Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Prýðingin av býnum skapar eitt Nr. 52 — 15. juli 1978 BETRI UMHVØRVI FYRI ØLL Ti metir býráðið tað av stórum týdningi at gera blómugarðar og bilfríar getur, sigur Jákup S. Jacobsen, formaður í teknisku nevnd býráðsins m.a. í hesum práti Hesi seinastu árini hevur Tórshavnar Býráð gjørt rættiliga nógv burturúr at gera blómugarðar og ann- að býarprýði. Ofta hevur hetta verið gjert í sam- band við nýggjar vegir eitt nú gjegnumferingina av J. Paturssonargetu. — At vit leggja stóran dent á henda hátt at friðka um býin er m.a. at hetta skapar eitt betri umhvervi fyri ell tey, sum her skulu vera, sigur Jákup S. Ja- cobsen, formaður í tekn- isku nevnd býráðsins. Tað er ætlan okkara at halda fram við hesum, og somu- leiðis at seta nógv fleiri beinkir upp allastaðni tilik friski eru, sigur Jákup Suni. Hann harmast tó yvir at hesi eki ikki fáa frið. Tað hendir alt ov ofta, at vit síggja alt hetta niðurtraðka og brotið, og verður hetta gjert av ó- tangum seint á kveldið ella um náttina. Tað er spell at vit ikki síggja politistar á getuni, tí tað hevði helst eisini hjålpt uppá hetta, sigur hann. J. Paturssonargeta liðug um hálvt ár Tað eru umleið tvey år sið- ani byrjað varð at fera J. Paturssonargetu frá Dala- vegnum igjøgnum til Tinghúsvegin, og verður ” i Jåkup Suni Jacobsen, form. i teknisku nevnd hetta arbeidi libugt um eitt hålvt år. Frå Dalaveg- num og i N. Finsensgøtu er so at siga lidugt og er bert eftir at koyra seinasta lagið av asfalti á, sum júst verður gjørt í hesum døg- um. Tá strekkið frá N. Finsensgetu og niðan í Tinghúsvegin er liðugt, verða ferðsluljós sett upp, har J. Paturssonargeta kemur í R. C. Effersøes- gøtu, og verður tá ferðslu- mynstrið í býnum rætti- liga nógv broytt. Framvið norðaru síðu á J. Paturs- sonargetu er ætlanin at seta niður tre, og verður hetta gjert í næstu fram- tíð, sigur Jákup S. Jacob- sen. Gongubreyt við gi. kirkjugarðin Í næstum verður ein álur tikin av gamla kirkju- garðinum móti Dr. Jacob- sensgetu. Sum er, er veg- urin smalur, og tá bæði bilferðsla og fólk til gongu skulu hendan vegin, er mangan trongligt. Nú hevur býráðið í hyggju, at taka nakað av kirkju- garðinum, og gera hetta til gongubreyt. Jákup Suni leggur dent á at trø- ini, sum standa í útsynn- ingshorninum í kirkju- garðinum skulu vera standandi. Tað er í letuni nógv ferðsla eftir hesum veg- num, men tá J. Paturs- sonargøta er liðugt gjøgn- umferd, eigur eftir minum tykki Dr. Jacobsensgeta at vera einsrættað fyri bil- ferðslu, sigur Jákup Suni. Parkeringspláss Sum ein fyribilsloysn er býráðið nú farið undir at leggja eitt stórt parker- ingspláss á Skålatrød.Øk- ið er asfalterað og skal merkjast upp. — Roknað verður við at har verður AT 7 Xi 2 Hálvt ár enn, so verður J. Paturssonargeta liðug pláss fyri umleið 300 bil- um. Tann bilparkering, sum í letuni er í Vágs- botni, verður tá helst nið- urløgd. Herfyri gav byrådid eini bilstød loyvi at byggja bil- stød uppi i Gundadali, og harmast Jåkup Suni um hetta. Hann sigur, at nakrir fáir býráðslimir royndu av ellum alvi at forða hesi bygging, men var hetta til fánýtis. Har er ríkiliga trongligt frammanundan, heldur hann fyri. Kommunan er í ferð við at gera ringveg um Havn- ina. Byrjað varð við R. C. Effersøesgøtu og er ætlan- in at halda fram niðan til Wenzel Petersen í næstu framtíð. Ringvegurin skal ganga av Hálsi í ein boga norð um krossin Oyggjar- á ati vegur — Varðagetu og fast í Marknagilsvegin við eini samanbinding við Oyggj- arvegin beint sunnafyri hjá Wenzel Petersen. Eitt annað lið í ringveg- num er J. Broncksgeta, og eru teir her í ferð við at gera gongubreyt. Hetta skuldi hjálpt eitt sindur um trygdina fyri tey gangandi móti tí eðiligu bilferðsluni, sigur Jákup Suni. Miðað verður ímóti at gera miðbýin meira bilfri- an, tá tær stóru ferðslu- æðrarnar, J. Broncksgeta, R. C. Effersøesgøta o.a. verða hevuðsferðsluæðrar Keigki skai leggjast um Uppá fyrispurning hvat ætlanin er at gera við ferðsluna úti á vestaru bryggju, sigur Jákup Suni, at nakrar av teimum stóru timburgoymslunum og skrivstovunum, sum hava verið har úti eru fluttar burtur. Restin verður flutt seinri. Tá hetta er gjert, verður ein vegur gjerdur vestanfyri Skansan, har timbur- goymslunar nú eru. Jákup Suni heldur at hetta fer at hjálpa almikið uppá fersl- una, serliga tá vit hugsað um hvussu trongt tað nú er, og ikki minst tá ferða- mannaskip koma og fara. Nær hetta verður gjert er ikki heilt víst, men eru í letuni samrådingar í gongd millum partarnar, og hevur havnanevndin biðið býarverkfreðingin um at gera eitt uppskot um vegferingina frá