Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 52 — 15. juli 1978 sosialurin Tá lítið var av arbeiði, — og yvirflod av arbeidsmegi Sosialurin hevur verið inni á gólvinum hjá Sigmund Frederiksen, fyrrv. fiska- vrakara í Miðvági, og bið- ið hann um at greiða eitt sindur frá um fakfelags- rersluna og annað, sum hann hevur fingist við har í bygdini. Sigmund verður 75 ár komandi 20. august. — Hann er feddur og upp- vaksin í Miðvági. Sum flestir á hansara aldri fór hann til skips sum ungur. Annars hevur hann tikið lut í ollum van- ligum fyrifallandi arbeiði ha í bygdini. Serligan áhuga hevur hann havt fyri felagsskapi millum arbeiðarar bæði á politiska, fakfelagsliga og ti samtøkuliga økinum. Starvid sum fiskavrak- ari røkti hann i 31 år til hann legði frå sær fyri ald- ur og heilsubrek. Tað eina árið, 1959, var hann fiska- vrakari yviri í Grenlandi. Felagsarbeiði Hvat fekk teg at fara inn í fakfelagsarbeiði? — Tað sum fekk meg at fara í gongd við at stovna arbeiðarafelag í 1942 var mest tað, at eg gjøgnum bakdyrnar hevði fingið at vita, at bretsku hermenni- nir fóru at koma henda- veg. Bjóðað varð til fundar grækarismessudag 1942 í húsunum hjá Jóan Petur Vang í Miðvági. Mettir vóru umleið 70 mans hað- ani úr bygdini. Í fyrstu nevndina vóru valdir Jógvan á Ryggi, Hans Christoffur Hansen, Bærint Vang, Jens Ras- mussen, sum næstformað- ur og eg sjálvur varð vald- ur til formann. Eitt tað fyrsta var sjálv- sagt at samráðast við ensku hermenninar um len. Teir vildu ikki geva nógva len, teir vildu ikki vera við til at seta lenirnar upp í Feroyum, segdu teir. Tá var lenin her hjá okkum 0,50 kr. um tíman. Men vit fingu, minnist meg rætt, lenina uppá 1,40 kr. um tíman. Men tað var ikki nóg mikið, av ti grund, at um vit skuldu kunna koma í Feroya Ar- beiðarafelag, so máttu vit koma uppá ta len, sum var galdandi í sáttmála- num millum Arbeiðarafel- agið og Arbeiðsgevarafel- agið. So bleiv strið. — Tað helt eg tá, og tað haldi eg enn, at tað var ein ógvu- liga ringur atburðúr, tá var gjørdur av arbeiðaru- num her í oynni, at teir løgdu arbeiðið niður úti í Servági, og vit vistu ikki av. Eg minnist, at vit ar- beiddu her við Kirkjar, tá teir komu og vildu an- náma meg, ti eg arbeiddi, men eg segði við teir, at í morgun hevdu teir lopið framav, men eg skuldi leggja arbeiðið frá mær, Sigmund Frederiksen, úr Miðvági, greiðir í hesum práti eitt sindur frá tá menn í Vágum fóru undir at stovna arbeiðs- mannafelag. Um steðuna undir krignum, um samtøkurørsluna, um javnaðarflokkin og meguleikarnar til komandi val og tað gjerdi eg eisini. So fór eg at ringja amt- mannin upp, og eg sigi við hann: >Tygum hava kunngjert í bleðunum, at bretar skulu rætta seg eft- ir feroysku forholdunum. Nú er tað hent her vesturi hjá okkum í morgun, at tað er streika, tí hervaldið vil ikki lata løn.« Hann sigur við meg, at hann skuldi ringja meg upp aftur klokkan tvey um dagin, og tað gjerdi hann eisini. Hann spurdi, um eg ikki kundi fáa fatur í hinum arbeiðsmannafel- agsformonnunum í oynni og koma suður til Havnar saman við teimum at tosa við seg. Petur á Lofti var tá formaður í Sandavágs Arbeiðsmannafelag og Eli Hansen — Eli hjá Dunga Vilhelm — formaður í Ser- vågi. Til Havnar Vit fóru so til Havnar allir triggir dagin eftir. Tad var av allar ringasta åarføri. Eingin persónbilur var at fara í, so vit máttu fara við lastbili. Tá vit komu til Kollafirðar mátti eg læna mær klæði. Úr Kollafirði sendi eg telegram til amtmannin at siga frá, nær vit vórðu í Havn. Tá vit komu inn har suðuri vóru Petur Mohr Dam og Louis Zacharia- sen inni. Men amtmaðurin segði við teir, at nú máttu Sigmund Frederiksen teir fara út, ti hann hevði lovað at avgreiða arbeiðs- mannafelegini í Vágum. Amtmaðurin hevði fing- ið okkum ein sakferara til hjálpar. Samreðan endaði við, at ein maður frá okk- um skuldi vera eftir í Havn, og tað var Eli. Vit fingu tað igjøgnum, at gongd kom á, og um boðsmaðurin, sum bretar høvdu havt fyri seg har vesturi, fekk sekkin. Tað var kortini ikki so lætt at fáa semju um len- ina. Semingsmaðurin var tilkallaður, men tað visti seg, at hann fekk onga semju. Vit fingu eitt skriv frá honum, har hann upp- gevur seming. Fundur var nú hildin um, hvat so var at gera. Eg fyrisló teimum at senda tað til voldgift, og tað varð viðtikið. Tá kom rættilig gongd á. Vit fingu felagið góðkent og komu undir ta len, ið var galdandi fyri Feroya Ar- beiðarafelag. Vit máttu sostatt til voldgift fyri at fáa somu lenarsemdir, sum aðrir føroyingar. Ikki altíð lætt Tað hevur minni enn so al- tid verið so lætt at gera nakað fyri arbeiðaran, um man enn hevði viljan. Ar- beiðarin hevur minni enn so altid verið villigur til at standa saman í felags- skapi. Tað visti seg, at nógvir vildu heldur standa uttanfyri felagið, enn at traðka onkran arbeiðsgev - ara á tærnar. Eg minnist einaferð, at Feroya Arbeiðarafelag lýsti streiku, men hesir vildu ikki boyggja seg Tað bleiv ikki streika í Vágum. Tá fingu vit bót frå Føroya Arbeidarafelag, har vit mistu atkveðu- rættin eina tid. Tað var heldur ikki so lætt at vera tann, sum skuldi tala sak arbeiðar- anna. Mær var t.d. nokt- að arbeiði frá bretum, tí eg Nógv er broytt seinastu árini, — sosiala ekinum Spurningurin um keypssamteku í Vágum hevur ofta verið frammi. Tað gleðir meg tí at tað nú er komið so væl áleiðis Síða 3 hevði staðið á odda við lønarkrøvum. Annað ar- beidi var ikki lætt at fåa. Tað var ikki stuttligt at standa har við konu og fleiri børnum og ongum oyra í inntøku. Men tað skal Sámal Ellefsen, sáli, eiga, og tað sigur mangur maður við mær, at hann hevði hjartalag at hjálpa, har tað var gjerligt. Sám- al átti stálformar sum hann brúkti til framleiðslu av betongrerum og fekk eg arbeiði frá honum. Men tað gekk ikki long tið, so komu bretar og vildu taka formarnar, men Sámal segði, at skuldu teir taka formarnar, so máttu teir taka fólkið við, og soleiðis kom eg í arbeiði hjá her monnunum. Hersetingin Hvussu var steðan áðrenn bretsku hermenninir komu í Vágar? — Hon var ring, ógvi- Framhald á síðu 11 bæði á vinnuliga og