leygardagur 24. juni 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 48 — 24. juni 1978
panelið
Turisman vindur uppá seg
— eisini í Føroyum
Men umsteðurnar hjá okkum at taka ímóti fremmandafólki eru ikki tær bestu
Turisman er fyri álvara
rokkin til Feroya, og ell
tekin eru til, at streymurin
av fremmandafólki henda
veg á sumri kemur at
vaksa sum frálíður, >for
better or worse<, sum
onglendingurin sigur. Ein
og hver kann hava — og
hevur eisini — sína metan
um, annaðhvert tað er at
gleðast um at so er ella
ikki, men í einum frælsum
samfelag er nú einaferð so,
at ikki ber til at nokta
gestum at vitja, hóast teir
í vissum førum kunnu
vera til beinleiðis ampa.
Feroyingar ferðast jú eis-
ini sjálvir víða nú á døgum
og halda summarfri í
fremmandalandi. Hetta er
ein rættur, sum ein hver
frælsur borgari eigur eftir
okkara samfelagsskipan:
føroyingar burturi, út-
lendingar í Føroyum.
Nú kann ein siga, at eitt
samfelag sum tað før-
oyska er ógvuliga lítið at
taka móti fleiri túsund
fremmandafólkum — og
rætt er, at tað er mangan
trongt av hýsa teimum,
tað síggja vit sjálvi dag og
dagliga. Vit hava ikki nóg
nógv av gistingarhúsum,
ella sum við einum frem-
mandaorði verður nevnt
hotel-kapasitet, at taka
móti gestum, ið eru ferir
fyri at gjalda fyri seg, og
hinvegin, tey mongu
ungu, ið koma við rygg-
sekkjunum og tjaldbúðum
eiga vána líkindi at verða
hýst náttúruni. At
mangur búnaðarmaður
harmast um, at beur
hansara verður nýttur til
fótatraðk og kanska tað ið
verri er, er ikki at undrast
á.
ein part av skuldini fyri at
so mangan er? Hvat hava
vit gjert fyri at tryggja
náttúru okkara og fyri
tervandi eftirliti við hesi
náttúru? Aðrastaðir er alt
sett í »system«, har finn-
ast campingpláss, sum
verða ávíst vitjandi, og
har er — hvat ið ikki
hevur minst at siga —
tervandi eftirlit við slíkum
campingplássum, so at ein
og hver ikki sleppur at
gera sum honum lystir.
Vit i Føroyum koma eisini
at liva eftir hesum reglum,
skal samfelag okkara
standa sum eitt vælskipað
og vælfyristilað samfelag
eins og londini uttan um
okkum.
Tað er vorðið vanligt, at
fleiri og fleiri turistar gista
í oyggjum okkara eina
viku ella meir, hetta er
mest ungfólk, ið ikki legg-
ur nógvan pening í bý og á
bygd, fíggjarliga eiga tey
aloftast ikki ráðini. Men í
hesum føri er tað sama
galdandi, sum framfert
var í áðni: eisini okkara
ungfólk hevur hug at ferð-
ast í onnur lond og gera
tað í vaksandi mun. Her
ber ikki til við nekrum
stongsli.
Eitt annað slag av
ferðafólki, ið leita til Før-
oya, eru tey ið koma á
hverjum ári við teimum
stóru ferðamannaskipu-
num, men stórt sæð gera
hesi ferðafólk ongar ónáð-
ir, ti tey steðga einans ein
dag ella kanska bert hálv-
an dag.
Men eitt positivt er í
øllum førum, hvussu ein
annars metur skilið.
Fremmandafólkini næstan
uttan undantak eru glað
at koma til Feroya, tey
frøast um vakra landslag-
ið, um teir fjølbroyttu lit-
irnar og ikki minst um tað
gestablídni teimum yvir-
hevur verður víst av fer-
oyingum. Gløgt er gests-
ins eyga sigur orðatakið,
og tað er ivaleyst so.
Men er náttúra. lands-
lag og gestablidni nóg
mikið at bjóða
num?
Tað koma vit ikki burt-
ur frá, at stórt annað hava
vit ikki at bjóða fram:
ongar gamlar borgir
stásiligar kirkjur og hvert
av sinum, sum feroyski
ferðamaðurin kann gleða
seg um í flestu fremm-
andalondum. A
síðuni er eisini veðurlagið í
Feroyum, tað er so skift-
andi — hvat ið tó summi
halda vera ein »sjarma«
meir — men góðir sól-
skinsdagar uppí slag eru
sjáldsamir í Feroyum, og
vit kunnu ikki bjóða tey
stóru hitastigini, sum
mong tráða eftir. Her er
bert at vóna, at hin frem-
mandi, áðrenn hann setur
kós móti Feroyum, ger
seg kunnugan við viður-
skiftini.
turistu-
minus
Eiden Miiller, tíðindamaður
— Turisman hendavegin er ikki bert komin, men
hon kemur at vinda uppá seg sum frá líður. So er
einans at royna — og her mugu bæði kommunalir
og landsmyndugleikar vera við — at fáa sum
frægast burtur úr, at samskipa, har samskipan er
neyðug, og at tryggja at tey vitjandi og tey fast-
búgvandi ikki gera hverjum eðrum ónáðir, skriv-
ar Eiden Miller m.a. í panelgreinini
Men altíð er hetta ikki
so einfalt, ti hóast at sein-
nu árini eru komnar bekur
og annað skrivligt, upp-
lýsandi tilfar um landið og
fólkið, ið her býr, so restar
enn nógv í, og tá einahelst
tå ið ræður um tilikt tilfar
á útlendskum máli.
Samantikið haldi eg, at
ov lítið verður gjert av
førovingum at siga frá
fólki og landi, hóast ein
bati hevur verið seinnu ár-
ini. Og her hevur eisini
Danmarks Turistrád verið
uppi í leikinum. Nú kann
onkur spyrja, hví eru Fer-
oyar umboðaðar í hesum
raði, sum ikki er eitt van-
ligt ferðamannafelag,
men sum er ein landsfevn-
andi stovnur fyri alla
turismu í ríkinum og sum
virkar í ellum teimum stó-
ru londunum við at veita
fremmandafólki kunnleika
til Danmark, harundir eis-
ini ríkispartarnar Feroyar
og Grenland. Tað stóð í
mong ár Feroyum í boði at
velja umboð til turistráð-
ið, men ikki fyrr enn fyri
nekrum árum síðan tók
tásitandi landsstýri av og
gjerdi av, at Feroyar skul-
du nýta rætt sín at hava
umboð í hesum stovni.
Tað er formliga danska
handilsmálaráðið, ið velur
umboðsmannin úr Feroy-
um, men eftir innstillan
frá landsstýrinum.
Fyri nøkrum árum síð-
ani gav ráðið út ein bók-
ling við myndum, sum
einans umreddi Feroyar
og føroysk viðurskifti.
Hesin bóklingur varð um-
framt á donskum eisini
skrivaður á enskum, týsk-
um — og minnist meg
rætt — á fronskum máli.
Bóklingurin varð býttur
út gjøgnum umboðsstov-
urnar hjá turistráðnum í
Onglandi, Týsklandi,
Fraklandi og USA fyrst
og fremst, men annars
kundi ein og hver, ið hevði
áhuga fyri at fáa kunn-
leika til oyggjar okkara
venda sær annað hvert til
hesar umboðsstovur ella
beinleiðis til turistráðið.
Eisini hevur sum kunn-
ugt Feroya ferðamanna-
felag gjøgnum árini givið
út bóklingar á fremmanda
máli um Feroyar, og hetta
er alt eitt upplýsandi ar-
beiði, sum tørvur hevur
verið á, og sum uttan mun
til hverja áskoðan ein hev-
ur á spurninginum um at
fáa turistar hendaveg, er
eitt lið í strembanini at
gera vart við, at Feroyar í
Atlantshavi er eitt sam-
felag við 40.000 íbúgvum,
sum tey kanska áður ikki
høvdu vitað um. Ti mang-
an ein sjálvur ferðast
burtur er so javnan, at
vanlig fólk púrt einki vita
um Feroyar, ja mong eru
tey, ið ikki vita, at hesar
oyggjar finnast á korti-
num.
Upplýsandi arbeiði, eis-
ini við filmum, meti eg
hava stóran týdning, og
fleiri Feroya-filmar hava
jú eisini gjøgnum árini
verið upptiknir.
Sum er má ein við-
ganga, at umsteðurnar at
taka móti turistum á hes-
um klettum ikki eru tær
bestu og serstakliga ikki
umstødurnar at hýsa
fremmandafólki. Eg hugsi
einahelst um tey saniteru
viðurskiftini. Tað harmast
mong um — onnur halda
tað vera ein fyrimunur, tí
so slepst undan hesum
stødugt vaksandi ferða-
mannastreymi! Tað er
sjálvsagt ein individuellur
spurningur, hvussu ein
metur um hetta, og hin
einstaki skal sjálvandi eis-
ini eiga rætt at gera sína
egnu metan.
Nú í summar eins og ár-
ini fyri hava Feroyar fing-
ið fleiri vitjanir av t.d.
listarmálarum, sangkór-
um, orkestrum, sjónleik-
arum og eðrum, sum hava
havt okkurt at bjóða før-
oyingum. Eg haldi, at so
mikið kunnu flestu verða
samd um, at tílíkar vitjan-
ir hava verið av tí góða og
eiga at verða birtar upp-
undir eisini komandi dag-
ar. Tær hava aloftast ver-
ið rík uppliving fyri fólkið,
ið her býr, og hin vegin er
jú eisini vorðið vanligt at
foroyingar gera uttan-
landaferðir í bólkum, sum
t.d. dansiferðir, ið hava
verið væl umtóktar mill-
um útlendingar.
Sum eg segði í inngang-
inum: turisman hendaveg
er ikki bert komin, men
hon kemur at vinda uppá
seg sum fråliåur. So er
einans at royna — og her
mugu bædi kommunalir
og landsmyndugleikar
vera vid at fåa sum fræg-
ast burtur úr, at sam-
skipa, har samskipan er
neyðug og at tryggja at
tey vitjandi og tey fast-
búgvandi ikki gera hverj-
um eðrum ónáðir.
Eiden Miiller
Skrivstovukvinna
Sekt verður eftir skrivstovukvinnu, sum er
kon í maskinskriving, til Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuna.
Arbeiðstíð hálvan dag.
Løn eftir sáttmála millum Føroya Lands-
stýri og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 9.
Umsóknir skulu vera Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuni í hendi 15. juli 1978.
v/ Vaktar- og Bjargingartænastan
Jóhan Ziskason