hósdagur 11. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 130 - 11. juli 2002
Nr. 130 - 11. juli 2002
25
Stóra málið hjá
Miðvágs Kommunu í
løtuni er at fáa byggi-
búgvingina Norðuri í
Heiðum lidna. Nógvir
fyrispurningar eru
um grundstykki,
sigur borgarstjórin
KOMMUNUPRÁT
Edvard Joensen
Miðvági: Byggibúgvingin
hjá Miðvágs Kommunu
Norðuri í Heiðum skal
gerast liðug, so fólk kunnu
sleppa í gongd við at
byggja. Ætlanin umfatar
26 grundstykki, men einir
30 fyrispurningar eru um
grundstykki, sigur borgar-
stjórin. Eisini aðrastaðni í
bygdini verður møguleiki
at fáa grundstykki.
Jóan Pauli Frederiksen,
borgarstjóri
í
Miðvágs
Kommunu, sigur, at arbeitt
verður við at fáa økið liðugt
byggibúgvið, áðrenn fólk
sleppa í gongd við bygg-
ingina.
Við hesum sipar hann til
at bygdarráðið metir tað
skilabest, at slíkt sum vegir
og vatn, kloakkir og el, og
hvat nú er at gera hjá
kommununi,
skal
vera
liðugt, áðrenn alt ov nógv
ferðsla gerst á byggipláss-
inum. Tað er hesum, arbeitt
verður við nú.
Fyrsta stigið er at fáa 12
grundstykki
oman
fyri
verandi veg. Síðan verður
farið oman um vegin, og
har skulu 14 grundstykki
fáast.
Ein ætlan við fýra rað-
húsum er á veg Norðuri í
Heiðum,
sigur
borgar-
stjórin. Tey verða bygd á
tvey grundstykki. Annars
eru ætlanir um grundstykki
á Kirkjabø og Uppi í Húsi.
– Tað er nú einaferð so, at
fólk vilja fegin seta búgv
har, tey eru uppvaksin,
sigur Jóan Pauli Frederik-
sen, borgarstjóri.
Um útstykkingina Norð-
uri á Heiðum sigur hann, at
har eru eisini fyrispurn-
ingar frá fólki, sum ynskja
at koma aðrastaðni frá til
Miðvágs at búgva. Eisini
tykist áhugi vera fyri at
keypa eldri hús í bygdini.
Tað er serliga fólk, sum
flutt er burtur, ið tykist vilja
koma aftur til Miðvágs,
sum spyr um tað, sigur
borgarstjórin.
Hinvegin hevur vinnan
ikki víst sama áhuga at
koma til Miðvág, nú undir-
sjóvartunnilin verður veru-
leiki, sigur hann.
Barnaansingin
Umstøðurnar hjá barna-
ansingini í Miðvági verða
munandi betraðar. Gamli
Skúli verður gjørdur í stand
til endamálið.
Tað verður í løtuni lagt
nýtt tak á Gamla Skúla í
Miðvági. Hann skal brúkast
til barnagarð, tá hann er
settur í stand, sigur borgar-
stjórin.
Tað fáast tríggjar stovur í
niðaru hæddini til barna-
garðsbørnini at ganga í. Tað
verða tey smærru børnini,
sum fara at halda til í nið-
aru hædd, meðan tey størru
fara at húsast á loftinum.
Miðvágs Kommuna hev-
ur eina tíð havt sonevndan
útibarnagarð, har størru
børnini í barnagarðsaldri
hava gingið, meðan tey
yngru hava verið í dagrøkt.
Hóast Gamli Skúli nú
verður gjørdur til barna-
garð, verður dagrøkitin
kortini ikki heilt niðurløgd,
sigur Jóan Pauli Fredriksen,
borgarstjóri.
Gamli Skúli hevur fyrr
verið nýtur til ymisk enda-
mál. Eitt nú hevur dag-
røktin verið í bygninginum
nakrar dagar um vikuna,
eins og skótarnir eisini hava
hildið til har. Okkurt annað
frítíðartiltak hevur eisini
verið í Gamla Skúla. Men
hesi tiltøkini verða nú
noydd
at
flyta,
sigur
borgarstjórin.
Kommunan ætlar kortini
ikki, at tey, sum húsast hava
í Gamla Skúla, skulu vera
húsvill. Samráðingar eru í
løtuni við Brøðrasamkom-
una um keyp av Salem,
sum so ætlandi kann gerast
til bygdarhús ella so, sigur
borgarstjórin.
Brøðrasamkoman hevur
í umbúna at byggja nýtt við
betri parkeringsmøguleik-
um aðrastaðni í bygdini, og
er tí áhugað í at selja gamla
samkomuhúsið,
sum
kommunan saktans kann
brúka, sigur hann. Málið er
kortini ikki avgreitt enn, tí
eitt nú øki ikki er funnið at
byggja nýtt samkomuhús á.
Viðlíkahald
Í aðrar mátar er tað mest
viðlíkahald, sum stendur á
skránni
hjá
Miðvágs
Kommunu í komandi tíð.
Kommunalir vegir eru
nógvir, og teir eru ikki í
serliga góðum standi allir,
letur borgarstjórin at. So
tað fyrsta verður at as-
faltera vegir, sigur hann. Í
ár er ein millión sett av til
hetta endamálið, men hon
røkkur veri enn so til alt
asfaltarbeiðið, sum neyðugt
er. So tað fer at ganga yvir
nøkur ár.
Umframt
verður
vist
neyðugt at leggja nakrar
nýggjar vegir, sigur borgar-
stjórin.
Hann vísir á, at ikki altíð
hevur veirð hugsað nóg
langt, tá útstykkjað hevur
verið, tí ov nógvar brekkur
eru í Miðvági.
Eisini eru vegir, sum
treingja til ábøtur ella
kanska nýgerð. Eitt nú
vegurin niðan í Kálvalíð,
har rættiliga nógv ferðafólk
kemur. Har er ringt at koma
til við bussum. So tað
verður eitt mál, sum takast
má upp nakað skjótt, heldur
borgarstjórin í Miðvági.
Tvær eru bygdirnar í
Miðvágs Kommunu. Um-
framt Miðvág hoyra eisini
Vatnsoyrar til kommununa.
Byggibúgvingin stendur fremst
Útstykkingin og byggibúgvingin Norðuri í Heiðum er høvuðsmálið hjá Miðvágs Kommunu í løtuni, sigur Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri
Mynd: Edvard Joensen
Gamli Skúli í Miðvági verður umvældur at brúka til barnagarð
Mynd: Edvard Joensen
Í undirhúsinum í
Miðvági hava tey
fleiri boð upp á,
hvussu verðin kann
gerast betri at liva í.
Men tað er bara ikki
altíð, at verðin vil
lurta eftir teirra góðu
hugskotum
MORGUNPRÁT
Edvard Joensen
Miðvági: – Vit royna at
koma við góðum hugskot-
um um, hvussu tað kann
ganga betri í verðini, men
tað er verri enn so altíð, at
verðin vil lurta eftir okkum,
siga tey í Undirhúsinum í
Miðvági.
Miðvingar hava, sum so
manga aðrastaðni, eisini
eitt undirhús, har fólk hitt-
ast at viðgera tað, sum rørir
seg. Bæði heima í lokal-
samfelagnum, men eisini
víða úti í heimi.
Klokkan er átta á morgni,
og tað er longu nakað av
fólkið komið í Undirhúsið.
Tey halda til í MB húsin-
um, og eru har frá tíðliga á
morgni til út á fyrrapartin.
Sum vera man eru tað
tilkomin fólk, sum givin
eru at arbeiða, ella hava
slíkar tíðir, at tey hava
stundir at sita her og fáa tað
seinasta við soleiðis út á
fyrrapartin.
Ein ungur maður situr
kortini við eitt borð og fær
sær kaffi. Tað verður undr-
ast á, hvussu hann hevur tíð
at sita her og ikki er á
útróðri. Gott veður er, og
bátarnir hava fingið eitt
sindur, veit onkur at siga.
– Nei, hann sleppur
ongan veg, tí nú eru eingir
fiskidagar eftir, og so má
hann bara hava feriu. Eingi
fiskiloyvi verða givin hesa
vikuna, heldur hann.
Grind
Og tað er so góðum líkt,
tað, sum tosað verður um.
Hendan dagin, Sosialurin
stakk inn á gólvið, var tað
grind, sum var á skránni.
Grind var deyð í Bø
dagin fyri, so eyðvitað varð
tosað um, hvussu skarst.
Vóru partarnir stórir, og var
grindin góð?
Jú, tað var í lagi, helt
onkur. Parturin royndist
betri enn í teirri fyrru, hóast
báðir vóru líka stórir á
seðlinum hjá sýslumann-
inum.
– Tað kann vera tí, heldur
nú ein annar, at hvalirnir í
Bø vóru størri, og færri
partar at býta.
Jú, so var tað tað, at
onkur helt ikki, at tvøstið
var so gott, sum tað onkun-
tíð hevði verið.
– Tað er einki serligt at
fáa eina hon, sum mjólkar.
Heldur ikki spikið nyttar
nakað tá, verður hildið
fram.
– Nei, veit tann triðji at
siga. Eg fekk einaferð
burtur av einum sovorðnum
hvali, og tað var ikki etandi.
Spikið varð brúnt, tá tað
varð kókað, og tað fall bara
saman. Einki vert.
Men onkur annar heldur
so, at ein mjólkandi kvenn-
hvalur er í grundini besti
hvalurin at fáa, tí hon hevur
mjólkað alt kyksilvurið og
PCB-ið úr sær. Tað siga
kanningarnar, sum gjørdar
eru av grind. Tað eru ungar
og kallhvalir, ein skal royna
at sleppa undan at fáa í
part.
Men tað vilja teir gomlu
líkasum ikki vera við
kortini. Teir leggja ikki so
nógv í alt hatta. Vilja heldur
doyggja mettir enn at
doyggja í hungri, tí alt er
farligt at eta.
Men tey sakna, at grind
verður hildin til á Miðvági.
Tað hevði verið stuttligt at
roynt at hildið eini grind til
aftur á Miðvági, hóast grót-
kastið er komið, og sagt
verður, at botnviðurskiftini
eru broytt, verður tosað.
Stevnan
Hóast bara nakrir fáir dagar
eru til stevnuna, letur til, at
tey hava ikki rættiliga
fingið skránna við. Hvussu
verður við kappróðrinum?
vilja tey vita.
Jú, tað er so onkur sum
veit, at hann verður ikki fyr
enn klokkan fimm. Tað
kemst av sjóvarfallinum, og
ikki ber til at rógva, tá ein
stóru partur av vágni liggur
turrur.
Og so verður tosað um,
hvussu tey onkuntíð fyrr
hava gjørt. Eitt nú verður
víst á, at tá fyrstu Vestan-
stevnurnar vórðu hildnar, í
hvussu er tann allarfyrsta,
varð róð á vatninum. Men
tað er líkasum eingin, sum
skjýtur upp at gera tað
hesaferð kortini.
So verður prikað við, at
hetta verður seinastu ferð,
at róð verður á Miðvági
yvirhøvur, tí nú skal allur
kappróður verða á Sanda-
vági í framtíðini.
Viðmerkinin varð líka-
sum vend onkrum ávísum,
sum arbeitt verður uppá.
Men hann er ikki heilt fyri
ongum kortini, tí hann veit,
at hesin, sum stakk, hevur
okkurt tilknýti til granna-
bygdina, og hann skal nokk
fáa aftur. Og so kemur tað.
– Jú, men sært tú. Í
København hava teir eisini
flutt alt sovorðið út í Ishøj.
Teir leggja tað burtur frá
stórbýnum.
Jú, hon sat, og so verður
flent at tí.
Kappríðing skal eisini
vera á sandinum, veit ein at
siga frá. Men tað heldur
onkur annar ikki vera til
stóra nyttu, tí nógvir hestar
her vesturi eru so gamlir, at
teir noyðast at hava rullu-
skoytur fyri at koma fram.
Jú, tey eru farin at fyri-
reika
Vestanstevnuna
í
Miðvági. Eini tvey sklti
hanga uttan á MB Húsin-
um, sum siga frá, at nú skal
húsið málast. Og garðurin
skal hava sama umgang.
Tey, sum stíla fyri, ætla,
at fáa arbeiðið gjørt ókeyp-
is, og heitt verður á so nógv
fólk sum gjørligt at møta.
Onkur kaffikanna er við
at tømast,og einasta kvinn-
an, sum inni er, reisist og
fer út í køkin at fylla í aftur.
– Hon er ófør, láta teir at,
sum eftir sita. Møtir trúliga
upp at gera okkum kaffi.
Kaffi, tey drekka, verður
fíggjað við umhvørvisrøkt í
Miðvági, greiðir ein frá.
Tað vil siga, at tey henta
tómar fløskur og selja. Pen-
ingurin fer so til at keypa
kaffi fyri.
Annars er ikki nógvur
stuðul latin til Undirhúsið,
verður sagt. Borð og stólar
hava tey fingið, og MB
letur streym og leggur hølið
til.
Royna at betra heimin
Elida Niclasen er einasta kvinnan í Undirhúsinum. Hon passar kaffimaskinuna. Frits Witt er eisini fastur fúsur í Undrhúsinum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
25
24