Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 118 20 - giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jógvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Borgarligur sosialur LEYGARDAGIN bar Dimma tey tíð- indi, at fiskivinnuflokkur, sum skal stilla upp til løgtingsvalid í heyst verður veruleiki, við tað, at menn hava í umbúna at yvirtaka flokkin hjá Kjartan Mohr. Í SAMRØDU við Dimmalætting sig- ur ein av oddamonnunum, at flokk- urin skal umfata fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi og alt, sum hevur tilknýti til fiskivinnuna. Sagt verður, at flokkurin skal verða borgarligt sosialur. ÁHUGABÓLKARNIR á fiskivinnu- gkinum eru fleiri. Vit hava fiskasølu- menninar, reiðararnar og virkiseig- ararnar, fiskimenninar og tey, sum arbeiða í fiskiidnadinum uppi á landi. Flokkurin skal umfata øll hesi. Hann skal vera borgarligt sosi- alur, og tað man vera tað rætta navnið. TAÐ ERU júst teir borgarligu sosi- alu, sum altíð júka niður í okkum, at vit eru øll á sama báti. Og hesi eru oll á sama báti. Hin skattafrii reiðar- in við tí stóra privatforbrúkinum, og fiskimaðurin og arbeiðarin, sum illa nokk hava úr hondini í munnin, við teimum tungu skattabyrðunum. HERFYRI vístu vit á at útróðrarfel- øgini umfataðu bæði útróðrarmenn og teir, sum eiga útróðrarbátarnar. Nú skulu vit hava ein flokk, sum skal umfata báðar hesar bólkarnar og fleiri aðrar bólkar við. Tí, sum tey borgarligu sosialu siga: — tey eru jú øll á sama báti. SKIPARI og messur eru eisini á sama skipi. Men tað er stórur mun- ur á avrokningini. Tað sama má sig- ast um arbeiðaran og virkiseigaran. Reiðarin og fiskimaðurin eru eisini við í sama báti. Men tað er munur á ágóðanum og skattligu fyrimunu- num. EITT RÍKIÐ sum kemur í stríð við seg sjálvt, fer í knús. Her man talan fara at vera um ein flokk, sum longu áðrenn hann formelt er til, er í stríð við seg sjálvan. EITT ER givið, og tað er at heitið borgarligur sosialur er væl valt. Sera beinrakið. sosialurin Nr. 53 — 19. juli 1978 CO - TI 9, FN É) dagbókin HA N Missiónshúsið við Landavegin Johs. Kvalheim og Odd Dubland enda Feroyavitj- anina sína við meti í missi- énshisinum í kveld kl. 8. Odd Dubland syngur. 90 ár Í dag verður Nicolina Dagmar Thomsen, van- liga nevnd Lina, Miðvág- ur 90 ár. Hon býr á Ellis- heiminum í Miðvági. Brúdleyp Í dag giftast í Havnar kirkju Hansina Johanne- sen av Hellunum og Eli- bert Kerá úr Oyndarfirði. Brúdleypsadr.: Tjarnar- deild 15. Í dag giftast í Noregi Elin Andersen, Tromse og Jacob Kjærbo Samuelsen (sonur Jacobu og Reidar Samuelsen, Tórshavn) Brúdleypsadr.: Slalom- bakken 5K, 02 Moss, Norge. Maharishi Mahesh Yogi ling og glæde í den kommende tid bevare Færøernes kulturelle værdier og højne livskvaliteten velkommen. Entre kr. 20. SOMMER- FESTIVAL som inspiration til at skabe et ideelt samfund og uovervindelighed i færøsk kultur På festivalaftenen vil der blive skænket hæderspriser til færinger, som med deres liv og virke indenfor forskellige områder af samfundet har inspireret deres medmennesker til at Grundlægger af Transcendental Meditations-programmet Torsdag den 20. juli kl. 20, Hotel Hafnia | Sommeren er den tid, hvor alle livets aspekter iklæder sig deres smukkeste dragt og ud- trykker størst mulig fylde og helhed. Vi fejrer den nye årstid for at inspirere til øget udvik- Aftenens program omfatter desuden oplæsning, færøske viser og musikalske indslag ved Jógvan Telling Joensen og Elin Heinesen samt farvefjernsynsbánd med Maharishi Mahesh Yogi. Der vil blive serveret kage og forfriskninger. Alle interesserede er hjerteligt — summarfrí Vit steingja virkið vegna summarfrí frá Olavsøku til 1. september GRAFIA KUNNGERÐ um søluloyvi á Olavsøku Á Olavsøku verður loyvt kioskum og øðrum sølubudum at hava opið frá Olavsøkuaftan kl. 14 til nåttina eftir Olavsøkudag kl. 04. Verandi búðir skulu ikki søkja annað loyvi, men uppsetan og upp- lating av nýggjum sølubådum má ikki fara fram uttan við loyvi frá Tórshavnar býráð. Seldar kunnu vera allar vanligar kioskvørur, pylsur, breyð o.t. mat- vørur, ballónir, minnislutir o.t. men ikki vørur í ílati av blikki ella glasi og heldur ikki seydarhøvd. Tað er ein treyt, at seljandi hevur nóg mikið av ruskiløtum og alsamt heldur gkið uttan um sølubådina ruddiligt. Matstovum verður loyvt at hava opið somu tíðir. Tórshavnar býráð bjóðar til kapping um búmerki Endamálið við kappingini er at fáa til vega eitt búmerki, sum kann nýtast á ymsan hátt innan starvseki felagsins Búmerkið skal vera ein listarlig frummynd, sum ikki hevur verið kunngjerd áður. Uppskotið til búmerkið skal vera ein tekning, sum er sett ella gjørd upp á eitt hvítt pappirsark, A4 til steddar, og má í mesta lagi vera 15 cm langt. Bert ein tekning må vera á sama arki. Mø- guligar viðmerkingar til uppskotið skulu vera ma- skinskrivaðar upp á eitt blankt A4 ark og vera heftar á baksiduna av tekningsarkinum. Ein og hver, sum hevur eina hugmynd og dugir at gera eina greiða mynd av henni kann luttaka í kappingini um búmerkið. Uppskot skulu verða send inn við ongari undir- skrift. Nidast til hegru á øllum ørkum skal verða sett eitt merki. Við hverjum uppskoti skal fylgja ein afturlatin brævbjálvi, har nevnda merki og navn, bústað og meguligt telefonnummar hjá luttakaranum. Uppskotini verða at senda til LFB, v/ Ivani Jo- hannesen, 3812 Miðvági, í seinasta lagi 15. sept" 1978. Uppskotini verða dømd av eini nevnd, ið LFB hevur sett. Í henni sita: Janus Kamban, lista- maður, Tórshavn, Ingálvur av Reyni, listamaður, Tórshavn, Karl J. Nielsen, tannlækni, Vatnsoyr- um, Páll Klein, skipari, Tórshavn, Øssur av Steinum, lærari, Kollafirði. Metingin fer fram beint eftir 15. september 1978 og úrslitið verður kunngjørt vinnarunum skriv-. liga og verður harafturat kunngjørt i blødunum. I virdisløn verða latnar 3.000,— kr., heruppii ein 1. virdisløn uppá 1.500,—, ein 2. virðislen uppå kr. 1.000,— og ein 3. virdisløn uppå kr. 500,— fyri tey 3 bestu uppskotini um búmerki. LFB