Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LS LL EG Nr. 47 — 21. juni 1978 Soslalurin Dømingin i teimum yngru deildunum , Hvussu ofta ert tú ikki komin á ein fótbóltsvell og sær smádreingir ella piltar spæla dyst. Í millum hesar dreingir gongur ein annar ungur drongur við einari floytu í munninum, í ulpu við hettu á hevdinum og hondunum gott í lummanum. Linju- verjar eru ikki neyðugir, ti hetta eru bert smádreingir ella piltar sum spæla. Hetta er nakað sum ikki má halda á, men eigur fótbóltsdeildin at fáa skil á sum skjótast. Ein dystur skuldi ikki verið góðkendur um ikki bæði ein dómari, ið var góðkendur av fótbólts- deildini, og tveir linjuverjar vóru til dystin. Grundarlagið UNDIR ØLLUM ítrótti í Feroyum verður jú lagt á ungum árum, og verður ikki domt, sum tað skal her, verða hesir ungling- ar vandir at spæla bólt á ein ljótan og ósemiligan hátt, sum teir sjálvandi eisini halda seg hava rætt til at nýta í teimum vaksnu deildunum. Smá- dreingir og piltar kappast undir somu reglum sum tey vasknu liðini, og ein dystur, í t.d. 1. deild hevði ikki verið góðkendur av ÍSF, um eingir linju- verjar vóru til dystin. Hetta hevði verið gott, ikki bert fyri spælið, men eisini fyri dóm- ararnar, tí ein sum verður settur at døma ein dyst i 1. deild, sum sin fyrsta dyst, verður skjótt koyrdur niður, sjálvt um teoriin er í lagi, tí at døma ein 1. deildar dyst er ein torfør uppgáva. Her hevði moguleikin verið hjá fótbóltsdeildini at sligið tvær flugur við ein smekk. sosialurin Spenningurin var stórur áðrenn dystirnar í kapping- ini um Ísafjarðar- súluna og suðuri á Tveroyri var neyðugt við um- dysti áðrenn finaluluttakarin var funnin. Lesið um báðar dystirnar inni í itrottari- skoytinum. Pele mátti avbróta ar- beiði sítt sum ítróttar- frásegumaður frá HM í Argentina, tí at eitt fjarrit segði honum frá, at hann enn eina ferð varð vorðin pápi. Pele fór beinanvegin til New York fyri at vitja kon- una og nýfedda sonin. Skotar vóna góða mótteku Tá skotsku leikarnir fóru úr Boenos Aires, hevdu teir havt 90 min. við góðum úrslitum og 180 min. við sera vána- ligum. — Vit hava havt tað gott, og vildu gjarna sloppi at spælt við í finaluni, segði ein heldur misnegdur venjari, Ally McLeod, tá teir fóru avstað. — Eg vóni, at vit fáa eina góða mótteku, tá vit koma heim. Spurdur, um hann helt leikarar sínar vera góðar, svarar hann: Ein skal ikki altíð trúgva ti, sum bleðini skriva. Tey mótfalnu andlit- ini hjá leikarunum vera neyvan til smil, tá teir koma heim. Teir verða helst móttiknir heima av viðhaldsfólki, sum fara at hava eina floytukonsert, ella fara tey bert at verða tig- andi. NSÍ og Royn metast í finalunum Semifinalurnar í steypakappingini í 2. deild í fótbólti vóru spennandi til síðsta se- kund. Inni í Runavík mettust bæði oyggjaliðini, NSÍ og B68 og var neyðugt at hava brotssparkskapping fyri at finna nakran vinnara. Lesið um hendan dyst og um dystin suðuri í Hvalba millum Royn og EB inni í itrottariskoytinum. itrottahornid Hornaflagg sætt i Vågi seinasta sunnudag. Vågbingar hava óivað ikki råd at keypa nytt flagg, so bein- skinnarar eru lagdir um tad brotna