Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juli 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — í. juli 1978 sosialurin Meginfelag Útróðrarmanna: Krav okkara um pris og pristals- viðgerð stendur vid magt — Vit hvørki vilja ella kunnu góðtaka prisfallid tann 1. juni i år, sigur starvsnevndin i meginfelagnum Tysdagin hevdi starvs- nevndin i Meginfelag Ut- róðrarmanna fund i Runa- vik, har hon vidgjørdi teir nyggju avreidingarprisir- nar, sum vórðu ásettir mánadagin. Í einum skrivi til lands- stýrið hevur starvsnevnd- in í MÚ boðað frá, at hon hverki vil ella kann góð- taka fallið í ráfiskapris- unum, sum komu í gildi 1. juni í ár, tí hon hevur ikki heimild til tað. — Tey fáu oyru, ið løgd vórðu afturat prisinum á ráfiski tann 26. juni í ár, broyta ikki fundarsam- tyktina, sum meginfelagið gjørdi 7. juni, sigur starvsnevndin. Í hesi samtykt segði meginfel- agið, at tað ikki kundi góðtaka nakað fall í rá- fiskaprisunum, og tað kravdi at råfiskaprisirnir verða pristalsvidgjørdir. Starvsnevndin sigur, at tað ikki kann metast sum nekur loysn í málinum, at nevndin fyri ráfiskagrunn- in megnaði at fáa fallið á teimum fiskasløgunum, sum útróðrarmenn veiða, uppaftur við einum fimt- ingi av prísfallinum, sum var 1. juni, og krevini hjá felagnum standa ti við. Hugaðir at samráðast víðari Starvsnevndin í Meginfel- ag Útróðrarmanna sigur í brævinum til Landsstýr- ið, at felagið er hugað eina tið enn at royna samráð- ingarleiðina, og vísur á fundarsamtyktina hjá fel- agnum, sum biður veiðu- menninar halda fram við veiðuni meðan samráðing- ar eru. Starvsnevndin leggur dent á, at orðini í fundar- samtyktini hjá felagnum um »at føra samráðingar- nar ikki til úrslit, mugu tiltøk setast í verk í summar«, framvegis standa vid makt. 4/7 Lómur 13/7 11/7 Heykur Blikur 20/7 18/7 Lutasedilin fyri Hvíldarheimið Við hesum verður sagt frá, at drátturin av lutaseðilinum fyri Hvíldarheimið >Naina< er útsettur til hósdagin 20. juli 1978. Enn eru óseldir seðlar, og fólk eru tí væl- komin at venda sær beinleiðis til Hvildar- heimið (tlf. 11840), um so er at onkur enn ikki hevur havt hevi til at styðja tiltakið at út- byggja Hvíldarheimið. fyri Hvildarheimið Hans J. Joensen Telefon 11225 Telex 9/7 16/ PF SKIPAFELAGIÐ FØROYAR Útróðrarverkfalkð í 1975. Meginfelag Utróðrarmanna sigur at tað framvegis vil a royna samráðingarleiðina í spurninginum um råfiskaprisirnar Nyggj havnaætlan gjørd i Skopun — sigur Lindberg Djurhuus, fyrrverandi bygda- rådslimur i Skopun Tad verdur framvegis ar- beitt við nýggjum upp- skoti til eina loysn av havnartrupulleikunum í Skopun. Landsverkfreðingurin hevur nú gjert eitt nýtt uppskot, og í síðstu viku var landsverkfreðingurin saman við umboðum fyri landsbyggifelagið í Skop- un og legði nýggja upp- skotið fyri bygdaráðið. Eftir nýggja uppskoti- num skal bergið spreingj- ast norður imóti Harða- bergslánni, niðan um minnisvarðan og upp móti vegnum, sum gongur norður á Skerð. Skopuningar sjálvir eru ikki glaðir fyri hetta Lindberg Djurhuus, sum hevur sitið í bygda- ráðnum, sigur, at flestu skopuningar eru hart i- móti hesum uppskotinum, ti teir meta at hetta bert fer at gera havnaviður- skiftini verri í Skopun. Aftur eitt nýtt uppskot er gjert um, hvussu havnatrupulleikarnir í Skopun kunnu loysast, men skopuningar taka ikki undir við hesum uppskotinum Best at loka grynnuna inni — Gamla uppskotið um at loka grynnuna inni við at gera ein pier eftir grynn- uni og áraka Hvítugjógv, er einasta rætta loysnin, og hetta var eisini full semja um bæði í bygda- ráðnum og millum fólk flest, sigur Lindberg Djurhuus. Hann sigur, at skopun- ingar hevdu glett seg til, at hetta uppskotið varð samtykt í komandi ólav- sekutingsetu, og hann sigur, at hann hevur heitt á bygdaráðsformannin, um at taka upp samráð- ingar við landsverkfrød- ingin, og mótmæla nýggja uppskotinum. — Sum er fáa skopun- ingar ikki goymt bátar- nar, og tá vit hava í huga. at tveir sterri útróðrarbát - ar í løtuni eru í gerð, má nakað munagott við havnina beinanvegin. gerast sigur Lindberg Djurhuus