Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 24. juni 1978 sosialurin Fiskaloysi hjá sørvingum Síða 5 kring oyggjarnar , , — flakavirkið tridingin minni ráeumi i år Fiskiskapurin hjå båtu- num úr Sørvågi hevur verið stak vánaligur i summar. Linubåtarnir ko- ma uppi 50 pund uppå stampin og teir, sum royna við snellu, fáa í mesta lagi 200 pund. Í fjør t.d. lógu teir um 2000 pund uppá snelluna og 300 pund uppá stampin. Flakavirkið í Servági hevur higartil í ár fingið 400 tons av ráevni og er tað bert triðingurin av tí, sum kom upp á land fyrra hálvárið í fjør. Teir siga har vesturi, at tá eysturættin liggur leingi um várið, so verður fiskaloysi um summarið. Danskir trolbátar avreiða í Sørvågi Tveir danskir trolbátar, Jette Nyborg og Inge Ny- borg, sum hava fingið loyvi frá landsstýrinum til at trola á føroysku land- leidini, hava avreitt i Sør- vågi av fyrsta túrinum. Annar hevði 20.000 pund og hin 4.000. Teir royna vestanfyri Mykines. Jette og Inge Nyborg eru 54 tons til steddar og báðir bátarnir eru úr Es- bjerg, men teir hava før- oyskar skiparar og ein partur av manningini eru føroyingar. Flakavirkið hjá P/f N. Niclasen — 1200 tons í fjør, 400 i år Jens Otto Krag farin Fyrrverandi danski for- sætisrådharrin Jens Otto Krag doydi seinrapartin hósdagin 63 ára gamal. Krag kom longu í 1947 í stjórnina — tá sum hand- ilsmálaráðharri, men hevði tá í fleiri ár verið hollur stuðul hjá m.a. Hedtoft og H. C. Hansen. Hann gjerdist tidliga kendur fyri sítt arbeiði fyri einum sameindum Europa, og var tað stórur dagur hjá honum tá Dan- mark við honum sum for- sætisráðharra í 1972 fór upp í Europeiska Felags- skapin. Í útvarpinum hóskveld- ið hevði legmaður minn- ingarorð um J. O. Krag, har hann m.a. segði, at fyri Feroyar kendist hetta sum at hava mist ein holl- an vin. Krag dugdi betur enn flestu at seta seg inn í okkara viðurskifti, segði løgmadur og nevndi jått- anina til utbyggingina og nútímansgerina av lands- sjúkrahúsinum, bygging av statshospitali, nýggja lóggávu um fólka- og av- lamispensión og almenna forsorg v.m., limaskapin í EFTA, men fremst teir báðar hornasteinarnar undir føroyskari menning í 60-unum: fiskimarkið út á 12 mil og ileggingar- grunnin. — Vit minnast tilsøgn hansara um samrådingar um allar broytingar i vid- urskiftunum Danmarkar og okkara millum sum ynski var um i Føroyum, hetta sjålvsagt ti hann, sum tann humanistur hann var legði avgerðandi dent á meðavgerðar- og sjálvsavgerðarrætt tjóða. Tað var væl út frá hesi frælsu hugsan, at Krag so heitt talaði sek okkara, segði legmaður m.a. í minningarorðum sínum um Jens Otto Krag. Stýrimannaskeið Skipsføraraskeid Fiskiskiparaskeið byrja á Føroya Sjómansskúla týs- dagin 8. august 1978. Teir, ið hava áhuga fyri hesum skeiðum, eiga at siga skúlanum frá sum skjótast. FØROYA SJÓMANSSKÚLI Summarfrí 1978 Frá 17. juli til og vid 14. august er bert opið so- leiðis: Skrivstovan og goymslan í M. A. Winthers- getu 4 frå kl. 8—12 og frá kl. 13—17 månadag til friggjadag. Eingin útkoyring av verum. Vera ið skal heint- ast, má verða umbiðin dagin fyri áðrenn kl. 12.00. Spreingievni má verða umbiðið og loyvið á- tekna, áðrenn kl. 16.00 dagin fyri, sum tað verður útflýggjað dagin eftir millum kl. 9 & 10.00 úr goymsluhúsinum við Oyggjarvegin. Verkstaðurin fyri luftamboð, truckar eins og CO? fyllisteðin, verður stongdur 17. juli — 14. august. Verkstaðurin fyri VIKING, D.S.B. & DUN- LOP gummibátar er stongdur allan august mán- aða. P/FC. C. JOHANSEN TIf. 14922 — 11492 1000 kassar av upsa Skrápur landaði 1200 kassar av trolfiski til Frystivirkið í Fugla- firði mánadagin, av tí vóru 1000 kassar, 55 tons, upsi. Skrápur roynir undir Feroyum og hesin túrurin vardi í 9 dagar. Tveir av teim- um smærru trolbátu- num hava eisini landað nú í vikuni, tað eru 20 tonsararnir Tóra Maria og Liggjas, fyrrnevndi hevdi 9.500 pund og hin 12.000. Teir høvdu nogvan flatfisk. Tad er góður fiskur, bátarnir koma við. Frystivirkið hevur nú góð 100 tons av upsaflaki á goyms- lu. 2000 kassar Polarborg Í kom á Vág undan Íslandi mána- dagin við 2000 kassum av ísfiski. Polarborg II kom undan Íslandi í síðstu viku, hon skal nú á beding í Havn. 25 ár í Foroya Banka Sunnudagin 25. juni, hevur Napolion Jacob- sen, kassameistari, starvast 25 ár í Føroya Banka. 22 hjúnaskilnaðir Tað vóru 22 hjúna- skilnaðir í Feroyum í fjør, 9 fleiri enn árið fyri. Sum so nógv onn- ur tel í samfelagnum, so er eisini hetta vaks- andi. Meðaltalið fyri hjúnaskilnaðir 1961 — 65 er 7. fyri árini 1966—70 er talið 9 og tey fimm árini 1971 — 75 vóru í meðal 18 hjúnaskilnaðir. Talið av vigslum hevur verið fallandi síðani 1961, men nú tykist hugurin at gifta seg at vera betri. 244 vigslur vóru í 1977 og 191 í 1976. 1961 —65 vóru vigslurnar í miðal 266, 263 í 1966 —70 og 205 í 1971 — 75. Flogbóltur á Skælingi Flogbóltsfelagið FLEYR var náttina til leygardagin uppi á Skælingi fyri at hyggja at sólsetri. Meðan teir vóru har uppi, spældu teir flogbólt. FLEYR ætlar ann- ars at skipa fyri flog- bóltskapping á ólavs- veku millum feroysk lið. Ætlanin er, at hetta skal vera ein meira ella minni skem- tiligur dystur. Fólkafundur í Vági Í morgin, jóanseku- dag, verður fólkafund- ur á Fletuni Fríðu í Vági. Fundurin byrjar kl. 14 og aftaná, kl. 14.45, spælir G.H.M. Reðari á fólkafundi- num verður Ingeborg Vinter. Húsaláns- grunnurin veitti 384 nýggj lán í fjør Í rakstrarárinum 1977/ 78 veitti Húsaláns- grunnurin tilsamans 384 nýggj lán, og í hes- um ári hækkaði saml- aða lániupphæddin hjá grunninum við umleið 16 mill. kr., til 62,6 mill. kr. Hetta er ein vekstur uppá 34%. Samlaða talið av lán- um er nú 2.450. Megin- parturin av hesum, yv- ir 900, eru latin í Havn. Í Norðuroyggjum eru latin 245 lán, í Eystur- oy 537, í Streymoy 352 umframt Havnina, Vágoy 101, Sandoy 63 og í Suðuroy eru latin 235 lán. Samlaða rakstrarav- lopið hjá grunninum í rakstrarárinum 1977 78 var 2,3 mill. kr. Styri3 fyri grunnin hevur skotið upp, at hesin peningur verður lagdur í tiltaksgrunn- ar. Á fíggjarlógini fyri 1977/78 vórðu avsettar 9,5 mill. kr. til Húsa- lánsgrunnin, og hesin peningurin er lagdur afturat stovnsfænum. Eginpeningurin hjá grunninum er nú 45 mill. kr. 2.711 films- sýningar Í 1977 vóru tilsamans 2.711 filmssýningar í teimum 9 biohellunum í Feroyum. Áskoðara- talið var 280.291, 8.221 fleiri enn í 1976. Havn- ar Bio er stærsti bio- grafur í landinum við 236 stólum. Í 1977 hevði Havnar Bio 775 sýningar av 136 film- nm. tilsamans 123.004 seld atgongumerki. Minsti biografurin er í Skopun, har eru 80 stólar. Skopunar Bio visti 16 filmar í fjør, sýningarnar vóru 35 og áskoðaratalið 1.604. Skopunar Bio varð stongt í fjør, stendur í Ársfrágreiðingini fyri Feroyar frá Ríkisum- boðnum.