mikudagur 21. juni 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 47 — 21. juni 1978
itrottur
HB vann
tryggan
Fyri fyrstu ferð tapti VB á
ovara velli í Gundadali
og var hetta í seinna semi
finaludystinum móti HB,
sum vann við 3 málum
móti ongum
Allir meguleikar til at vit
skuldu fáa ein góðan dyst
millum HB og VB sein-
asta sunnudag vóru til
staðar, men so var ikki.
Spælið var ofta heilt til-
vildarligt og dugi eg ikki
at siga, hví so var. Veðrið
var ikki av tí besta at
spæla í, tað regnaði illa
alla tíðina og nakað av
vindi. Hetta hevur kanska
Kári sloppin leysur av Hans Jakku
gjørt sítt til, at spælið
gjørdist so tilvildarligt,
sum tað til tíðir var.
Taptu fyri
fyrstu ferð
Lat tað verða sagt bein-
anvegin, at sigurin hjá
HB var uppiborin. Hetta
hevði ein kanska ikki
væntað, tí VB hevði ong-
an dyst tapt á ovara velli í
Gundadali, men hendan
taptu teir við 3 málum
móti ongum.
Mátti verið spiii av tíð
Til »åskodara«, Oyggja-
tíðini nr. 24, 15. juni 1978.
Um ítróttarskrivingin,
serliga í Sosialinum, er
spill av svertu og pappiri,
tá mátti tað verið enn
stærri spill av tíð tíni at
lisið hana.
Men skilliga sæst á
brævi tínum, at tað gert
tú — men tú lesur kanska
bert tey brot, ið tú heldur
ganga ÍF ímóti?
At eg havi brúkt mong
orð uppá báðar bretarnar
hjá ÍF, er eingin lygn,
men hví er tað so? Er tað
tí at teir sýndu sera góðan
atburð á velli ella er tað tí
at hesir »soskyldsreinu
dreingirnir« vóru for-
fylgdir av dómarunum?
Nei, tað er tað ikki og
tað veit tú eins væl og eg!
Tað, ið varð skrivað um
bretarnar aftaná lands-
kappingardystin millum
ÍF og TB var tíverri
sannleiki. Undirritaði stóð
so væl fyri til henda dyst,
at eg hoyrdi sannan av
bretunum lova at bróta
beinini á einum mótleikara
og at hetta varð sagt með-
an dysturin var steðgaður
av dómaranum, ger tað jú
enn verri, tí tá kann tað
ikki vera sagt í reinari
ilsku.
Um Ove varð sligin,
sum tú sigur, kann eg ikki
avgera. Bæði dómari og
linjuverji demdu mál og
hava teir tí ikki sæð nakað
óregluligt fara fram og
stóðu teir sjálvandi betur
fyri enn tú og eg, vit vóru
jú bert vanligir áskoðarar.
Hvussu ber tað til, at tú
einki sigur um, at henda
keðiliga hending fór fram í
einum trunkaspæli fram-
manfyri málinum, og tú
veit væl, at tá so er, er
nærum ógjerligt at síggja
nágreiniliga, hvat ið hend-
ir; um tað er við- ella
mótleikari, ið skumpar
málmannin er mangan
ringt at síggja.
Eisini sigur tú í brævi
tínum, at dómarin, ið av
mongum verður hildin at
vera Feroya besti, skuldi
ikki sloppið á vell aftur.
Hetta má sigast at vera
grov lokalpatriotisma, ið
kemur undan kavi, tí til
nevnda dyst vóru bæði
formaður fótbóltsdeildar-
innar og nevndarlimur í
somu (ið er fuglfirðingur)
áskoðarar, og teir kunnu
ikki hava sæð nakað
skeivt í deming dómar-
ans, tá teir ikki hava latið
við seg komi! Nei, kom
heldur við sunnum krit-
ikki av dómaranum — tá
tú heldur hann vera so
vánaligan, at prógv hans-
ara må takast frá honum,
tá mást tú eisini siga hví.
Seinni í brævi tínum
hevur tú nekur domir um,
hvussu dómarnir vóru
eftir Dave Jones og ÍF í
fjør. Hvat hetta hevur við
skriving mína at gera,
skilji eg als ikki, men eg
sá 4—5 dystir hjá ÍF í
fjør, og har sýndi frálíki
bóltleikarin Dave, sera
ljótan atburð. Hvussu oft-
ani sparkaði hann ikki
niður í hælarnar á mót-
leikarunum, tá dómarin
ikki sá og bólturin var í
hinum endanum av vøll-
inum? Royn og spyr mót-
og viðleikarar, spyr á-
skoðararnar í Vági, á
Tveroyri, í Klaksvík ella í
Havn; munnu teir siga tað
sama sum tú?
Eg skrivaði, tå eg um-
røddi dystin millum IF og
TB, at sjálvandi skulu út-
lendingar hava hevi at
luttaka i føroyskum ítrót-
ti, um ikki vildi tað jú
verið diskriminering, og
hetta meini eg sjálvsagt
enn, men rætt kann ikki
vera at flyta »professio-
nellar« leikarar til landið.
Vit hava tíverri alt ov
nógvar føroyskar leikarar,
ið sýna sera óheviskan at-
burð á velli, og so at flyta
nakrar at leika fótbólt (og
bert tað), ið eru enn verri
ótangar, til landið, tað
kann ikki vera ítróttini at
frama.
Viðvíkjandi »krokodil-
lutárunum< er bert at
siga, at eg als ikki taki
synd í ÍF, nei, eg freist
teirra vegna, tí tað vísir
seg jú, at tað sum vit
skrivaðu í oddagrein okk-
ara um ÍF, passar. Teir
spæla eins væl, um ikki
betur, uttan bretarnar,
men við teimum ungu
fuglfirðingunum á liðnum.
Blakað lokalfanatism-
una fyri borð, og gleð teg
ístaðin yvir tann góða fót-
bólt, ið tú kanst síggja,
bæði frá ÍF og métstødu-
liðunum.
Tórshavn 16. juni 1978
John Kjær
Ítróttarskrivari
á Sosialinum
P.S. Eg vildi verið ógvu-
liga fegin, um tú sendi
mær lummabók tína, tí so
rættvísur, sum tú ert,
hevur tú skrivað allar tær
skeivu demingar dómar-
anna niður, bæði móti ÍF
og mótsteðuliðunum. Ella
er tað ikki so?
J.K.
HB yvirvág
Beinanvegin dysturin
byrjaði fór HB at pressa
móti VB málinum. HB
fekk miðvellin beinanveg-
in, og hann áttu teir allan
dystin. Hetta var eisini
ein orsek til, at álopini
skolaðu fram móti VB
málinum alla tíðina. HB
hevði ikki eydnuna við
sær, tí teir fingu einki mál
fyrra hálvleik, sjálvt um
spælið fyri tað mesta gekk
fyri seg inni í brotsteig-
inum hjá VB.
2 frispark
Tveir teir størstu megu-
leikarnir HB hevði í hes-
um hálvleiki endaðu báðir
á stólpanum. Tann fyrri
var í 12 min., HB fekk eitt
óbeinleiðis frispark umleið
16 metrar frá málinum.
Sverri skjýtur til Eyðfinn,
sum skjeyt á stólpan.
Tann seinni var í 43. min.
Her fekk HB eitt fríspark í
høgru síðu. Eyðfinn skýt-
ur bóltin inn móti måli-
num, og eftir trunkaspæl
frammanfyri VB málinum
verður bólturin skotin 2
ferðir upp í slag á stólpan.
Hålvleiksstødan var 0—0.
1. målid
Seinni hålvleikur var ikki
meir enn góðan minutt
gamal, tå HB fekk sitt
fyrsta mål. HB fer i ålop i
høgru síðu, og bólturin
verður skotin inn fyri mål-
ið, har Suni stóð púra
einsamallur og setti bóltin
í málið. Hetta fyrsta málið
fingu HBarnir næstan
sum gávu frá VB-verjuni.
2. málið
Tá 13 min. vóru farnir,
fekk HB mál nr. 2. Hetta
var eitt gott mál. Ein
HBari fer einsamallur
heilt aftur á baklinjuna i
høgru síðu, og lyftir hann
upp fyri málið, har Heri
stingur seg upp og setur
hevdið undir bóltin so
hann sat í netinum.
3. málið
Eisini 3. málið, ið HB
fekk, var eitt gott mál.
Hetta kom í 26. min.
Sverri rekur við bóltinum
við kós beint móti máli-
num, avleverar bóltin til
Hera úti á hegra vongi,
sum fer einsamallur í-
gløgnum og scorar.
Ein 3—0 sigur
HB fór til hús sunnudagin
við einum 3—0 sigri, ið
var fult uppiborin. Eg veit
ikki, hvat feilti VB hend-
an dagin, men teir vóru
ikki til at kenna aftur.
Spælið var ikki gott, av-
leveringarnar vánaligar,
verjan ósikkur, og hartil
sá ein tað ein ikki er vanur
at síggja, Schandorff í
VB-málinum var ósikkur,
tað var sjáldan, at hann
helt bóltinum, tá hann var
uppi eftir honum.
Dómarin
Dómari í dystinum var
Baldvin Baldvinsson, og
kom hann væl frá dysti-
num. Sjálvandi sá ein sum
áskoðari onkran feil, men
eingin dómari er so góður,
at hann ikki ger onkran
feil í einum dysti. Tað sum
er sermerkt fyri Baldvin
er, at hann er við í spæli-
num alla tíðina. Hann
stendur ikki bert við
hondunum í lummanum á
miðjuni. Eftir mínari met-
ing er Baldvin ein av
bestu i
eiga.
dómarunum vit