Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 — 21. juni 1978 Síða 9 itrottur TB-—ÍF 2—1 (1—0). Aftaná umdyst 3—1: Spennandi — men ikki tað stóra spælið Seinna semifinalan millum TB og ÍF í kappingini um Ísafjarðarsúluna gjørdist ikki sort spennandi, men spælið kom ongantið í hæddina og var hetta fyri ein stóran part orsakað av vánaliga veðrinum Sjálvt um tverámenn um morgunin hevdu verið úti á vellinum á Sevmýru við brandbilinum og vandað hann, var vellurin, tá dysturin skuldi byrja kl. 15, aftur turrur, og tá eitt fitt lot var longs eftir vell- inum, var tað mangan, at spælarnir nærum vóru fjaldir í sandi og dusti. Men hetta vardi ikki langa tíð, ti tá bert 10 min. vóru leiktir, byrjaði at regna og helt hetta á allan dystin, soleiðis at ein í letum ynskti, at tað ístaðin var turt og sandstormur. Alop Ein kundi hugsa sær at ÍF, sum jú vann fyrru semifinaluna, ið varð leikt í Fuglafirði næstseinasta sunnudag, fór at leika ver- juspæl, men so var ikki. Sjálvandi varð størsti denturin lagdur á verju- spælið og orsakað av hes- um var tað TB, ið hevði flestu álopini, men or- sakað av hesum, var tað mangan at ÍF-framherjar- nir kundu fara í skjót mótálop og um eydnan hevði verið teimum eitt sindur blíðari, kundu teir lætt havt eitt ella tvey mál, tá farið vagð til hálv- leik. Risameguleikar ÍF hevði í 30. min ein risa- meguleika fyri at koma á odda. Hetta hendi tá ein avlevering kom úr hegru inn fyri málið uttarliga í brotsteiginum, men Birgir Thomsen, ið stóð púra fri- ur, heilkiksaði, men bålt- urin trilladi vidari til Ab- raham, ið skeyt beinan- vegin og bert vid at tveita seg eydnaðist tað Gordon at bjarga, men misti hann bóltin og ikki fyrrenn bólturin lá á sjálvari mál- strikuni eydnaðist tað Gordon at toyggja seg so- mikið, at hann fekk hendur á honum. Mál Tá tað vóru farnir um 39 min. av dystinum eydnað- ist tað TB at koma á odda. Hetta hendi tá Henrik Thomsen við einum lang- skoti úr hegru síðu nakað uttan fyri brotsteigin setti bóltin í netið uttan me- guleika hjá Ova at bjarga. Henda 1—0 leiðsla gjørd- ist eisini hálvleikssteðan. Seinni hálvleikur Ikki var nokk fyri TBat TB fær triðja mál sítt og skilliga sæst at Ove er kroystur millum báðar tvíburðabreðurnar Ásmund og Trónd vinna 1—0, tá hetta vildi føra við sær, at umdystur mátti til, so pressið á IF- málið teir fyrstu min. av seinna hálvleiki var stórt, men ikki varð tað TB, ið fekk mál, tað varð har- afturímóti IF. Hetta hendi tá 14 min. vóru farnir av seinna hálvleiki. ÍF fær fríspark nakað utt- an fyri TB-brotsteigin í høgru síðu. Jan Nielsen var settur til at skjóta og væntaðu øll eitt høgt skot móti málinum, men Jan snýtti bæði áskoðarar og TB-leikarar. Skot hansara kom eftir jørdini og fór millum beinini á við- og mótspælarum í málið til javnleik 1—1, sera væl umhugsað skot. Tað var eins og hetta mál fekk bæði áskoðarnar og TB-leikarnar at falla í fátt og spælið gekk nú meira tilvildarligt millum bæði málini, men tá 25 min. vóru farnir eydnaðist tað fyri Henrik Thomsen at geva TB leiðsluna. Hetta hendi, tá hann skeyt eitt skot móti mál- inum, ið Ove ikki megnaði at halda og fekk Henrik bóltin aftur og setti hann í tóma málið til 2—1. 2—1 gjerdist eisini staðan, tá vanliga leiktið- in var liðin, sjálvt um bæði liðini hevdu fleiri vandamiklar atsóknir á málini. Orsakað av at javnt var í málum, nevni- liga 5—5, varð farið bein- leiðis til umdyst 2 X 15 min. Umdysturin Fyrri hålvleikur av um- dystinum gjørdist eins og dysturin sjålvur, ålop å bædi målini, men uttan nakað úrslit. Hann endaði eisini 0—0 og aftaná stuttan steð varð byrjað uppá seinna. Tá fimm min vóru lidnir av seinna hálvleiki rokn- aði ein við, at hesin dysturin skuldi avgerast við brotssperkum, men so varð ikki. Í 7. min. fekk TB frispark uttan fyri brotsteigin hjá ÍF og var Petur Hammer, ið var innkomin fyri Jens Johan- nesen settur at skjóta. Skot hansara kom hegt innfyri og undir yvirliggj- aranum beinleiðis í málið til sigursmál 3—1 Skumpaður? Tá hetta mál kom vildi ÍF-leikarnir hava frispark, ti teir hildu målmann teir- ra verða skumpaðan i ti løtu, bólturin kom innfyri, men dómarin, Håkun Eg- holm, dømdi, aftanå at hava rådført seg vid linju- verjan, mål og gjørdist endaliga steðan sostatt finalupláss til TB við mál- úrtekuni 6—5. 210 spennandi min. skuldu sostatt til, áðrenn nakar vinnari varð funnin. Mangan leikaði hart á framman fyri ÍF-málinum, men hesaferð er Birgir bjarga á strikuni....