Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 1978síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 Mikudagin 28. juni 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Sosialrådgevarafelagid/ Oli Breckmann: Talan um ålvars- liga skuldseting — segði dómarin um lesarabrævið i Dagblaðnum Mánadagin var sakarmál- ið, sum Sosialráðgevara- felagið hevur lagt móti Óla Breckmann, ábyrgd- arblaðstjóra Dagblaðsins, fyri i Føroya rætti. Eftir démsvidgerdina segði dómarin, Jógvan H. Andreasen, at skuldset- ingin í lesarabrævinum í Dagblaðnum 26. okt. í fjør, um, at sosialráðgev- ararnir hava misbrúkt upplýsingar um fólk, sum fáa almennar veitingar, er álvarslig. Hon er álvars- lig, tí hon kann fatast so- leiðis, at sosialráðgevar- arnir hava brotið tagnar- skyldu sína. Ataluvert at nevna fólkafloksmenn Dómarin meinti eisini, at tað er átaluvert, at so- sialráðgevararnir í einum lesarabrævi móti skriv- ingini hjá Ola Breckmann um sosialmál nevna tveir fólkafloksmenn, Hanus 10.000 kr. og tveir mánar í Paris Listamálarin Ingálvur av Reyni hevur fingið 10.000 kr. frá Statens Kunstfond í Danmark. Harafturat hevur grunnur- in boðið honum eitt uppihald uppá tveir månar i Paris, á danska akademi- inum har. Tað eru virkandi fólk í øllum listagreinum, sum fáa studning frá Statens Kunstfond. Studningurin skal metast sum ein viðurkenning av ar- beiði teirra. Samuelsen og Jógvan Sundstein, við navni. Dómarin helt, at sosial- ráðgevararnir áttu í staðin at vent sær til leiðsluna í fólkaflokkinum og spurt hana, um skrivingin hjá Óla Breckmann umboðaði floksins meining ella ein- ans blaðstjórans egnu meining. Vildu ikki semjast Annars mælti dómarin til, at semja varð gjerd millum partarnar. Hann skeyt upp, at orðalagið í semjuni skuldi vera nakað soleiðis, at Óli Breckmann harmast um, at fyrr- nevnda lesarabræv, und- irskrivað >klientur<, hev- ur staðið í Dagblaðnum (26.10 1977) í ti líki, at tað kann skiljast sum ein skuldseting um, at sosial- ráðgevararnir ikki hava hildið tagnarskylduna. Men verjin hjá Óla Breckmann, Jógvan Páll Lassen, tók ikki við hes- um uppskoti dómarans og ti varð málið tikið upp til dóms. Dómurin verður feldur um ein mánað, einaferð síðst í juli. Ikki ærumeiðandi Óli Breckmann segði í rættinum, at hann ikki hevur skrivað nevnda les- arabræv, men hann tekur ábyrgdina á seg. Hann segði, at hann helt ikki, at nekur ærumeiðing var í brævinum og tað var ikki meiri áloypandi enn onnur lesarabrev um sama evni, sum hevdu staðið í sama blaðnum, tann 26 okt. 1976. t.e. Ongin avgerð tikin um samanleggingina — málið útsett til eftir summarfrítíðina Ongin avgerð verður fyri- bils tikin í spurninginum um eina marknaðarum- skipan millum Tórshavnar Uttanbiggjar kommunu og Tórshavnar Komm- unu, sum skal fera til at Hoyvik og Hvítanes koma upp í Havnina. Ætlanin var at Tórs- havnar Uttanbiggjar Bygdaráð og Tórshavnar Býráð skuldu viðgerða tey uppskot, sum samráðing- arnevndirnar hjá báðum kommununum eru komn- ar til, samstundis á fund- um mánakveldið. Men tá bygdaráðsfund- urin í Tórshavnar Uttan- biggjar Bygdaráð byrjaði mánakveldið, boðaði for- maðurin frá, at málið varð tikið av skránni, og at tað verður tikið upp aftur aftaná summarfritidina. Vildu hava tíð at umhugsa málið Fíggjarnevndin hjá Tórs- havnar Býráð hevur gjøgnumgingid uppskot- ini saman við sakferara- num hjá kommununi, men figgjarnevndarlimir vildu hava meira tíð til at gjøgnumganga uppskotini einaferð enn, og tí var ongin eykabyrådsfundur mánakveldið. Í samráðingarnevndini millum kommunurnar vó- ru partarnir komnir til eina semju. Hon bar í sær, at markið millum komm- Avgerðin um Hoyvík og Hvítanes skulu leggjast saman við Havnini verður ikki tikin fyrr enn eftir summarfri- tíðina unurnar skuldi flytast so- leiðis, at bygdirnar Hoy- vik og Hvítanes komu upp í Havnina. Sum lið í hesi marknaðarumskipan skul- di Tórshavnar Kommuna yvirtaka millum 8 og 9 mill. kr. av lánunum hjá Tórshavnar Uttanbiggjar kommunu, fyri tær kom- munalu ognirnar í Hoyvík og á Hvítanesi aðra- staðni kl. 10 týsdagin Bergen Scrabster Seyðisfjerður Esbjerg Stavanger Oslo Kristiansand Lerwick Kirkwall Aberdeen Edinburgh London Reykjavík Akureyri Álborg Árhus Odense Keypmannahavn