leygardagur 24. juni 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 48 — 24. juni 1978
GAMLI GLEDIBODSKAPURIN —
TÍÐARHÓSKANDI HÁTT
Á NYGGJAN,
Bíbliuumsetingin
Tað fyrsta, sum kom út av
bíbliutýðingini hjá Jákup
Dahl, vóru Sálmarnir,
sum komu samlaðir út
1921. Síðani komu partar
av Gamla Testamenti og
alt Nýggja Testamenti út
í heftum, so hvert sum
teir vóru lidnir. Tað var
felagið Varðin, sum gav
tey út. 8 heftir vóru íalt,
og kostaði hvert hefti 2
krónur. Tey komu í hesari
raðfylgjuni:
1921: Sálmarnir úr G.T.
1923: Matteus (J. H.
Schrøter hevði týtt Mat-
teus í 1823)
1924: Markus
1926—27: Lukas
1926: Oråatøk Sálamons
og Prædikarin úr G.T.
1928: Apostlasøgan og
hini almennu brevini úr
N.T.
1930—31: Brev Paulusar,
Hebrearabrævið og Jó-
hannesar Opinbering.
1936: Jóhannesar Evan-
geliið (fyrr týtt av A. C.
Evensen)
29. des. 1937 kom eitt løg-
gildugt Nýggja Testa-
menti út. Tað var Det
Danske Bibelselskab, sum
stóð fyri útgávuni.
At hetta hevur verið
eitt slóðbrótandi arbeiði er
eyðsæð. Feroyska málið
hevur verið sera stirvið og
orðatilfarið ikki stórt, so
at Jákup Dahl í nógvum
førum hevur smíðað nýggj
orð, og fór hann tá altíð
aftur til oldnorrent ella ís-
lendskt.
Bíbilmálið hjá Jákupi
Dahl lá ikki nógv at dag-
ligdagsmálinum, so hann
kemur at standa sum
skaparin av einum serfer-
oyskum bíbilmáli. Av tí
sama merkist tað heldur
hátíðarligt.
Rasmus Rasmussen
ummælti N.T. soleiðis:
>Tað varð brátt eyðsýnt,
at málið her bar av ellum
ti, sum fyrr var komið út,
og mong vóru tey, sum
gleddu seg til at fáa alt
N.T. á hesum kjarngóða
føroyska måli«.
M. A. Jacobsen um-
mælti tað soleiðis: »I ein-
um málsligum lýtaleysum
búna eru hansara bóka-
verk komin — hesi bóka-
verk, sum eru grundarlag-
ið undir ti føroyska kirk-
jumålinum«.
Gudmund Bruun skriv-
aði: »Hvussu beint er um-
sett, tá ið samanborið
verður við grikkska text-
in? Sjáldsama beint.
Summi skriftini havi eg
lisið ell við teimum
grikksku orðunum liggj-
andi undir liðini, so at
samanborið varð í heilum.
JÁKUP DAHL, PRÓSTUR
TRIÐJI PARTUR
Í triðja og seinasta partinum av rit-
gerðini um Jákup Dahl eftir Jóan-
nesi
Eidesgaard verður sagt frá
Bíbliuumsetingini,
lestrunum og
teimum nógvu sálmunum og sang-
unum, sum prósturin yrkti og um-
setti. Brot úr ummælum geva eina
mynd av, hvat menn við skili á
bókmentum hildu um tað, Jákup
Dahl festi á blað og gav út.
Jákup Dahl var próstur í 26 ár.
Hann andaðist tann 5. juni 1944, á 66
ára fødingardegi sínum, og 8. juni
fór hann til gravar úr Havnar kirkju.
Ritgerðin endar við brotum úr
minningargreinum.
Ofta tá ið eg havi lisið
hina føroysku umseting-
ina við teimum donsku
orðunum hangandi í oyru-
num, havi eg hugsað:
»Nei, hetta ber ikki til!e
Men tá ið eg so havi farið
at kanna grundtextin,
havi eg sæð, at til bar
kortini, við h hevdi
hin føroyska umsetingin
fylgt einum og sðrum og
beinari lesimáta, enn eg
var vanur við. Og undrun-
arvert er tað, hvussu væl
rámandi orð tíðum er
funnið niður á, sum siga
heilt tað, sum tey eiga«.
Víðari skrivaði Gudmund
Bruun: >Tað, sum Jákup
Dahl, próstur hevur vilj-
að, hevur borið væl í lag
hjá honum: at geva okk-
um skriftina á móðurmál-
inum og at gera tað so, at
verkið mundi verða Gudi
til heiður og æru.«
Símun av Skarði um-
mælti soleiðis: „Jákup
Dahl próstur hevur bæði í
rødum og ritum skapað
ein málform, sum er bæði
hóskandi og hátíðarligur
til at bera Guðs orð fram,
annaðhvert tað so er í talu
ella songi.
Tað er fyrst og fremst
próstinum fyri at takka,
at vit í kirkjuligum viður-
skiftum eru komin so
frægt á leið, sum vit eru.
Vit ynskja honum eydnu
til at halda fram við bíbil-
tydingini«.
Rikard Long skrivaði
soleiðis um N. T.: »Hvus-
su torfert tað má hava
verið at umseta hetta verk
til foroyskt, so ómýkt og
ungt skriftmál, sum tað
er, vita fá so væl sum tey,
sum hava fingist við at
føroyska útlendskt mál. Í
skilligum orðum, sam-
stundis í einum reinum,
magnfullum og vandnum
máli verður hin halga
skriftin givin føroyingum
á móðurmálinumxe.
Sum tað sæst á hesum
ummælum hava menn
verið negdir við umset-
ingina, og fólkið tók óg-
vuliga væl ímóti henni eis-
ini.
Við hesari týðing, ritu-
alunum og Altarbókini
var tað nú lagt haldgott
grundarlag undir einari
reint føroyskari guðstæn-
astu.
Sama ár 1937 kom eisini
ein onnur týðing av N.T.
Tað var Victor Danielsen
hjá Breðrasamkomuni,
sum umsett hevði. Hans-
ara týðing liggur nærri
talumálinum, og er hon tí
kanska meira lættlesilig.
Hesin maður, sum bert
var læraralærdur, hevur
gjørt eitt megnararbeiði
innan føroyska bíbliutýð-
ing, sálmayrking og sál-
matýðing og eigur alla rós
uppiborna, hóast hann
ikki merkti nógv til tað, tá
hansara týðing av N.T.
kom út og enn minni, tá
hansara samlaða bíbiltýð-
ing kom út í 1949. Av hes-
um stóðst rættiligt stríð
serliga í blaðskrivingini,
men skal hetta ikki takast
upp her. Men eitt er víst,
og tað er, at hesin maður
hevur verið ein av slóð-
brótarunum fyri einum
føroyskum andaligum
Jåkup Dahl nåddi ti-
verri ikki at umseta Bib-
liuna lidna, áðrenn hann
doyði, og K. O. Viderø
prestur umsetti tað, ið
eftir var av G.T. Hansara
málsliga snið og Jákup
Dahls eru sera lík, og man
tað vera grundin til at
Viderø hevur verið biðin
um at umseta tað, ið rest-
aði, og tað var sanniliga
ikki heilt onki.
Øl Biblian varð góð-
kend 27. febr. 1961.
Tað sum merkiligt er
við hesum týdningarmikla
og grundleggjandi arbeiði
hjá Jákup Dahl, tá vit
sammeta tað við mangt
annað, sum fram er farið
her, er, at tað er farið fram
í frið og náðum. Eitt still-
ført, íðið og åhaldandi,
væl umhugsað arbeiði av
einum manni, ið hevði sett
sær eitt hegt endamál og
ikki læt seg vika av
heimsins skróli.
Bøkur, ið eru útkomnar,
eftir J. Dahl
1908: Mállæra
1913: Thomas Tarnovius: Færøers Beskrivelse
(handrit frå 17. øld)
1913: Jólasálmar, morgun og kveldsálmar
(saman við S. av Skarði)
1921: Dáviðs sálmar (týðing)
1921: Halgisøgur I eftir Selmu Lagerløf (tyding)
1922: Halgisøgur II eftir Selmu Lagerlør (tyding)
1922: Luthers lítla katekismus (týðing)
(skúlabrúks)
1923: Matteus Evangeliið (týðing)
1924: Markus Evangeliið (týðing)
1924: Balslevs bibliusøgur (týðing) (til skúlabrúks)
1926: Ordatøk Sálamons (tyding)
og Prædikarin (týðing)
1926—27: Lukas Evangeliið (týðing)
1927: Reis teg upp til lívs
1928: Apostlasegan og hini almennu brevini
(týðing)
1928: Glottar (smáir lestrar)
1928: Jól og nýggjár
1928: Halgi Andin
1929: Í ódn og logn (sálmar og benir)
1929: Ritualbókin (týðing)
1930 —31: Brev Paulusar, Hebrearabrævið,
Jóhannesar Opinbering (týðing)
1934: Í lýsing (lestrarbók)
1935: Ávegis (andaktsbók)
1936: Jóhannesar Evangeliið (týðing)
1937: Nýggja Testamenti (týðing)
1939: Altarbókin (týðing)
1940: Í jólahalguni
1941: Sólarris
1942: Esops Demi (smásegur týddar úr fronskum
og týskum)
1942: Krossstiggjur (festulestrar)
1943: Millum æluni
1943: Meðan hildið verður heilagt (lestrarbók)
1944: Stavnhald (ætlað Feroya ungdómi)
1948: Sólin og sóljan
(yrkingar, sum Regin Dahl gav út).
— Jákup Dahl hevur — samstarv við hinum norð-
skrivað og útgivið ein hóp
av kristiligum lesnaði.
Tað mesta, ið her er
nevnt, eru lestrar og anda-
liga uppbyggjandi bekur.
Hetta er nógv at hava
skrivað hjá einum manni
eftir so stutta tíð, so
skoðsmálið hjá Rytter
(han er noget mageligt an-
lagt) man neyvan hava
verið heilt rættvíst. Um-
framt hetta hevur hann
skrivað hópin av greinum.
Hann var blaðstjóri á
»Kristeligt Ungdoms-
blad« frå 1914—19. Blað-
stjóri á »Færøsk Kirketi-
dende« frå 1925. Eisini
skrivaði hann greinir á
Tingakrossi eftir alda-
mótið, sum hann kallaði
»Føroyingar og grannar«,
hvar hann royndi at vekja
hugin hjå føroyingum til
anfólkunum.
Tað er eitt megnarverk
hann hevur útint við
penni í hond, og hann helt
áfram til pennurin datt
honum úr hondini, og ó-
ivað man mangt liggja
eftir hann, sum ikki er út-
komið. Kanska serliga av
greinum, sangum o.t.
Eg fari nú at skriva
nøkur av teimum ummæl-
um, bøkur hansara fingu,
tá ið tær komu út.
M.A. Jacobsen skrivaði
soleiðis um »Balslevs bib-
liusegur<: >Tað er vænt-
andi — og vit mugu vóna,
at so verður — at henda
nýggja bókin, kemur inn
um skúlagátt víða hvar í
Feroyum. Bókin er sera
væl úr hondum greidd, og
eg ivist ikki í, at øll vilja
lesa hesar bibliusøgur við