Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juli 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 51 — 8. juli 1978 Sosialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Bladstjøri: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Einasta leidin Í ÍSLANDI hevur val verið til Alting- ið. Úrslitið av valinum var, at ís- lendski javnaðarflokkurin, Alþýðu- flokkurin, vann stórsigur. Flokkur- in, sum áður hevði fimm limir í Al- tinginum, fekk á valinum 14 limir valdar. Í NOREG hava vit javnaðarstjórn. Tað sama hava vit í Danmark, og har sýna veljarakanningar, at um val hevði verið nú, so hevði danski javn- aðarflokkurin fingið framgongd í mun til seinasta fólkatingsval, sum var eitt satt sigursval hjá flokkinum. Í SVORÍKI hava teir borgarligu flokkarnir fyri fyrstu ferð í eina hálva eld roynt seg á stjórnarpalli- num í nakrar mánaðar. Veljarakann- ingar har sýna, at um val hevði verið nú, so vildi javnaðarflokkurin vunn- ið, og komið aftur til stjórnarvaldið sum hann sat við i nærum hálva old. LÍTA VIT okkum íkring, so síggja vit, at tey bestu samfelggini í heimi- num eru tey, har javnaðarpolitikk- urin ella tann demokratiska sosial- isman, hevur gjørt vart við seg. Hetta er tilfellið í Eysturríki, Vestur- týsklandi, Bretlandi, Danmark, Svø- ríki og Noreg. Í hesum londum hev- ur kommunisman ongan møgu- leika, og vandin fyri høgravendum kvettum er útihýstur. Í DANMARK og Noreg hava teir borgarligu flokkarnir roynt seg á stjórnarpallinum av og á, men altíð hava boð verið aftur eftir javnaðar- monnum at taka um endan. Tað sama tykist nú at vera stødan í Svø- ríki. Og í Íslandi hevur javnaðarpoli- tikkurin nú fingið undirtøku, eftir at eitt borgarligt stýri hevur sitid við valdið. Í FOROYUM skulu vit hava løgtings- val til heystar. Hvat gera vit føroy- ingar. FARA VIT ikki at hugsa um royndir- nar, sum okkara grannar, íslending- ar, norðmenn, sviar og danir hava av teimum borgarligu flokkunum har, og kenna vit ikki eisini okkara egnu? VALIÐ ER sjálvsagt. Úrslitið má vera ein sterkur Javnaðarflokkur. Tað er loysnin, og tað er einasta leiðin. Gudstænastur Havnar kirkja: Eivind Vil- helm; Vesturkirkjan: Kj. artan Mørkøre, altar- gongd; Kaldbak: Hans J. Joensen, altargongd; Kir- kjubø: Høgni Poulsen; Saksun: Petur Petersen, kl. 11, altargongd; Eiði: P. M. Rasmussen, kl. 11; Funningur: P. M. Ras- mussen, kl. 17; Nes: J. Follend, kl. 12; Fugla- fjørdur: Torkil Beder, alt- argongd; Miðvág: Niels Pauli Danielsen; Hvalba: Elsa Funding; Vágur: J. Weihe, kl. 11; Øravik: J. Weihe, altargongd kl. 18. Meinigheitshúsið Møtir verða leygarkveldið og sunnukveldið. Evangeliihúsið Telefonandaktin tlf. 12266 Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukveldið kl. 19, meti við Martin Hammer, trú- boðara. Skúlin í Sandvík Sunnukveldið kl. 21 sigur Martin Hammer frá ísra- elsferð síni og vísir mynd- hvenn mikudag hvenn hósdag 4. hverja viku í Blyth Vit ferma hvønn månadag og tysdag 2. hvørja viku i Larvik 3. hvørja viku i Ålesund 3. hvørja viku i Sandnes Royn-høllin Fundarrødin i Hvalba heldur fram i Royn-høllini i kvøld kl. 20 og sunnu- dagin kl. 15,30. Ungfolk norðanfjerðs luttaka við vitnisburði og Petur Oluf og Niels syngja. Fødingardagur Leygardagin verður Karl Øster, gartnari, Tvøroyri, 75 år. Hann er burtur- staddur fødingardagin. Frå 2 til 115 hk. Å goymslu 5—, 8— 15- og 28 hk. Lagaligar gjaldstreytir. Søla og service Sjúrður Strøm Vági, tlf. 73498 Brochurur verða sendar. i Ålborg i Halmstad i København (næstu ferð 10/7) (næstu ferð 27/7) (næstu ferð 26/7) (næstu ferð 9/8) til Føroyar Frystikontainarar eins væl og vanligir kontainarar eru tøkir AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN Til JOLINU DIMON å hennara 85 åra fødingardegi sum var seinasta tysdag Hon striddist i fjøru i hvitum stakki, vovin úr kavaæli, skapaði virðir, heimsins bestu, lønt við korum træla. Prístal og vidbøtur ókent var sum week end og vaktarskifti, rættvisiskrøvini fingu til svar hóttan og svikin lyftir. Framá er vunnið, tú megnaði væl, um stavnhaldið saman at standa, framleiðslutól teljast fólksins ogn, bæði á sjógvi og landi. Í stríðnum at bøta um fólksins kor, sum vitin navnið logar, tí ferðast hugur til tin í tøkk nú sólin í vestri roðar. HUSOVARNA MINI 400 uppvaskimaskina Hetta er gávan til mammuna, sum hon hevur stóra gleði av alt árið. Vaskar upp eftir 4—5 pers. uppá bert 15 minuttir. Stendur frítt á koksborðinum. — Eingin umbygging av koki er neyðug Pf THOMAS DAM # Co. N. Finsensgøta 10 Telf. 11404