mikudagur 21. juni 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 47 — 21. juni 1978
1. maidagsrødan hjá Jákup Lindenskov:
Arbeiðsmaðurin ongan møguleika
til rættindi uttan við sterkum
samanhaldi við felagar sínar
Tá menn stovnaðu Ar-
beiðsmannafelagið i
Havn, voru vidurskiftini
heilt onnur enn tey, vit i
dag liva undir. Tidirnar
vóru meira miskunnar-
leysar móti teimum, sum
bert høvdu hendurnar á at
líta; kom sjúka aftrat, var
neyðin ofta vis.
Síðani er nógv broytt,
men tó er eitt líka neyð-
ugt, sum tá: neyðugt er
stødugt at standa sterkur
í fakfelagsskapi, um tað
yvirhevur skal eydnast
lenmóttakaranum at
vinna og varðveita rætt-
visissømdirnar.
Og ikki eru vit komin
longri enn tad, at blåst-
urin moti grundleggjandi
setningum arbeiðararersl-
unnar steðugt tekur seg
upp — og eitt er vist,
verður henda rersla í teirri
stødu, at standa á veikum
feti, so verður sligið til, og
hartvunnu rættindini,
sjálvsagdi rætturin, vit í
dag eiga, verður skryktur
undan og grundarsteðið
viknar.
40 tíma
arbeiðsvika
Vit hoyra snakkið um 40
tíma arbeiðsviku. Hver
skal siga, veita arbeiðara-
num somu rættindi, sum
vunnin eru eðrum sam-
starvsbólkum fyri árum
síðani.
Vit kenna mótargu-
mentini, sum hverja ein-
astu ferð stinga seg upp.
tá tað er um reppið, at
sjålvsøgd javnrættindi ar-
beidararørslunnar eru um
at sigra.
Arbeiðsmaðurin hevur
ongan meguleikan at
vinna sær meira enn fyri
gjørt timaarbeidi, hann
veit, at eingi rættindi få-
ast uttan vid sterkum
samhaldi og í góðari sam-
vinnu við egnu felagar
sínar. Herrópið gamla um
landamerkini, arbeiðarar í
ellum londum, fylkist, er
meira enn eitt tómt her-
róp, — hjá arbeiðararersl-
uni er hetta ein neyðug á-
minning
Dagpeningaskipan
A legtingi liggur nú upp-
skot um eina dagpeninga-
skipan at tryggja tima-
lenta fólkinum len undir
sjúku. Henda skipan skal
javna tann mun ella
kunnu vit siga mismun,
sum í dag er millum fast-
lønt og timalønt og fólk í
sjålvstødugari vinnu, so-
leiðis at lønarvissa er und-
ir sjúku, tí steðan er jú
tann, at tú skalt svara all-
ar tínar skyldur peninga-
liga, sjálvt um tú liggur í
inntøkuloysi av sjúka-
áum, og má tað ti vera
rímuligt krav, at samfel-
agið eisini vissar tí tíma-
lenta somu trygd, sum
hinum fastlenta, tí alment
lenta um forfall er vegna
sjúku, vanlukku ella
barnshurði, á sama hátt,
sum hjá eðrum starvandi
bólkum í samfelagnum.
Tey vunnu íúrslitini
vóru ongantíð fingin, um
ikki menn stóðu á odda,
sum við stálsettum vilja
og treystliga og stødugt
bóru fram síni krev, tó teir
mangan vistu, at vandin
var á ferð, var ikki saman-
haldið aftan fyri hann
tætt samansjóðað. Mót-
parturin heggur altíð á,
har eymasti bletturin er.
Sosialistiskt
tjakfelag
Okkara góði gamli Mou-
rentius, sáli var ein hin ít-
arsti fortalarin fyri arbeið-
ararersluni alla sína tid,
hann kendi eisini til at
vera einsamallur í steðu
síni, hann fortelur úr teirri
tíðini undan fyrra heims-
bardaga, áðrenn Havnar
Arbeiðsmannafelag var
stovnað í 1916 frá eini
hending í Havn, sum fór
fram fyri uml. 70 árum
síðani. Teir vóru fleiri
ungir menn, sum hevdu
stovnað sosialistiskt tjak-
felag, hetta felag, sum
gjørdist forleyparin til
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag. Ein av limum tess, Oli
á Kák — Udbø — talaði
íðin um arbeidararørsluna
og eggjaði
krevja sin
monnum at
sjálvsagda
rætt, løn fyri gjørt ar-
beiði.
Ta einu ferðina bar
hann upp á mál, at nú
skulu teir krevja meira í
løn, annars fóru teir ikki
til arbeiðis. Lenin var tá
16 oyru um tíman og krav
teirra skuldi vera 20 oyru
Tá teir so morgunin
eftir meta í handilshúsu-
num hjá arbeiðsgevara-
num og arbeiðsgevarin
kemur inn, stígur Óli fram
og sigur, at teir eru samd-
ir um, at teir vildu hava 20
oyru um tíman í len, ann-
ars fóru teir ikki til arbeið-
is.
Óli fekk tað svar, at
hann skuldi bara fara
heim, vildi hann ikki ar-
beiða fyri lønina — og Oli
fór. Tá arbeiðsgevarin so
spyr hinar, um teir ikki
vildu fara til arbeiðis, fóru
allir til arbeiðis fyri somu
16 oyru um tíman.
Soleiðis endaði hin fyrs-
ta atsóknin hjá arbeiðs-
monnunum í Havn fyri at
fáa 20 oyru um tíman.
Men Óli kom á svartalist-
an og var ikki biðin aftur
til arbeiðis hjá tí handils-
húsinum.
Ikki fyrr enn arbeiðs-
mannafelagið var stovnað
í 1916 við Jóan Peturi
Davidsen, og Kristini í
Geil, á odda, kendu for-
sprákararnir fyri arbeið-
ararersluni — tá slapp
eisini Óli aftur til arbeiðis
— og lenin var nú 25 oyru
um tíman.
Vit, sum í dag liva, eiga
at hugsa og kaga eitt lítið
sindur aftur í seguna, tað
er skylda okkara. Vit
kennast tå við henda Ola,
úrmælingin, kenna við
okkum sjálvum, hvussu
tað mundi vera at vera Oli
Udbe, hann sum mátti
taka tøkini, bera byrðina
einsamallur, ikki bert fyri
egnu sakir, men fyri teirri
hugsjón, teimum hábornu
tankunum og tí, sum hon-
um tykist vera rætt, tí tað
var honum sjálvsagt ó-
gjørligt at dvína. Jú —
tað hann sjálvur — sum
Jeppe Aakjær kveður um
í vakra málbúnanum, sum
Kristian Matras hevur
givið okkum:
Tað er hann sjálvur Janus
— sum av tí naknu neyð
við hamri lýtur skapa
úr herðum gróti breyð.
Men vit skilja so sanni-
liga eisini hinar, allar teir,
sum fóru til arbeiðis, hesir
ábyrgdarkendu yvir fyri
sínum, fyri konu, børnum,
fyri heimi sínum, teirra
byrða var heldur ikki løtt,
hesir, sum uppaldir vóru í
teirri korgu húskallatíðini.
Men henda segan, hesin
beiski veruleikin hjá teim-
um, sum veruliga løgdu
lunnar undir hetta samfel-
agið, undir henda býin,
teimum hava vit fyri at
takka, at vit hóast alt
standa á tí steði, vit í dag
eiga; teimum kunnu vit
takka fyri, at so trygt
liggur okkum undir fót-
um. Tær fáu einsamellu
reddirnar, sum tá skarð-
aðu framúr, brutu seg
burturúr naggatódnini,
kúgaða lyndinum, tað eru
teir menn, sum vit ongan-
tið eiga ella hava rætt til
at gloyma, hesir avreks-
kappar í gerandislivinum,
hesir sum brutu upp um
ermar, ruddaðu slóð,
slættaðu getur, ja, sum úr
herðum gróti skaptu
breyt, hesir, sum grund-
stuðlarnir vóru undir fer-
oysku arbeidararørsluni.
Samvinna má til
Hesi andsmennini úr ger-
andisdegnum, sum veru-
liga skiltu, hvar ið á leik-
aði, hvat ið á leikaði. Hes-
ir vistu, at spjaðingar-
lyndið var tað, sum mátti
og sum skuldi traðkast
undir fót. Samvinnan,
steðufastleikin, solidari-
teturin vóru eginleikar,
sum máttu til, um nakað
sum helst skuldi fremjast
fyri ta fjøld, sum hevur
sínar beru hendur á at líta,
einki meira.
Í dag hoyra vit væl eis-
ini, sum tá, tær túsund
reddir kveða, ja í ymsar
ættir og úr ymsum ættum
eisini, og nógvar av hes-
um tala so yvirbevisandi
og tilforlátuliga, taka
minsann synd i ti minna
manninum, fortelja hon-
um mangt og hvat, sum
fyriferst i samfelagnum —
og sumt av hesum er so-
menn so rætt, so satt —
hesar røddir tala um tey,
sum sita i tryggum og ri-
viligum korum og væl-
standi, men væl at merkja
við ti fyri eygað at blaka
mold í eyguni á arbeiðara-
fjøldini, tí tá til stykkis
kemur er samhugurin við
fakfelagsrørsluna so sum
so.
Hesar sniðroyndir at
sáða misálit, sáða spjað-
ing og mistreysti til ar-
beidararørsluna og sam-
felagsskipanina, syndra
so líðandi samanhaldið,
fáa arbeiðsmannin at vera
misnegdan við sínar egnu,
við granna sín, næstan,
læraran, handilsmannin,
embætismannin o.s.fr.,
tað er sjálvsagt endamálið
— og eydnast hetta kyn-
iska spæl, ja, so er slottið
vunnið og so ber til aftur
at festa gularótina framm-
anfyri sum hjá ásninum,
sum viljaleyst skal halda
leiðina fram — og tá
syndringin er veruleiki,
ja, tá arbeiðsmaðurin er
gjørdur púra ófarligur, tá
alt í besta lagi er — ja, so
ónt er menniskjað, so ónd-
ur kann mannaskapning-
urin vera.
Arbeidarafjøldin må
halda saman, um hon skal
vinna fram á leið síni fyri
rættvisisstremban.
Okkara lóggávuting
hevur í dag til viðgerðar
mong týðandi mál fyri
okkum øll og eisini nøkur
serlig mál, sum arbeiðara-
rerslan setur hogt, metur
hogt.
Dagpeningatrygd undir
sjúku, barnsburði er ein
av stóru javnrættindar-
spurningunum í dag —
eina skattaskipan, soleið-
is, at vit gjalda skattin
samstundis, sum lenin
verður útgoldin, eina sam-
tíðarskatting, keldu-
skatting, má vera enda-
málið við lóggevingini.
Dagurin
tå hjørtuni tala
1. mai, hesin fylkingar-
dagurin hjá fakfelags-
rersluni allari, hann verð-
ur eisini skýrdur sum dag-
urin við teimum nógvu
reyðu tankahugflogunum.
Jú, hetta er dagurin, tá
hjørtuni tala, tá vit eisini
minnast slóðbrótararnar,
sum veruliga tóku tekini,
hetta er dagurin, tá vit
minnast avrekskapparnar
í gerandisdegnum, tá vit
eisini minnast hin djarva
Óla á Kák.
Við einari vælskipaðari
arbeiðararerslu eru vit
fullvissir í, at vit fáa eina
samfelagsskipan, sum
best kann tryggja íbúgv-
um landsins eina tilveru,
har tað ikki skal vera
Spurningurin um at øv-
unda okkara medmenn-
iskjum meira og minni.
Øll skulu vit vera í hes-
um samfelag, men øll sku-
lu vit eisini hava atsteður
til tey virðis, sum vit øll í
felag skapa.
Tann fyrsti skrivarin í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag talaði sek arbeiðaranna
longu hinumegin hetta
aldarskiftið. — Á einum
fundi í Mannafelsdali bar
hesin djarvi Kristin í Geil
fram eina av yrkingum
sínum — og sigur hann í
einum av erindunum so-
leiðis:
Heilaga rættferð og frælsi
á jørd
send yvir hav tínar log-
andi brandar,
ikki sum áður við drep-
andi sverð,
men við kunskaps og kær-
leikans andar.
Lýsið títt virki
í skúla og kirkju,
tá birtist ljósari tíð yvir
land.
Herrópið um landa-
merkini, okið, sum Óli
Udbe sjálvkravdur legði á
seg, skulu vit bera víðari;
áminningin er hin sama,
arbeiðarar í ellum londum,
fylkist. Hetta er ikki ein
tóm kravgonga, men
hin neyðuga áminningin
um steðugt at standa
saman, forða kilasetarum,
sum vilja spjaða arbeið-
ararersluna, varða vit ikki
okkum fyri hesum úlvum í
lambsskinnum, kann tað
koma dýrt at standa.
Og hetta má ikki henda.
Feroysku arbeiðara-
rersluni ynski eg góðan
byr framyvir við kveðu
arbeiðara um allan heim
til allar viljandi kreftir.
Viljin til at byggja land
og tryggja livskorini fyri
hetta samfelagið. vit meta
sum eitt stersta virði fyri
lívi okkara, hann verður
best vardur við eini soli-
dariskari arbeidarafjøld, ti
eitt er vist, halda vit sam-
an, kunnu vit eisini kvøda
vid Kristini i Geil:
Heilaga rættferd og
frælsi å jørd
send yvir hav tinar log-
andi brandar
ikki sum ådur vid drep-
andi sverð,
men við kunskaps og
kærleikans andar.
Lýsið títt virki,
í skúla og kirkju,
tá birtist ljósari tíð yvir
land.
Ja, tá birtist ljósari tíð
yvir land.
Få
Fr
UTN
a