Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 130 - 11. juli 2002 Nr. 130 - 11. juli 2002 23 Bæði vanlig stevnu- tiltøk og heldur forkunnugari tiltøk verða at síggja og uppliva á Vestan- stevnu í Miðvági komandi vikuskifti. Eitt nú ber til at keypa lutaseðil upp á ein reka, sum gevur møguleika fyri sera góðum viningum VESTANSTEVNA Edvard Joensen Miðvági: Vestanstevnu- skráin er fjølbroytt, og ymisk tiltøk eru á skránni, sum ikki eru roynd fyrr. Eitt nú ber til at keypa sær ein reka og vinna eina familjuferð til Noregs, um ein er heppin. At keypa sær ein luta- seðlareka, er ikki nakað, tey hava hoyrt um fyrr, siga tey, sum fyrireika Vestan- stevnuna. Men tey vænta, at nú fer hvør maður í Vágum at royna at gera Sámali Mathiasi kynstrið eftir og vilja vera besti rekamaður á staðnum. Søgan er tann, sigur Sól- fríð Fjalsbak, formaður í stevnunevndini, at tey fara at selja lutaseðlar á kr. 100,- undan stevnuni. Við hesum seðlinum fylgir ein træpinnur, sum hevur sama nummar sum seðilin. Hetta træið verður ikki latið út saman viðseðlinum, men goymt til seinnapartin sunnudagin, tá ein sonevnd rekakapping verður í Ósan- um. Undirhald verður í Ósan- um, har byrging verður gjørd um ánna. Partur av hesum tiltakinum er, at hesir træpinnarnir verða sleptir í ánna oman fyri Bygdarhúsið og skulu so reka oman á byrgingina. Tann rekin, sum fyrstur verður á mál, vinnur høv- uðsvinningin. Aðrir vinn- ingar vera eisini. Tað ræður um at skunda sær at keypa seðil, tí talið er avmarkað, sigur stevnu- nevndin. Framsýningar Umframt traditionellu til- tøkini sum Tivoli og ítróttartiltøk av ymsum sløgum, bjargingarroynd, møti og dans, verða eisini ymsar framsýningar á Vest- anstevnu. Sunnudagin klokkan 14.00 fara seyðahundar ymsataðni úr landinum at vísa síni kynstur, tá teir fara at reka seyð á fótbóltsvøll- inum. Hendan framsýning- in er samstundis kapping millum hundarnar. Tríggjar aðrar áhuga- verdar framsýningar verða eisini á stevnuni, siga fyri- reikararnir. Í Bygdarskúlanum verð- ur ein listaframsýning, har fleiri kend og minni kend listafólk fara at vísa síni verk fram. Men eisini annað áhuga- vert verður at síggja í skúl- anum á Vestanstevnu. Fólk hava ymisk áhuga- mál, og summi hava góðan hug at samla. Bæði líkt og ólíkt. Og tá savnið verður nóg stórt, gerst tað mangan áhugavert hjá øðrum at síggja. Soleiðis fer at bera til á Vestanstevnu at síggja søvn av lyklaringum, salt- og piparbússum, kannum, eins og Føroya størsta ølsamling eisini veður víst fram hesar dagarnar. Á pallinum verður liv- andi tónleikur. Atgongu- merkið til framsýningina í skúlanum kostar 30,- krón- ur. Børn sleppa ókeypis inn saman við vaksnum. Í kjallarahæddini hjá Godtfred Joensen fer Malan á Lofti, sum er ný- útbúgvin sniðskeri, design- ari, at sýna fram klæði, hon hevur gjørt. Alt tilfarið, hon brúkar, er føroyskt. Millum tað, sýnt veru fram, er eisini høvuðsupp- gáva hennara, sum gjørd varð í amband við próv- tøku, og sum fekk sera góðan karakter. Eisini hesa framsýning- ina kostar tað kr. 30,- at síggja, eins og børnini sleppa ókeypis inn saman við teimum vaksnu. Ein triðja framsýning, sum er á Vestanstevnu, verður á Ellisheiminum. Hon sýnir samferðslu fram gjøgnum tíðina. Tá hugsað og tosað verður um samferðslu í Vágum í dag, er tað um- framt flogvøllin serliga Undirsjóvartunnilin, hugs- að verður um. Og á fram- sýningin á Ellisheiminum verður eisini nógv at síggja, sum lýsir gongdina við undirsjóvartunlinum frá hugskoti fram til dagin í dag. Eisini her er kostn- aðurin settur til kr. 30,-, og børnini sleppa ókeypis inn saman við vaksnum fólki. Fundir og konsert Hóast Vestanstevnuskráin byrjar longu hóskvøldið, verður stevnan sjálv sett leygardagin klokkan 14.00. Tað verður Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, sum fer at seta stevnuna. Sum slíkur stevnum líkt, verður eisini midnáttar- samkoma leygarkvøldið. Byrjað verður við kyndla- gongu klokkan 23.30. Midnáttarrøðuna fer Ronald Poulsen at halda, og aftan á verður fýrverkarí at síggja. Sunnudagin klokkan 18.00 verður fólkafundur á Tungu, har útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, fer at halda røðu. Tá hann er liðugur at røða, verður tikið saman í ring, og onkur vísa verður kvøðin. Ymisk tónleikatiltøk verða eisini á stevnuni. Gospelkonsert verður uttan fyri Filadelfia leygar- kvøldið klokkan 21.00, har bólkarnir "Z-Free" og "MMM" fara at spæla. Aftan á verður opið hús í Missiónshúsinum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður á Vestanstevnu konsert í ítróttarhøllini á Giljanesi. Hon verður á midnátt leygarkvøldið, og har fara bólkarnir "All That Rain", "Side Effect" og "Flux" at spæla. Eisini verður dansur í Miðvági á vestanstevnu. Hann verður í tjaldinum, sum sett verður upp á h o n d b ó l t s v ø l l i n u m . Fríggjakvøldið fer "All That Rain" at spæla. og leygarkvøldið verður tað "Bimbs". Eisini sunnu- kvøldið verður dansur í tjaldinum. Umfram verður ein hóp- ur av tiltøkum. Bæði van- ligum stevnutiltøkum sum Tivoli, bóltkappingum eisini og meira forkunnug- um, at uppliva á stevnuni. Tey síggjast í stevnu- skránni, sum er prentað aðrastaðni í blaðnum. Frá fólkafundi til rekakapping Vestanstevnu kappróðurin verður fluttur tveir tímar í mun til tað, vanligt er á summarstevnunum, orsakað av sjóvarfallinum. Róð verður klokkan fimm seinnapartin. Fjøra er klokkan trý, og tá er turt rættiliga langt út á vágna Mynd: Edvard Joensen Vestanstevnutilboð frá Føroya Keypssamtøkuni í Miðvági Tilboðini eru galdandi frá fríggjadegi 10. og 13 juli 2002 ella so leingi vøran er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum. Heimasíðan hjá FK: http://fk.olivant.fo/ Tunnocs Caramel 8-pakki fyri 1595 Ymisk frukt 8 fyri 2000 Danefrost grønmeti 2x750 g fyri 2495 Kotilettir fyri kg 5290 Harragarðsreyðkál 1 kg fyri 1695 Nakkasteikir fyri kg 3990 Taffel kips 300 g fyri 1495 Neytabógvur fyri kg 4990 6x1,5 ltr. sodavatn Ístertur frá Fóm Merrild kaffi 500 g 2 bl. á 820 g Niðursjóðað frukt Ferskur og perur 6995 2695 1695 1495 Keypssamtøkan ynskir góða vestanstevnu C M Y K 23 22