Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 24. juni 1978 sosialurin Síða 9 gleði, eg haldi, at tær eru hugtakandi, lættlesandi og týddar við frálíkum hegni«. Um »Glottar« skrivadi Rikard Long: >Í henni eru 20 smástykkir, ið hann til ymsar tíðir hevur skrivað í kirkjuligum bleðum i Før- oyum. Hetta eru smáir lestrar, og hava teir dygd- ir tær, ið tað plagar at hava, ið prósturin letur úr hondum: her hevur ein fast undir fótum og gong- ur trygga leið<. Um >Í lysing« skrivaði Hans Andrias Djurhuus: >Tað er flog yvir mongum av hesum prædikum. Stundum eru tær so liv- andi, at tað er, eins og tær vóru framskygdar. Vit, sum hava hoyrt próstin prædika, vita, at so má vera, tí hann dugir sjáld- sama væl at taka til orð- anna og klæða hugsan sína í slíkan búna, máls- liga, at hesin búnin, ann- aðhvert hann er danskur elia føroyskur, er eins vakur og hóskandi. Tað er nú ikki tað máls- liga, men tað religiøsa, ið fyrst og fremst eigur at verða umrett í ummæli- num av eini lestrarbók. Og í ti stendur hon fram- marlaga. Kanska er hon tó nakað blíðmælta. Í Tingakrossi stóð hetta m.a. um »I lysing«: >Frá honum og til hansara eru allir góðir lutir«, so ljóða inngangsorðini, og tey merkja innihaldið. Tað er av sonnum ein tala, ið hevur boð til okkara tíð og tey menniskju í henni liva. »I lýsinga er ein livandi bók, í besta týdningi vigd ti vakra og ti góða<. Um »Åvegis« skrivaði Rasmus Rasmussen: »Å- vegis er ein andaktsbók, ein bók, sum verður tikin fram, tá ið maður ynskir sær eina stilla stund í um- hugsan og álvarsamari samveru við øllum ti, sum hoyrir Guðs ríki til, men ikki sær seg feran fyri at halda sínum tonkum sam- an um tað, sum býr opin- bert í hansara egna hjarta. Ein rætt andaktsbók má virka hugvekjandi, so at lesarans egnu hugsanir, ið áður lógu bundnar og følnadar, mugu losna við lesturin og blóma upp utt- an um innihaldið í bókini. Ávegis er júst ein tílík bók, hon er hugvekjandi, hon fær lesarans egna kristiliga sálarlív til at seta nýggjar frískar sprot- ara. Um »Altarbékina« skrivaði Rikard Lond: »Eingin stendur sum rit- hevundur til hesa bók, ið inniheldur allar kollektir, epistlar og evangeliir til sunnudagarnar og halgi- dagarnar umframt pinslu- søguna, men øll vita, at tað er Jákup Dahl próst- ur, ið hevur greitt hana úr hondum. Tað er bæði við gleði og stoltleika, at ein tekur hesa bók upp í hondina og setist at lesa í henni. Gleði yvir at endiliga er tann tíðin komin, tá ið føroysk altarbók liggur í hverjari kirkju í Feroyum, og stoltleiki yvir, at henda bók er í so prýðiligum búna og innihaldið í henni so vandaliga umfarið, sum her er gjert. Fyri Jákup Dahl próst er henda bók ikki bert eitt prýðiligt verk av hansara ávum, men seinasti varði á tí trongu og illgongdu leið, sum stríðið fyri før- oyskum kirkjumáli hevur verið noytt at barst seg fram eftir, til endiliga her er komið á mål.« Um lestrarbókina >Meðan hildið verður heil- agt« skrivaði Johan Weihe prestur: »Ein kann ikki umrøda Dahls præd- ikur uttan at nerta vid tann avbera vakra búna, hann klæddi tær í, eins og ein av og á, meðan hann prædikaði, kundi sita og njóta málið aleina, soleiðis kennir ein seg mangan bæði í >Í lysing« og somu- leiðis eisini í »Medan hild- ið verður heilagt« hug- tiknan og gripnan av mu- sikkinum í málinum. — J. Dahl var lærari av Guðs náði, og hetta kom eisini klårliga fram, tá hann prædikadi. Tað var hon- um so umráðandi at fáa sagt tað, hann hevði at siga, so einfalt og klárt sum gjerligt, ein hittir aldrin djúpar teologiskar spekulatiónir og bert óg- vuliga sjáldan eitt framm- anorð í prædikum hans- ara. Mangan vendir hann einum og sama tanka aftur og aftur, sum vildi hann vera púra ivaleysur i, at ell høvdu nú skilt hann, og tí eru eisini prædikur hansara bygdar so fast og klárt upp, eingin miðleys- sveiman higar og hagar, men stig fyri stig arbeiðir hann seg fram og upp móti tí, ið er kjarnin í tí, hann vildi hava fram«. Sonur Jákup Dahls, Regin Dahl skrivaði í for- orðunum til >Sólin og sólj- an<, sum hann gav út til áminningar um faðir sín: >Og tí haldi eg, eg við góðari samvitsku sendi hesa bók út til áminning- ar, tí her kunna vit síggja — um ikki í glæsiligasta skaldakynstri — eina liv- andi, lítillátaða menniskju í gleði og iva og sút, á ungum árum fegin at virka sín lívsdag, har hon er sett og eigur heima, og á hallandi degi sóttar- sligna standa í sælari eyð- mykt og bera tøkk sina fyri livsins undur fram til Guðs, »livsins upphav og mål««. Sålmar og sangir »Sum føroyskt folkaskald stendur Jåkup Dahl mill- um teir fremstu, nógvar av yrkingum hansara eru beinleiðis fólkaogn, tað sama kann sigast um sálmar hansara, sálmarnir og aðrar yrkingar hansara eru, sum alt frá hondum hansara sent, målsliga sæð gott og dygdugt. Tað visir, at hann av øllum feroyskum rithøvundum er ein av teimum, sum best dugir, vid sinum av- bera hegni við málinum, at fáa týdningarnar fram, sum gevur yrkingunum ein fastleika, sum merkti mannin, so kenur sum hann var málsliga, og var tað eitt lætt amboð í hondum hansara. Hetta her verður ikki sagt sum rós ella annað, sum maðurin kanska ikki átti uppiborið, nei, tey stórverk, sum avrikað eru úr hondum hansara, borga fyri tí, stórverk, sum gera, at navn hansara æv- ugt er innritað í segu fólks okkara fram gjøgnum ti8- irnar<, Soleiðis segði Rik- ard Jensen um Jákup Dahl sum skald. Onkur hevur viljað ver- ið við, at rytman í hansara yrkingum ofta hevur hug at halta eitt sindur, og er tað eisini rætt. Men grundirnar kunnu vera nógvar til hetta, eitt nú at hann ikki hevur yrkt við einum lagi við síðina. Mø- guliga hevur hann ikki verið serliga musikalsk- - ur, men er hetta tó ikki ein góð grund, tí ein av okk- ara fremstu yrkjarum segðist at vera púra ó- musikalskur, og hansara rytmur halta als ikki. Men tann mest trúliga grund- in, man óivað vera, at hann hevur felt seg so nær knýttan at málinum, at hann heldur hevur latið rytmuna halta, enn at nakað skuldi verða máls- liga skeivt, men uttan mun til hetta má sannast, at hann veruliga hevur verið eitt skald og hartil eitt stórt skald. Í „Sálmabók Føroya Fólks< hevur Jákup Dahl 17 sálmar, sum hann sjálvur hevur yrkt og 97 umsettar sálmar. T.v.s..., at hann stendur fyri 26,4% av sálmunum í bókini. Í >„Ungdómssangbók- ini« hevur hann 48 sálmar av 320, sum hann antin hevur yrkt ella umsett. Í »Heimamissionssang- békini« hevur hann 62 sálmar av 497, sum hann antin hevur yrkt ella um- sett. Í »Um jølahalguna« hevur hann 13 sålmar av 54, sum hann antin hevur yrkt ella umsett. Sjálvandi ganga nógvir ella teir flestu sálmarnir aftur, men tælini tala á- líkavæl fyri seg. Óhugs- andi er heldur ikki, at tað liggja nógvir sálmar og sangir, sum ongantíð eru útkomnir. Millum kendastu yrktu sálmarnar eru: Alveldis Drottur — Klokkur ringja, lov øll syngja — Morgunstund á heimsins grund — Nú aftnar dagur — Øttast ei, um mangan stígur — Signa várt heim, signa várt borð — Tey boð nú ljóða himni frá — Tý, stjórna blonk — Veit, Jesus mær. Millum kendastu um- setingarnar kunnu nevn- ast: Arbeið, tí náttin kemur — Biðið og tit skulu fá — Eg gleðist so hvert jóla- kveld — Eg rósu upp sá næla — Fagur himin er at sjá — Gakk undir Jesu kross at stå — Harra Gud, titt dýra navn og æra — Jesus hitt einasta — Jesus til várt sálargagn — Kirkjan hon er eitt gamalt hús — Klettur klovin — Kom, sannleiks andi — Lat anda tín við okkum vera — Leið, milda ljós — Lov og tøkk og allan heiður — Mín Jesus, lat mítt hjarta fá — Nú veitið Gudi tekk — Ong- um er so trygt at fara — So tak tá mínar hendur — Vak upp mín sál — Vár Gud er fest og haldgóð borg — Lat hurðar upp ger borglið breið — Tín miskunn, o Gud er sum himinin há — Lovsyng tínum harra, hver ein kristin verr — Fegur er foldin. Hetta eru allir sálmar, sum eru vælkendir av fer- oyskum kirkjugangarum, og sum sanniliga tala fyri seg sjálvan, hvat góðsku viðvíkir. Av songum eru í >Fer- oya Fólks< 11 at finna, og er har eisini ein týðing at finna. Men Jákup Dahl hevur yrkt mangt slík av sangum og eru nakrir at finna í »Sélin og séljan«, men sum áður sagt, man ein stórur partur ikki vera útkomin ella farin fyri einki. Kendastir av songum hansara eru: Allar ættir tiga — Fremjið ring eftir gólvi fram — Fuglar flestallir teir fóru avstað — Havið sang yvir mær vegguljóð — Heilir og sælir tit før- oyingar — Lat birtast upp eina gleðistund — Setið fetur í bekk — Signaða sól — Tjaldur, ver vælkomið — Várið kemur, hækkar sól — Várt land er al- fagurt. Føroya próstur í 26 ár Neyvan hava nógvir próstar sitið so leingi, sum Jákup Dahl sat sum Fer- oya próstur, og neyvan man nakar próstur hava avrikað so nógv sum hann. Hesi 26 árini, Jákup Dahl sat sum próstur, vóru rættilig uppgangsár fyri ta føroysku kirkjuna. Tað vórðu nógvar kirkjur bygdar í hansara prósta- tíð, og eisini hansara heimbygd fekk nýggja kirkju. Henda tíð var ein broytingartíð, og tær sterstu broytingarnar komu úr hondum prósts- ins. Jákup Dahl segði sjálvur um endamál sítt: »Eg havi roynt at forða fyri, at kirkjan ikki mátti dragna afturúr og missa sín týdning í eini slíkari broytingartið, sum vit hava livað í nú, og teimum rerslum, sum vóru uppi, so at fólk og serliga ung- dómurin ikki koma at leggja leið sína uttan um kirkjuna, men at ganga leiðina eftir teirri gomlu kirkjugetuni. Ti hevur endamál mitt við arbeiði minum verið tað, at hin gamli gleðiboðskapurin um frelsu frá Gudi skuldi verða boðaður á nýggjan tíðarhóskandi hått.« Hann búði úti í Sanda- gerði, til hann vegna krigsvanlukku var noydd- ur at flyta haðani. Øivað hevur hetta vakra pláss havt stóran týdning fyri hansara skrivliga arbeiði. Hetta merkja vit í »essay' ini< Fossurin. Tá ið hann flutti haðani, var tað líkasum grundin var tikin undan honum. Hann gekk og longdist eftir teim gomlu húsu- num, tí blikandi víkini á summarkveldum og tí vakra fossinum. Har kundi hann fyri seg sjálv- an arbeiða, og tó var hann so nær øllum. Men hann náddi eisini meira í hesum lívi enn tey flestu. Og tað stærsta, hann náddi, var at síggja feroyskt mál verða komið sær javnbjóðis donskum í skúla og kirkju. Á 25 ára próstadegi varð hann nógv fagnaður, og m.a. gjerdi heimbygd- in Vágur hann til heiðurs- borgara. Jákup Dahl fór inn til ta ævigu hvíldina 5. juni 1944 á 66 ára fødingardegi sínum. Heilsan hjá honum var farin at bila honum í seinastuni. Sum Rasmus á Háskúlanum segði: >Hann gjerdi altíð ov nógv enn legði nakað á láni. Hann gjerdi gerning sín við heitum, bankandi hjarta og við háspentum tægrum, hann ofraði av holdi og blóði sínum, og tí var hann so brátt slitin«. Hann fór til gravar 8. juni úr Havnar kirkju. Líkskarin var ein tann stersti, sum sæddur er í Havn. Tað var ikki bert ein meinigheit, sum fylgdi sínum presti til gravar, tað var eitt fólk, sum fylgdi høvdinga sínum. Allur vegjaðarin frá kirkj- uni og líka niðan í tá- verandi nýggja kirkjugarð var prýddur við sóleyum. Hetta hevdu skúlabernini gjørt, og við hesum vildu tey takka próstinum fyri hansara arbeiði fyri skúl- an og skúlabekur. Jákup Dahl in memoriam Hans Andrias Djurhuus: „Jákup Dahl er deyður, minnið um hann og hans- ara verk doyr aldri, so leingi sum klettar halda. Hann var eitt stórmenni í einum lítlum fólki, og tí verður hann tess tyngri saknadur.« Christjan Matras: „>Miðvísur, vitin og varin var prósturin í ellum sin- um starvi, tolin og væl- virkin. Ti varð so væl burturúr. Nutid og fram- tið Feroya hava honum nógv fyri at takka«. Rikard Jensen: >Starv- ið í kirkju og skúla vil verða minnst, so leingi fosturland okkara stend- ur, málsliga slóðbrótara- starv tygara vil aldri kám- ast, men vil verða umgirt av glæmu, komandi ætt- um til gagn og frama«. Deyr fé deya fændr, deyr sjálfr hit sama, en orðstirr deyr aldrigi, hveims sér góðan ge: