Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ORÐ Nr. 49 — 28. juni 1978 sosialurin Læruráðið fer at viðgera spurningin um lærusáttmálar á Skipasmiðjuni Í einum skrivi frá Føroya handverkslærlingafelag verður gjert vart við, at Tórshavnar skipasmiðja hevur lærlingar í arbeiði, uttan at lærusáttmáli er gjørdur við teir. Vit hava vent okkum til formannin í Læruráðnum, Jógvan Páll Lassen, og sigur hann, at ráðið ikki var vitandi um hetta fyrr enn nú. Hann sigur víðari, at Læruráðið fer at við- gera henda spurningin á einum fundi, meguliga næsta fundinum hjá ráð- num, sum verður fyrst í komandi mánað. Fekk ongan sáttmála Skrivið frá Handverks- lærlingafelagnum er so- ljóðandi: Feroya handverkslær- lingafelag vil hervið gera eina lýsing av málinum viðvikjandi uppsegnini av einum sveisaralærlingi á Tórshavnar Skipasmiðju, sum ikki fekk lærusátt- mála, áðrenn hann varð koyrdur. Viðkomandi lærlingur var bert ein mánað í læru og varð uppsagdur við dags fyrivarni. Uppá fyrispurning til Poul Mohr, stjóra, um at taka lærlingin aftur í læru, fekk Feroya hand- verkslærlingafelag tað svar, at so bleiv ikki, ti ov lítið arbeiði var til sveis- arar. Kann ikki fáa limaskap Fyri at gerast limur í Fer- oya handverkslærlingafel- ag krevst, at lærusáttmáli er undirskrivaður. Læru- sáttmálin skal eftir lógini verða undirskrivaður, áðr- enn læran byrjar. Vit ha- va spurt Læruráðið, um Tórshavnar skipasmiðja hevur fingið eykaloyvi viðvíkjandi útseting av sáttmálaskriving og læru- ráðsformaðurin, Jógvan Páll Lassen, svaraði, at so var ikki. So tá lærumeistarin ikki hevur fingið hetta í lag, er hann beinleiðis atvoldin til, at viðkomandi lær- lingur ikki hevur kunnað tekna seg sum lim í Før- oya handverkslærlingafel- ag. Nýggjur lærlingur Vit gjørdu metingar um grundirnar fyri uppsegn- ini og halda ikki, at hald- gott grundarlag er fyri henni. Og hava tí einaferð enn tosað við Poul Mohr, um heimkoyrdi lærlingur- in kundi vera tann fyrsti á listanum, tá brúk var fyri lærlingi aftur, men svarið var nei. Sum steðan er, stendur Feroya handverkslær- lingafelag maktarleyst í málinum. Tað einasta, ið gerast kann, er at átala atburð nevnda meistara, um ikki at geva lærling- inum sáttmála, beinan- vegin, hann kom í læru. Tað, sum viðari er hent, er, at umframt útlærdir sveisarar eru komnir í ar- beiði, hevur Tórshavnar Skipasmiðja tikið nýggjan sveisaralærling i læru, uttan lærusåttmåla. Javnadarflokkurin sigurharrin við íslendska Altingsvalið Alþýðuflokkurin vann íslendska Al- þingsvalið sunnudagin og kemur mø- guliga at mynda stjórn við Benadikti Grøndal sum forsætisráðharra Hóast islendska Altings- valið ikki gav mótsteðu- flokkunum meiriluta í Al- tinginum, mistu stjórnar- flokkarnir, Sjálvstaðis- flokkurin og Framsóknar- flokkurin so stórt tal av tingmonnum, at óhugs- andi er, at teir halda á- fram. Tískil hevur forsætis- ráðharrin Jóannes Haf- stein sagt forsetanum Kristiani Eldjarni frá, at stjórnin leggur frá sær. Hugsandi er, at formað- ur Javnaðarfloksins, Be- nadikt Grendal verður komandi forsætisráðharr- in, men tað verður í ellum forum torfert at skipa meirilutastjórn í Íslandi. Valið gav hetta úrslit: Sjálvstaðisflokkurin 20 mans (+ 5), Framsóknar- flokkurin 11 mans: (6), Alþýðuflokkurin — Javn- aðarflokkurin 14 mans, (+ 9), Alpíðubandalagið 14 mans, (+ 4), Pålma- son, uttanflokka 1 mann. 60 altingslimir. Frammanundan vali- num sótu 5 flokkar í Al- tinginum, men flokkurin Frjálslyntir og Vinstra mistu allar menn sínar, meðan Pálmason, upp- stilladur uttanflokka, er valdur á Vestfirðum, hann var frammanundan ting- limur í Frj./Vinstra. Síða 3 kring oyggjarnar Seks selur í Hirtshals Seks feroysk nótaskip seldu sild til matna í Hirtshals í gjár. Saturn seldi 750 kassar fyri 85.700 kr., Havernin 500 ks. fyri 70.600 kr., Geyti Reyði 220 ks. fyri 28.000 kr., Ísborg 430 ks. fyri 50.500 kr., Akraborg 850 ks. fyri 168.200 kr. og Boðanes seldi 1360 ks. fyri 161.000 kr. Prísurin lá úr 2,90 kr. upp í 5,60 kr. 34% meiri ráevni Flakavirkið í Miðvági hevur higartil í ár tikið móti uml. 3.300 tons- um av ráevni, harav tey 1.055 tonsini eru upsi. Fyrra hálvárið í fjør tók virkið móti 2.400 tonsum av rá- evni, so veksturin í ár er uml. 34% Friegiadagein í síðstu Vestfinnur á Eiði Leygardagin landaði Vestfinnur 42.000 pund av trolfiski á Eiði. Vestfinnur trolar undir Feroyum, norð- vestur úr Mykinesi Meginparturin av veið- uni hendan túrin var toskur. Í morgin kemur Norðseki á Eiði undan Íslandi. Norðseki roynir við snellu og seinast, frættist frá teimum, heyvdu teir 40.000 pund av upsa Vaðhorn kemur eis- ini inn í vikuni. Hann hevur verið undir Is- landi, men er nú komin á Feroya banka at royna. Tá teir fóru úr Íslandi hevdu teir 50.000 pund inni. Triggjar landingar Mánadagin avreiddu tveir bátar á Tveroyri. Skråpur, sum trolar, hevði sløk 16.000 pund og linubåturin Blåfoss- ur avreiddi 29.500 pund. Friggjadagin í síðstu viku var trolbáturin Knúkaberg inni við slekum 18.000 pundum Pisan útkomin Pisan 1978 er útkomin Tað er Meginfelag Fer- oyskra Studenta, sum gevur bóklingin út. Hann er ætlaður til leiðbeining hjá feroy- ingum. sum fara til Danmarkar at lesa. Í Pisuni í ár, sum er uppá 44 síður, verður greitt frá lestrar-, bú- staðar- og figgjarligum viðurskiftum hjá fer- oyskum studentum. Í bókini er eisini yvirlit yvir feløg o.a. hjá før- oyingum i Danmark og eitt yvirlit yvir hvørjar lærugreinir limirnir MFS lesa, umframt stevnumið og lógir fyri MFS Í innganginum í bókini verður sagt, at hon er nógv skerd mun til tær ætlanir MFS upprunaliga hevði — Tað hevur vist seg ógvuliga torfert at fáa fólk upp í arbeiðið í MFS. Núverandi ráðið er av ti sama bert seks mans. har tað átti at verið niggju, sigur MFS í innganginum Um tilfarið verður sagt: — Tilfarið er kanska dekan og tilvildarligt, og målsliga er Pisan 0- jøvn, men hóast hetta er hon vónandi nýtilig Útflutningurin 54 mill. kr. í mai Utflutningurin ein fimting minni í ár Samlaði útflutningurin hjá føroyingum í mai mánaða í ár var uppá 54,4 mill. kr. Við hesum er samlaði útflutningurin í teimum fimm fyrstu mán- aðunum í ár komin uppá slakar 260 mill. kr. Eitt yvirlit frá Hag- deildini vísir, at hetta er ein fimtingur minni enn somu mánaðar í fjør, tå samlaði útflutningurin var uppá 308 mill. kr. USA størsta keyparalandið Størstu verubólkarnir i mai mánaða vóru salt- fiskur við 13.5 mill. kr., rækjur við 10,1 mill. kr., fryst toskaflak vid 9,3 mill., fiskamjøl við 7,6 og fryst hýsuflak við 7,5 mill. kr. Stersta keyparalandið í mai mánaða var USA við 19 mill. kr. Á eðrum plássi kom Spania við 6,9 mill kr. Frakland keypti fyri 6,3 mill, Danmark fyri 5,7, Vesturtýskland fyri 4,8 og Bretland fyri 4,7 mill. kr