Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juli 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin lesarabrøv Nr. 51 — 8. juli 1978 Nakrir spurningar til stjoran å Meiarinum 1. Verður ikki kannað eftir um råevni er i lagi áðrenn tað verður nýtt til margarin? Tað kann jú hugsast at oljurnar eru blivnar tráar á túrinum til Feroya 2. Verða ikki tiknir prøv- ar, at kontrollera um alt er í lagi, meðan margarini verður gjørt? Eg var einaferð og vitj- aði á eini margarinfabrikk í Danmark og har sá eg millum annað at tey høvdu stødugt labora- toriukontroll undir fram- leiðsluni 3. Tekur Meiariið ikki *) Kassapeningur Danmarks Nationalbank Bankar og sparikassar innanlands. ...................... *) Bankar uttanlands. Lånsbrøv Partabrøv Av hesum egin partabrøv Utlån: Útlán við heimild til skiftandi nýtslu.... Vexlar... Byggilån Ouppsigilig lån vid fastari rentu Vedhaldslån Onnur útlán. Abyrgdir stikkprevar av margarini- num, ið hevur ligið 3 vikur á goymslu, áðrenn tað verður sent út til handlar- nar? Tað kundi borið á at eitthvert var í ólagi á goymsluni. 4. Kunnu vit vera vis i at plantumargarini veruliga er gjert úr óherdum olj- um? 5. Er mjólkin ikki undir steðugum eftirlitið undir pasteuriseringini? Hesar spurningar mugu brúkararnir fáa greitt svar uppá, tí av greinini í Sosialinum 1/6 fekk ein ta Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. uppfatan at har var als einki kontroll. Tað føroyska margarin- ið er ikki biligari enn tað danska, men vit keypa tað kortini, tí vit vilja stuðla feroyska framleiðslu, men eg sigi fyri meg, at eg stuðli ikki fyri ein og hvenn prís. Er ikki eftir- litið í lagi, tá verða vit mong, ið heldur keypa út- lendskt margarin og út- lendska mjólk. Ein góðskubevístur brúkari PARTAFELAGIÐ FØROYA. BANKI 3800 TORSHAVN Mánaðarjavni pr. ultimo Juni 1978 12.200,00 kr. 8.508.568,79 4.009.127,61 9.410.526,76 1.216.516,16 83.945.041,77 1.550.430,50 293.115.845,31 64.522.065,36 104.868.275,99 130.737.331,15 (Millum trygdir undir teim 2 seinastu upp- hæddunum eru egin 'partabrev nom. kr. 621.600,00) Fastar ognir Innbúgv og boxrúm *) Aðrir skuldarar Kostnaður *) Av hesum ogn uttanlands kr. 58.383.531,24 *) Innlán: við styttri uppsegn enn 1 mánað SKULD vid uppsøgn frá 1 mánað til styttri enn 12 mánaðir við uppsegn frá 12 mánaðum og meira... Danmarks Nationalbank 130.763.194,83 8.858.677,55 152.948,32 3.546.497,51 12.645.809,79 920.077.305,74 281.964.299,38 24.118.291,90 Bankar og sparikassar innanlands.. +) Bankar uttanlands Abyrgdir +) Aðrir ognarar . . Rentur og provisjón. Aðrar inntøkur Eginpeningur Partapeningur. Tiltaksgrunnar 301.432.068,31 607.514.659,59 57.335.000,00 19.814.783,00 1.184.895,89 120.392.391,60 11.854.172,35 18.856.329,22 1.920.345,82 30.000.000,00 51.204.728,27 +) Av hesum skuld uttanlands kr. 59.622.143,76 81.204.728,27 Hygg eisini eftir spælinum Til huldumannin A.D., Oyggjatíðindi nr. 26, 30. juni 1978. Sjálvur vil eg halda, at tað mátti verið spill av virðismiklari tid at lisið nakað, ið ein heldur ikki er vert at spilla svertu uppá. Men, meg freir tað, at tú lesir ítróttin í Sosialinum, ti tá tú tekur tær notits av tí skrivaða, tá veit eg at arbeiði mítt er ikki spilt. Um ítróttarsíðurnar eru skrivaðar av einum >TB- patrioti<, dugi eg ikki at siga, ti eg veit ikki hvat viðskrivarar mínir úr Mið- vági, Havn og til einstak- ar dystir, úr Fuglafirði, siga til at verða skýrdir sum >TB—patriotar<, — men legg til merkis, at tað er ikki ein, men fleiri per- sónar, ið mynda itrottar- síður okkara. Tá tú tosar um >TB- patriot<, rokni eg við at tað er meg, tú hugsar um. At eg eri føddur og upp- vaksin á Tveroyri, ger meg væl ikki til >TB- -patriot«, sum tú kallar tað.UM tað er av hesum, tú demir meg, hvat eri eg tá nú, tá eg tey seinastu árini havi verið búsitandi í Havnini? HB-, B36- ella Fram-patriot, ella eri eg kanska »danskur patriot« av ti at eg nøkur år var búsitandi i Danmark? Ella er fremsta orsøkin kanska hon, at eg eftir tinari met- ing, ikki rósi ÍF nóg nógv? Um tú heldur, at tær frásagnir, ið vit hava havt frá dystunum hjá ÍF, bert eru skrivaðar fyri at skaða bretarnar, so mást tú heldur taka gomlu bleðini fram aftur og lesa tey enn einaferð, men les tey ob- jektivt hesaferð. (Um tær manglar nekur eintek, kanst tú altid ringja ella skriva til okkum. Vit eru altíð til reiðar at hjálpa ítróttaráhugaðum). Viðvíkjandi »svartalista« er betrt at siga, at á honum vóru tíverri nógv fleiri leikarar enn bretar- nir, og tað vóru ikki vit, men fótbóltsdeild ISF's, ið hevði gjørt hann. Í brævi tínum skrivar tú nakað, ið eg ikki skilji. Eg loyvi mær at sitera: >So skrivar tú um klump- spæl, sum var orsekin til, at Ove fekk skaða. Tað trúi eg, at dómarin var ein viss trygd fyri, at slíkt ikki hendir< (sitat enda). Hvat er tað, tú vil hava dómaran at vera trygd fyri? Tú veit, eins væl og eg, at ein dómari kann ikki fyribyrgja tilvildar- ligum skaðum, eins og hann heldur ikki kann fyribyrgja trunkaspælið. (Trunkaspæl er jú, sam- bært fótbóltslógina, held- ur ikki ólógligt). At tú fleiri ferðir hevur sæð trunkaspæl har eing- in er komin til skaða, sum tú tekur til, tað vísir jú at skaðarnir, ið tú nevnir, allarhelst eru tilvildarlig- ir. Eins og tú, eri eg ikki nakar Gallup-stovnur, men eg ivist ikki í, at spyrt tú ymsar feroyskar málverjar, so hava teir fingið fleiri snuddir gjogn- um árini, og eru flest allir hendir óvart. Tú skrivar í svari tínum um føroyskar dómarar og dómaraskeið ISF's. Sjålvt um tær bert likar 2 av 93 dómarum, er væl eing- in orsek til at vanvirða og látursgera hinar dómarar- nar og skeiðini. Uttan hesi skeið hevði staðan hjá dómarunum verið enn verri, enn hon er í dag, har teir meta stórari mótsteðu frá vissum áskoðarum, ið altið halda seg kenna fót- bóltslógirnar betur enn dómarin, men merkiligt nokk: aldrin eru hesir at síggja á leikvelli sum dómarar!!! Annars haldi eg tað vera synd í tær, at tú enn ikki hevur sæð nakran góðan fótbóltsdyst, men á brævið tínum sæst jú eis- ini, at tað er dómaranum, og ikki fótbóltsspælinum tú hyggur at. Tú heldur eisini at dóm- ararnir hava mist seg sjálvar burtur, tá teir geva ávaringar, hvat er hetta fyri hugsan? Tá gult ella reytt kort verður giv- ið, er tað aloftast spælar- in, og ikki dómarin, ið er lopin framav. Tað sær út til at tú vilt hava alla autoritet tikna av dómar- unum og um so verður, hvar eru vit tá? Enn einaferð vil eg biðja teg blaka alla lokalfanat- ismu fyri borð, og istadin gleða teg yvir tann fót- bóltin tú kanst síggja, hygg eftir spælinum og ikki bert eftir dómaru- num. Um tú ikki kanst siggja góðan leik í teimum eldru deildunum, hygg tá eftir teimum yngru. Har sært tú leikarar, ið bert spæla fótbólt fyri at spæla. Teir spæla við lív og sál og aloftast er leikur teirra sera vakur. Eg vóni at tú fyrigevur mær, at eg eri farin at ivastum víðagitna lumma- bók tín, veruliga er til. Um hon er, tá gleðir tað meg at tú kann brúka nakað av minum tilfari, ið annars ikki er vert at spilla svertu og pappir uppá, tí hetta vil vera fyrstu ferð, at nakað av mínum verður givið út í bók. Annars haldi eg, at tú skal broyta heitið á kom- andi bókini til: »Endur- minningar um fótbólt — sum eg sá hann«, ella »Søgan um allar teir vána- ligu dómararnar<. Tórshavn 30. juni 1978 John Kjær ítróttarskrivari á Sosialinum P.S. Eisini haldi eg tað vera sera jánkasligt av vaksnum manni, ikki at tora at seta kristna navn sítt undir bræv, ið hann sjálvur hevur skrivað, ella ... J.K. ÚTBJÓÐING Vegna Hvannasunds Bygdarráð verður arbeiðið í sambandi við gerð av arbeiðsvegi, planering fyri og gerð av goymslubrunni oman fyri Norðdepli hervið boðið út alment. Útbjóðingartilfar skal vera umbið- ið í seinasta lagi 21. juli 1978 og fæst til láns móti 300 kr. í veðhaldi. Tilboð merkt»Vatnveiting í Norð- depli« skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august 1978 kl. 15,00. Tilboðini verða tá opnað í hjáveru teirra bjóðandi. Sofus M. Jacobsen Ráðg. verkfr. FRI Áarvegur 1 3800 Tórshavn Telf. 13522