leygardagur 15. juli 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Unglingalandsdysturin
Nr. 52 — 15. juli 1978
Hesaferð kláraði Føroyar javnleik
Mikukveldið sýndi foroyska unglingalandsliðið at vit als
ongar grundir hava at smæðast burtur millum norrønu
brødratj0dir okkara innan fótbólt, — teir greiddu
eftir ein spennandi dyst at spæla javnleik móti Íslandi BDig -
Væl av áskoðarum hevdu
mikukveldið leitað sær
niðan í Gundadal at
hyggja at dystinum mill-
um feroyska og íslendska
unglingalandsliðið. Sein-
asta ár taptu unglingarnir
bert við einum máli móti
ongum, eftir ein góðan
dyst, so vónirnar um eitt
heiðurligt úrslit vóru tær
bestu.
Spennandi
Ikki sviku leikararnir vón-
ir okkara, spælið gekk
sera skjótt fyri seg, men
var mangan hart frá báð-
um pertum, sjálvt um sig-
ast skal, at íslendsku leik-
ararnir leiktu eina tonn
harðari enn teir føroysku.
Fimm min. eftir dystar-
byrjan fekk Jóan Petur
stóran meguleika at
skaffa føroyingum odda-
stødu, men endaði roynd
hansara við síðuna av.
Spælið gekk javnt mill-
um bæði liðini og var tað
mangan, at spennandi
hendingar vóru framman
fyri málunum, men mál
kom einki
Í fyrra hálvleiki legði
ein mangan til merkis
hvussu væl »off-side fell-
ur< feroyinga virkaðu,
ofta stóðu framherjar ís-
lendinga fleiri metrar inn-
anfyri føroysku verjuna tá
avlevering kom til teirra.
Íslendsk yvirvåg
I seinna hálvleiki vóru tað
íslendingarnir, ið pressaðu
meira, og tá 15 min. vóru
farnir, fekk ein íslendskur
leikari bóltin, tá hann stóð
púra fríur beint uttan fyri
brotsteigin í hegru síðu og
skeyt hann beinanvegin,
men Per í føroyska måli-
num var knappur og
tveitti seg og bjargadi
trygt.
Mål
Tå seinni hålvleikur var 25
min. gamal, fingu islend-
ingar mål teirra, men fyri
mær sá tað út til at leik-
arin, ið skeyt var rang-
staddur, tå hann fekk
bóltin, men linjuverjin
peikaði á miðblettin.
Bert eitt min. seinni
eydnaðist tað føroyingu-
num at javna út uppá eitt
brotsspark. Hetta brots-
Íslendska unglingalandsliðið
spark varð domt, tá Reyn-
hold, ið er fyrrverandi
landsliðsmálverji, men
sum nú leikar framherji,
einsamallur fór gjøgnum
islendsku verjuna, men
var hann i brotsteiginum
forðaður av islendska lid-
skiparanum, og ivadist
dómarin ikki, men dømdi
brotsspark, sum Mikkjal
ósvikaliga sikkurt settið i
netið til endaliga úrslitið
javnleik 1—1.
Undirhaldandi
Dysturin var sera undir-
haldandi við kvikum
spæli, men ein hevði tó
roknað við, at bæði liðini
spældu væl betur enn tey
gjørdu. Íslendska liðið or-
sakað av úrslitum teirra í
UEFA-kappingini og før-
oyska av teimum sera
góðu leikarunum.
Um nakar leikari skal
nevnast fram um hinar,
má tað vera Mikkjal Dán-
jalsson úr MB, ið spældi
sera gott sum aftasti mað-
ur, men eisini Per, Rólant,
Helgi og Dánjal komu væl
frá dystinum. Um tosast
skal um nakran veikleika
hjá liðnum, má tað vera
evnini til at umseta stóru
meguleikarnar í mál.
Vælnøgdir
Eftir dystin segåi venjarin
hjå føroyska unglinga-
landsliðnum, Egga Jen-
sen, seg vera vælnegdan
við úrslitið. Tá hugsað
verður um teir meguleik-
Feroyska unglingalandsliðið
ar, ið bæði liðini høvdu at
gera mál, kann ikki annað
sigast annað enn at javn-
leikur var rættvísasta úr-
slitið, og í fyrra hálvleiki
høvdu føroyingarnir jú
veruliga takið á spæli-
num, endaði Egga.
Í gjár fóru føroysku ung-
linga- og dreingjalandslið-
ini til Sveríkis at luttaka í
Gothia-cup, og við báðum
landsdystunum í huga,
kann ein rokna við einum
hampuligum úrsliti í hesi
stóru kapping.