Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juli 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Vága Javnaðar- felag liðugt við uppstillingina Vága Javnaðarfelag hevur gjørt uppstill- ingina til legtingsvalið. Í bókstavareð eru valevnini hesi: Haldor Hansen. Sør vág. Gardar Joensen. Sandavåg, Hans Jørg- ensen, Midvåg og Dån- jal Tavsen, Sørvåg. Aldumåtingar aftur i dag Seinastu tidina hevur datamaskinan hjå Vaktar- og Bjargingar- tænastuni, id tekur i- móti aldumåtingunum frå teimum fyra boyu- num, sum eru utlagd- ar, verid i Olagi. Hesa vikuna eru bert heilt fåar måtingar komnar gjøgnum maskinuna. kring oyggjarnar Vaktar- og Bjarging- artænastan upplýsir, at teir bíða eftir einum eykaluti til maskinuna, men at fólk í gjár skuldi koma at umvæla hana, so at hon kann virka fyribils, til eyka- lutirnir koma. Myndablaðið NÚ Myndablaðið NÚ! er komið. Ur tí fjølbroytta til- farinum kunnu nevnast greinirnar »Vitjan úr Bonbay« og »Gamal i Føroyum: >Spyrjið læknan« og >Barnasíðan< er sum vant við. Myndablaðið NÚ biðj- ur annars lesararnar umbera, at prentsmiðj- an av misgáum hevur sett síðu 4 sum síðu 37. Trøllanesmenn mistu 9 neyt fyri bakka i illvedrinum herfyri I illveðrinum herfyri mistu trellanesmenn tilsamans niggju neyt fyri bakka. Hetta hendi um vikuskiftid fyri fyra vikum síðani. Jógvan Joensen, Bón- di á Trellanesi, sigur, at friggjadagin í vikuni gingu 19 neyt í Nesdali vestanfyri bygdina, men leygardagin og sunnudagin vóru bert tíggju av teimum at síggja. — Tað er ein gáta, hvar tey eru farin útav. Tey kunnu vera farin bæði norðanfyri og sunnanfyri bygdina. — Vit hava mist neyt av og á, men ongantið so nógv. Vit plaga at finna tey aftur, ti tað er hella niðri undir bakka- num, men hesa ferð hava vit onki sæð til neytini, so tey eru helst farin á sjógv, sigur Jógvan Joensen. Fimm av teimum niggju neytunum vóru kvíur, sum skuldu kálva í heyst, meðan hini fýra vóru ungneyt. Jógvan Joensen átti fimm av teimum, tvær kvíur og trý ungneyt, meðan tveir aðrir mans í bygdini áttu hini fýra. Jógvan Joensen met- ir, at hver av kviunum hevdi eitt virdi uppå umleið 4.500 kr., med- an hvørt av ungneytu- num hevði eitt virði uppá umleið 2.000 kr. Nr. 51 — 8. juli 1978 skótalegu við leypi og ødrum føroyskum lutum 36 KFUM -skótar fara at luttaka á skótaleguni YDRE 78 í Sveríki Í døgunum frå 26. juli til 4. august fara 36 føroyskir KFUM-skótar úr Havn, Fuglafirði, Leirvík, Vági og Servági at taka lut í eini stórari skótalegu í Eystursvøriki, nær við býin Tranás. Legan kallast YDRE 78. Hon fer at hava umleið 3.500 luttakarar úr Svø- ríki, Danmark, Noreg, Feroyum, Hollandi, Lux- embourg, Schweitz, Ong- landi. USA og New Zea- landi. Svensku KFUM og K-skótarnir fyrireika leg- una. Feroysku luttakararnir fara úr Feroyum tann 19. juli við Smyrli til Bergens. Áðrenn legan byrjar, steðga teir fimm dagar í Stockholm. Tá búgva teir privat í svenskum skóta- heimum. Á veg heim steðga før- oysku skótarnir tveir dag- ar í Gøteborg, triggjar dagar í Oslo og ein dag í Bergen. Læra eisini um gamlar dagar Á leguni verður alt vanligt skótaarbeiði. Afturat hes- um er YLE 78 løgd so- leiðis til rættis, at skótar- nir fáa meguleikar fyri at seta seg inn í tað bygda- og arbeiðslív, sum fyrr var í eini vanligari svenskari bygd. Teir fáa meguleika fyri at læra um hvussu ullin varð handfarin, um jarð- arbrúkið, jarnsmið, stein- toy, timbur- og grótar- beiði og um glasblásing, sum hevur ríkar traditión- ir í Eystursveríki. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at skótarnir í so stóran mun sum til ber, sjálvir sleppa at royna hesi handverk. Væl fyrireikaðir Uttan at hava fingið nakra beinleiðis áheitan, hava føroysku KFUM- skótarnir eins og teir svensku, fyrireika seg væl til hendan partin av leg- uni. Teir hava savnað ym- isk gomul føroysk ting, sum lýsa, hvussu fólk livdu í Feroyum fyrr 1; a. KFUM -skótarnir hava fleiri ferðir verið uttanlands seinastu árini. Soleiðis så legan út hjá teimum 70 skótunum, sum í 1970 luttóku á landsleguni hjá KFUM-skótunum í Danmark, nær við Holstebro Tá skótarnir fyrr hava verið á legum uttanlands, hava teir altíð havt stórar og tungar trækistur við sær til útgerðina. Men hesaferð hava teir útvegað sær smáar føroyskar leyp- ar. Alt verður meira nú- tímans, eisini á skotaøki- num, og í dag er skótaút- gerðin so fittlig, at oll út- gerðin hjá einari patrulju rúmast í einum tilikum leypi. Allir skótarnir hava gjørt sær tolvtåttabond. Ein hevur gjert eitt hvelpalás til portrið við tann føroyska partin av leguni. Aðrir hava t.d. gjørt tyrlar (piskiris). Ætl- anin var eisini at gera kveistrar, men hetta hev- ur ikki latid seg gjørt, ti fjadrarnar mugu liggja i eitt ár, áðrenn tær kunnu brúkast til kveistrar. Hetta vóru skótarnir tí noyddir at keypa. Gjørt hefti um Føroyar YDRE 78 er skipad so- leiðis, at skótarnir fáa hevi til at læra hvenn annan at kenna. Teir fáa góðar meguleikar fyri at vera saman við skótum frá eðrum londum. Til hetta endamálið hava føroysku skótarnir gjert fleiri hefti, sum við myndum og teksti lýsa Føroyar og før- oyska samfelagið. Burtur úr skránni fyri leguna kann nevnast aft- urat, at skótarnir eisini skulu arbeiða við altjóða spurningum. Teir skulu viðgera støduna millum tey ríku londini og menn- ingarlondini, og undir hes- um eisini spurningin, um hvussu tað er at vera skóti, ávikavist í teimum ríku og fátæku londunum. Politiið fingið nyggja radarútgerð Fyri einum mánað sid- an fekk politiið nýggja radarútgerð til at brúka við ferðkanning- arnar. Nýggja tólið kallast Vascar, og er sett í ein av bilunum hjá politi- num. Hendan útgerðin hevur fleiri fyrimunir fram um tann radaran, sum =politiid hevur brúkt higartil. Vascar-tólið virkar á tann hátt, at strekkid, har kanningin skal ger- ast, fyrst verður máta upp við tólum. Tólið verður síðani sett til, tá ein bilur kemur inn í ekið. og verður tikið frá aftur, tá bilurin fer út úr aftur økinum. Tólið roknar so beinan- vegin út, hvussu skjótt bilurin hevur koyrt, og er hann farin upp um loyvdu ferðina, verður hann steðgaður. Tað verður skrivað rapport, og málið gongur sína gongd gjøgnum rættin Bilurin við Vascar- tólinum, kann koyra ella standa still- ur meðan ferðmátingin verður gjerd. Ein av fyrimununum við Vascar tólinum í mun til hin Neader 71 radaran er, at tað er lætt at flyta tólið, og tað krevur ikki so nógv fólk. Hetta er serliga ein fyrimunur í summ- armánaðunum, tá teir" eru illa mannaðir“: politisteðini, orsakað av at fólkið er í summ- arfri. Politiið sigur, at teir tó framvegis ætla at brúka gamla radar- an, tá umstødur eru til tess.