Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 24. juni 1978 sosialurin nm Pisurgðan 1978: Síða 3 | Vit eiga at livga skúlan Góðu pisur, bæði tit stud- entar og tit úr HF-deild- ini. Góðu áhoyrarar. Endamálið við øllum lærdómi er at skilja, skilja umverðina, skilja heimin, og fyrst og fremst skilja samfelagið, økja um sína vitan um tær kreftir, sum bylgjast í samfelagnum og skilja sín egna leikpart í stríðnum millum hesar kreftir. Tað er tí kanska ikki av leið her at siga eitt sindur um eitt mynstur, sum tey flestu av tykkum enn kanska bara hóma, men sum seinni, tá tann lærdómur, tit nú hava nomið, hevur fingið sítt neyðuga uppískoyti úr lívsins skúla, fer at gerast týðiligari og greiðari at taka stæðu til. Men lat meg fyrst, áðr- enn nakað annað verður sagt, ynskja tykkum hjar- taliga tillukku við próv- num, og minna á, at tit ikki hava rokkið hetta málið av ongum, at aftan- fyri liggur tað arbeiði og tann hugur, tit hava víst í skúlanum. Samstundis eiga vit ikki at gloyma, at tá tit nú eru gyrd soleiðis, at tit kunnu búgvast til ferðar út í lívið og samfel- agið, so er takkað veri teimum tøk- um, tit hava tikið, men sanniliga eisini takkað veri ti arbeiði og nærlagni, sum tykkara lærerar hava víst. Tað er soleiðis við lærdómi, at hann ofta hevur leingi um at búnast, at tað mangan gongur drúgv tíð, áðrenn tú skil- ur, hvussu hentur tann lærdómur er, ið tú sum ungur hevur nomið. Líka- sum eg sjálvur nú mangan við takksemi hugsi um tað, sum var sátt fyri 15 — 20—25 árum síðani, og minnist tey, sum sátt hava, soleiðis fara tit óiv- að um 15 ár betri at skilja virðið og gagnið í tí, sum hesi árini er lagt niður í tykkum. Mugu steðga á og lurta Hyggja vit okkum um, er lítil ivi um, at okkara fólk í dag upplivir teir bestu dagar, tað nakran- tíð hevur havt. Vit, sum liva her í landinum, taka stødu til hesa tíðina alt eftir muru og sinnalag. Nekur dusa sær í yvirflóð- ini. Onnur liva, sum tey alti hava gjert. Hjá upp- aftur eðrum ger ein ivi seg galdandi, ein illgruni um, at hesin framburðurin ikki kann vera altið, ein kensla av, at vit trina dansin á ..eipum gólvi, sum ein dag-. in knappliga verður rykt undan okkum. Tað er ikki skeivt at vera fyrivarin og longu nú at royna at lofta eini fram- ti3, sum vit gruna ikki verður so ljós sum tann tíð, vit nú uppliva. Men tað er ógviliga umráðandi, at tær metingar, vit gera av framtíðini, og tey til- tek, vit fara undir fyri at lofta henni, eru rett. Og tá ið menn longu nú eru farn- ir at peika á orsekir til eitt hóttafall, sum enn ikki er komið, so mugu vit steðga á og lurta. Og tá ið tað í hesum degum hart og týðiliga verður sagt, at skuldi okkara land farið á glið, so er orsekin at finna í eini fyrimyndarligari sjúkrarekt, eini dyggari sosialari trygdarskipan og eini skúlaskipan við til- boðum til øll, eisini til tey, sum fyrr ikki hevdu ráð at ganga í skúla, ella stutt sagt, tá ið vit fáa at vita, at skuldi tað gingið tann skeiva vegin her heima, so eru tað tey sjúku, tey gomlu og tey alment lentu, sum hava skyldina, so er hesin pástandur so álvarsamur, at vit noyð- ast at dvelja á, hugsa okkum um og taka stoðu til hann. Hava valt eina vælferð uttan innihald Kanna vit gjøllari ta vælferðina, sum eftir fá- um árum er floymd inn yvir okkum, so síggja vit, at hon hjá nekrum gongur langt út um tey materiellu krev, sum eitt menniskja eigur at seta til tilveruna. Meðan húsaneyð er í Havn, livir ein partur av fólkinum í húsum, sum eftir sakligum metingum eru 2 ferðir sterri, enn neyðugt er. Uppaftur betri sæst hetta, um vit hugsa um bilinnflutningin í Feroyum. Ganga vit igjøgnum tann nýggja handilsmiðdepilin í Havn, standa borgirnar hjá bil- innflytarunum sum temp- ul og tekin um tað, vit dyrka. Og hvat er tað? Tað eru kunstigir, óneyð- ugir lutir. Tað er tað tóma stakkalastásið úr for- brúkssamfelagnum. Tey veldugu handilshúsini. í útlondunum egna við teir- ra eitraðu beitum, og so sprakla vit viljaleys á onglunum. Vit hava valt eina vælferð uttan inni- hald. Orðið, sum fyrst kemur einum í huga, er oyðsl. Vit oyðsla milliónir og aftur milliónir burtur „Ítillutir, vitikki hava brúk fyri. Hugsa vit um tær milliónir, sum soleiðis verða oyðslaðar burtur til púra óneyðugar, beinleiðis skaðiligar lutir, leggja vit aftrat teimum tær milli- ónir, sum millumhandlar- ar vinna við at selja hesar skaðiligu lutir, og gloyma vit ikki allar tær milliónir- nar, sum fólk við háinn- tekum, m.a. eisini nógvir av hesum somu millum- handlarum, sleppa undan at gjalda í skatti, verður úrslitið eitt undarligt roknistykki: teir pengar, sum fara til eina sosiala trygdarskipan, sum fara til at tryggja lívið hjá teimum, sum hava bygt hetta landið, eru bara ein pinkulítil partur av teim- um milliónum, sum so- leiðis verða oyðslaðar burtur og enda í lummu- num hjá privatum millum- handlarum ella hjá teim- um risastóru fyritøkunum í stórbýunum í Europa og Japan. Mynstrið skuldi sostatt verið greitt. Einki sam- felag er nakrantið gingið til grundar, tí tað hevur veitt sínum borgarum eina trygga tilveru, líka so lítið sum nakað. skip.er sokkið, ti tað hevur ein sterkan skrokk. Skulu vit spara, so skulu vit ikki leggja fyri við at beina fyri teim- um tiltøkum, sum bera okkara samfelag uppi, heldur skulu vit seta kniv- in á tað tóma eygnariv sum kostar í ólukkumáta — bæði mannaliv og pengar — og harnæst syrgja fyri, at ikki bara nakrir, men allir landsins borgarar gera sína skyldu sum skattgjaldarar. At mæla til at slaka í sosial- ari trygd er vitleyst og á- byrgdarleyst, ikki minst um vit hugsa okkum, at ringar tíðir standa fyri durum. Hugsa vit okkum, at eini hús eru í bruna- vanda, so leggja vit ikki fyri við at beina fyri teim- um stigum, togum og trygdarnetum, sum neyð- ug eru, um eldur skuldi komið í. Atsókn á skúlan sum upplýsingar- stovn Eftir at hava nomið við hetta undarliga fyribrigd- ið, at ávísar kreftir vilja ti sosiak virSismikla, sum er + sina skapt her å landi tey sein- astu årini, til livs, sam- stundis sum tær vilja um sonnu oyðslarunum sleppa vit ikki undan at siga eitt sindur um teir køldu vindar, sum nu eru farnir at blåsa um okkara skúla. Ti eitt er greitt. Tá vit í bleðunum síggja les- rabrev, prinsipiellar greinir ella oddagreinir, har lagt verður á einstakar lærarar ella bólkar av lær- arum, so eru hetta í roynd og veru ikki álop á hesi fólk, nei, hetta skal skilj- ast í einum víðari saman- hangi, hetta er ein atsókn, sum ávísar politiskar kreftir her á landi gera á sjálvan skúlan sum upp- lýsingarstovn. Leita vit eftir orsekini til hesa at- sókn, so er hon ikki ring at finna. Orsekin er fyrst og fremst tann, at skúlin, sum árini eru liðin, er de- mokratiseraður meira og meira, soleiðis, at hann nú eisini er til gagns fyri tey, sum fyrr ikki hevdu ráð og umstæður til at senda síni børn í skúla. Tað er greitt at arbeiðsmanna- og fiski mannabern fara at brúka ia hondina yvir tem itan ikki bara til at Fer set halda fast um tað, sum vunnið er av sosialum og menniskjansligum fram- stigum í samfelagnum, men eisini til at gera sam- felagið uppaftur rættvis- ari. Hetta er illa dámt av ávísum politiskum kreft- um, og hetta er tað, sum býr undir ti bylgjuni ímóti upplýsing og skúla, sum herjar um allan vestur- heimin, og sum hesar somu kreftir hava reist her heima tað seinasta árið Loypið á múrin millum tey lærdu og hini, sum ikki hava havt ráð og umsteður at læra Eitt týðandi endamál hjá einum skúla er at læra sinar næmingar at hugsa sjálvar, læra teir at seta spurnartekin við og sálda tað tankatilfar, sum verð- ur boðið teimum av polit ikarum, rithevundum, blaðmonnum og útvarps- monnum. Hjá demagog- um, sum eru á ferð í 6- dámiigum erindum, er ein Silkur Skuli ein vandi ir noyðast ti at orsek til atsól girnlannim SKU ul. Hinvoaæinm hor 111095VO08-: DET til at siga, at tå demagog arnir geva ilt frå sær. so kunnu lærarnir breiða verið á heilt skeivari leið Eitt annað er so, at kreftir vilja skaða skúlanum, mangan brúka snildir, sum tað er ringt at verja seg imóti, og eitt nu royna at blása liv í ta mót- steðu ímóti skúlanum, sum einaferð var í Feroy- um, og sum enn kanska anir millum teirra, sum sjálv hava verið við skerd- an lut, hvat ið útbúgving viðvíkir. Her er bert eitt at siga við tey fáu — tí tey mugu vera fá — sum lurta eftir slíkum: Lurtið ikki eftir demagogunum. Um tit vilja gera nakað, so loypið ikki á tey, sum hava lærdóm, men á múr- in, sum skilir ímillum tey við lærdómi og tey, sum ikki hava havt ráð og um- stødur at útvega sær lær- dóm. Tað, sum umræður, er at demokratisera skúl- an uppaftur meira, og tær VI sum geva ellum, fyrst og fremst teimum ungu, so nógv útbúgvingartilboð., sum gjerligt er. Um tann politiska flokk, sum íbirtir hatur imóti skúlalærarum i Føroyum, er bara eitt at