leygardagur 8. juli 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 8. juli 1978
sosialurin
Hugl
Tað er Jóansekunátt i
Vági. Vit hava júst verið
til = midnåttarbål, har
»heksin« varð brend. Sam-
koman er nú liðug, fólk
leitað aðrar vegir, bálið er
við at brenna niður, og eg
havi leitað mær niðan
undir Toftadunga, á fyrr-
verandi stóra fiskaplássi
har.
Sum óviti minnist eg
klippfiskin liggja so hvít-
an og skyggja her, frá
bardagaárunum, tá vit
hevdu eingilskt hervald,
minnist eg herdeildirnar
hava venjingar her á
plássinum. Nú er alt tað
farið, tað er sega í orðsins
rætta týdningi. Tá eina-
ferð sega skal skrivast,
um hálvthundrað — um
hundrað ár, tá eru hetta
veruliga tættir, sum mar-
kera seg í henni, bæði
klippfiskur og eingilskt
hervald.
Men nú er friður her.
Hetta er friðaður blettur,
halgaður minninum um
teir, sum hiðani úr bygd-
ini tey seinastu tvey-
hundrað árini lívlótust á
sjógvi og í bakka. Her er
listarligi minnisvarðin, til-
evnaður av Frithjof Joen-
sen, og pláturnar við øll-
um nevnunum. Og nøvn-
ini tala. Sum tikið verður
til í einum sangi:
Der kommer deres
vandringstog
fra sindets dyb tilbage,
og taler deres tavse sprog
om gamle, svundne dage.
Tú ert i eðrum heimi. Tað
er eins og tíðin ikki er
meir, kvirran sjóar í oyr-
um tínum, og tú hevur
varhugan av tí tjaldi, sum
er millum lívið og ævin-
leikan. Og so fara tankar-
nir at sveima, og hví ikki
lata teir tað.
Har er nú bálið. Á huga-
verd er sega tess her í
Norðanlondum. Sum so
mangar aðrar traditiónir,
traditiónir sum vit í
kristnari tíð vilja kalla
vakrar, so hevur bálið tó
sín uppruna í heidnari tíð,
tá tað var ein týdningar-
mikil liður í gudsdyrkan
forfedra okkara. — Nú
trúgva vit ikki longur
uppá bálið, men vit frøast
tó hverja ferð tað verður
tendrað, ti tað setir sin
serliga dám á eina letu.
Men hví brenna vit so
jóansekubál, og hví halda
vit Jóanseku? Hesin dag-
urin, 24. juni, er dagur Jo-
hannes doyparans. Saman
við kristnini komu eisini
messurnar og halgimenni-
veitslurnar til Norðanlond.
Hesar halgimenniveitslur
vórðu eisini kallaðar vek-
ur, t.d. Jóanseka, Ólav-
seka, tí siður var at vakja
og stuttleika sær við dansi
og spæli náttina áðrenn
henda dag.
Tann siðurin vit hava í
dag, at brenna bál á Jóan-
seku, stavar frá heidnari
tíð. Í teirri tíðini var, har
vit nú halda Jóanseku,
hildin ein sólveitsla, og
bál varð brent. — Fólk
hevdu eina sterka trúgv á
tann lívgandi mátt, sum
var í bálinum og á teirri
vernd, sum bálið var móti
trellum og vættrum. Eis-
ini gav eldurin hita og
grødi8. Í Danmark var
siður hjá bóndanum tann,
um várið at fara út á akur-
in og hagani, av eini høvd
í lendinum, at renna eitt
vognhjól | umvavt við
hálmi, sum eldur var sett-
uri, avstað. So langt sum
hjóli rann logandi, skuldi
akurin verða signaður við
greði.
Bálferðin var eisini sein-
asti heiðurin, ið sýndur
varð hevdinga ella mæt-
um manni, ið doyði. Nið-
urskrivað er frágreiðing
frá tilburði á Volga ár 960,
har Norðbúgvar, helst svi-
ar, vóru á vikingaferð.
Hevdingi doyði, og varð
tá stásiliga skip hansara
drigið á land, skipað varð
fyri bálferð, har hevdingin
varð brendur á skipinum
saman við trælkvinnu, og
skemtiliga sigur søgan
okkum, at aftaná bálið
varð hildið ógvusligt ervi,
har menn drukku í fýra
dagar.
Men eldurin fylgdi eis-
ini forfedrum okkara tá
teir, aftaná ár 900 fóru
landnámsferðir, umframt
til oyggjabólkarnar norð-
an og vestan fyri Skotland
og Feroyar, eisini og ser-
liga til Ísland og Gren-
land, har Eysturbygdin
og Vesturbygdin vórðu
grundaðar og líka til Vin-
lands, hesar ferðir sum
komu í lag, bæði tí tað
gjørdist ov trongligt á
Vestlandinum í Noregi, og
eisini tí at har var eitt
skrýmsl við at koma und-
an kavi, sum ikki hugaði
fribornum monnum: tað
vaksandi kongsvaldi.
Tá land skuldi nemast á
hesum ferðum, var siður
tann at tveita í havið
hásætissúlurnar, sum vóru
havdar við heimanífrá. Í
hesum súlum búðu teir
góðu vættrar, ið vart
hevdu heimið, hagani far-
ið varð, og har hesar súlur
róku upp, fóru menn so á
land. So var siður, at bál
varð tendrað meðan sól
var í eystri og gingið varð
til sól var í vestri, og bál
vórðu tendrað á leiðini.
Tað seki, sum hevdingi
rokk at ganga um hetta
tíðarskeið, kundi hann
ognað sær. Okið var so-
statt gyrt av bálum, og í
teimum árunum brunnu
bálini tett bæði í Íslandi
og Grenlandi.
Nú sveimaði eg nakað
langt út um landamark,
eg vendi aftur til blettin,
har eg nú standi, aftur í
tíðina sum nú er, og eg
komi at hugsa um okkum
sjålvi, mannfjøldina sum
skemtast her i kvøld. —
Hvagar stevna vit? Kenna
vit longur lívið? »Livid,
dýra undur<, sum eitt av
okkara skaldum so vakurt
tekur til. Vist er tað dýra-
bart, men at vit ikki long-
ur kenna tey okkum í-
bygdu evni, ikki longur
kenna avbjóðingina í øll-
um tí vakra, ti sublima, ið
uttan um okkum er, i bók-
mentum, tónleiki og list,
at sálin ongan resonans-
botn hevur longur, sum
fær streingir til at darra,
alt hetta er, um ikki júst
veruleiki, tó so tætt við at
vera tað, at vit áttu at
sæð vandan í tí.
Alt gott um tær gener-
ellu stýrisskipanir vit
hava í vesturheimi í dag.
Tær hava, m.a., skapa
stóra sosiala trygd, hana
vilja vit ikki vera fyri utt-
an, men við ellum hesum
er eisini, at kalla, spent
eitt trygdarnet út undir
samfelagsborgaran. — Tað
kann aldrin berast so á, at
galið gongur, ábyrgdin er
tikin frá tí einstaka, okk-
um nýtist illa nokk at
hugsa longur. Alt okkum
tervar, eisini at stytta um
tær longu fríleturnar, tað
keypa vit. Í besta »surf-
riding« stíli riða vit fram á
flóðaldu vælferðarsamfel-
agsins. Teir andiligu og
mentunarligu akrarnir,
har einki verður taðað,
ikki at tala um, at brotið
verður upp úr nýggjum,
hesir akrar vantrivnast og
menniskja, av náttúruni
borið sjálvsteðugt hugs-
andi, við einum viti sum
røkkur langt, og vid ein-
um ríkt nuanceraðum sål-
ar- og kenslulivi, tað stirn-
ar í hesi andiligu oyðuni.
Vit verða herjað av eini
sótt, ið vil drepa sólina, og
eg havi tað trúgv á mini
meðmenniskju, at vit tó
eru greið yvir hesa sótt-
ina, men hon ger lívið
lætt, ongar fløkjur, og vit
megna tí einki at gera við
hana, tað er heilt einfalt
materialisman. Eftri forn-
um siði, ti siði sum ráddi,
áðrenn >hvíti Krist< vann
á Oðin og Tór her í Norð-
anlondum, eru vit farin at
blóta og bera gávur fram,
tó ikki til teir báðar áður
nevndu, so »heidin« eru
vit ikki, men til Mammon,
og gávurnar eru tær, sum
eitt skald nevnir: »tad
sum i hjørtunum vellir, og
sum í lotinum leiftrar«.
Mær ennur i huga ein
ferðafrágreiðing, eg eina
ferð las, skrivað av tí
kenda enska rithevunda-
num A. J. Cronin. Hann
var í Rom, og á ferð
gjøgnum byin kom hann
ein dagin til ein fåtækslig-
an byarpart og før inn i
eina lítla kirkju, ið lå mest
sum butturgoymd millum
húsini har. Hann bleiv
skjótt greiður yvir, at
hetta var Quo-Vadis kirkj-
an, bygd á tí staði har
Pætur apostul, ið flýddi
frá Rom og ræðuligu týn-
ing Heródesar av teimum
kristnu, sambært legend-
una metti Jesusi, ið var á
veg móti býnum. Pætur
spyr tå Jesus: »Quo vadis,
Domine?« »hvar fer tú,
{arri?< Hvat Jesus svar-
ar, vita vit. Men, sigur
Cronin, hesin spurningur-
in er líka brennandi í dag.
hann kann allari
mannaættini: HVAGAR
stevna vit nú? Hava vit
gloymt, at tað finnist eitt
andans ríki, veri hetta ríki
seg so átrúnarligt ella
intellektuelt? Vit spyrja
ikki longur eftir, hvat ætl-
anin er við lívinum. Vit
streva bert eftir at vinna
materielt rikidømi.
Tad tykist vera so, at
dansurin um gullkálvin
verður tráddur alt villari
og villari. Tungt, andiligt
arbeiði liggur ikki til eina
mannaætt, hvers lív er
gjørt lætt av tekniskum
framburði og sosialum
skipanum. Vit hava um-
prioriterað ognir okkara
stillast
Síða 3
Oansøkunått
Tær andaligu eru fyri
størari virdisminking, tad
lenar seg væl betur at
gera iløgur i tær materi-
ellu ognirnar.
Tann kendi danski gud-
freðingurin og heimsspek-
ingurin Seren Kierkegaard
sá í síni tíð, ikki bert sá
men segði tað so týðuliga,
at tað ikki var til at mis-
skilja, at menniskja onga
lívsáskoðan hevði longur,
ikki tað sum skilst við
veruliga livsåskodan:
nevniliga eina persónliga
steðutakan út frá egnum
metingum, til teir djúp-
astu og mest avgerandi
spurningarnar í mannaliv-
inum. Kristindómurin var
heilt avlagadur og tillag-
aður ti livi sum her skuldi
livast, umframt fyri Gudi,
so eisini fyri Mammon.
Kierkegaard er
uppbyggiligur
Hann vísir so beinraki á
eina aðra sótt, sum fer um
framkomna heimin í
Í einari nútíðar termino-
logi kalla vit tað dupult
moral. Kierkegaard nýtti
orð sum »hykleri«, »fari-
sæisme« og »officiel kris-
tendom«. At hann fyrst
legði eftir sínum egnu
starvsbreðrum, prestu-
num, kann tykjast eitt
líka so stórt paradoks,
sum tað paradoksið hann
segði gudstrúnna vera, ti
vitan og skil kunnu ikki
styðja tær bibilsku frá-
greiðingarnar. Mannaætt-
in hevur gjøgnum tidirnar
linna meir og meir um tey
krev kristindómurin still-
ar, og nú boða vit hetta
sum tann veruliga kristin-
dómin, ið skal eitast at
samsvara ti, sum í Halgu-
bók stendur.
So nógv kravdi Kierke-
gaard, so nógva ábyrgd
legði hann á tann ein-
staka. at tað vóru teir sum
hildu, at tað
byggjast skuldi á, ikki var
kristnari grund
annars
lesnaður
dag
SKai
stødi, sum
at finna å
Eg vendi í tonkunum
aftur til staði her. Her í
Toftum doyði fyri um 150
1832, ein
árum síðani, í
merkismaður, Jákup í
Toftum, Rádni bóndi kali-
adur, ein av ættfedrum
mínum, sum saman við
svági sínum, Per bónda í
Gjerðum, og Nólsoyar
Pálli, bygdi Royndina
Fríðu. Í teimum ringu ár-
unum beint eftir ár 1800,
tå kriggj herjaði á ti euro-
peiska meginlandinum,
har tann litli korsikanarin
Napoleon var undan-
gongumaður, tá ferdu teir
við Royndini Fríðu mang-
an kornfarmin til Feroya.
Páll var maður, sum við
sál og huga arbeiddi fyri
at fáa foroyingum frian
handil, og illa mundi tað
dáma Handilskamarinum
í Keypmannahavn, at Páll
Framhald á síðu 11