leygardagur 24. juni 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
54 tons av
trolfiski
til Skopunar
Triggir trolbåtar av-
reiddu i Skopun måna-
dagin, Hviggjarfossur
31.000 pund, Dalbúgv-
in 42.000 og Skarð-
hamar 35.000 pund.
Teir royna eystanfyri
og tað er góður fiskur,
teir avreiða, fyri tað
mesta millumfiskur.
Nógv tunga er uppi í,
verður upplýst.
Ein línubátur,
Harðaberg, kom av
Bankanum við 10.000
pundum fyrst í vikuni,
tað var stórur toskur.
Maskinbátarnir fáa
lítið og onki hesa tíð-
ina, frætta vit úr Skop-
un.
119 tons
í vikuni
Snarfrost hevur í hesi
vikuni fingið 119 tons
av fiski frá fýra trol-
bátum. Mánadagin
landaði Aldubáran 11
tons av landleiðini,
týsdagin kom Mars við
45,5 tonsum, mikudag-
in Heldarstindur við
32,5 og Breiðanes land-
aði 30 tons hósdagin.
Bátarnir, sum royna
uttanfyri 12 fjórðingar,
eru í meðal úti í 8
dagar. Tað er mest
toskur, teir fáa.
Snarfrost avskipadi
60 tons av upsaflaki i
vikuni við Frost Askild
til Tyskland.
Higartil i år eru
3.100 tons av råfiski
komin uppá land i Mið-
vági. Hetta er væl
meira enn i fjør, tá talið
um hesa tíðina var
2.400.
savnið á triðju
Tilbage til
Glemselen
Konsertirnar við Ritu
Engebretsen og Helge
Borglund, sum skuldu
vera í Læraraskúla-
hellini í dag og í morg-
in, eru avlýstar. Undir-
tøkan var ov lítil, sigur
Tey, sum hava keypt
atgongumerki, fáa tær
40 kr. aftur.
Framsýning
av barna- og
ungdómsbókum
Býarbókasavnið ætlar
nú í summar at hava
eina framsýning av
barna- og ungdóms-
bókum undir heitinum
»Barna- og ungdóms-
bøkur, sum foreldur
eisini kunnu lesa«.
Framsýningin verð-
ur skipað soleiðis, at
bekurnar kunnu lánast
heim við og verður eitt
breitt úrval av teimum
nýggjastu og nógv um-
talaðu barna- og ung-
dómsbókunum lagt
fram.
Á barnabókasavni-
num verða nakrar
filmssýningar í summ-
ar fyri sterri bern, eldri
enn 11 ár. Nærri um
hetta verður lýst í út-
varpinum. Byýarbóka-
savnið ger vart við, at
avbygdafólk altid eru
vælkomin at vitja í
summar og aðrar tíðir.
Tað ber eisini til at
venda sær til savnið
við at 'ringja, tlf.
136 26.
Býarbókasavnið er á
Niels Finsensgetu 7,
stutt frá Káta horni-
num.
Býarbókasavnið er á aðru hædd og barnabóka-
sosialurin
kring oyggjarnar Meinigheitshúsið
kann fáa oøkið við
Telegrafstødina
Landsstýrið hevur boðið
stýrinum fyri meinigheits-
ekið kring ta gomlu tele-
grafsteðina at byggja nýtt
meinigheitshús á. Aftur-
fyri skal Telefonverkið so
fáa Sloans og Heinesens
hús við Tinghúsvegin til
ta nýggju lokalsteðina,
sum skal byggjast í Havn.
Seinnapartin týsdagin
var ein fundur millum
landsstýrið og stýrið fyri
meinigheitshúsið um eitt
tílíkt makaskifti, og semja
er millum partarnar at
arbeiða víðari við hesi
loysn, sigur Finnbogi I-
saksen, landsstýrismaður
í telefonmålum.
Stødan í Havn
høvudsorsøkin
Hann sigur, at tað er
hverjum manni kunnugt,
at telefonin ikki virkar
nóg væl.
— Orsøkirnar eru fleiri,
men tað kemst tó ikki utt-
anum, at hevuðsorsekin
er staðin i Havn, sum ikki
er fer fyri at taka allan
trafikkin nú, tá alt landið
hevur fingið automattele-
fon.
Hetta ferir við sær, at
tað er torført at fáa tóna
ella — tá tóni fæst — at
fáa samband við annan
felaga. Allir aðrir tverleik-
ar t.d. at ein fær annan
felaga enn tann, ið ringt
verður til, eru vanlig tekn-
isk brek, sum kunnu rætt-
ast. Í slíkum førum eigur
Telefonverkið altið at fáa
boð, sigur Finnbogi Isak-
sen.
Hann sigur, at Telefon-
verkið hevur tikið stig til
at minka um talið á hesum
vanligu brekum, ið m.a.
kunnu standast av dusti,
sum kemur at tólunum.
— Í Havn er talið á
Kønir menn
meta um
telefonina
Landsstýrið fer at
venda sær til konar menn í
grannalondunum og heita
á teir um at gera eina met-
ing av ti útbygging, ið
Telefonverkið hevur framt
og ætlar og fremja.
Hetta sigur Finnbogi
Isaksen, landsstýrismað-
ur í telefonmálum.
— Undir blaðskriving
um telefonmálið hava flei-
ri fert fram, at teir ivast í,
um útbyggingin er nóg
góð. Landsstýrið heldur
alt tala fyri, at orsekin til
tverleikarnar er at finna í
spurninginum um steðina
í Havn, sigur Finnbogi
Isaksen.
Men fyri at ongin mis-
skiljing skal vera, fer
landsstýrið at heita á kon-
ar útlendingar um at gera
eina meting av telefonút-
byggingini.
TILBOÐ
ynskist uppá útgrevstur, planering,
leggjan av rørum, uppstoyping og
smíðing av húsi.
Carl C. Johansen
TIf. 12227 — 13138
Nr. 48 — 24. juni 1978
teknikkarum, ið hava ta
dagligu rektina av teim-
um automatisku tólunum
um hendi, ekt úr einum
upp í tríggjar. Somuleiðis
eru meira nýmótans ven-
tilatiónstól biløgd og
verða sett upp í heyst,
sigur Finnbogi Isaksen.
Hann upplýsir eisini, at
tól eru sett upp á Tveroyri
og í Havn, sum mála,
hvussu automattelefonin
virkar, og somu tól verða
eisini sett upp í Eystur-
oynni og í Klaksvík.
Ongin bati
fyrr enn um
trý ár?
Sjálvt um hesar samráð-
ingarnar, sum nú eru, fera
til eitt úrslit, og Telefon-
verkið fær ekið yvirav
verandi bygningi við
Tinghúsvegin til at
byggja nýggja stød á, fer
at ganga drúgv tid, áðr-
enn rættlag kemur á tele-
fonviðurskiftini.
Í samreðu við Sosialin í
januar mánaða segði Sól-
bjern Jacobsen, stjóri á
Telefonverkinum m.a.:
— Frá tí løtu, Telefon-
verkið hevur ognað sær
grundøki, ganga í minsta
lagi trý ár at byggja hús
og seta automatsteðina
upp.
Tólini til nýggju lokal-
stødina i Havn eru keypt.
Tey liggja å goymslu Te-
lefonverksins vesturi i
Vågum.
Finnbogi Isaksen, landsstyrismadur i telefonmålum:
— Tad er hvørjum manni kunnugt, at telefonin ikki
virkar nóg væl
Kunngerð
Tey, ið uttan skrivligt loyvi býráðsins hava
ross og kríatúr gangandi á ogn kommununar,
verða biðin um at taka hesi burtur beinan
vegin.
Somuleidis tey, ið innstika traðir ella ognir
kommununar, verða biðin um at taka stikið
burtur beinan vegin.
TORSHAVNAR BYRÅD
byrådsformadurin