Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 130 - 11. juli 2002 Nr. 130 - 11. juli 2002 27 Seinasta Vestanstevnan á Sundinum Síðan Vágar vórðu bygdar, hevur neyð- ugt verið at flutt fólk og farm um Vest- mannasund ella Vágafjørð við báti ella skipi. Vestan- stevnan í ár verður tann seinasta, siglast má um Vestmanna- sund við stevnugest- um. Bæði Ternan og Sam fara at sigla stevnudagarnar SAMFERÐSLA Edvard Joensen á Vestmannsundi: Næstu ferð verður tað undir Sundið, stevnugestirnair koma til Vestanstevnu í Vágum. Stevnan komandi vikuskifti verður tann sein- asta, ferjan siglir um Vest- mannasund. –Ikki tí, at Vestanstevnan er nakað serlig, um vit hugsa um trýstið á ferjuna, sigur Sofus Jacobsen, skip- ari á Ternuni. Tað er líka stórt øll onnur vikuskifti um summarið og fyri tann skuld mitt í viku eisini. Seinasti bilurin í bíðirøð- ini á Oyrargjógv er komin umborð, og teir rópa av dekkinum upp til skiparan, at nú fer portrið aftur. Sofus Jacobsen, skipari, ger klárt at bakka frá, men hyggur so, mestum av vana, suður móti Fútakletti. –Steðga eitt sindur, rópar hann so aftur, har kemur ein bilur afturat. Jú, rætt er. Har kemur ein bilur við nógvari ferð oman av stóra svinginum við tunnilsvegin. Ætlar sær iva- leyst at náa ferjuna hendan túrin, men er í seinna lagi sambært ferðaætlanini. Men teir bíða, og bilurin sleppur við. –So lata vit aftur, rópar skiparin, og Ternan bakkar frá ferjuleguni. Samstundis sum bógportrið verður afturlatið, vendir hon sum ein knarvi á Sundinum og setir kós móti Vestmanna. Tann, sum av og á - fyri ikki at tala um regluliga - ferðast um Vestmannasund, sannar skjótt, at tað er verri enn so altíð, at tíðirnar í ferðaætlanini halda. Ikki tí, at siglt verður ov lítið. Heldur ov nógv. Tí tað er mestsum ikki dagur, at ikki fleiri eykatúrar verða sigld- ir, tí bíðirøðinar eru so langar báðu megin Sundið. Og hóast onkur steðgur er lagdur millum túrarnar, er minni enn so altíð, at manningin fær ein steðg. Heldur verður tað soleiðis, at hesir steðgir, ið vera skuldu, gera tað møguligt at koma inn aftur í ferða- ætlanina. –Ikki er óvanligt, at vit ein arbeiðsdag upp á 16- 18 tímar sigla einar 22-24 túr- ar, greiðir skiparin frá. Sum onnur vikuskifti Vestanstevnan er einki und- antak soleiðis, tá hugsað verður um trýstið á ferjuna, sigur Sofus Jacobsen, skip- ari. Vanliga er tað so, at með- an skúlaferiurnar eru, er eitt stórt samanhangandi trýst á okkum, sigur hann. Fólk ferðast heilt nógv hesa tíð- ina. Tað er eingin munur so- leiðis á stevnunum og van- ligum vikuskiftum annar enn tann, at tá stevnan er, koma nakrir kappróðrarbát- ar um Sundið. Men teir eru ikki so nógvir kortini, heldur skip- arin á Ternuni. Vestmanna- og Kvívíksbátarnir eru tað fyri tað mesta. Restin fer til Havnar og haðani við Smyrli til Miðvágs. At Smyril siglir, hálpir væl til hesar dagarnar, tí hevði hann ikki verið, høvdu hóast alt eini fimm- hundrað fólk ella meira, komið aftur at um Vest- mannasund, og so hevði tal- an verið um ein »spíss- belastning«. Strandferðslan hevur gjørt av, at Sam skal sigla um Vestmannasund hesa seinastu Vestanstevnuna, áðrenn undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk. Tað fer ivaleyst at fáa nakað av fólki at gera túrin vestur, tí tey tá vita, at ferðslan gong- ur sjótari um Vestmanna- sund, tá tvey skip sigla. Annars siglir Ternan eykatúrar eftir ferðaætlan- ini, tá stevna er. Seinasti túrur av Oyrargjógv verður klokkan 23.00. Fara at flyta Hóast siglingin um Vest- mannasund verður niður- løgd, tá Undirsjóvartunnilin veður tikin í brúk, verða hvørki Ternan ella mann- ingarnar arbeiðsleysar, sig- ur Sofus Jacobsen seg hava frætt. Hann sigur, at tey skulu sigla um Leirvíks- fjørð aftur at Dúgvuni. Hvussu verður við Sam, veit hann tó ikki at siga. Vit koma inn á Vest- manna, og stýrimaðurin, sum eisini hevur verið á brúnni, meðan siglt varð um Sundið, fer niður á dekkið at lata lúkuna upp, so bilar og fólk kunnu sleppa í land. Fartelefonin á brúnni ringir, tá bilarnir eru byrj- aðir at koyra í land. Einir fimm minuttir eru eftir, til siglast skal yvir aftur á Oyrargjógv. Tað skilst á skiparanum, at tann, sum í hinum enda- num var, var ein bussførari, sum var staddur í so langt frá Vestmanna, til at hann kláraði at verða umborð til tíðina, tá siglast skuldi. Hann fekk ordrar til at skunda sær, so skuldi skip- ið bíða einar fimm minuttir eftir honum. Tað gjørdi hann so. Skundaði sær. Sóu vit, tá hann kom oman Millum Gjáir. Jú, hann slapp eisini við. Og Ternan legði aftur á Sundið einaferð enn. Hesa- ferð einar fimm-tíggju minuttir seinkað í mun til ferðaætlanina. Og ivaleyst hevur onkur niðri í salong- ini illneitast um tað. Men stýrimaðurin kom aftur á brúnna, tá loyst var. Hann ringdi til Strand- ferðsluna og gav upp, hvussu nógvir bilar og fólk vóru við hendan túrin. So Strandferðslan kann hava hagtøl, sum vísa, hvussu nógv fólk ferðast um Vestmannasund. –Og tað verður rættiliga nógv meira, tá holið kemur, heldur stýrimaðurin. Teir rokna væntaðu ferðingina út eftir tí, sum vit flyta. Men tað kemur slett ikki at standa mát, er hann ivaleys- ur í. Teir eru als einki keddir av, at teir skulu gevast at sigla um Vestmannasund og flytast aðrastaðni. Heldur fegnast teir við vágafólki, sum nú endiliga fær tað fasta sambandið, sum so leingi hevur verið ávegis. Vestanstevna ella ikki. Bíðirøðin er long, tá vit koma aftur á Oyrargjógv, Og enn er bussurin við flogferðafólkinum ikki komin. Ella báðir tveir. Hvør veit? Sofus Jacobsen, skipari á Ternuni, heldur ikki, at Vestanstevnan leggur meira trýst á siglingina um Vestmannasund, enn eitt vanligt vikuskifti um summarið ger. Feðrslan er so øgilig, sigur hann, at ein stevna meira ella minni ger ikki mun Mynd: Edvard Joensen Ternan syngur nú seinasta ørindi á Vestmannasundi. Hon fer at sigla um Leirvíksfjørð, tá undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi verður tikin í brúk Mynd: Edvard Joensen Hóast hon manglaði nakrar fáar senti- metrar og nøkur gram í at náa Met- bókini, var rabarban, sum Hans Jacob Olsen í Miðvági tók í seinastu viku, millum tær størstu, sæddar eru GARÐYRKI Edvard Joensen Miðvági: Í seinastu viku tók Hans Jacob Olsen í Miðvági tvær rabarbur, sum vóru so stórar, sum hann ongantíð fyrr hevði sæð. Serliga onnur var rætti- liga yvirvaksin, og varð hon bæði máld og vigað. Spenningurin var stórur, hvørt hon nú mundi fara at náa einum meti. Men tá mált varð, varð funnið út av, at í Metbókni hjá FS Vágum eru tvær, sum eru størri. Tær vórðu tiknar í Kirkjubø fyrraárið og vóru báðar líka stórar. Hendan rabarban, sum Hans Jacob Olsen tók hetta kvøldið, hevði 85 cm. langan stelk, sum var sjey cm. styttri enn metrabarb- urnar úr Kirkjubø. Og hon vigaði 843 gram, meðan vektin í Kirkjubø var 955 gram. Onkur, sum hjástaddur var, tá vigað var, hevði á orði, at tað var einki skila- gott at taka tær nú. Heldur skuldu tær fingið loyvi at staðið eina vikur afturat, og so vitað um tær settu met. Men Hans Jacob er nøgdur kortini. Hann hevur einki serligt gjørt burtur úr rabarbunum. Í ár eru tær í grundini slopnar at passa seg sjálvar, sigur hann. Sjálvur hevði hann ikki hugsað so langt sum at seta nakað rabarbumet, sigur hann. Tað var onkur, sum hjástaddur var, tá hann tók tær, sum helt, at stuttligt kundi verið at roynt stødd- ina í mun til eitt met. Men nærliggjandi er kortini at hugsa, at hendan rabarban í Miðvági í hvussu er setir Vestan- stevnumet í ár, og tað er so altíð nakað. Handil á internetin- um gerst alt vanligari, og eisini í Føroyum eru handlar farnir at leggja seg eftir internetsølu. Ein, sum roynir seg við hesum, er Piff Paff Puff, sum selur barnaklæðir INTERNETHANDIL Edvard Joensen Sandavági: Piff Paff Puff, og vit eru á internetinum. Handilin, sum selur barna- klæðir í Sandavági, verður nú at hitta á internetinum, har øll vøran, handilin hevur, verður at síggja. Handilin Piff Paff Puff í Sandavági lat upp til Vest- anstevnu í fjør, og fer nú, eitt ár seinni, at leggja sítt vøruúrval á internetið. – Tað var ætlanin frá byrjan av, sigur Birita Pet- ersen, sum eigur handilin, men ymiskt hevur gjørt, at tað er drigið út. Tað verður kortini ikki so, at fólk beinleiðis kunnu keypa vørur um internetið soleiðis at skilja, at tey kunnu bíleggja á skíggjan- um. Har verður bara úrvalið víst, og so mugu fólk, sum vilja keypa, ringja til hand- ilin, vísir Birita Petersen á. Hesin handilin er eitt sindur serstakur, sigur hon, tí hann selur bara nøkur heilt fáa klædnamerki. Tað eru merki sum kosta peng- ar, og av tí sama er úrvalið avmarkað. Eini tvey pløgg av hvørjum er tað mesta, flutt verður inn,sgiur hon. Birita Petersen sigur, at klæðini, hon selur, eru í fleiri førum líka dýr at keypa inn, sum aðrir handlar selja út aftur fyri. Og tað eru kundarnir greið- ir yvir, men vilja kortini gjalda fyri tað, tey keypa. – At byrja við vóru reak- tiónirnar, at hetta var ógvu- liga dýrt, og fólk ivaðist. Men nú vísir tað seg, at tey, sum keypa, koma aftur, tí tey síggja, at talan er um góðslu, sum tey vilja gjalda fyri. Tað kundi hugsast, at slíkt var ein avmarking av søluni, men so er ikki, sigur Birita Petersen. Heldur tvørtur í móti. Hetta fyrst árið, handilin hevur verið opin, hevur umsetningurin verið væl hægri, enn mett varð, tá latið varð upp. Tað vísir seg, at fólk fegin vilja gjalda fyri dygd- arvøru, og kanska serliga fyri at kunna vísa barnið fram til jólatræshaldið í einum kjóla sum eingin annar er í, vísir hon á. Tað eru ikki bara vága- fólk, sum keypa frá henni, sigur Birita Petersen, men heldur í stóran mun fólk aðrastaðni. Og júst tað, at kundarnir búgva á Viðareiði og suðuri í Suðuroy ger, at tað kann loysa seg at hava úrvalið liggjandi á netinum, sigur hon. Tí so sleppa fólk und- an at ringja at spyrja, hvat er at fáa, og síðan noyðast at klára seg við eini munn- ligari lýsing av vøruni. Nú kunnu tey sjálv síggja hana, og so avgera, um tey viljakeypa. Barnaklæðir á internetið Stórar rabarbur Hans Jacob Olsen og abbasonurin, Jóan Hendrik Ellefsen, við stóru rabarbunum, sum tiknar vórðu í garðinum hjá Hans Jacobi í seinastu viku Mynd: Edvard Joensen Birita Petersen fer nú at selja barnaklæðir við hjálp frá internetinum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 27 26 VESTANSTEVNUTILBOÐ -15% í avsláttri til vestanstevnuna Støkk inn á gólvið og síggj okkara stóra úrvæl bæði til hennara & hansara Klædnabúðin tlf. 333668