leygardagur 24. juni 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 48 — 24. juni 1978
Er hetta ikki...
Nei, hetta er ikki Elvis
Presley, men sjónleik-
arin Bodgan Kominow-
ski. Hann likist Elvis
so mikið, hann skal
leika Elvis í einum tón-
listaleiki, sum skal
verða leiktur á Astoria-
leikhúsinum í London.
Tey tvey seinastu
árini hevur Bodgan
luttikið í Jesus Christ
Superstar, sum hevur
verið leiktur í Palace-
leikhúsinum í London.
Thor Heyerdahl
fekk rætt
Afturkomin av teirri
seinastu Tigris-ferðini
saman við Thor Heyer-
dahl sigur tann sovjet-
iski læknin Jurij Sen-
kevitj, at ferðin var
væleydnað á tann hátt,
at hon visti, at met-
ingar Heyerdahls vóru
rættar. Teir sigldu í
132 dagar og teinurin
var 4400 sjómílir. Teir
fóru frá tí forna Meso-
potamia, fram við Ha-
hrein og Oman til paki-
stansku strondina, og
haðani fóru teir til
munnan á Indusånni.
Endamálið hjá Heyer-
dahl var at prógva, at
teir fornu eygptar og
mesopotamarar og i-
búgvarnir í Indus-dali-
num hevdu nógv ment-
unarligt og annað sam-
band við sevbátum av
sama slag sum Tigris.
Stórmeistarar
í talvi
mótast í juli
Talvið millum núver-
andi heimsmeistaran
Karpov úr Sovjetsam-
veldinum og Kortnoj
(fyrrverandi sovjet-
borgari) byrjar tann
16. juli í frítíðarbýnum
Bagio 250 km uttan
fyri filipinska hevuðs-
staðin Manila. Telvað
verður í eini fundar-
hell, sum hevur pláss
til 2000.
Yvirdémari verður
vesturtýski stórmeist-
arin L. Schmidt. Talv-
ið heldur á, til annar
hevur vunnið, tað kann
so statt ikki koma at
standa á jøvnum, sum
tað annars hevur borið
til hesi seinastu 50 ár-
ini.
Hvítir og svartir
Her hjálpa teir hvítu
teimum svertu í Suður-
afrika: Eitt gullnám er
rapað, og 21 svartir
vórðu innibyrgdir í
meira enn 50 tímar. Á
myndini verður ein av
teim svertu námsar-
beiðarunum borin
burtur av hvitum
starvsfelagum.
Fimm hvitir og tigg-
ju svartir doyðu av
rapanini i nåminum.
Einki håmark
Hetta sær ut sum ein
misskiljing, men hetta
er ikki so. Hetta eru
sveisiskir Hunter-jag-
arar, sum eru farnir ein
tår ut å landavegin.
Pilotarnir skulu læra
sg at lenda og lætta frå
vegnum, sum varð
stongdur fyri bilferð-
su.
>Norsk Duke«, ið flutti 700 bílar úr Japan til Noregs
Farmaskip umbygd
til bilflutningsskip
Sum kunnugt er kreppa
hjá flest øllum skipafeløg-
um kring heimin og Noreg
er einki undantak. Har eru
tey farin undir at nýta far-
maskip, sum ongan van-
ligan farm fáa í hesi tíð, á
annan hátt: tey verða
umbygd til flutning av
bilum. Skipafelagið Odd
Godager á Co. er eitt av
teimum reiðaríum, sum
byggja vanlig farmaskip
um til at flyta bilar, og nú
um dagarnar kom um-
bygda skipið „Norse
Duke« til Japan i norska
havn tið 700 bilum. Norse
Duke er 65.000 tons til
støddar.
Mohammed
Ali i Moskva
Fyrrverandi heimsmeist-
arin i tungvekt, Moham-
med Ali, hevur verið i
Moskva og vitjað, og har
var hann fagnaður ovur-
honds stórliga, ikki minst
av ungdómi, tá ið hann
vitjaði eitt sirkus. Ali var
einans komin at hyggja at
framsýningini, men tað
var Ali, fólk vildu siggja.
Undir framsýningini ko-
mu fleiri smá og sterri
bern uppá pallin at fagna
Mohammed Ali.
Tá ið hann er so væl
umtóktur í Sovjet, er tað
ikki einans tí, at hann
hevur verið óferur í »ring-
inum«, men russarnir
minnast eisini, at hann á
sinni noktaði fyri at gera
krigstænastu í Vietnam í
amerikanska herinum.
Við komuna til Moskva
segði Ali, at hann vónaði
at sleppa at hitta flokks-
Abba á
sovjetiskari
plátu
Í vetur kom ein Abba-
pláta út í Moskva og
ødrum sovjetiskum bý-
um — og var straks ut-
seld. Prisurin var 2,15
rublar ella 16 krónur.
skrivaran, Leonid Bresh-
nev.
Annars segði hann við
tíðindamenn í floghavnini
í Moskva, at Sovjet var
sum eitthvert annað land
— luft er luft, gras er
gras, tre eru tre og menn-
iskju menniskju — so ein-
falt er tað.
Umframt Moskva skal
Mohammed Ali vitja
Taiskent og Samrakand.
Undirritaði
haldara av Sosialinum
Navn:
Bústaður:
teknar
seg sum
(SOSTALURIN
rindar
postgjaldið)
Postbox 76 =
3800 Tórshavn
4 Kannað posthúsinum
så, i
AR RS ARSI DIR