hósdagur 11. juli 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 130 - 11. juli 2002
Nr. 130 - 11. juli 2002
29
Tað er nakað serligt at
sita á fjallatindinum
og skoða oman yvir
landið, har tú dagliga
gongur og lítur
øvugtan veg. Tú tráar
at hæddunum, sum
nú eru náddar, og
heimurin liggur
víðopin fyri tær. Tak
hann til tín og njót
tað
GONGUFERÐ
Edvard Joensen
Á Steigafjøllum: T
a
ð
nemur nakað serligt við,
her eg siti á einar fim-
hundrað metrar uppi og
skoði yvir oynna, eg eri
farin at kenna meg drignan
at. Hesi perluni vestantil í
landinum
við
teimum
nógvu møguleikunum. Teir
liggja bara og bíða eftir at
verða brúktir.
Kristi
himmalferðar-
dagur er, og gott veður.
Kanska eitt sindur køli,
men klárt og stilt. Ein frá-
líkur dagur at fara á
Steigafjøllini, sum eg enn
eigi tilgóðar.
Tað er skjótt, at rygg-
sekkurin er pakkaður, og so
til gongu. Einsamallur út í
Dysjar. Havi valt at fylgja
eggini niðan á Nípurnar og
haðani á Krosstind.
Tað gongur skjótt út eftir
Trøð. Komi út á Skora-
garðin og fylgi honum.
Vendi mær einar tvær ferðir
at hyggja at landslagnum.
Har stendur Klovningur
og sær út, sum vil hann fyri
alt í verðini sleppa at landi
aftur. Tað tykist, sum hevur
hann angrað, at hann loysti
frá oynni, hóast hann
neyvan sjálvur man hava
verið orsøk til tað.
Og undir mær eitt sindur
burtur frá er Trøllkonu-
fingur. Hann sæst ikki so
væl hiðani, sum hann ger
longri niðri. Men eg veit, at
hann er her.
Hyggi inn í skorarnar.
Flesaskorarnar hevur Heini
einaferð sagt mær, at tær
nevnast, so tað man vera á
eini leið. Nevndar eftir fles-
ini, sum liggur fyri landi,
vildi hann vera við. Har
skal vera so ringt at ganga,
tí tað er so harðvallað.
Eg taki kikaran fram og
fari at kika út yvir havið.
Hyggi eftir grind. Tað er
einki dulsmál.
Men har var eingin grind
at síggja. Bara streymkurlar
á havinum. Einastaðni langt
suðuri í havinum, sum
kortini bara vísir seg at vera
vestur úr Trøllhøvda fer eitt
farmaskip vestur í hav. Ein
hósdag.
Dugi
ikki
at
ímynda mær, hvør ruta tað
kann vera. Men kanska er
tað ein russi, sum hevur
ligið í Nólsoyarfirði og ikki
fylgir nakrari fastari rutu?
Hann fer sína kós, og eg
haldi fram. Ætli mær minst
tvey fjøll í dag, so eisnki er
at bíða eftir.
Eg taki meg longri niðan,
og alt meira leggjast Vágar
opnar fyri mær. Og Streym-
oyggin hinumegin. Suður á
Dalarnar og norður gjøg-
num sundið. Dalanípan
stendur so skørp, sam-
stundis sum Prestlandið
hinumegin bara kennist alt
longri burtur.
Har liggja nakrir steinar
har uppi á slættanum. Sígja
út, sum eru teir lagdir av
onkrum, sum her hevur
verið.
Mær rennur í hug, at á
Trælanípuni er skrivað eitt-
hvørt, sum helst er ætlað
sum ein heilsa til flog-
ferðafólk,
sum
strúka
tvøruturyvir. Men hesir eru
so smáir, at teir eru neyvan
ætlaðir fólki at lesa úr
einum flúgvaravindeyga.
Nei, tað vóru teir ikki,
helt eg meg síggja, tá eg
kom til teirra. Men kanksa
onkrum, sum situr enn
hægri uppi. Steinarnir eru
lagdir soleiðis, at teir
mynda eittans orð. JESUS.
Ivaleyst einhvør ung-
dómsbólkur, sum kanska
hevur verið á legu í missi-
ónshúsinum og gjørt útferð
niðan higar? Hvør veit. Ella
bara onkur annar, sum
hevur kent trongd at senda
eina
heilsu
at
hægri
hæddum.
Og eg haldi fram at taka
meg móti hæddunum. Tað
er ein góður tími, síðan eg
fór heiman, og eg havi
líkasum sett mær fyri at náa
Krosstindi innan hálvan-
annan tíma. Tað tykist at
fara at betra til. Og tað
eydnast. Tað mangla fimm
minuttir í.
Leggi
ryggsekkin
av
mær, taki myndatólið úr og
fari upp á sjálvan tindin.
Upp um krossin og á topp-
in. Har liggur Oknadalur.
Eitt sindur særdur í útrið-
uni. Lopið er niður á
helluna, og tað sær út til, at
eitt stórt lop er væntandi, tí
stórur partur av bakkanum
stendur og lavar útyvir.
Oknadalsskor er undir
mær, og longri suðuri er
Flogið, er mær sagt. Har
skal vera rættiliga ringt at
ganga. So mikið ringt, havi
eg frætt, at hundurin hjá
Niels Mariusi datt oman.
Eitt lítið lot er eystaneftir,
og tað kølnar skjótt her
uppi. So eg sleppi mær nið-
ur av aftur og seti meg í læ.
Taki termofløsku og mat-
pakka úr ryggsekkinum, og
seti meg at fáa mær ein
heitan munn.
Tað dunar í vestri, og
skjót fer eitt blátt flogfar
gjøgnum loftið. Lægri enn
eg siti fer tað framvið. Tó
so mikið burtur, at tey
neyvan vita av mær kortini,
hóast eg lyfti krússinum til
heilsan.
Men nú er morgírigheitin
reiðiliga vaknað. Hálvan-
annan tíma á Krosstind, so
má tað bera til at náa
Húsafelli innan tveir tímar.
Pakki saman og so til beins.
Niður í skarðið og upp aftur
brekkuna hinumegin. Men
tað var einki fyri. Gott og
lætt at ganga, og tað vóru
væl minni enn tveir tímar
lidnir, frá tí eg fór heiman,
til eg sat á Húsafelli.
Tað kemur ein maður
niðan gjøgnum dalin undir
mær. Hann steðgar á.
Kikar. Hevur helst sæð meg
fara eftir skarðinum og
roynir at finna út av, hvør
hatta er.
Einsamallur er hann.
Døkt
klæddur.
Gongur
spakuliga. Setir seg við-
hvørt. Hevur stav í hondini.
Reisist, gongur eitt sindur,
Birtir upp ættarlandsást í sál
Her liggja Vágar so víðopnar fyri mær. Sæddar í 591 metra hædd av Húsafelli. Allar tríggjar Vágirnar eru at síggja, eins og bæði Tindhólmur og Mykines eisini
sleppa upp í part
Mynd: Edvard Joensen
Framhald á síðu 32
C
M
Y
K
29
28