hósdagur 11. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 11. juli 2002
13
Tað ber ikki til at
rógva teir túsund
metrarnar fyrrenn
tað er hálvfløtt, og tað
verður tað ikki
leygardagin fyrrenn
klokkan fimm
VESTANSTEVNU
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Kappróðurin
á
vestan-
stevnu í Miðvági nú leyg-
ardagin verður ikki klokkan
trý seinnapartin, soleiðis
sum hann annars hevur
verið á øllum hinum stevn-
unum í summar. Í staðin
verður kappróðurin klokk-
an fimm seinnapartin. Tað
varð greitt fyrr í hesi
vikuni. Róðrarfeløgini hava
fingið boð um hetta, og vit
hava skilt tað soleiðis, at
ferðin hjá Smyrli vestur í
Vágar og aftur til Havnar
og Suðuroyar er løgd eftir –
sammett við hinar stevn-
urnar – óvanligu róðrar-
tíðini.
At kappróðurin leygar-
dagin er útsettur til klokkan
fimm kemst av umstøð-
unum at rógva. Í Miðvági
verður bara róð á túsund
metrum. Málið er frá
grótkastinum og inn ímóti
sandinum. At siga, at tað
verður
róð
inn
ímóti
sandinum, er kanska ikki
heilt rætt. Endamálið er so
at siga á sandinum, ella tað
er so mikið tætt landið, at
tað ber ikki til altíð at rógva
alt málið.
– Tað er einki nýtt í tí, at
tað er neyðugt at laga
startin í kappróðrinum í
Miðvági
eftir
sjóvar-
fallinum. Soleiðis hevur tað
verið hvørja ferð, síðani
grótkastið kom, og málið í
Miðvági varð broytt, so tað
bara verður róð á eitt
túsund metrum og harvið
innanfyri grótkastið.
Tað sigur Hannis Joen-
sen, formaður í Róðrar-
sambandinum. Hann leggur
afturat, at tað ber ikki til at
starta róðurin, fyrrenn tað
er hálvfløtt. Tað verður tað
klokkan 17. Tá gongur tað
akkurát at rógva, men tá
broytast
umstøðurnar
rættuliga skjótt. Full flóð
verður klokkan 19. Harð-
asti streymur í hesum um-
farinum er nú fríggjadagin.
Sambært formannin í
Róðrarsambandinum hevur
verið tosað í Miðvági um,
at fyrsta startskotið skuldi
latast av klokkan 16.30.
Men tað mæltu teir lokal-
kendu og royndu miðving-
arnir frá. Teir mettu ikki, at
tað fór at bera til at rógva á
innasta partinum av róð-
rarteininum, tá tað ikki var
meiri fløtt, enn tað fer at
vera
klokkan
hálvgum
fimm leygardagin.
Formaðurin í Róðrarsam-
bandinum óttast ikki fyri, at
tað fer at hava við sær, at
tað fer at draga langt út á
kvøldið, áðrenn 10–manna-
førini sleppa framat, sjálvt
um fyrsti róðurin ikki
verður fyrrenn klokkan
fimm:
– Fyri fýra árum síðani
var FM kappróður í Mið-
vági. Ta ferðina settu teir
met har vesturi. Ongantíð
áður ella síðani hevur tað
gingið so skjótt at avgreiða
allar róðrarnar, sum tað
gjørdi ta ferðina. Tá vóru
tað ein tími og seks
minuttir frá tí, at startskotið
ljóðaði fyri fyrsta róðrinum
og inntil 10–mannaførini
vóru liðug at rógva. Alt
valdast sjálvandi um veðr-
ið. Men við royndunum frá
seinastu
kappingini
í
Miðvági í huga og við tí í
huga, at tað higartil í ár
hevur gingið skjótari og
betri at skipa fyri, enn tað
áður hevur gjørt, so er
eingin orsøk at rokna við
øðrum, enn at kappróðurin
í Miðvági verður liðugur
áðrenn útvarpstíð klokkan
18.30, heldur Hannis Joen-
sen.
53 bátsmanningar hava
boðað frá luttøku í
næstsíðsta FM
róðrinum, sum verður í
Miðvági leygardagin
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Áhugin fyri at taka lut í
kappróðrinum er framvegis
stórur, sjálvt um nógv
bendir á, at fleiri kappingar
um FM heitið so at siga eru
avgjørdar.
At áhugin er stórur, sæst
á
tilmeldingini
til
vestanstevnu róðurin, sum
verður
í
Miðvági
leygardagin. 53 manningar
hava boðað frá luttøku. Tað
er umleið sama luttøkutal,
sum hevur verið á hinum
stevnunum.
Fyri fyrstu ferð í ár er
Kollfirðingur við í kapp-
ingini
millum
6–-
mannaførini við monnum.
Kollfirðingur hevur ikki
verið
við
í
hinum
róðrunum. Tað hevur við
sær, at hann hevur ikki rætt
at
taka
lut
í
ólav-
søkuróðrinum. Reglurnar
siga, at fyri at hava rætt at
taka lut í ólavsøkuróðrinum
skal bátur frammanundan
hava luttikið í minsta lagið
í trimum kappingum.
Luttakararnir í
vestanstevnuróðrinu
m
5-mannafør dreingir
1. Junkarin
2. Drekin
3. Havfrúgvin
4. Blikur
5. Sílið
6. Fípan Fagra
7. Tjaldrið
8. Ørnin
6-mannafør kvinnur
1. Hvessingur
2. Snopprikkur
3. Gongurálvur
4. Riddarin
5. Jarnbardur
6. Páll Fangi 1G
7. Lómur 1G
8. Víkingur
5-mannafør gentur
1. Junkarin 1G
2. Dúgvan
3. Royndin Fríða
4. Frúgvin
5. Ørnin
6. Blikur
7. Fípan Fagra 1G
8. Sílið
9. Drekin
10. Havfrúgvin 1G
11. Tjaldrið
12. Tekla
13. Broddur
14. Firvaldur
6-mannafør menn
1. Riddarin
2. Víkingur
3. Snopprikkur
4. Sølmundur
5. Strálan
6. Gongurálvur
7. Smyril
8. Páll Fangi
9. Hvessingur
10. Jarnbardur 1G
11. Hósvíkingur
12. Kollfirðingur
8-mannafør
1. Ørvur
2. Nevið Reyða
3. Argjabáturin
4. Kvívíkingur
5. Knørrur
6. Húsavíkingur 1G
10-mannafør
1. Klaksvíkingur
2. Eysturoyingur
3. Vestmenningur
4. Havnarbáturin
5. Nólsoyingur
TÍÐINDASKRIV
Sum vanligt á summar-
stevnum verður skipað
fyri renning á Vestan-
stevnu, sum verður í
Miðvági nú leygardagin
6. juli.
Kappast
verpur
í
ymsum
bólkum
hjá
vaksnum og børnum.
Startur og mál er við fót-
bóltsvøllin.
Kappingin byrjar kl.
12.00, tá tey vaksni
renna 15 km. Runnið
verður
úr
Miðvági
vestur til flogvøllin og
aftur. Meðan tey vaksnu
renna
hendan
langa
teinin, fara børnini at
renna. Fyrst renna børn
sum eru fødd 1995 ella
seinni, tey renna 450 m.
So renna børn sum eru
fødd 1992-1994, tey
renna eisini 450 m. So
renna børn sum eru fødd
1989-1991, tey renna
900 m. Síst renna tey
sum eru fødd 1985-
1988, tey renna eisini
900 m.
Nummar 1,2 og 3 í
øllum bólkum hjá gent-
um og dreingjum fáa
heiðursmerki.
Tey, ið ætla sær at
luttaka, skulu melda seg
til við fótboltsvøllin frá
kl. 11.30. Øll eru væl-
komin.
Kollfirðingar
fyri fyrstu ferð
Renning
á Vestanstevnu
Nú landskappingin í
kvinnufótbólti er farin í
summarfrí, er bert ein
dystur eftir at leika.
Avgerð skal finnast, um
hvat fyri felag, skal
fylgja
Skála
upp
í
1.deild til endaumfarið.
Niðasta liðið í 1.deild og
nummar tvey í 2.deild
skulu leika um síðsta
sessin í bestu kvinnu-
deildini. Nummar tvey í
2. deild gjørdist AB og
tær skulu leika ímóti GÍ
í einum upp- og niður-
flytingardysti.
Dysturin ímillum AB
og GÍ er ásettur til
27.juli, og verður leiktur
á ovara vølli í Gundadali
kl. 16.00. Dómari verður
Georg Rasmussen úr
B36
phj
Upp-og niður-
flytingardystur
hjá 1. og 2. deild
kvinnum
Kappróðurin í Miðvági er útsettur
13
Nr. 130 • hósdagur • 11. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Høgi bakspælarin
verður komandi ár
at síggja í grønu
troyggjuni hjá
Kyndli
HONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Annika Thomsen, ið hev-
ur spælt øll ungdómsárini
við Neistanum, hevur valt
at skifta bláu troyggjuna
út við tí grønu hjá Kyndli.
Annika sigur við Sosial-
in, at hon hevði hug at
royna okkurt nýtt, og tí
valdi hon at skifta til
Kyndil. Hon leggur eisini
dent á, at tað er ikki tí
nakað galið í Neistanum,
men heldur tað, at hon
saknaði eina nýggja av-
bjóðing. Annars fortelur
Annika, at Kyndlakvinn-
ur hevur vant í tríggjar
vikur, og hon fallin væl
til í nýggja felagnum.
Umframt
Anniku
Thomsen, arbeiðir Kyndil
við at styrkja seg enn
meira til komandi kapp-
ingarár, men enn er onki
endaliga greitt. Kyndla-
kvinnur eru so smátt far-
nar undir at venja, tær
renna tvær ferðir um vik-
una og venja við bólti
tvær ferðir, men tað verð-
ur ikki fyrr enn í august,
at rættiliga verður lagt til
brots við venjingini.
1. kvinnulið hjá
Neistanum missir
fleiri týðandi spælar-
ar komandi kapping-
arár, og tí hevur fel-
agið roynt finna sær
styrk aðrastaðni
HONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Eftir, at tað gjørdist greitt at
1.kvinnulið hjá Neistanum
missir fleiri týðandi spæl-
arar komandi kappingarár,
hevur felagið verið úti um
seg eftir spælarum. Nú er
so greitt, at málverjin, Mar-
ita Hermansen og striku-
spælarin Christina Holm
verða at síggja í Neistanum
komandi ár.
Marita Hermansen kem-
ur heimaftur úr Kyndli, har
hon hevur spælt í nøkur ár.
Marita
spældi
ungdómsárini í Neistanum,
og hevur nú valt at venda
heimaftur
til
barn-
dómsfelagið. Málverjin var
ikki við teir flestu dystirnir
hjá Kyndli í fjør, men í ár
ætlar hon at gera meir við
hondbóltin.
Sterki
strikuspælarin,
Christina Holm, kemur úr
VB, og skal ivaleyst loysa
ársins spælara í fjør, Gunn-
leyg Berg, av. Christina var
so
óheppin
at
slíta
hælsinuna í fjør, og tí er
hon í løtuni til upp-
venjingar. Úr Neistanum
siga tey, at uppvenjingin
gongur væl, og væntast
kann, at Christina byrjar at
venja saman við hinum
Neistakvinnunum seinast í
august mánað. Umframt
Christinu og Maritu, so
hevur verið greitt í eina tíð,
at Jórun Ludvig eisini fer at
spæla fyri Neistan komandi
kappingarár.
Aftrat Gunnleyg Berg, so
missir Neistin eisini, Katr-
ina á Neystabø, Biritu
Wardum og Anniku Thom-
sen komandi kappingarár.
Úr Neistanum verður sagt,
at tá felagið missir so
týðandi leikarar, er felagið
noytt
at
finna
styrk
aðrastaðni.
1. kvinnulið hjá Neista-
num fer undir fyrireikingar-
nar til komandi kappingarár
fyrst í august mánað.
Orsakað av lands-
dystum í januar mán-
að, byrjar hondbólts-
kappingin tvey viku-
skiftið, áðrenn hon
plagar
HONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Nú hondbóltskappingin hjá
teimum fremstu deildunum
er løgd, er tað greitt, at
hondbólturin og fótbólturin
koma at stoyta saman.
Landskappingin í fótbólti
er sett til at enda leygardag-
in 5 oktober, og sambært
kappingarnevndini í HSF,
verður fyrsta umfarðið í
h o n d b ó l t s k a p p i n g i n i
sunnudagin 29 september.
Undanfarin ár er lands-
kappingin í hondbólti byrj-
að vikuskiftið eftir, at fót-
bólturin er endaður, men í
ár hevur hondbóltssam-
bandið verið noytt at broyta
hetta.
Landsliðið í eldin
Atvoldin til broytingina er,
at manslandliðið í hond-
bólti skal spæla EM-undan-
kapping í januar mánáð. Í
januar mánað verður so
steðgur í landskappingini
hjá 1. deild monnum í
tríggjar vikur. Fyrivarnið er
eisini tikið fyri landsliðs-
venjingunum í heyst, har
dagarnir 20. oktober og 24
november er lagdir av til
landsliðsvenjing. Steðgurin
í januar mánað rakar ikki
kvinnuhondbóltin, og 20.
oktober og 24 november
verða eisini dystir leiktir í
kvinnudeildini.
Strandingar
serliga raktir
Seinnu árini er talið av
spælarum, sum bæði íðka
hondbólt og fótbólt á
hægsta stigi, alsamt mink-
andi. Krøvini til báðar
ítróttargreinirnar eru vorðin
so stór, at tað nærmast er
ómøguligt at luttaka á
hægsta stigi í báðum
ítróttagreinum. Hetta hevur
so eisini viðført, at leikarar
hava valt tí einu ítróttar-
greinina frammum.
Eftir, at Skála flutti upp í
bestu fótbóltsdeildina, hava
fleiri av leikararnum úr
STÍF verið at sæð á besta
liðnum. Nevnast kunnu,
Bent Djurhuus, Alexander
Johansen, Leivur Justinus-
sen, Marius Joensen og
Sveinur Justinussen, ið allir
koma at vera í eini tvístøðu,
tá kappingarárið í hond-
bólti byrjar aftur. Vísir tað
seg, tá hondbólturin byrjar,
at skálamenn longu eru
fluttir niður í aðru deild, so
kann væl hugsast, at teir
taka hondbóltin frammum.
Undir øllum umstøðum
kunnu spælararnir á besta
liðnum hjá Skála ikki bæði
klára fyrireikingarnar til
hondbóltskappingina, og
fáa endaspurtin á fótbólts-
kappingini við, so líkt er til,
at spælararnir á Skála
mugu velja ímillum fót-
bóltin ella hondbóltin.
Marita Hermansen og Christina Holm til Neistan
Annika Thomsen
skal spæla við Kyndli
Annika Thomsen fer
komandi ár at spæla við
Kyndli
Mynd: Savnsmynd
Hondbólturin
og fótbólturin stoyta saman
Nú landskappingarnar í hondbólti og fótbólti renna saman, er líkt til, at Marius Joensen verður
noyddur at velja ímillum hondbóltin ella fótbóltin.
Komandi kappingarár verða Christina Holm
og Jórun Ludvig liðfelagir í Neistanum.
Mynd: Savnsmynd
Skrá yvir tvey tey fyrstu umførðini
í bestu kvinnu- og mansdeildini
Dagur
Dato
kl.
Heima
Úti
Høll
Deild
sun
29.sep
14.30
Neistin
Kyndil
H
1. kv
sun
29.sep
16.00
Neistin
Kyndil
H
1. m
sun
29.sep
16.00
H 71
KÍF
Hoy
1. m
sun
29.sep
15.00
VB
Stjørnan
V
1. kv
sun
29.sep
14.30
VÍF
Tjaldur
Ve
1. kv
sun
29.sep
16.00
VÍF
Tjaldur
Ve
1. m
sun
06.okt
14.30
Kyndil
STÍF
H
1. kv
sun
06.okt
16.00
Kyndil
STÍF
H
1. m
sun
06.okt
16.00
KÍF
Neistin
Hoy
1. m
sun
06.okt
15.00
Stjørnan
Neistin
K
1. kv
sun
06.okt
14.30
Tjaldur
VB
R
1. kv
sun
06.okt
16.00
Tjaldur
H 71
R
1. m
C
M
Y
K
12