstænastu annadhvønn
sunnudag, ti tað vóru
veruliga enn fólk, sum
dámdu at hoyra Guðs orð
á donskum máli. Enn tann
dag í dag eru sálmarnir í
onkrari bygd í Feroyum
danskir annadhvønn sun-
nudag.
At folkid so vid og vid
fór at góðtaka tað før-
oyska málið, man óivað
skyldast fyri ein part, at
tað uppvaksandi ættarlið-
ið hevði eina heilt aðra
stødu til tað føroyska
málið enn tey gomlu
hevdu.
Sektirnar, sum virkaðu
í Feroyum og kanska ser-
liga > Brødrasamkoman,
nyttu bert føroyskt mål.
Hetta hevur ivaleyst havt
eina åvirkan å kirkjuna.
I 1938 sendi eitt samt
Løgting kirkjumálaráð-
harranum eitt uppskot um
at føroyskt skuldi fult ut
likastillast við donskum
sum kirkjumál. Hetta
varð viðtikið í Keypman-
nahavn 13. mars 1939.
Men at alt hetta nú var
meguligt, var mest einum
manni fyri at takka. Ti
manni sum hevði umsett
ritualini, Altarbókina og
stóran part av Bíbliuni, tí
manni sum hevði gjørt tað
meguligt at halda eina
fullfiggjaða føroyska
gudstænastu — Jákup
Dahl.
AAA AA SL]
Fritidar-
avloysarar
Sekt verður eftir frítíðaravloysara til
vanligt skrivstovuarbeiði.
Løn sbrt. sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Feroya Landsstýri.
Skrivlig umsókn eigur at sendast
beinanvegin.
Lenjavningargrunnur
Skipsfiskimanna