mikudagur 28. juni 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Hegni Djurhuus
Jógvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Ikki nóg mikið
Í FARNU viku var semja gjørd i sak-
armálinum, sum Absalon Absalon-
sen hevur lagt ímóti Paula Ellefsen
og G. L. Samuelsen vegna skriving
teirra í skrokkamálinum.
TAÐ VAR ikki okkara ætlan at gera
nakra viðmerking til hesa semju,
sum eftir okkara tykki er so mikið
greið, at tað als ikki er neyðugt við
viðmerkingum, uppískoytum ella
útleggingum.
Utgevari:
Blaðstjóri
Blaðmenn
Uppseting:
Prent:
VIT METTU tað at vera nóg mikið,
tá vit í leygardagsblaðnum objektivt
søgdu frá innihaldinum i semjuni,
og tað sama gjørdu útvarpið og øll
hini blødini uttan Dimmalætting,
sum var alt annað enn objektiv í síni
fråsøgn.
Í DAG MUGU vit slåa fast, at
semjan i sær sjálvari ikki hevur verið
nóg mikið hjá teimum saksøktu,
Paula Ellefsen, løgtingsmanni, og
G. L. Samuelsen, blaðstjóra. Heldur
ikki hjá ødrum sambandsmonnum
eitt nú Jørmundi Vágadal.
DIMMALÆTTING leygardagin var á
tremur. Fyrst ein drúgv subjektiv
frágreiðing frá sjálvum blaðnum.
Síðan tvær drúgvar greinir hjá Paula
Ellefsen. Og at enda eitt langt les-
arabræv frá Jørmundi Vågadal. Og
hetta eru alt uppiskoytir og útlegg-
ingar av tí semju, sum einans fylti
nakrar fáar realur.
UM SEMJAN sum gjørd varð, og
sum er kunngjørd í útvarpinum og
øllum blødunum týðuliga og greitt
gav teimum saksøktu viðhald, so
skuldi tað verið óneyðugt við fleiri
og drúgvum sjóforkláringum. Allar
hesar frágreiðingarnar, viðmerking-
arnar og útleggingarnar í Dimma-
lætting leygardagin benda einans á,
at teir saksøktu ikki fingu nóg mikið
við sjálvari semjuni.
UM SEMJAN í sær sjálvari gekk
teimum saksøktu á møti í nóg stór-
an mun, so var bert eitt at gjørt, og
tað var sera einfalt, at kunngjørt
innihaldið í semjuni, og onki meir.
Men tað var alt ov lítið. Semjan rakk
alt ov stutt. Í semjuni stendur, at
Absalon Absalonsen onki ólógligt
ella æruniðursetandi hevur gjørt í
samband við keypið av skrokki-
num, og sostatt kunnu landsstýrið
og fíggjarnevndin heldur onki tílíkt
hava gjørt.
sosialurin
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti hóskveldið kl. 20.
KFUK, Tórshavn
Feðingardagshald verður
hóskveldið kl. 20. Til-
melding til summarleguna
í Kambsdali í kveld kl.
19—20.
Evangeliuhúsið,
Trondargøtu
Utifundur i Vestmanna i
kveld kl. 20.30 um viðrar.
Sion, Vågi
Evangeliskur
kvøld kl. 20.
fundur i
Sjómanskvinnu-
ringurin, Vági
Fundur verður hjá At-
lantu Petersen hóskveldið
kl. 20.
Lærarasetanir
Tann 28. april lýsti skúla-
stjórnin 30 sterv leys við
tólkaskúlan. 22 umsóknir
komu frá 20 umsekjarum.
Ongin sekti um stervini í
Kunoy, Hesti, Fugloy,
Mikladali, Mykinesi,
Svínoy og á Húsum. Men
eisini størv í Klaksvík,
Nes kommunu, Vestman-
na, á Strondum og við
Meginskúlan á Sandoynni
hevdu ongan áhuga. Í tey
stervini, sum umsóknir
vóru til, hevur skúla-
stjórnin sett hesi:
Lærarar við royndartid:
Julia Hansen og Terje
Kjærbo í Getu, Alexander
Kristiansen í Fuglafirði,
Joan Nielsen á Oyrabak-
ka, Jónsvein Simonsen og
Jóannes Jensen í Runavík
og Johan Pauli Mouritsen
í Servági. Í Havn eru tveir
lærarar, Margretha Næss
og Jógvan Asbjørn Skaale
settir og Berge Petersen
sum timalærari.
Jóhannes Johannesen
hevur fingið starvið sum
varaskúlastjóri á Megin-
skúlanum á Sandoynni.
Lærarasetan
Skúlastjórnin boðar frá,
at Per Gaard er settur
sum lærari við Venjingar-
skúlan frá 1. august 1978
at rokna.
TILBOÐ
ynskist uppá útgrevstur, planering,
leggjan av rørum, uppstoyping og
smíðing av húsi.
Carl C. Johansen
Tlf. 12227 — 13138
Teir
vælumtóktu Møllerblokkarnir
vid rullulegum i støddunum frå 1-5
tons á goymslu, men aðrar støddir
kunnu eisini útvegast.
Allir blokkarnir hava certifikat.
Fa. Skipaútgerð
postbox 92,
tif. 24310,
3860 Vestmæn:a
Einaumboð
Nr. 49 — 28. juni 1978
ku
Undirklæði
til
dreingir
Vakrir litir
og sita væl.
Tola nýtslu
og vask
í tað óendaliga.
Pf. Georg Nolsge
Klædnavørur í heilsølu
Tórshavn, tlf. 14557
— gott at vera -h0
Summarfri 1978
Frá 17. juli til og við 14. august er bert opið so-
leidis:
Skrivstovan og goymslan i M. A. Winthers-
getu 4 frå kl. 8—12 og frå kl. 13—17 mánadag til
friggjadag.
Eingin útkoyring av verum. Vera ið skal heint-
ast, má verða umbiðin dagin fyri áðrenn kl. 12.00.
Spreingievni má verða umbiðið og loyvið á-
tekna, áðrenn kl. 16.00 dagin fyri, sum tað verður
útflýggjað dagin eftir millum kl. 9 & 10.00 úr
goymsluhúsinum við Oyggjarvegin.
Verkstaðurin fyri luftamboð, truckar eins og
CO" fyllisteðin, verður stongdur 17. juli — 14.
august.
Verkstaðurin fyri VIKING, D.S.B. £ DUN-
LOP gummibátar er stongdur allan august mán-
aða.
P/FC.C. JOHANSEN
TIf. 14922 — 11492
KUNNGERÐ
Tað verður her gjørt kunnugt, at
Tórshavnar býráð á fundi tann 22.
juni 1978 hevur samtykt
At navnið á vegnum frá Hoyvíks-
vegnum og eystur í Prestagarðin
verður broytt til ESSALÁG.
At getan frá Tinghúsvegnum í R.
C. Effersøesgøtu fram við gomlu te-
legrafstødini skal eita HUSAGØTA.
Torshavnar byråd
Skalflex
betongmáling og reliefpuss við 10 ára
garanti fæst hjá
ARNA SAMUELSEN
TIf. 55775
3870 Klaksvík