Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juli 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 8. juli 1978 Kølitangi settur upp få sosialurin Síða 5 í Leirvík til mjólkina úr Norðoyggjum — Fyri at beta um steðuna hjá mjólkarframleiðarunum Fyri tveimum vikum síð- an var ein kelitangi til mjólk settur upp í Leirvík. Tangin verður brúktur til mjólkina, sum kemur úr Norðuroyggjum, og hann áðrenn hon kemur til Leir- víkar. — Í ellum feri liggja trupulleikarnir nú hesu- megin Leirvíksfjerð, sigur Jógvan Joensen. Trupulleikar í heyst Tað eru umleið 50 mjólk- arframleiðarar í Norður- oyggjum, og framleiðslan liggur millum 7.000 og 30.000 litrar um mánaðin. Mjólkarbilurin í Eysturoynni er hvenn dag í Leirvík eftir mjólkini tekur um 1200 litrar. Tað er Mjólkarvirki Búnaðarmanna, sum hev- ur sett tangan upp, fyri at beta um steðuna hjá mjólkarframleiðarunum í Norðuroyggjum, og higar- til hevur hendan skipanin roynst væl. Strandferðslan = hevur avgreiðsluna av mjólkini í Leirvík um hendi. — Tá mjólkardunkarnir koma við Ternuni, verður mjólk- in fyrst kannað, og síðan koyrd í tangan. Hvenn dag kemur tangabilurin hjá bøndurunum í Eystur- oy til Leirvíkar eftir mjólkini og flytir hana til Meiariid i Havn. Onga mjólk fingid aftur Jógvan Joensen, bóndi á Trellanesi, sum í letuni hevur 11 neyt, sigur at nýggja skipanin roynist væl. Hann sigur, at hann higartil ongantíð hevur fingið mjólk sendandi aft- ur. Tað er tó komið fyri at einstakir dunkar eru send- ir aftur til framleiðaran, ti mjólkin hevur verið spilt. Hetta kemur serliga fyri mánamorgun, tí tá er mjólkin tvey samdegur, Umsteðurnar hjá mjólk- arframleiðarunum í Norð- uroyggjum eru versnaðar nógv, eftir at mjólk- arvirkið í Klaksvík varð stongt í september mán- aða i fjør. Virkið tók ímóti allari mjólkini frá fram- leiðarunum í Norður- oyggjum, og nú mátti hon sendast við strandfara- skipunum úr Klaksvík til Havnar. Í lýkkuni, sum var í heyst, hendi tað ofta, at mjólkin úr Norðuroyggj- um var spilt, tá hon kom til Meiariið í Havn. Hon var ti vrakað og framleið- ararnir fingu onki fyri hana. Mjólkarframleiðararnir í Norðuroyggjum segdu tá, at orsekin til hetta var, at hon stóð óavkeld úti eina nátt á veg suður. Hesin spurningur er nú loystur við einum kelitanga í Leir- vík. Ætla at heiðra førovingar — sum hava styrkt føroysku mentanina Teir triggir danirnir frå »Centret for Transcenden- tal Meditation« i Keyp- mannahavn, sum hava verid i Føroyum seinasta mánaðan og hildið fyri- lestrar og skeið um medi- tatión, ætla at lata heið- urslenir til nakrar feroy- ingar, sum hava arbeitt fyri at styrkja føroysku mentanina. Teir tríggir danirnir, Jo- en Emil Joensen, Werner Elmkjær Bolhøj og Lars Brandi Christensen, siga, at ætlanin er at lata hesar heidurslønir å einum hå- tíðarhaldið á Hotel Hafnia hóskveldið tann 20. juli. Teir siga, at tað formelt er »Verdensregeringen i Oplysningens Tidsalder«, ið hevur høvudssæti i Schweitz, sum letur heid- urslenirnar. Tær eru ikki ein peningalig gáva, men eitt heiðursbræv. Felags- skapurin fyriskipar tilik hátíðarhald ymsa staðni i heiminum fýra ferðir ár- liga, eitt hverja ferð ein nýggj árstíð byrjar. — Hesi hátíðarhald og virðislenir hava einki bein- leiðis við meditatión at gera, men eru eitt serstakt tiltak, sum verður gjørt fyri at betra um lívs- góðskuna í samfelagnum og tilvitskuna hjá menn- iskjunum, siga teir tríggir danirnir. Teir siga, at felagsskap- ur teirra arbeiðir fyri at mentanirnar í teimum ymsu londunum skulu varðveita sitt egna líki og mennast. — Við at fylgja náttúr- lógunum á staðnum, tryggja vit tann besta út- viklingin í samfelagnum. Tað varðveitir mentanina, og tryggjar hennara sjálv stødu. Við at fara longur niður í tilvitskuna hjá menniskjunum, ber til at fáa fleiri menniskju at virka í samsvari við nátt- úrulógirnar, siga teir triggir. Bidja um uppskot Tað er ikki avgjørt enn, hvørjir føroyingar fara at fåa åheitan um at taka i- móti hesum heiðurslen- um. Teir triggir danirnir siga, at teir fegnir vilja hava uppskot frá fólki. Uppskotini kunnu sendast til Joen Emil Joensen, Hotel Hafnia, Tórshavn. Danirnir siga annars, at umleið 50 fólk vóru til tann fyrsta fyrilesturin um TM-teknikkin, og at 8 fólk hava luttikið víðari á skeiðunum og lært at mediterað. Sum heild siga teir, at teir hava fingið góða mótteku frá fólki í Feroyum í teirra arbeiði við at greiða frá TM- teknikkinum. Havsbrún steingir mánadagin Frá mánadegi 10. juli, steingir sildaverksmiðj an Havsbrún í Fugla- firði í triggjar vikur, og í hesum tíðarskeiði verður ikki tikið ímóti idnadarfiski. Orsøkin til at verk- smiðjan steingir í summarfritidini er, at tað er trupult at fáa nóg mikið av arbeiðs- fólki í hesum tíðar- skeiði. Hetta er triðja árið at Havsbrún steingir í summarfritið- ini. Kanning um sethúsabygging Í hesum degum verða spurnarbleð send kring landið viðvíkjandi set- húsabygging. Hetta er lið í eini kanning, sum Ídnaðarnevnd lands- stýrisins ger viðvíkj- andi sethúsabygging og framleiðslu av typu- húsum í Feroyum. Hetta er fyrsta kann- ingin av sínum slag í Feroyum, men í eðrum londum verða slíkar kanningar gjerdar av og á, fyri at teir, ið fáast við húsasmíð og framleiðslu av typu- húsum, betur kunnu lúka tey krev, sum brúkarin setur. Fólk skulu ikki verða bangin fyri at navn teirra endar í onkrum arkivi, ti fyrireikarar- nir leggja dent å, at tad ikki er neydugt at und- irskriva spurnarblød- ini, og at ongin kann siggja, hvør hevur sent tey inn. Ing 0Y88) jarnar 8 tiknir fyri at koyra ov skjott Hosdagin var politiid i Eysturoynni og gjørdi ferðkanningar. Tilsam- ans átta bilar vørðu tiknir fyri at koyra or skjótt. Tann, sum koyrdi skjótast, hevði 126 kilometra ferð. Yvir 200 ferðsluóhapp í Eysturoynni higartil í ár Um stevnu-vikuskiftið og mánadagin vóru heili 17 ferðsluóhapp á Skálafjorðinum. Í ong- um feri hendi fólka- skaði, men í fleiri fer- um fóru bilarnir illa. Við hesum er talið á ferðsluóhappum í Eyst- uroynni komið upp um 200. Tað var 160 somu tid í fjør. Fyra bilførarar vórðu tiknir um vikuskiftid i Eysturoynni fyri at hava koyrt við kenn- ing Annars sigur politiið í Runavík, at tað var 0- vanliga friðarligt á Skálafjarðarstevnuni Suðringur 2.000 kassar Mánadagin avreiddu sjey línu- og trolbátar til flakavirkið á Tver- oyri. Teir hevdu til- samans sløk 50.000 p. Båtarnir logu ur 5.200 upp i 22.000 p. Sudringur avreiddi til flakavirkið á Tvøroyri mikudagin. Hann hevði 2.800 kassar. Trolbåtarnir Sirius og Rólant II hava eis- ini avreitt hesa vikuna. Sirius hevði 52.000 p., meðan Rólant II hevði 30.000 p. Nýggi skelja- og ísfiskatrolarin RÓLANT II er komin inn av fyrsta tårinum. Teir høvdu 30.000 pund. Båturin avreidir til flakavirkid å Tvøroyri. Fimm mans eru við Rólant II, og skipari er Hans Mohr Hansen. Teir eru væl negdir við skip- ið. Tað er P/r Rólant II á Tvøroyri, sum eigur båt- in. Hann er 80 tons til steddar, bygdur í Noreg, og kostaði um 4 mill. kr. at byggja. Rólant II er fyribils farin á feskfiskaveiðu. Orsekin til hetta er, at prísurin á jákupsskel er ov lágur í letuni, men um prísurin hækkar, er ætlan- in at leggja um til veiðu eftir jákupsskel