hósdagur 11. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 130 - 11. juli 2002
- Næraberg hevur
verið burtur í júst
fýra vikur. Í byrjanini
var fiskiskapur slak-
ur; síðan var hampi-
ligt at fáa, til nú teir
seinastu tveir dagar-
nar, áðrenn teir góv-
ust at fiska, sigur
Jákup Sólstein hjá
JFK-Troli.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Næraberg hevur gjørt enn
ein túr. Hesaferð hevur
skipið verið á sildaveiði í
altjóða sjógvi norðanfyri.
Teir fiskaðu av pólskari
kvotu og vóru hendan túrin
undir pólskum flaggi. Á
skipssíðuni
stóð
ikki
Næraberg, men Patricia,
sum er navnið, ið brúkt
hevur verið hendan túrin,
nú nationaliteturin var ein
annar.
Slakur túrur
Jákup Sólstein, sum starvast
hjá JFK-Troli, sigur, at hetta
var ein heldur slakur túrur
hjá skipinum. Teir hava 610
tons av sildafløkum og 90
tons av sildamjøli.
- Næraberg hevur verið
burtur í fýra vikur. Í byrj-
anini av túrinum var fiski-
skapur slakur; síðan var
hampiligt at fáa, til nú teir
seinastu tveir dagarnar,
áðrenn teir góvust at fiska.
Við Nærabergi hendan túr-
in hava verið einir 10 pól-
lendingar umframt før-
oyska manningin.
Jákup sigur, at Næraberg
fiskaði av eini pólskari
kvotu í altjóða sjógvi, sum
er uppá 1500 tons av rund-
ari sild.
Spurdur, hvussu eitt tílíkt
flaggskifti kemur í lag,
sigur hann, at hetta eru av-
talur, sum føroysk feløg
gera við pólsk feløg, ið tey
samstarva við.
- Hetta eru møguleikar,
vit hava, sum byggja á sam-
starv millum feløg í lond-
unum báðum - og uttan um
politisku myndugleikarnar.
Hann sigur, at slíkt
samstarv kann vera hent, tá
ið brúk er fyri tí.
Tá ið Næraberg er liðug-
ur at leggja veiðina upp í
Klaksvík, fer skipið aftur á
svartkjaftaveiði í føroysk-
um og íslendskum sjógvi,
og tá verður tað aftur undir
føroyskum flaggi.
Sjúrðaberg eisini
undir pólskum flaggi
Jákup Sólstein sigur, at
trolarin Sjúrðaberg hjá
JFK-Troli eisini hevur gjørt
tveir túrar við Svalbard
undir pólskum flaggi. Teir
fiskaðu av kvotu, sum pól-
lendingar eiga har uppi.
- Tann fyrra túrin høvdu
teir 490 tons av avhøvdað-
um og frystum fiski; hesin
túrurin var liðugur í mai. Á
seinna túrinum rakk pólska
kvotan til 180 tons av av-
høvdaðum
fiski,
men
Sjúrðarberg helt fram at
fiska av føroyskari kvotu
og hevur nú umleið 420
tons inni.
Jákup Sólstein sigur, at
treytin fyri at kunna fiska
av pólskari kvotu og undir
pólskum flaggi, er, at skip-
ari og maskinsjefur eru pól-
lendingar.
- Annars siglir føroyska
manningin
undir
somu
treytum, sum um skipið var
undir føroyskum flaggi,
sigur hann.
Næraberg aftur av sildaveiði í altjóða sjógvi
Hendan túrin fiskaði Næraberg, sum nú leggur veiðina upp í Klaksvík, undir pólskum flaggi og
av pólskari sildakvotu í altjóða sjógvi norðanfyri.
Mynd: Rúna Sivertsen.
- Tað gongur bara væl
við saltfiskinum,
sigur Egil Johansen,
innkeypsleiðari og
sølustjóri fyri salt-
fiskin á flakavirkin-
um, Kósini í Klaksvík.
FORKUNNUG VITJAN
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku hevði flaka-
virkið, Kósin í Klaksvík,
forkunnuga
vitjan
úr
Spaniu og Íslandi.
Mikudagin komu ikki
færri enn 20 spaniólar og 3
íslendingar við flogfari til
Føroya. Hetta eru viðskifta-
fólk, sum keypa og selja
saltfisk, sum Kósin fram-
leiðir. Málið var í fyrsta
lagi at vitja Kósina og
síggja saltfiskaframleiðsl-
una hjá virkinum. Men á
slíkum ferðum, har so for-
kunnugir gestir eru á vitjan,
er náttúrligt, at vertirnir
eisini vísa gestunum ein
part av landinum.
Og tað gjørdu klaksvík-
ingar eisini.
Í Kirkjubø
Egil Johansen, sum er inn-
keypsleiðari og sølustjóri
fyri saltfiskin hjá Kósini,
samskipaði ferðina vegna
Kósina hjá útlendsku gest-
unum í Føroyum.
- Vit vóru eftir gestunum
í Vágunum og koyrdu tey
fyrst til Havnar. Úr Havn
fóru vit til Kirkjubøar, har
vit ótu frokost saman.
Fyrstu náttina gistu tey á
Hotel Føroyum, og norður-
eftir dagin eftir koyrdu vit
eftir gamla Oyggjarvegnum
ogsíðan um Eiðisskarð.
Egil sigur, at gestirnir
vóru ógvuliga hugtiknir av
tí, teir sóu, og nógvar
myndir vórðu tiknar á ferð-
ini norðureftir.
- Millum teir 20 spaniól-
arnar, var ein stórur keypari
í Barcelona, og saman við
íslendingunum er hesin
tann einasti, sum hevur
verið í Føroyum áður, sigur
hann.
Væl nøgdir
Egil sigur, at gestirnir
vórðu vístir runt á Kósini,
og teir vóru sera væl nøgdir
við tað, teir sóu.
- Eg vil siga tað soleiðis,
at spaniólarnir vóru ser-
stakliga væl nøgdir við alt
tað heila, bæði tað, tey sóu
inni á virkinum og útferðir-
nar, vit skipaðu fyri á ferð-
ini.
Meðan tey steðgaðu í
Klaksvík, skipaði Kósini
fyri eini ferð norður um við
Sundabergi, sum júst var
afturkomin við 950 tonsum
av flaki, og her fingu gest-
irnir døgurða umborð.
- Leygarmorgunin, áðr-
enn tey fóru úr Klaksvík,
varð farið ein túr við bátin-
um, Alfa Pilot, og her
høvdu vit toskatráður við,
sigur Egil.
Á vegnum vestureftir aft-
ur
leygardagin,
sluppu
gestirnir eisini ein túr undir
Vestmannabjørgini, og hes-
in túrurin var ikki minst
hugtakandi.
- Leygarkvøldið gistu tey
á Hotel Vágum, har borð-
reitt varð við køldum borði,
og sunnumorgunin flugu
gestirnir heimaftur, sigur
Egil.
Gongur væl
Spurdur, hvussu tað gongur
við saltfiskinum hjá Kós-
ini, nú so nógv hevur verið
frammi um trupulleikar á
saltf iskamarknaðinum,
letur Egil væl at.
- Vit kunnu ikki klaga, tí
vit hava ongar trupulleikar
havt av saltfiskinum í vetur.
Prísirnir, bæði á innkeypi
og sølu, eru lækkaðir nak-
að, men hetta hevur ikki
tarnað saltfiskaframleiðsl-
uni hjá Kósini.
At kalla allur toskurin,
sum virkið framleiðir til
saltfisk, fer til Spaniu,
meðan brosman og longan
fara til Italiu.
Egil
Johansen
hevur
starvast á Kósini síðan
1998.
Hugtiknir og vælnøgdir spaniólar vitjaðu Kósina
Í fjør vitjaðu spaniólarnir í Noregi og fyrraárið í Íslandi. Nú var so túrurin komin til at vitja á Kósini í Klaksvík.
- Gestirnir vóru sera væl nøgdir við vitjanina her hjá okkum, sigur Egil Johansen, sum samskipaði ferðina fyri Kósina.
Mynd: Jan Muller.
VESTANSTEVNAN
VESTANSTEVNAN
VESTANSTEVNAN
2002
2002
2002
C
M
Y
K
17
16