Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 52 — 15. juli 1978 sosialurin Síða 7 Er tað rættvist? Í ár eru tað, eins og undanfarnu ár, 5 stevnuróðrar, fyriskipaðir av ÍSF, ið telja við í kappingini um føroya- meistaraheitið. Av hesum fimm róðrum eru tað bert tríggir, har fullur teinur verður rógv- in. Á hinum báðum eru bert líkindi at rógva 1.000 m. (Í Miðvági tó ikki fullar 1.000 m). Er hetta nú heilt rættvíst móti seks-, átta- og tiggjumannafarsrødaru- num, at tað eru teinar av ymiskari longd, ið eru grundarlagið undir ein- um føroyameistaraheitid? Skilligt er jú at stórur munur er á bert at rógva 1.000 m ístaðin fyri, sum vanligt, at rógva 1.500 ella 2.000 metrar. Ein loysn hevði sjálvsagt verið at kappingin varð býtt í tvey, soleiðis at tær stevnur, har fult mál var rógvið, taldi við til eitt heitið, meðan hinir róðrarnir taldu við til serstakt 1.000 m heitið. Ella hevði tað rættvísasta ikki verið at róð varð 1.000 m á øllum stevnu- num? Hetta skal ikki skiljast sum vit vilja blanda okkum í dygdargóða arbeiði róðrardeildarinnar, men hevði ikki verið møguleiki fyri at deildin í vetur sendi út spurnarblød til tey ymisku rédrarfeløgini og spurdi, hvat tey hildu um núverandi støðuna? Og um tey vildu hava hana broytta, tá biðið tey sent inn broytingarupp- skot. Fyrst tá hetta er gjørt sæst hvat rødararnir sjálvir halda um støðuna. MB —ÍF 1—1 (0—1) Javnleikur i Miðvági ÍF megnaði at halda málið reint inntil seinasta minutt. — Dysturin í Miðvági var av teimum betru í 1. deild við nógvum góðum fótbólti Målini: 0—1 1—1 Vald. å Løgmansbø Væl av fólki hevði sein- asta leygardag leitað sær MB atsókn, Ovi bjargar oman á fótbóltsvellin í Miðvági at síggja lands- kappingardystin í 1. deild millum MB og ÍF. MB hevði higartil ikki klárað seg væl á heimavelli, men tapt báðar fyrru heima- t þa 90 lit Se Heldur ikki mál hesaferð dystirnar, ávikavist móti VB og B36. ÍF hevur jú staðið seg heilt hampuliga í kappingini. — Megnaðu teir at vinna hendan dyst- in móti MB? Byrjanin Dysturin byrjaði, sum vant fyri MB, við ikki ser- liga góðum spæli fyrstu minuttirnar. — Harafturi- móti vóru tað fuglfirðing- ar í fingu ta betru byrjan- ina. Tað sá út sum teir ætlaðu at gera nakað stórt fyri at tryggja sær tvey stig afturat. Men MB vildi tó ikki lúta fyri teim- um. 0—1 Sum fyrri hálvleikur leið, gjerdist spælið betur. — Meira kontantur fótbóltur við nógvum vandamiklum atsóknum á bæði málini. Tá einir 25 min. vóru leiktir av dystinum kom tað fyrsta málið. Ta var Sam Jacobsen, sum eftir eina verjuvillu, fekk bóltin og setti hann í netið við einum góðum skoti. Nú kom enn meira ferð á ÍF. men hvergin parturin megnaði at skora fleiri mál í hesum hálvleikinum. Seinni hálvleikur ÍF hevði í fyrra hálvleiki meira spæl enn MB, og var úrslitið rættvist. Men i seinna hålvleiki kom MB meira vid, og fingu teir alt spæli beinanvegin seinni hålvleikur byrjaði. Bólt- urin lá nærum allan seinna hálvleik á IF-helvtini, og vóru miðvingar sera ó- hepnir ikki at fáa bóltin í netið. Tað visti seg, sum um tað seinasta væntaði, nevniliga at skora. Sum dysturin leið. sá út sum at ÍF fór við báðum stigu- num. Heimaliðið pressaði enn meir móti endanum og fingu teir eisini fleiri hornasperk. Í seinasta min. eydnaðist tað so endiliga miðvingum at fáa mál Hesu ferð var tað Valde- mar á Legmansbe sum eftir hornaspark fær bólt- in, og setir hann trygt í málið. Sigast kann at dysturin va góður til tíðir. Nógv góð álop og nógvar góðar bjargingar. Leikararnir á hesum báðum liðum eru fyri tað mesta sera ungt fólk, og hava teir eina stóra framtíð sum fót- bóltsleikarar. Skuldi ann- að liði vunni dystin, so var MB avgjert nærri sigri- num. Sjálvt um mál teirra ikki kom fyrr enn í sein- asta minutti. — Dómarin kom væl frá dystinum. itrottahornid Man hetta urid bert vera nytt til dystir i 1. deild?